leygardagur 18. mars 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 21 — 18. mars 1978
sosialurin
Síða 5
Grækarismessan 1978:
Tá vit hoyra fyrsta klippið
er várið byrjað av álvara
Vit prenta her reðuna, sum
Jona Henriksen, løgtings-
kvinna, helt
a Grækaris-
messuhaldinum í Havn:
Góða samkoma, góða
hornorkestur og Havnar-
kór, kæru skótar, bæði
dreingir og gentur, stórir
og smáir.
>Tiðin rennur sum
streymur í á<, syngur
skaldið, og vit her í Havn-
ini verða meira enn onnur
mint á henda álvarsama
sálm, ikki tí vit syngja
hann oftari enn onnur,
men kann ljómar frá
klokkuspælinum í gomlu
kirkju okkara. Ja, tíðin
rennur avstað, og vit við
henni, og okkum er fyri
neyðini at steðga á, at
geva ella taka okkum
stundir til tess, tað er gott
bæði fyri sál og likam, og
tíbetur eigur lív okkara
mangar slíkar letur, ið
daga sum varðar framúr,
bert vit vilja nýta tær, og
ein slík er Grækarismessa,
har vit bjóða várinum og
tjaldrinum at vera væl-
komið til okkara.
Hesin siður at halda
Grækarismessu við horn-
blástri, skrúðgongu, sangi
og reðu hevur bert 35 ár á
baki hjá okkum, men
sjálvur dagurin er elligam-
al, stavar frá 7. eld; ka-
tólska kirkjan helt hann
til áminningar um páva
Gregor I, ið doyði ár 604,
júst henda dag.
Sum tiðirnar gingu
broyttist haldið, og hann
gjørdist ein veitsludagur
hjá skúlunum, og var tað
serliga sangurin, ið ser-
merkti haldið. Um hetta
mundið varð 12. mars
roknaður at vera javndøg-
ursmark, dagur og nátt
eins long, nú fór dagurin
at vinna, og sostatt var
várið í hondum. Leita vit
til grannalond okkara, so
trúðu Norðbúgvar, at á
Grækarismessu vaknaði
oll náttúran til nýtt lív, og
teir trúðu eisini, at ferða-
fuglurin kom heim henda
dag, og leitað varð út at
finna, um tað var farið at
nælast og grenkast, og
eisini varð hugt eftir, um
ferðafuglurin var at sigg-
ja.
Um hesin siður eisini
hevur verið hjá okkum,
vita vit ikki, tó má Tjaldr-
ið ivaleyst frá fornum
tíðum hava verið boðberin
um várið, og komudagur
tess, Grækarismessudag-
ur, hevur verið dagurin,
sum segði frá, at nú komu
ljósið og lýkkan aftur: >tú
bert okkum boð um ein
ljósari dag, at nú er brátt
summar í hondum,< og
fyri fedrum okkara, ið
sótu í einsligum bygdum,
má veturin ofta hava verið
bæði langur, strangur og
myrkur og longsulin verið
sterkur eftir teirri ljósu
tidini, har alt fór at
spretta og láta, fyri hesum
fedrum okkara má tað
fyrsta klippið hava havt
ovurhonds stóran týdn-
ing, sum vit ikki reiðuliga
eru fer fyri at fata, og á-
líkavæl, hóast allar ný-
mótans hentleikar, so
hava vårid og tjaldrid ti-
betur eisini nakad at siga
okkum, annars vóru vit
ikki samankomin her á
Vaglinum til Grækaris-
messuhald.
Sum frammanundan
sagt, so eru tað bert 35 ár
síðani, vit í Havnini byrj-
aðu at halda Grækaris-
messu á henda hátt, og
tann, ið fekk hetta avbera
góða tiltak í lag, var
Sverri Patursson, sáli.
Fyri tykkum ungu og
tykkum bernum er hann
ein maður í segu okkara,
mest kendur sum tann
stóri fuglavinurin og alsk-
arin av náttúruni.
Sverri var borin í heim í
Kirkjube, hesi aldargomlu
seguligu bygd við sínum
fornminnum og sum
bóndasonur kom hann í
neyvt samband við nátt-
úruna. Alt hetta gjerdi
eisini sitt til, at Sverri
kom at elska náttúruna
við øllum rikidømi henn-
ara, og varð tað serliga
fuglurin, ið varð hjarta-
barn hansara. Sverri
dugdi at taka ímóti hesi
virðismiklu gávu frá skap-
aranum á rættan hátt,
nevniliga at gávan eisini
gjørdist ein uppgáva: at
læra landsmenn sínar at
fara væl um náttúruna, at
fuglurin ikki bert er veiði-
djór og ikki at órógva
hann, hverki á landi ella
sjogvi.
