leygardagur 18. mars 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Annaðhvort
alment sjónvarp
— ella einki!
Enn sær tað út til, at tað
eru tveir áhugaspurningar
i sjónvarpskjakinum.
Partvíst eru teir mótstrið-
andi og partvíst eru teir
samrennandi. Annar er
umsóknin frá tí privata
sjónvarpsfelagnum um at
fáa sendiloyvi til royndar-
sendingar. Hin eru tær al-
mennu ætlaninar um at
seta á stovn eitt sjónvarp
(royndarsjónvarp?).
At teir partvist eru
samrennandi, loyvi eg
mær at halda uppá sam-
bært nidurstøduna í pa-
nelgreinini hjá Dánmjal
Paula Danielsen, lands-
stýrismanni, í Sosialinum
25. februar.
Niðursteðan er hendan:
„Við tað at fleiri ár helst
koma at ganga, áðrenn vit
fáa eitt útbygt sjónvarp
kundi eg hugsa mær, at
fingin varð ein fyribils-
skipan ikki bert fyri
Havnina, men helst meg-
inpartin av Føroyum.«
Tiverri sigur Dånjal
Pauli ikki, hver ella hvus-
su ein fyribilsskipan skal
setast í verk. Tá hann
nevnir Havnina, sipar
hann helst til priatsend-
ingarnar og ta eftir mínum
tykki legnu og óundirbyg-
du áheitan, sum Tórs-
havnar býráð hevur við-
tikið.
V.ø.o. kunnu tey sein-
astu orðini hjá Dánjal
Paula tulkast soleiðis, at
meðan vit bíða, kann tað
privata sjónvarpsfelagið
sleppa at senda.
Hava einki
fingið at vita
Vit kunnu nú sambært
teir báðar áhugaspurning-
arnar spyrja:
1: Skal sjónvarpsfelagið
fáa loyvi at senda fyribils
(royndarsendingar)?
2: Skal tað almenna fara
undir eitt sjónvarp
(royndarsjónvarp?) nú?
Tíverri er tað ógvuliga
lítið, vit hava fingið at
vita um ætlaninar hjá
sjónvarpsfelagnum. Ti vil
eitt meguligt kjak verða
avmarkað til meiri gene-
rellar spurningar og ikki
nakað specifikt og tí held-
ur ikki nakað konkret.
Ein av monnunum aft-
an fyri sjónvarpsfelagið
hevur sagt í eini blaðsam-
rødu, at ætlaninar vóru
tekniskt forsvarligar.
Hvussu tað so enn skal
tulkast.
Tað, sum harafturimoti
átti at havt sterri týdning
í sambandi við sjónvarps-
ætlanir, er tann moralska
síðan av málinum. Tað er
ikki nóg mikið, at eitt
sjónvarp er tekniskt for-
svarligt. Eitt sjónvarp
skal eisini vera moralskt,
pedagogiskt og mentunar-
liga forsvarligt, men
hendan síðan av málinum
er nærum ikki nevnd í
teimum frágreiðingunum
og samreðunum, sum
blødini hava havt við fel-
agið og nakrar av álitis-
monnum tess.
Vit kenna einki til av-
leiðingarnar. Vit kenna
ikki tær teknisku-øko-
nomisku treytirnar. Vit
vita purt einki!
Tad er m.a. ti, eg haldi,
at samtyktin hjá Tórs-
havnar býráð um at heita
á landsstýrið er óumhugs-
að og lítið — fyri at siga
einki — undirbygd. Vit
vita einki um, hvussu
hetta sjónvarp skal skip-
ast, hvat tað skal senda,
hvat endamálið er ella
hvat í heila tikið liggur
aftanfyri — uttan ein und-
irhaldstervur. Var tað ikki
vert at kanna hesar spurn-
ingarnar, Tórshavnar bý-
ráð, áðrenn tit fóru at
samtykkja eina áheitan?
Bara útlendskt
ella?
Ein annar spurningur,
sum heldur ikki er lýstur
nóg væl og sum eisini er
týdningarmikil, er um
ætlanin:
1: bert er at senda út-
lendskt framleitt tilfar,
ella
2: um ætlanin eisini er
at framleiða feroyskt til-
far?
