leygardagur 18. mars 1978síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
sosialurin
Fólk øtadust, tá »Gengangere« kom út. Keipumynd (1881)
Framhald frá síðu 13
haldið i ti ikki bara var ljóst... Tað kendist sum at
koma úr myrkrinum út í ljósið, úr mjørkanum út i
solskinid.«
Yrkingar
Tað ber valla til at enda eina minningargrein um
Henrik Ibsen uttan at siga eitt sindur um hansara
yrkingar. Sum ungur var hann, eins og tann polit-
iskt áhugaði ungdómurin yvirhevur tá á døgum,
íðin skandinavistur. Tá ið Bismarck leyp á Dan-
mark í 1863, og Noreg og Sveríki, hóast bæði nógv
og dýr lyfti, ikki rættu hond frá síðu, var hetta
honum eitt dygt vónbrot. Tíðin hevur ikki tært
kraftina og tað skaldsliga flogið í harmakvæði-
num, hann yrkti um hesa hending:
Nu flokker seg om Tyras borg —
kan hende, siste gang, —
et folk í ned, et folk í sorg,
med flagget halvt på stang.
Forlatt, forlatt på farens dag,
forlatt i stridens stund!
Var sådan ment det nevetak
der lovet godt for Nordens sak
i Axelstad og Lund?
Men hansara besta og beinrakasta yrking er
helst tann, hann yrkti um morðið á Abraham Lin-
coln. Grenjið og gråtin, sum tå hoyrdist vidahvar,
visir hann frå sær sum hykl. Hendingar av slikum
slag eru bara úrslit av ti dråpi og lógloysi, sum er
sjålvur kjarnin i systeminum, og sum eingin gevur
sær far um:
Med glemte løfter, med svekne ord,
med traktaters forrevne ark,
med brudd fra i år på jer ed fra i fjor
har i gjødet historiens mark.
Og så ventet i ennda, trygge i sinn,
en høst av det edleste slags.
Se nu spirer jer sæd. Hvilket flammende skinn!
I undres, I vet hverken ut eller inn, —
ti der vokser stiletter for aks!
Ekkóið
So eggjandi var boðskapurin hjá Ibsen og so ný-
skapandi teir lunnar, hann legði undir nútímans
sjónleik, at hann i at kalla øllum europeiskum
londum fekk ein trúgvan, tó ikki fjølbroyttan,
skara av viðhaldsmonnum. Tann tá ókendi blað-
maðurin Bernard Shaw, sum seinni førdi stríðið
hjá Ibsen víðari í Onglandi, skrivaði eina bók um
hann. Ein annar íri, sum seinni gjørdist heimsgitin
fyri bókina »Ulysses«, nevniliga James Joyce,
lærdi seg norskt fyri at kunna lesa Ibsen á upp-
runamálinum. Men tað er ikki bara gaman at
hyggja í ein spegil. Og meðan ungir, fúsir leik-
;:tjórar, eitt nú greivin av Meiningen (sum í Týsk-
iardi í sjeytiárunum var undangongumaður í nú-
tímans sjónleikauppseting) og Lugné-Poe í Frak-
landi, kappaðust um at framfera leikirnar hjá Ib-
sen, fóru ummælarar og blaðmenn eftir runubløk-
unum. Størst var øsingin í ti viktorianska Ong-
landi. Seinni tá tað sást, at Ibsen kom at vera ein
bókmentaligur varði, sum sjálvt allir heimsins um-
mælarar ikki kundu skala, fann reaktiónin uppá
onnur ráð. Ibsen bleiv kanoniseraður. Skammrós-
ið, sum nú regnaði niður yvir hann, var ein ikki
minni hóttan ímóti ti, hann hevði at siga, enn út-
spillingin hevði verið frammanundan. Helge Krog,
sum saman við Gunnari Heiberg var fremsti næm-
ingurin hjá Ibsen í Noregi, sigur soleiðis frá
hundrað ára hátíðarhaldinum í Oslo í 1928: >Und-
arligt var mitt undir veitsluhaldinum at síggja teir
reisa seg, ein fyri og annar eftir, spillivandi — allar
persónarnar úr sjónleikinum hjá Ibsen! Har var
Steensgárd, har var Bernick konsulur. Helmer ad-
vokatur helt høvudstaluna. Og bíða eitt sindur —
var tað ikki Kroll rektari, sum nú sló á glasið? Og
pastor Manders takkaði fyri matin. Og allar rødur-
nar umboðaðu tilsamans nettupp fordómarnar,
hyklið, sjálvgóðskuna, dirvisloysið og fávitskuna,
sum Ibsen hevði barst ímóti.<
Ein meting