Sverri var ongin sam-
felagsrevsari ella samfel-
agsstormari, ikki dømandi
tók hann til orða, hann
visti, at tydningin av fugli
og dålkan av nåtturuni
ofta hendi av fåkunnu, tad
var upplýsing, ið skuldi
til, og aldri troyttaðist
Sverri í hesi síni uppgávu,
í talu, m.a. á hverji Græk-
arismessu í fleiri ár her á
Vaglinum og skrift,
striddist hann fyri at fáa
fólk sítt at hava tokka til
og virðing fyri fuglinum
og náttúruni og at fara
væl um tey. Strid Sverr-
asar bar ávekst, fólk
vaknaðu so við og við og
sóu ríkidemið, ið landið
átti í náttúruni og fugli-
num ikki eitt rikidømi í
peningi, og tað sum fyrr
varð dálkað ella oyðilagt í
gáloysni, varð nú vart við
skynsemi.
Sverri Patursson fekk
loyvi at uppliva hesa sinn-
isbroyting hjá landsmonn-
um sínum, og tað gleddi
hann nógv.
Vit skótar og onnur
hava nomið nógv av
Sverra, og besti hátturin
at vísa takksemi okkara
móti honum er, at vit
halda áfram við áhuga-
málum hansara og tað sær
út sum um tann sinnis-
broyting, ið fór fram hjá
okkum viðvíkjandi nátt-
úruni og ellum livandi er
við at hverva, og nógvar
eru orsekirnar.
Innan samfelag okkara
er ein risabroyting farin
fram hesi seinastu árini,
m.a. eru vegir komnir so
at siga flestu staðir, upp
um fjøll og gjøgnum fjøll,
so fólk kunnu ómakaleyst
koma allastaðir, og tað
sæst tíverri í náttúruni,
órudd liggur vida. Eisini
við ti góða ferðasambandi
úteftir, so merkist árinið
uttanifrá, bæði góð og
ring, skjótari enn áður hjá
okkum. Og hvussu sær út
í stóru verð. Umframt
kriggj, hungur, náttúru-
vanlukkur, dålking og
nógv annað, so er nógva
staðir, skapningurin sett-
ur í skaparans stað, og
menniskjan hevur gjert
seg til harra bæði yvir lívi
og deyða. Tað vil uppaftur
siga, at hon missir bæði
virðingina og ábyrgdina
fyri ollum livandi.
Lat okkum tí eina letu
sum hesa minna hvenn
annan á, at skaparin er
yvir ellum og alt í ellum,
og at Hann skapaði til
menniskjuna hesa vekru
jørd við ellum, hon ber.
Guð gjørdi menniskjuna
til harra yvir himmalsins
fuglum, havsins fiskum
og øllum fenadi, ikki vid
teirri ætlan, at alt skuldi
verða týnt og oytt, men at
menniskjan skuldi verða
harri við ábyrgd og hava
virðing fyri samskapning-
inum og fyri lívinum
sjálvum.
Og nú letur Guð okkum
í náði síni aftur uppliva
eitt vár, henda årstidin,
sum framum hinar er sum
eitt undur. Foldin, sum
hevur sovið sín kalda,
myrka vetrarsvevn, vakn-
ar, treini byrja at spretta,
tær fyrstu smáu blómur-
nar koma so varisliga
upp úr teirri døkku mold-
ini, dagurin gerst longri
og fleiri og fleiri fuglar
fara at låta, og tå vit so
hoyra tað fyrsta klippið,
tá er várið byrjað av álv-
ara fyri okkum, hesin
fuglur, sum sigur okkum
so nógv, hann vendir trú-
fastur heimaftur til okk-
ara, sjálvt um fannir fjøll-
ini fjala og frostbitin er
hver túgva at sjá, sum
Dahl próstur, sáli syngur
og víðari:
Men kemur tú tjaldur
ár eftir ár,
tú boð um ljósari tíðir
so skal tað kennast um
landið alt
tað tekur at sumra um-
síðir
Lat sólina skina um dalar
og fjøll
grønkast lat heidar og lidir
Ti øll vit leingjast mot
livgandi sól
vonandi sælari tidir.
Ja, tað er lagt niður i
menniskjuna at leingjast
eftir ljósinum og sólini og
eisini at leingjast eftir
sólanna sól úr Betlehem.