Í eini gamlari umsókn
til landsstýrið nevnir
sjónvarpsfelagið royndar-
sendingar. Hetta vil eg
seta í samband við spurn-
ingin omanfyri (út-
lendskt/feroyskt) og tann
fyrsta spurningin (privat-
ar fyribilssendingar/al-
mennar royndarsending-
ar).
Er talan um bara at
senda útlendskt tilfar, er
eingin grund at fara undir
royndarsendingar ella
fyribilssendingar. Øll vita
vit, at tað ber til at senda.
Enntá uttan kostnaðar-
miklar trupulleikar, sum
piratsendingarnar = hava
prógvað.
Er talan harafturimoti
um at fara at framleiða
føroyskar sendingar eis-
ini, fær spurningurin eitt
heilt annað perspektiv. Í
hesum feri vil eg meina,
at tað almenna (landsstýr-
ið) automatiskt og bein-
leiðis kemur uppá. Og
leikluturin hjá sjónvarps-
felagnum verður minni
ella heilt eingin, um lands-
stýrið í fyrstu syftu og
løgtingid í aðru tekur av-
gerð um at stovna eitt
føroyskt sjónvarp innan
ikki alt ov langa tið.
Nú eru vit á einum heilt
ødrum stødi í kjakinum —
við spurning 2: Skal tað
almenna fara undir eitt
sjónvarp (royndarsjón-
varp?) nú?
Føroysk barlast
má í
Skal farast undir at fram-
leiða sendingar í Feroy-
um, sum eg meini má
verða ein náttúrlig barlast
mótvegis ti útlendsku yv-
irvektini, krevjast fittar i-
løgur. Tær mugu so
stevna ímóti einum veru-
ligum sjónvarpi, um talan
framvegis er um royndar-
sjónvarp væl at merkja,
skal spillið verða minst
møguligt.
Tær iløgur, sum krevj-
ast, eru bædi til tekniska
útgerð, studiotól eins og
til útbúgving av manning.
Hetta er nakað, sum ikki
letur seg gera frá einum
degi til annan, og tí skal
tilrættisliggjast fleiri ár
fram í tíðina. Hetta
krevst, um nakað av skili
skal vera í.
Skulu vit hava eitt
sjónvarp, sum skal lúka
tey allarminstu krev sum
informations- og tidinda-
miðil, kann bert verða tal-
an um tann seinra spurn-
ingin. Um tað so er rætt
yvirhevur at stovna eitt
sjónvarp — ella fara undir
sjónvarpssendingar — er
ein annar spurningur, sum
fyri so vítt er avgreiddur í
ti tvey ára gomlu prin-
sippavgerðini hjá legting-
inum.
At geva einum privat-
um sjónvarpsfelagi loyvi
at fyrireika sendingar,
uttan at stevnt verður í-
móti stovnsetingini av
einum veruligum sjón-
varpi er burtur úr vón og
viti. Sjálvt um tað bert er
ein fyribilsloysn. Ein slík
loysn kann vera meira
skaðilig fyri eitt fólk —
eina tjóð — enn gagnlig.
Tað grønlendska kaðal-
sjónvarpið í 15 býum og
bygdum er eitt talandi
demi.
Hvussu tann grenlends-
ka fyribilsloysnin er dámd
av fólkinum, dugi eg ikki
at siga, men bæði polit-
ikkarar, serfreðingar á
fleiri okjum og onnur á-
byrgdarfólk vilja henni til
livs sum skjótast. Hvi, er
óneyðugt at spyrja.
Slatra um
hvønn annan
Svenska sjónvarpið hevði
seinasta heyst eina send-
ing um feroysk samfelags-
viðurskifti. Sendingin
kallaðist >Sjey dagar í
vikuni uttan TV.< Fleiri
føroyingar søgdu sína
meining — bædi leikmenn
og mediafólk.
Onkur segåi, at føroy-
ingar lósu nógv og visti á,
at eitt møguligt sjónvarp
fór at nerva hesa lesing.
At feroyingar lesa meira
enn onnur, ivist eg í. Tað
kunnu bókasevnini kans-
ka geva okkum upplýs-
ingar um. Men tað lítla
úrvalið, sum sæst í bóka-
búðunum kring landið.
boðar ikki frå ti nógvu les-
ingini. Í hvussu er ikki,
hvat dygd viðvíkur.
