Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mars 1978síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ur framførslu av »Peer Gynt« (1902) hetta orsøkin til, at sjónleikirnir hjá Ibsen kennast so hypnotiskir og upplyftandi — sum neistar av ljósi, sum beina fyri ti ideologisku skaddu, sum hevur forðað hansara persónum (og kanska áskoð- aranum við) í at hugsa, realisera seg sjálvar, vera sær. Móttekan Ibsen gjørdi sostatt, tekniskt og ideologiskt, við hverjum sjónleiki, sum kom frá hansara hond aftaná »Samfundets Støtter«, hol í sjógvin. Hansara sjónleikir brustu sum bumbur, so sót- trellini ruddu niður úr tí skýmliga og tronga andi- liga tróðrinum í Noregi — og Skandinavia við. Fjeldin tók undir við honum og frøddist, meðan teir professionellu heilaknoðararnir knýttu nevar- nar í illsinni og hjálparloysi. Størst øsing og mest spenning vakti »Gengangere«, ti at hesin sjon- leikur m.a. vidgjørdi eitt evni, sum tå ikki var hild- ið at vera stovubært og hóskandi at taka upp á einum palli, nevniliga sjúkuna syfilis. Danski rit- hevundurin Herman Bang, sum seinni sum leik- stjóri og ráðgevari slóðaði fyri Ibsen í Frankaríki, sigur soleiðis frá, tå »Gengangere« kom út í Keyp- mannahavn: >Sjónleikurin varð borin í bókhandlarnar um kveldið. Teir grammastu keypararnir skundaðu sær avstað í skýmingini at fáa fatur í honum. Seinni um kveldið fór eg at vitja ein ungan sjón- leikara, sum beint tá hevði lisið >Gengangere< »Hetta,« segði hann, >er mætasti sjónleikur í okk- ara øld.« Longu morgunin eftir var tjakið begynt. Tað sýntist, sum ein egilig rúgva av fólki hevði lisið bókina um náttina. Eini tvey fólk, sum ikki vóru so kend, og sum tí ikki hildu seg hava nakað at missa ella vóru bangin fyri at vera dálkað til, skipaðu fyri almennum upplestrum. Allastaðni frá tyrptust fólk hagar, upplesturin fór fram, út til brýrnar, ja heilt út í útjaðarin á bynum.« Kvinnan Allur sannur skaldskapur avdúkar meira ella minni um tað samfelag, yrkjarin livir í. Meðan sosiolog- urin og økonomurin — og Karl Marx er sjálvandi tað besta dømi her — lýsir samfelagsgongdina, hverjar stættir fara til grundar, hverjar verða kroystar, hverjar eiga framtíðina, omanífrá, lýsir yrkjarin hesi somu fyribrigdi, soleiðis sum tey end- urspeglast í tí einstaka menniskjanum. Sterri yrkjarin er, týðiligari sæst samfelagsmynstrið endurgivið í hansara persónslýsingum. Hetta er helst orsøkin til, at sjónleikurin »Hedda Gabler«, sum tykist reint psykologiskur, og ikki eins og »Et Dukkehjem« er ein uppilegging í tjakið um rætt- indini hjå kvinnum, kortini sigur okkum meira um støduna hjå kvinnuni i manssamfelagnum. RVE sosialurin Síða 13 Victor Sjøstrøm i filminum »Terje Vigen« Hedda Gabler er kvinnan, sum veit, at børn og køkur ikki er ein nóg stór avbjóðing til hennara ibygdu evni og møguleikar, og sum, ti at hon av umstødum uttanifrå ikki er ment at slita hetta haftið, stekkur sundur. Hennara bragdarhugur, sum hon ikki fær brúkt, verður til oyðilegging- arhug. Tað kann leggjast aftrat, at Hedda Gabler er ein moderna útgáva av Hallgerð, konu Gunnar á Lidarenda, í Njáls Søgu. Meira hevur okkara sam- felag, hvat ið steðuni hjá kvinnuni viðvíkir, ikki førkad seg eftir 1000 árum. Ibsen var ofta, meðan hann livdi, lagdur undir at vera konservativur. Tað var hann ikki. Tað er rætt, at hann, sum mong onnur andsmenni tá á degum, eitt nú Georg Brandes, tosaði nógv um fyribrigdið »aristokrati«, ikki