mikudagur 22. mars 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
Nr. 22 — 22. mars 1978
sosialurin
Kommunala starvs- og tænastumannafelagið /býráðið:
Stevningin uttan
grundarlag
— býráðið fekk viðhald á rættarfundinum mánadagin
Á rættarfundi mánadagin
fekk Kommunala starvs-
og tænastumannafelagið í
Havn ikki viðhald frá Før-
oya rætti í samband við,
at felagið tann 5. novem-
ber 1976 stevndi Tórs-
havnar býráð eftir 97.600
kr. Talan er um pengar,
sum býráðið tók av lønini
hjå teimum limum felags-
ins, sum i døgunum 14.—
24. juni 1976 løgdu ar-
beidid frå sær fyri at
skunda undir samråding-
arnar millum felagið og
býráðið um ein nýggjan
sáttmála í staðin fyri
tann, sum fór úr gildi !.
oktober 1975.
Mælti til
at taka stevningina
aftur
Sorinskrivarin, Jógvan
Andreasen, meinti ikki, at
nakað grundarlag var
undir stevningini og mæl-
ti til, at hon verður tikin
aftur. Hann segði seg ikki
vera samdan við sakfer-
ara Starvs- og tænastu-
mannafelagsins, Jógvan
Páll Lassen, um, at bý-
ráðið í uppsegn síni frá 26.
mars 1975 hevur givið
limum felagsins lyfti um
ein nýggjan sáttmála.
Hann segði seg heldur ikki
duga at síggja, at fyrr-
26. mars 1975 — 9. nov.
Við undantaki av bý-
ráðsskrivaranum,
havnarmeistaranum og
býarverkfreðinginum
eru øll starvsfólk Tórs-
havnar býráðs limir i
Kommunala starvs- og
tænastumannafelag-
num (hereftir skrivað
Kstf). Sáttmálin mill-
um felagið og býráðið
hevur fylgt sáttmálu-
num, sum landsstýrið
hevur havt við Starvs-
mannafelagið og Tæn-
astumannafelagið,
bæði hvat viðvíkur
lenum og normering-
um.
Tann 26. mars 1975
sendi býráðið limum
felagsins bræv, har
boðað varð frá, at tað
segði sáttmálan at fara
úr gildi tann 1. oktober
sama ár. Hetta varð
gjert, tí landsstýrið
frammanundan hevði
sagt upp sínar sátt-
málar orsakað av tí
nýggja prístalsgrund-
arlagnum.
Í juli 1975 varð sátt-
máli gjerdur millum
landsstýrið og Starvs-
mannafelagið og í febr.
1976 við Tænastu-
mannafelagið.
Ikki fyrr enn 24.
sept. fekst fundur í lag
Ein úthurð
til selu. Stødd 90 X 200 cm.
millum býráðið og
Kstf. Á hesum fundi
góðtók Kstf, at teir
limir, sum kundu,
skuldu setast í lenar-
rammur eftir ti nýggja
Starvsmannasáttmála-
num. Hini fingu ávika-
vist 6 og 9% lenarvið-
bót.
Í desember varð
gjørd ein avtala, sum
segði, at um nýggjur
sáttmáli ikki var komin
1. apríl 1976, so skuldu
samráðingar takast
upp-
Í apríl 1976 vóru
fundir millum býráðið
og Kstf og tann 27.
apríl varð gjert eitt
uppskot av lenarráð-
num, t.e. 3 býráðslimir
og 2 frá Kstf. Hetta
uppskot varð lagt fyri
býráðsfund 18. mai og
fall. Sostatt stóð aftur í
botni, men á sama bý-
ráðsfundi varð vald ein
lenarnevnd, sum skul-
di taka við arbeiðinum
hjá lenarráðnum. Í
hesa nevnd komu Ják-
up Sune Jacobsen,
Heðin Mortensen og
Sofus Sivertsen. Tað
blivu teir tveir fyrst-
nevndu, sum komu at
arbeiða mest við máli-
num, tí Sofus Sivert-
sen var uttanlands
meginpartin av tíðini.
Tann 10. juni er nevnd-
in i Kstf bidin um at
koma i byrådshusid og
har fær formadur fel-
agsins, Marius Weihe,
handað eitt uppskot frå
Jákupi Suna. Ongar
samráðingar høvdu
verid millum partarnar
frammanundan. I upp-
skotinum frá lenar-
nevndini er hver ein-
stakur limur í Kstf
settur í lenarrammu.
Á rættarfundinum
mánadagin vildi Mari-
us Weihe kalla hetta
uppskotið fyri eitt dik-
tat, eini boð, men Ják-
up Sune meinti, tað var
eitt samráðingargrund-
arlag.
Hvussu er og ikki, so
tók Kstf ikki undir við
hesum uppskotinum og
á eykaaðalfundi kveld-
ið eftir varð avgjert at
leggja arbeiðið frá sær
komandi mánadag,
tann 14. juni. Tveir
dagar seinni skrivar
Kstf til býráðið og bið-
ur um ein fund. Hesin
verður so hildin tann
18. juni, men endar
uttan úrslit. Á hesum
fundinum ger Jákup
Sune umboðini fyri
Snikkaravirkið á Bumshamri
telf. 550 72
BLAÐIÐ, sum umboðar landsins stórsta
flokk og eisini stórsta stjórnarflokkin.
Klaksvík
Lærlingur
til bilverkstað
Evnaligur drongur kann koma í læru sum
bilmekanikari beinan vegin.