Onkur vildi í svensku
sendingini vera við, at
upplýsingarsteðið í Fer-
oyum var høgt og vildi
neyvan hækka, um vit
fingu sjónvarp. Ikki er tað
panelið
Johann Mortensen,
blaðmannanæmingur
— Eitt bíligt sjónvarp vil altíð verða meira
vandamikið enn eitt sjónvarp, sum hevur ráð til
eitt gjelligt og langt fyrireikingararbeiði. Treytin
fyri einum góðum sjónvarpi eru góðar umsteður
og nóg mikið av fólki, so dugurin er lítil, um teir
peningajáttandi myndugleikarnir eru eins kargir,
sum teir tykjast at hava verið móti útvarpinum,
skrivar Johann Mortensen m.a. í panelgreinini
lætt at siga, hvussu hegt
upplýsingarsteðið í Fer-
oyum er. Tað liggur helst
eingin kanning fyri ti,
men tú skalt ikki hava
verið leingi burturi fyri at
fáa varhugan av ti øv-
ugta.
Vist eru feroyingar
bæði vitugir og væl infor-
meraðir, men tað tykist
ofta, sum nógvir duga illa
at skilja millum hvítt og
svart. Ella reytt og svart,
sum Wurmbrandt-gelan
prógvaði til fulnar
Men eisini í ti dagliga.
politiska kjakinum sæst
ofta, at nógv duga illa at
halda eini meining frá eini
aðrari, men lofta onkrum
og generalisera síðani.
Grundin til hesa støduna
er — tori eg at pástanda
— eitt tervandi tverpol-
itiskt tjak í útvarpinum
og blødunum. Spurning-
urin er so, um eitt sjón-
varp vil beta um hesa
støduna?
Jens Pauli Heinesen
rakti seymin å høvdid i
hesi somu sending, tå
hann sjålvur setti spurn-
ingin og svaradi, hvat lesa
førovingar — jú. donsk
vikublød um kongar og
drotningar o.s.fr. og ann-
an lættisoppalesnað.
Eisini varð tað fyri-
brigdið, at feroyingar
stekka inn á gólvið hjá
hverjum eðrum. tosa
saman, viðkoma hverjum
ødrum, ført fram. Spurt
varð, um hesin siðurin
ikki fór at hvorva, fingu
vit sjónvarp. Aftur her
haldi eg. at Jens Pauli var
rættiliga beinrakin tá
hann hvat
um hvenn
svaraði tosa
fólk um — jú
slatra um
annan, tey
hvenn annan. Kanska
nakað nógv avgjørt, men
ikki av leið.
Eitt bíligt sjónvarp:
skaðiligt!
Tað er nógv, sum talar i-
móti einum sjónvarpi —
at tað hevur keðiligar av-
leiðingar fyri familjusam-
veruna, at tú gerst trælur
av ti, at tað hevur krimi-
nella medferð við
sær
o.s.fr
Men spurningurin er,
um hesar atfinningarnar
viga lika nógv sum fyri-
munirnir — tað gagnliga
sum eitt sjónvarp vil hava
við sær
Hesin spurningurin
kann ikki svarast. fyrr
enn ein nágreinilig ætlan
og endamálssetningur
fyriliggur
Eitt biligt sjónvarp vil
altið verða meira vanda-
mikið enn eitt sjónvarp.
sum hevur ráð til eitt
gjølligt og langt fyrireik-
ingararbeiði. Treytin fyri
einum góðum sjónvarpi
eru góðar umsteður og
nóg mikið av fólki, so
dugurin er lítil, um teir
peningajáttandi myndug-
leikarnir eru eins kargir.
sum teir tykjast at hava
verið móti útvarpinum
Eitt sjónvarp. sum skal
rekast so biligt sum me-
guligt undirmannað.
við fáum eginframleidsl-
um og bert við moguleik
um til vánaligt filmskeyp
vil automatiskt vera
minni gagnligt. Og so
kunnu vit at enda seta
spurningin: er tað so ikki
vandamikið
veitt folk« tolir?
meira
enn
Jóhann Mortensen