Skulu vit, seguliga og bókmentasosiologiskt, gera
eina meting av Henrik Ibsen, var bragdið, hann
gjørdi, tað at hann við síni djúpu innlivan í
konfliktirnar hjá tí einstaka menniskjanum gróv
seg niður á sjálvt staðið undir tí kapitalistiska
samfelagnum, vísti, hvussu hetta samfelagið
kryplar og skerjir menniskjuni, sum liva í tí, og
greitt og týðiliga vrakaði tað. Men frá ti at síggja
og siga frå, at eitt hús er bygt á ridlandi stødi og til
at fara undir at byggja nýggjan skála er eitt langt
lop. Hetta lopið gjørdi Ibsen ongantíð. Hann var,
sum so mangir aðrir, eitt nú Charles Dickens,
Thomas Mann, og Eugene O'Neill, ein kritikari av
ti borgarliga samfelagnum. Men individualismuni
slepti hann ikki. Gleðina saman við eðrum menn-
iskjum at skapa eitt nýtt samfelag, sum ikki
byggir á tann kraddingarhug og tann frumskógar-
moral, sum nú hóttir fiskin í sjónum, regnið í
luftini og grónið á jørå, kom hann ongantíð at
kenna. Hetta gevur hansara seinastu sjónleikum
ein serligan dám. John Gabriel Borkman og
Arnold Rubek ganga til grundar, ikki bara, sum
rithøvundurin tykist at halda, ti teir hava offrað
menniskjanslig virði, annar fyri materiellan vinn-
ing, hin fyri listina, men eisini tí, at teir eins og
moldverpur grava í teirra egnu konfliktum, uttan
at ansa eftir, at ein verð er uttan fyri teirra persón-
liga stríð, ein verð, har menniskju berjast fyri økt-
um rættindum og einum betri samfelag, og at
teirra vandamál kanska loystust á tí vigvellinum.
At Henrik Ibsen hálva eld frammanundan í yrk-
ingini »Bergmannen« við óhugnaligum framskygni
hevði lýst henda trongan, hesa blindgetuna hjá
ollum vælmeinandi individualistum, vísir best av
ollum, hvussu stórt skald hann var.
Hanus Andreassen
Nr. 21 — 18. mars 1978
Eitt av umferunum í finaluni
Framhald frá síðu 7
Meldað í harðara lagi av teimum flestu, men í eini para-
kapping er vanligt at melda og spæla hart. Spaðar K og
hjartar D skulu sita rætt, um 4 spaðarar skulu vinnast.
Hjartar D situr sum hon skal, men hvussu við spaðar
kongi? Hann, ið spælir alt annað fyrst (og hver er
hann), finnur kanska út av, at hann má sita aftanfyri
essið, og so er bert eitt at gera — nevniliga at vóna at
hann situr einsamallur. Meguleikin fyri hesum er
statistiskt 6,2% ímóti 42,1% fyri at hann situr
frammanfyri essið.
Spæl nr. 2 SP K—4—3
—S í hættu HJ K—-D—B—10—4
Eystur gav RÚ 6—5
KL E—D—4
SP D-9—8—6—2 N SP B—10—7
HJ 9—8—2 v Í E HJ 7—6
RU B—3 „F RÚD-9—7-2
KL 10—9—6 S MKLB-1-5 9
SP E—2
HJ E—5—
RU E—K— er 8—4
KL K—8—3
NS EV av meld úrsl. point
NS EV
2 11 S 7UT *1 1 9
4 9 Ss 7 UT +] 1 9
5 8 N 4 hj +7 4 6
6 7 N 6 hj +7 6 4
10 3 S 6 UT +7 8 2
12 1 Ss 7 UT 47 10 0
Tað má aftur her sigast at vera ov hart meldað, at siga
stóraslem. Í sans eru bert 33 HP og í hjartara 35 points
— men parakapping er — og so hesin góði 5-liturin í
hjartara. Tað er væl hent, at eystur hevur forkastað
seg, tá spælarin hevur tikið ell stikkini í hjartara —
heldur hann rútarin, skuldi ikki verið meira enn 12 stikk
til spælaran.
Spæl nr. 3 SP 10—5
E—V í hættu HJ D-9—7—6—2
S gav RU 8-6—5
KL 10—9—2
SP D—-B—-8—7—6—3 N SP E—4
HJ — , „ HJE-B-8—5-—4
RU K—10—9 V EÉRÚE-D-
KLK-D-7-6 S KL E-8-.3
SP K—9—
HJ K—10—3
RÚ—-B-4-—3-—2
KL B—5—4
NS EV av meld úrsl. point
NS EY
2 11 V 8 UT +5 10 0
4 9 V 6 sp +6 3 7
5 8) NV } '6 sp ) #6) 3 7
6 7 E 3 UT +6 7 3
10 3 E 6 UT +6 0 10
12 ] E 3UT +6 7 3
6 spaðarar skuldu ikki givið trupulleikar, meðan 6 UT
ikki hava tað gott, um hjartari kemur út — men tað er
jú parakapping, og sans gevur jú meira enn spaðari. Tað
er bert at undrast á, at ikki øll pørini komu i slem.