leygardagur 18. mars 1978síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
sosialurin
HENRIK IBSEN
— eitt 150 ára minni
Í árinum 1868 mótmælti enski parlamentslimurin
Samuel Plimsoll í enska undirhúsinum tí óskili, at
skip ferð eftir ferð sukku við mann og mús, tí at
tey vóru send avstað, hóast reiðararnir væl vistu,
at tey vóru rotin. Í 1873 eydnaðist honum at fáa
eina lóg samtykta, sum setti ávís krev til trygdina
á enskum skipum. Tað vísti seg tó skjótt, at henda
lógin ikki var nóg strong til at forða fyri óskilinum.
Men Plimsoll gavst ikki. Tann 22. juli 1875 helt
hann eina reðu í undirhúsinum, har hann bart út
kallaði teir reiðarar, sum sendu hesar sokallaðu
>flótandi likkisturnar« avstað, fyri drápsmenn, og
teir politikkarar, sum styðjaðu teir, fyri bartrog.
Við hesari røduni gjørdi Plimsoll so nógv um seg,
at fáar dagar seinni var ein nýggj strangari lóg
samtykt. Árið eftir kom so The Merchant Shipping
Act, sum endiliga gekk krevunum hjá Plimsoll á
meti.
Stríðið hjá Plimsoll vakti ans víða hvar, og í
nógvum londum, fyrst og fremst londum við
stórum handilsflotum, eitt nú Noregi, var spurn-
ingurin um trygd á sjónum tikin upp til viðgerðar.
Men aldan, sum tann enski parlamentslimurin
reisti, bar eisini við á eðrum økjum. Tann 18. no-
vember 1877 hevði sjónleikurin >Samfundets
Støtter« fyrstu framførslu á Kongiliga Sjónleikar-
húsinum í Keypmannahavn. Hevuðspersónurin í
leikinum, Karsten Bernick, er konsul, reiðari og
býráðslimur í einum norskum provinsbýi. Hann er
hátt mettur í býnum, bæði tí hann er býarins
fremsti umboðsmaður, hvat ið tí fría initiativinum
viðvíkir, og eisini tí hann er ein íholdan av ellum
borgarligum dygdum, rættiligum atburði, sann-
leika, spekt og sóma. Hann er ein av samfelagsins
skorðum. Sum frálíður, vísir henda skorðan seg
ikki at vera heilt haldgóð. Bernick letur eitt av
sínum skipum fara avstað, hóast hann veit, at tað
er so illa afturgjert, at tað má sekka, um illveður
brestur á. Harumframt hevur hana í hyggju at fáa
býin at leggja eina jarnbreyt igjøgnum eina skóg,
sum hann skundar sær at keypa bíliga og ætlar at
selja dýrt aftur til býin, eftir at samtyktin er gjørd.
Sjónleikur — eitt petti av veruleikanum
Umframt at Henrik Ibsen í hesum sjónleikinum
sum ein tann fyrsti viðger spurningin um trygd á
sjónum, og sostatt í roynd og veru eisini spurning-
in um trygd á arbeiðsplássinum, er hesin sjónleik-
urin ein tann fyrsta analysan av hampamanninum,
borgaranum, í einum tíðarskeiði, tá ferð er komin á
tað kapitalistiska ídnaðarsamfelagið. Tíðin krevur
eirindaloysi og harðskap av tí praktiska manni-
num. At vera erligur, rættiligur, sannur, dygðir,
hann fyrr rósti sær av og lættliga kundi liva eftir,
alt hetta er honum nú ein kleppur. Hann er ikki
óndur, men systemið krevur, at hann skal leika ein
glúskan leiklut. Valið stendur millum vinningin og
idealini, og hann velur tað fyrra. Hansara rætt-
læti, hansara liberalu hugsjónir, røkka hereftir
akkurát so langt, sum pengapungurin loyvir.
Hann, sum í dag sær »Samfundets Støtter«
heldur ikki henda sjónleikin vera so skelkandi, sum
fólk hildu í 1877. Tað profittstýrda samfelagið
hevur ment seg síðan 1877, og í dag kenst Bernick
sum ein bloyta, ja — sum ein hampamaður. Til
seinast viðgongur hann sínar óndu ætlanir, biður
um fyrigeving og lovar plikt og bót. Hansara eftir-
Tann 20. mars í'ár eru 150 ár liðin, síðan
norski rithøvundurin Henrik Ibsen varð
feddur. Ibsen legði lunnar undir nútímans
sjónleik, soleiðis sum vit kenna hann, og
leikirnir hjá Bernard Shaw, Bertolt Brecht,
Eugene O'Neill osfr. høvdu verið óhugsandi
uttan hansara slóðaravirki. Men tað kollvelt-
andi í hansara sjónleikum var tað, at hann
setti fram rættin hjá hverjum menniskja at
taka ta heimsmynd og tær áskoðanir, tað av
samfelagnum er fylt við, upp til viðgerðar,
spyrja seg sjálvan, um tær eru rættar, og,
um tær ikki duga og kennast sum ein mein-
bogi, vraka tær og finna sær aðrar í staðin
fyri.
komarar í dag tykjast, umframt skattalætta og ein
serliga gyltan krók uppi í himmiríki, at krevja
eyka medalju, hverju ferð teir bróta lógirnar.
