Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mars 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 lat 5,2 mill. kr. sosialurin Ráfiskagrunnurin i januar og februar Lågi dollarakursurin og tann økti fiskiskapurin orsøkin til at útreiðslurnar hjá grunninum vóru so stórar hesar mánaðar Januar og februar mánaði í ár vóru tveir dýrir mánaðar hjá Ráfiskagrunninum. Tilsamans lat grunnurin 5,2 mill. kr. í studningi hesar báðar mánaðarnar, og hetta er eitt stórt tal í mun til sama tíðar- skeið í fjør, tå útreiðslurnar hjá grunni- num vóru 310.000 kr. Men tað ber tó íkki til beinleiðis at samanlíkna hesi bæði telini, tí ymisk ting hava ávirkað, at talið er so høgt í ár, og ymisk ting ávirkaðu, at talið fyri teir tveir mánaðarnar í fjør var so lágt maður á Rógvi Olsen. for- tafiskagrunni- sigur, at grunninum veruliga hava verið óvan- liga stórar tveir teir fyrstu mánaðarnar í ár. Høvuds- orsekin til at grunnurin hevur latið so nógv í studningi hetta tíðar- skeið, er at dollarakurs- urin hevur verið í botni. Dollaravirðið hevur eina beinleiðis ávirkan á pris- ásetingina av toski, hýsu og upsa, og eina óbein- leiðis ávirkan á prisåset- ingina av hinum fiska- slegunum. Sum heild hev- ur dollarasteðan og teir á- settu prísirnir á amerik- anska marknaðinum ein avgerandi týdning fyri prisleguna á fiskavørum yvirhevur, sigur Eyðun á Rógvi Olsen. útreiðsl- mum urnar hjá — Dollarin er fallin við 10 prosentum eftir fáum mánaðum. Í heyst hevði hann eitt virði uppá 6,15 kr.. og hann kom heilt niður á 5,55 kr. Men nú meta menn, at hann fer at Jan/feb 78 Toskur Hýsa Brosma Longa Upsi Annað 1.575.000 1.463.000 486.000 80.000 1.505.000 72.000 koma upp aftur, sigur Eyðun á Rógvi Olsen. Umframt dollaravirðið hevur tann góði fiskiskap- urin í februar mánaða eis- ini ekt um studningsveit- ingina hjá Ráfiskagrunn- inum. Hetta hevur serliga verið galdandi viðvíkjandi upsa. 11 mill. kr. í ár Eyðun á Rógvi sigur, at teir meta, at útreiðslurnar hjá grunninum í figgjarár- inum 77/78 fara at vera góðar 3 mill. kr. meir enn játtanin, ella góðar 11 mill. Útreiðslurnar hjá grunninum í fíggjarári- num 76/77 vórðu tilsam- ans 8,2 mill. kr., og tå var eitt avlop uppå 700.000 i mun til tað, sum var av- sett til grunnin. Áseting av avreiðingar- og av rokningarprísum Råfiskaprisirnir verða á- settir fyri fýra mánaðar í senn. Nýggir ráfiskaprisir vórðu ásettir 1. februar, og teir verða í gildi til 1. juni. Hóast Ráfiskagrunnurin hevur útgoldið nógvan studning í januar og feb- ruar mánaða í ár, er tað møguligt, at hann fær nakað av peningi inn aft- ur, um prísirnir hækka á marknaðinum í seinna enda av hesum prisåset- ingarskeiðinum. Skipanin við grunni- num er soleiðis, at tað verða eisini goldnir pengar inn til grunnin frá flaka- virkinum. Fjórða hvenn mánaða verða sum sagt nýggir av- reiðingarprísir ásettir. Hetta er tann prísir, sum útróðra- og fiskimenninir fáa fyri veiðuna. Sam- stundis verða ásettir av- rokningarprísir fyri tvær vikur í senn. Hetta eru teir prísir, sum virkini skulu gjalda fyri ráfiskin. Tá