Tidin rennur avstað, men
hava vit Guð við okkum,
so ber tað av álvara mót
ljósari tíðum.
kring oyggjarnar
Læruráðið
nyggjan
formann
Feroya Læruráð hevur
fingið nýggjan for-
mann. Landsstýrið
hevur sett Jógvan Páll
Lassen, sakferara, í
hetta starvið. Jógvan
Páll Lassen tekur við
formansstarvinum i
Læruráðnum eftir In-
ger Christiansen, full-
trúa í Landsstýrinum.
Jógvan
á Gørdunum
á saltfiskaveiðu
Línuskipið Jógvan á
Gerðunum hjá P/f J.
Dahl í Vági fer salt-
fiskatúr fyrsta dagin,
fyrst til Eystur-Gren-
lands og haðani til New
Foundlands ella á
Flemish Cap. Jógvan á
Gerðunum lastar eini
200 tons av saltfiski og
kvotan, hann hevur
fingið vestanfyri, er
150 tons. Tað er ti ætl-
anin at fiska tey írest-
andi 50 tonsini onkra
aðrastaðni, helst við
Eystur-Grenland.
Jógvan á Gerðunum
hevur fingið egningar-
maskinu, norska, av
sama slag, sum Vað-
horn hevur. Maskinan
varð ísett í Vági síðst í
farna ári og kostaði við
ellum iroknadum
700.000 kr. Teir hava
síðani roynt hana,
fyrst undir Íslandi, har
teimum bert eydnaðist
at seta fýra ferðir, tá
føroysku skipini vórðu
rikin hadani í januar.
Síðani hava teir gjert
unum í Tanzaniu.
Íslands í 7 ár.
heimsins londum.
Skriv frá
landsstýrismonnum
til apartheidstjórnina
í Suður-Afrika
Feroya deild Amnesty Internationals tekur nú lut
í eini kampanju móti apartheidpolitikkinum í
Suður-Afriku. Kampanjan endar í apríl við m.e.
einum skrivi frá landsstýrismonnum til myndug-
leikarnar í Suður-Afriku, har harmast verður um
tey áhaldandi og stóru brot á mannarættindini í
landinum. Í einum tíðindabrævi frá Amnesty
International — Feroya deildini verður sagt, at
deildin í tíðarskeiðinum november 1977 — januar
1978 tók lut í einari kampanju móti juntastýri-
num í Paraguay og deildin hevur eisini verið við
til at virka fyri einum bata í fongsulsviðurskift-
Tveir bólkar hava arbeitt við leyslating av
fangum í Tanzaniu og í Suður-Afríku, Ísrael og
El-Salvador. Fangin í Suður-Afriku verður leys-
latin i mai eftir at hava sitið á fangaoynni Robben
Føroya deild Amnesty Internationals hevði
annars aðalfund herfyri og byrjaði fundurin við.
at luttakararnir mintust Fraser Eysturoy, sum
frá fyrsta degi deildarinnar gjerdi eitt stórt ar-
beiði fyri Amnesty International. Á fundinum
varð upplýst, at felagsskapurin í 1979 ætlar at
virka fyri, at deyðarevsing verður avtikin í ellum
fleiri stuttar túrar und-
ir Feroyum og nú
meinar manningin, at
tað er ráðiligt at fara
langtúr við maskinuni.
Teir vera 15 mans
við henda túrin í staðin
fyri 18—19, um ongin
egningarmaskina var.
Á ísfiskaveiðu hava
teir verið 11 mans í
staðin fyri 16 áður. So-
statt kemur maskinan í
staðin fyri 3—5 mans.
Petur á Gerðunum,
sum P/F J. Dahl eisini
eigur, er í letuni við
toskagernum undir
Feroyum og Borgin
skal á Norðhavið. Hon
hevur fingið isettar
oljutrýstsnellur, 12 í
tali.
Timburhandilin
flytur
Komandi mánadag
flytur P/f Havnar
timburhandil av eyst-
aru bryggju niðan á
nýggja handilsekið
uppi á Hálsi. Grundek-
ið hjá Timburhandli-
num har uppi er 5.500
m' til steddar og heild-
argólvvíddin í nýbygn-
inginum er 4.400 m'.
E. Pihl £ Sen hevur
bygt húsið og byrjaði
arbeiðið í mai i fjør.
Byggiætlanin er gjørd
av danska felagnum
Bendt Zinck, sum hev-
ur serkunnleika i at
byggja timburhandlar.
Byggikostnaðurin er
uml. 6,2 mill. kr.
30 fólk starvast hjá
P/f Havnar timbur-
handli, sum tann 9.
august í ár hevur 50 ár
á baki.