Men fyri áskoðaran í 1877 var hesin leikurin ný-
skapandi. Norskar, ja skandinaviskar bókmentir
yvirhevur, vóru tá lítið at sær komnar og komu,
bæði hvat evni og teknikki viðvíkti, beklandi langt
aftaná veruleikanum og nútíðini. Tann vanligi
maðurin kendi ta hálvkorruptu Bernick-typuna frá
sínum gerandisdegi, men hann hevði ongantíð sæð
hana endurspeglaða í bókmentum, og enn minni
avdúkaða á leikpallinum. Men hetta var ikki alt.
Umframt sum ein tann fyrsti at leggja aktuellar
spurningar undir sjóneykuna, skapti Ibsen við pio-
nerarbeiðinum »Samfundets Støtter« og teimum
sjónleikum, sum hereftir annað hvert ár komu frá
hansara hond, stig fyri stig og í herðum and-
streymi einsamallur tann modernaða sjónleikin,
soleiðis sum vit kenna hann. Málið, sum fyrr hevði
ligið í eini hægri stíllegu, og ofta verið háfloygdur
skaldskapur, kom eftir hetta at vera gerandismál,
soleiðis at einki orð, sum sagt varð á pallinum, ikki
kundi hugsast sagt av manninum á getuni. Beina-
grindin, sum hevði borið tí gamla slagnum av sjón-
leiki uppi, hetta at lata brev koma í skeivar hend-
ur, ella at lata onkran av óvart hoyra eina um-
ráðandi samreðu, ella at vevja upplýsingar upp í
replikkirnar, sum í grundini eru ætlaðar áskoðar-
unum, allar hesar kunstigu snildirnar, sum eru ein
hóttan ímóti tí hvervisjón, sum ein sjónleikur skal
vera, vóru avlagdar. Og tað gamla kravið, at
sjónleikur bara átti at snúgva seg um hovið ella
aðalin, var slept med alla. Alt hetta er í dag so
sjálvsagt, at tey flestu hava gloymt, at tað mo-
dernaða realistiska teatrið var flotað í 1877, og at
sjónleikirnir hjá Shaw, O'Neill, Brecht og Pinter
allir byggja á tað stødi, sum tá var bygt.
Lyndislýsing
Umframt soleiðis at fora aktuellar spurningar inn á
pallin og at beina fyri hesi gomlu beinagrindini, ið
hevði verið sjónleikaskrivarum eitt rasshaft, var
Ibsen eisini nýskapari og undangongumaður í
lyndislýsing, í psykologiskt neyvari avmyndan av
persónum. Hann visti, sum vit øll vita, at ymisk
menniskju brúka ymiskt orðalag. Tað nýskapandi
var, at hann dugdi at fáa hesi eyðkennini fram í
sjónleikum sínum. Harumframt hevði hann ansað
eftir, at fólk, tá tey tosa um eitt evni, tey eru
bangin fyri, siga eitt, meðan tey samstundis meina
og hugsa eitt annað. Ibsen gjørdi sum tann fyrsti
tað bragd (fyrstu ferð í samreðuni millum frú Al-
ving og pastor Manders í »Gengangera«) at skapa
henda dupulta dialogin, har replikkirnar eru sum
tann ovasti parturin av einum isfjalli, har tann
ringa samvitskan, óttin, skuldarkenslan hómast
millum reglurnar.
Bodskapurin
Men tað vóru sjálvandi ikki hesi teknisku og
psykologisku landnám, sum gjørdu, at Ibsen, tå
hann begynti at gera um seg, av ummælarum og
blaðmonnum varð undirdíktur í meiri óhumsku og
útspilling enn nakar annar rithevundur hverki fyrr
ella seinni, fyri aftaná, tá tað sást, at hann var ein
listarmaður, sum ikki komst uttan um, at verða
borin á lógvum av hesum somu monnum. Tað,
sum festi í hjá summum og skapti esing hjá ødr-
um, var hansara boðskapur. Ibsen setti fram
rættin hjá hverjum menniskja at taka tær hugs-
anir, sum tað av samfelagnum, foreldrum, skúla,
kirkju osfr. er fylt við, upp til viðgerðar, analysera
tær, spyrja seg sjálvan, um tær eru rættar, og, um
tær ikki duga, vraka tær og finna sær aðrar ístaðin
fyri. Tað, hann tekur upp í sínum sjónleikum, er
eitt fyribrigdi, sum vit hoyra nógv um í dag —
nevniliga indoktrinering. Hann ger tað bara til
lítar, ikki so barnsliga og primitivt, sum okkara
borgarligu blaðmenn og propagandistar gera tað
nú á degum. Vit, sum liva í einum samfelag, har
hjartað í demokratinum í roynd og veru er tað, at
vit árla og síðla verða gødd við heimsmyndini,
tankagóðsinum og fordómunum hjá tveimum blað-
stjórum, sum hver kappast við annan í fávitsku,
ómorali og vanvirðing fyri tí meiniga manninum,
mugu ásanna, at tað er ein dýrur rættur, Ibsen her
býður okkum, og at hansara boðskapur ongantíð
hevur verið so aktuellur sum í dag. Ivaleyst er
E AL