mikudagur 22. mars 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720 . 11820 . giro 6282725
box 76, 3800 Torshavn
Føroya Javnaðarflokkur
Vilhelm Johannesen (åbyrgd) telf. 56411
Høgni Djurhuus
Utgevari:
Bladstjori
Bladmenn
Jogvan Jespersen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd-
ir og annað tilfar úr SOSTALINUM uttan loyvi
frá blaðnum.
Hvørjum
åhugamålum?
TÅ FLOGFARID til Føroya herfyri
måtti venda aftur til Kastrup uttan
at hava lent i Føroyum vegna ring
líkindi, varð eitt mótmæli skrivað til
SAS og donsku ríkismyndugleikar-
nar. Hetta mótmæli var undirskriv-
að av ferðafólkunum, sum vórðu
víst at gista á Dan Hotel í Kastrup.
TAÐ ERU flestu føroyingar, sum
halda, at tað var einans beint, sum
her var gjørt. Ti her var høvi til at
vísa meiningsloysi í tí skerdu Før-
oyaflúgvingini. Sum er verður ikki
flogið tveir dagar í vikuni; hendir
okkurt, sum í hesum føri, gerast
tríggir ella fleiri flogleysir dagar til
Føroya.
VIT HALDA ikki, at tað á nakran
hátt skal vera so, at ein privat fyri-
tøka skal hava loyvi til at passa sin-
ar interessur i Føroyaflågvingini á
henda hátt, og herafturat skula eiga
einkarrætt til flúgvingina.
NÚ HENDIR so tað, at ein partur av
ferðafólkunum, sum vóru við í ferð-
ini, gera av at leiga sær flogfar heim
sunnudagin. Hetta eydnast teimum.
Teirra millum vóru fólk í almennum
grindum, men eisini onnur ferðandi.
DIMMALÆTTING fær ilt av hesum,
helst tí, at nú var privata monopolið
brotið. Ein donsk privat fyritøka átti
rutuna, og tí mátti tað ikki henda, at
føroyingar brutu hennara monopol.
Onnur ferðandi kundu gjørt tað
sama, tí ferðandi úr Føroyum vildu
fegin sleppa niður í stórri tali, enn
tey, sum sluppu niður við tí eina
leigaða flogfarinum.
BÆÐI Í lesarabrøvum og aðrastaðni
i Dimmalætting verður dågliga
skotið eftir teimum, sum hesaferð
vóru í almennum grindum og vildu
sleppa heimaftur sum skjótast utt-
an mun til, um privata flogfelagið
vildi flúgva ella ikki.
MEN SJÁLVSAGT hevur hon rætt
til at verja privatu donsku flogá-
hugamálini. Tey eru ikki samsvar-
andi føroyskum ynskjum og krøv-
um. Føroyum gagnar hetta ikki. Og
uppaftur minni teimum ferðandi úr
ella til Føroya, hvorki teimum í al-
mennum grindum ella í egnum. Bert
teimum donsku privatu. Í hesum
føri Dan Air.
sosialurin
Gudstænastur
Skirisdagur:
Havnar kirkja: Hans J.
Joensen, gudstænasta kl.
11 og altargongd kl. 18;
Vesturkirkjan: Kjartan
Mørkøre, altargongd;
Argir: Høgni Poulsen, alt-
argongd; Nólsoy: Ejvind
Vilhelm kl. 14, altar-
gongd; Hósvík: Petur
Petersen; Haldarsvík:
Axel Tórgarð kl. 17, altar-
gongd; Tjernuvík: Axel
Tórgarð kl. 12, altar-
gongd; Strendur: Niels
Pauli Danielsen kl. 12,
altargongd; Skáli: Niels
Pauli Danielsen kl. 19,
altargongd; Glyvrar:
Johs. Follend kl. 19, alt-
argongd; Fuglafjørdur:
Torkil Beder kl. 18, altar-
gongd; Gøta: Torkil Beder
kl. 12, altargongd; Eiði:
Petur M. Rasmussen kl.
18; Klaksvík: Jákup
Magnussen, altargongd;
Kunoy: Henning Bøges-
vang; Vidareidi: Salomon
J. Joensen kl. 12, altar-
gongd; Skopun: Bergur
Jacobsen kl. 12; Dalur:
Bergur Jacobsen kl. 18;
Famien: Johan Weihe,
altargongd; Hov: Martin
R. Jacobsen kl. 12, altar-
gongd; Vågur: Martin R.
Jacobsen kl. 18, altar-
gongd; =Øravik: Elsa
Funding kl. 12, altar-
gongd.
Langifriggjadagur
Havnar kirkja: Ejvind
Vilhelm; Vesturkirkjan:
Hegni Poulsen; Kaldbak:
Hans J. Joensen, altar-
gongd; Hestur: Kjartan
Merkere, altargongd;
Kvívík: Axel Tórgarð, alt-
Tokk
Fyri sýnda samkens-
lu, tá ið kæra móðir
mín, og vermóðir,
omma og langomma
okkara doyði og varð
jarðað, hjartans
tøkk.
Fyri okkum
avvardandi
Jóannes av Skarði
Kona ella
genta
sekist til at passa 2
ára gamla gentu frá
mánadegi til friggja-
dag frá kl. 8 til
16,30. Len: 700 kr.
um mánaðin.
Tlf. 145 77
argongd; Funningur: Pet-
ur M. Rasmussen; Oynd-
arfjørdur: Niels Pauli Da-
nielsen, altargongd; Nes:
Jóhs. Follend kl. 12, alt-
argongd; Elduvík: Torkil
Beder kl. 12, altargongd;
Hellurnar: Torkil Beder
kl. 19; Klaksvik: Henning
Bøgesvang; Årnafjørdur:
Jåkup Magnussen kl. 12,
altargongd; Hvannasund:
Salomon J. Joensen kl.