eitt aristokrati, hvat pengum og ognum viðvíkti, men eitt hugans og viljans aristokrati. Tað sum hann her setti fram sum eitt ideal, var kunnleiki, upplýsing. Tá ið hann í sjónleikinum »En folkefjende« letur dr. Stockmann kalla »ta óvitandi fjøldina« ein vanda fyri sannleika og frælsi, er hetta ikki eitt álop á fjøldina, men á teir, sum manipulera fjøldina, sum síggja sín fyrimun í, at fólk vita sum minst og eitt nú (fyri at nevna nakað, sum er aktuelt í Feroyum) kann lokkast til at avtaka ta sosialu trygdarskip- an, sum er hennara einasta vón, um ringar tíðir skuldu komið. Mótvegis modernaðum poppblað- stjórum og myndablaðskrotusmiðum, sum nett- upp vísa sína vanvirðing fyri tí vanliga manninum við at halda, at teirra andiliga spillolja er honum nóg góður kostur, helt Ibsen, at kunnleiki og upp- lýsing vóru góð, ja lívsneyðug hjá fjøldini. Hann Á Karl Johan (1899) var humanistur í orðsins sanna týdningi. At hann eisini var bjartskygdur, vísti hann, tá hann í eini reðu til arbeiðsmannafelagið í Trondheimi helt fyri, at tað vóru kvinnurnar og arbeiðsmenninir, teir samfelagsbólkarnir, sum mest vóru við skerd- an lut, sum fóru at skapa eitt nýtt og betri sam- felag. Ungdómsár Men kanska er stundin komin til nú í fáum orðum at greiða frá barndóminum og ungdóminum hjá hesum bókmentaliga vegara og undangongu- manni. Hann var feddur í norska býnum Skien. Pápi hansara var handilsmaður og millum teir mest mettu menninar har í býnum. Men tá Henrik Ibsen var 6 ár, kom pápin út í fíggjarligt óferi, mátti lata handilin aftur, selja ella pantseta tað mesta hann átti og flyta úr teimum prýðiligu hús- unum, hann hevði búð í. Tað er lítil ivi um, at hesin sosiali smeiturin, sum valla hevði notið fast nú á degum, hevur elvt soninum til at fremja bregd, sum bettu alt hetta aftur. Mamman, sum hevði verið lívsglað og fagurlátin, gjerdist eftir hetta tig- andi og innhugsin, og kom ikki út fyri dyr. Pápin gjørdist knarrutur og fór at drekka. Ibsen hevur avmyndað hann sum Jon Gynt i >Peer Gynt«, Daniel Hejre í »De Unges Forbund< og Gamla Ekdal i »Vildanden.« I 6 år arbeiddi Ibsen sum apotekari i bynum Grimstad, har hann um næt- urnar skrivaði sin fyrsta sjónleik »Catilina.« Eftir at hava gingið á Universitetinum í Kristiania í eitt ár, var hann fyrst pallstjóri og ráðgevari hjá sjónleikarhúsinum í Bergen og seinni leikstjóri á »Norske Teatret« í Kristiania (Oslo). Hetta vóru honum depur ár. Hansara sjónleikir vóru illa mót- tiknir, hóast fleiri av teimum, eitt nú »Kongs- emnene« eru so mikið góðir, at teir kunnu fram- førast í dag. Tað kendist beiskt hjá honum at brúka tíð og kreftir til at instruera vánaligar leikir, samstundis sum hann visti, at hann kundi skapa nakað ólíka betri sjálvur. Men tað ringasta mundi vera illgrunin um, at Noreg tá var alt ov trongt og heimføtt til, at hansara bygdu skapanarevni kundu búnast og fáa flog har. Tá ið tað endiliga í 1864 eydnaðist honum at fáa styrk til eina ferð til Ítalia, var tað sum at sleppa út úr eini myrka- stovu. Sum hann tók til í eini rødu í Keypmanna- havn í 1898: >Ég fór um Alpurnar tann 9. mai. Yvir teimum høgu fjøllunum hingu skýggini sum stór, myrk tjald, og undir teimum koyrdu vit igjøgnum berg- holið, og knappliga vóru vit við Mira Mara, har hetta bjarta ljósið, sum er prýði suðurlanda, opin- beraðist fyri okkum, glitrandi sum marmor. Hetta ljósið rein við alt, eg seinni skrivaði, hóast inr Frframhald á síðu !