avrokningarprísir verða ásettir, verður yvir- hevur gingið út frá selu- prísunum í USA. Frá hes- um verða drigin beinleið- is kostnaður, sum frakt, renta, rakstrargjald til fiskaseluna, tilvirkingar- løn og pakkikostnaður. afturat hesum verður so lagt virðið av slógvi, farsi og tilikum úrdrátt- um, sum fáast burtur úr í samband við framleiðslu- na. Soleiðis verður funnið fram til, hvat eitt kilo av flaki kostar. Fyri at um- rokna hetta til råfiskapris, Jan/feb 77 Toskur Hýsa Longa Upsi Annað 5.181.000 Brosma =152.000 = 465.000 405.000 125.000 507.000 1.000 311.000 Fyri tosk og hýsu hevur grunnurin fingið inngoldið pening í jan/feb 77 verður mett um, hvussu nógv av flaki fæst burtur úr ráfiskinum. Frá hesum talinum verða drignar tær útreiðslur, sum flakavirk- ini hava til rentur, av- dráttir og aðrar fastar út- reiðslur, fyri at koma fram til avrokningarprísin. Tá avreiðingarprísirnir verða ásettir, verður fyrst gingið út frá teimum gald- andi avrokningarprisu- num Sidan metir Råfiska- nevndin um prísútlitið fyri teir komandi mánaðarnar, og leggur so mikið omaná prísirnar, sum hon metir at grunnurin hevur ráð til, innan fyri sínar játtanir. Tað verður eisini goldið inn til grunnin Liggur avrokningarpris- urin hjá virkinum oman- fyri tann avreidingarpris, sum fiskimenninir fáa, skal virkið gjalda munin inn til grunnin, men liggur avrokningarprísurin nið- anfyri avreidingarprisin, letur grunnurin henda mun til flakavirkini. — Er talan um eitt fýra mánaðar prísásetingar- skeið, sum byrjar við lág- um prísum á marknaði- num, men har prísirnir hækka í seinna enda av skeiðinum, letur grunnur- in studning ta fyrstu tíð- ina av skeiðinum, men fær nakað inn aftur í seinna enda, sigur Eyðun á Róg- vi Olsen. Orsekin til at útreiðsl- urnar hjá grunninum teir tveir fyrstu mánaðarnar í fjør vóru so lágar, er, at tá kom væl av peningi inn til grunnin, og tí er ringt at sammeta millum bæði ár- ini. Eyðun á Rógvi sigur, at í figgjarårinum 76/77 varð sum heild latin studningur til oll fiskasløg. Hetta. sama verður eisini gald- andi fyri fíggjarárið 77/ 78, sum endar 31. mars. Í hesar 12 mánaðarnar verð- ur úrslitið samanlagt, at studningur eisini er latin úr grunninum til øll fiska- sløg. Nr. 21 — 18. mars 1978 Eyðun á Rógvi Olsen, formaður í Råfiskagrunninum Ola Dahl Sum kunnugt gav Óli Dahl í fjør út triggjar barnabekur: >Við abba á floti«, >Við ommu til neytar« og > Við gubba at kasta not.« Hesar fittu barna- bøkur fingu so góða mótteku millum bern, at báðar tær fyrstu longu síðsta heyst vórðu útseldar. Tað hevur tí verið neyðugt at prenta tær uppaftur, og kunnu tær nú fáast í bókhandlum og hjá hevundanum. Óli Dahl sigur, at ein Bøkurnar hjá uppafturprentaðar nýggj barnabók er far- in til prentingar, og kemur um stutta tid. Eisini liggur eitt annað handrit klárt til prent- ingar. Hetta er ein bók fyri sterri bern. Eins og hinar fýra barna- bekurnar, kemur hendan eisini at hava siðseguligt árin. Óli Dahl sigur eisini, at hann hevur eitt skaldseguhandrit liggjandi, sum ætlanin er at geva út, tá ráð verða til tess.