12, altargongd; Husavik:
Bergur Jacobsen kl. 12;
Skålavik: Bergur Jacob-
sen kl. 14; Sandur: Bergur
Jacobsen kl. 19; Tvøroyri:
Elsa Funding og Johan
Weihe kl. 12, altargongd;
Hvalba: Elsa Funding og
Johan Weihe kl. 18, altar-
gongd.
Påskadagur
Havnar kirkja: Hans J.
Joensen; Vesturkirkjan:
Kjartan Mørkøre; Argir:
Høgni Poulsen; Kirkjubø-
ur: Kjartan Mørkøre kl.
15; Kaldbak: Ejvind Vil-
helm; Kollafjørdur: Axel
Tórgarð kl. 12; Vestman-
na: Axel Tórgarð kl. 14;
Saksun: Petur Petersen
kl. 12; Hvalvik: Petur
Petersen kl. 17; Hósvík:
Petur Petersen kl. 20;
Funningur: Petur M. Ras-
mussen kl. 11; Gjógv:
Petur M. Rasmussen kl.
12.15; Eiði: Petur M.
Rasmussen kl. 20; Skåli:
Niels P. Danielsen kl. 12;
Strendur: Niels P. Daniel-
sen kl. 19; Glyvrar: Johs.
Follend kl. 12, talvan
gongur fyri kirkjuna; Ri-
tuvik: Johs. Follend kl.
18, altargongd, talvan
gongur fyri kirkjuna;
Fuglafjørdur: Torkil Bed-
er kl. 12; Gøta: Torkil
Beder kl. 17; Klaksvik:
Jåkup Magnussen kl. 11
og 16; Mikladalur: Henn-
ing Bøgesvang (um viðr-
ar); Vidareidi: Salomon J.
Joensen kl. 12; Hvanna-
sund: Salomon J. Joensen
kl. 19; Sandur: Bergur
Jacobsen kl. 12; Skopun:
Bergur Jacobsen kl. 18;
Tvøroyri: Johan Weihe kl.
12, talvan gongur fyri
kirkjuna; Famien: Johan
Weihe kl. 18; Vágur:
Martin R. Jacobsen kl.
11, talvan gongur fyri
kirkjuna; Leiti: Martin R.
Jacobsen kl. 18, talvan
gongur fyri kirkjuna;
Sumba: Martin R. Jacob-
sen kl. 20, talvan gongur
fyri kirkjuna.
2. páskadagur:
Havnar kirkja: Ejvind
Vilhelm; Vesturkirkjan:
Høgni Poulsen; Nólsoy:
Hans J. Joensen; Hval-
vik: Petur M. Rasmussen;
Kvívík: Axel Tórgarð;
Tjernuvík: Petur Peter-
sen; Selatrað: Niels P.
Danielsen kl. 12, altar-
Nr. 22 — 22. mars 1978
gongd; Nes: Jóhs. Follend
kl. 12, talvan gongur fyri
kirkjuna; Lorvik: Torkil
Beder kl. 12, altargongd;
Klaksvik: Henning Bøg-
esvang; Húsar: Jákup
Magnussen, altargongd;
Viðareiði: Salomon J. Jo-
ensen kl. 12; Skúvoy:
Bergur Jacobsen; Øravik:
Johan Weihe kl. 12; Pork-
eri: Martin R. Jacobsen
kl. 12, altargongd; Hval-
ba: Elsa Funding kl. 12.
Katólska kirkjan
Í dag kl. 17, messa og
skriftarmál. Skirisdag kl.
19 håmessa, håtidarlig at-
beran av Sakramentinum.
Langifriggjadagur kl. 11.
30 krossvegartænasta við
altargongd. Páskaaftan
kl. 21 páskaliturgi við há-
messu. Páskadagur kl. 11
páskahámessa. 2. páska-
dag kl. 11 latinsk hámes-
sa.
Blaðið
Orsakað av høgtidini kemur Sosialurin ikki
út leygardagin, páskaaftan. Blaðið kemur út
aftur mikudagin 29. mars
Tekniskur teknari
ella
tekniskur assistentur
søkist til fjølbroytt teknistovuarbeidi.
Landsbyggifelagid P/f
rådgevandi verkfrødingar F.R.I.
Grønlandsvegur 5 Telefon 14744
3800 TORSHAVN
FARASKIP LANDSINS
(5) STRAND
»SMYRIL«
til Danmarkar
»Smyril« fer til årligt eftirlit i Frederikshavn sunnukvøldid 2. apríl á
midnått, og tekur bæði ferðafólk og farm báðar vegir. Fråferdin úr
Keypmannahavn til Føroya verður væntandi fríggjadagin 14. april.
Ferðafólk frá Keypmannahavn fáa endalig boð um fráferðina við at
ringja til Faroeship a/s, Færgehavn Nord, tlf. (01) 292688 mánadagin
10. april.
Kostnaður:
2 koyggjukamar kr. 600,— hvenn vegin
4 koyggjukamar kr. 500,— hvønn vegin
6 koyggjukamar kr. 450,— hvenn vegin
Bilur upp til 5 m
pr. m. yvir
Ferðaseðlar fáast hjá:
kr. 400,— hvenn vegin
kr. 80,— hvenn vegin
Strandfaraskip landsins og
Yviri við Strond
tlf. 145 50
3800 Tórshavn
Faroeship a/s
Færgehavn Nord
tlf. (01) 292688
2100 København Ø