IVAN JOHANSEN
Service — Umboð — Verkstaður
v/ Hoyvíksvegin — TIf. 13666 — Tórshavn
nevndi arbeidsstedgur
kann vera lógligur, m.a. ti
hann ikki varð fráboðaður
eftir ásettum reglum.
Sorinskrivarin = mælti
somuleiðis til, at stevndi,
t.e. Tórshavnar byråd,
sleppir kravinum um at
fáa sakarkostnaðin goldn-
an.
Kommunala starvs- og
tænastumannafelagið
hevur fingið eina freist til
4. apríl at umhugsa málið.
1976
Kstf vart við, at limir
felagsins ikki fáa len
fyri ta tíð, teir ikki
arbeiða.
Aftur hittast partar-
nir tann 22. og hesaferð
er Sofus Sivertsen eis-
ini við. Fundurin verð-
ur drúgvur, frá kl. 11
22. til kl. 06 23. Úrslit-
ið verður trý uppskot
til býráðið og dagin
eftir, tann 24. juni,
góðtekur býráðið upp-
skotið frá Heðini Mort-
ensen. Kstf hevur fund
sama kveldið, har við-
tikið verður at fara aft-
ur til arbeiðis dagin
eftir. Tvær vikur seinni
fáa limir felagsins
bræv frá býráðnum,
har teir fáa at vita, at
ongin len verður goldin
fyri teir 9 dagarnar, ar-
beiðssteðgurin hevur
varað. Men av ti, at
býráðsformaðurin tá
ikki var heima, verður
lenin ikki afturhildin
fyrr enn síðst í august.
Tann 5. nov. 1976
stevnir Kstf býráðnum
eftir teimum 97.599
kr., sum vórðu tiknar
av lenini. Sáttmálin
millum býráðið og Kstf
varð viðtikin á býráðs-
fundi 9. nov.
Kranin hjá
Vágs Havn
koppaði
Ongin fólkaskaði hen-
di, tá kranin hjá Vágs
havn koppaði á sleipi-
stødini í Vági seinna-
partin friggjadagin,
meðan hann var í ferð
við at lyfta stýrhúsið
av útróðrarbátinum
Glyvraberg, sum stóð
á bedingini.
Kranin datt á liðina,
men varð fingin upp
aftur stutt eftir við
hjálp frá eini grav-
kúgv. Bæði førarahusi-
ni á krananum fingu
nakað av skaða, og
triggir rútar brotnaðu,
men annars kom ongin
skaði uppá kranan.
Stýrhúsið á Glyvra-
berg fekk ongan skaða.
Tað er ikki greitt,
hver orsøkin var til at
kranin koppaði. Tað
var rættuliga trong-
ligt, har hann arbeiddi,
og feturnar fingust ikki
heilt út, men mett
varð, at stýrhúsið á
Glyvraberg vigaði um
2 tons, og tað skuldi
kranin lættliga kunna
lyft.
Fyrsta hjálp
í ferðsluni
er eitt hefti í 36 síðum,
sum Ráðið Fyri Ferð-
slutrygd hevur givið
út.
Tað er umsett úr
norskum, og prentað í
20.000 eintøkum, so
tad er ætlad sum læru-
bók til allar føroyingar.
Innihaldið er ti av-
markað, og fevnir bert
um mest umráðandi
livbjargandi fyrstu
hjálp. Heftið er lagt so-
leiðis til rættis, at tað
virkar áhugavert og er
lætt at skilja.
Bókin er framman-
undan umsett til 18
ymisk mál. Hon er
Síða 3
kring oyggjarnar
prentað í fýra litum, og
kostnaðurin er tiggju
krónur. Bókin fæst í
bókabúðunum og á ser-
vicestødunum.
Litil åhugi
fyri Karli XII
Klaksvíkar sjónleikar-
felag fer helst einans at
hava eina sýning aftur-
at av leikinum Karl
XII eftir Strindberg.
Henda verður ikki fyrr
enn eftir páskir. Higar-
til hava verið 10 sýn-
ingar, men upplýst
verður, at munandi
færri áskoðarar hava
verið til henda leikin
enn til aðrar, sum sjón-
leikarfelagið hevur
vist. Tað er helst ti,
leikurin er ålvarsligur
og nakad tungur, og
folki dåmar best
skemtileikir. Men tað
er eisini uppgávan hjá
felagnum at vísa nak-
að, sum hevur virði,
verður sagt.
Tað var annars ætl-
anin at fara til Havnar
og Oyrabakka við leik-
inum, men orsakað av
sjúku og ti onkur av
leikarunum eru burtur-
staddir, varð hetta av
ongum.
Bingoið gav
9.000 kr.
Bingo-kveldið, sum
Ungmannafelagið
Skansastova, Ung-
mannafelagið Kyndil
og Hondbóltsfelagið
Neistin, skipaðu fyri í
Ítróttarhellini á Hálsi
friggjakveldið, gav um
9.000 kr. í nettovinn-
ingi.
Eini 400 fólk luttóku
í spælinum, og inn
komu tilsamans 19.400
kr.
Yvirskotið verður
býtt millum tey trý
feløgini.
Fuglafjarðar kommuna
skal hava verkfreðing
Fuglafjarðar kommuna
skal nú hava verkfrød-
ing. Freistin fyri at
sekja hetta skarvið er
úti 15. april, og ætlan-
in er at hann skal set-
ast beinanvegin tá.
Fuglafjarðar bygda-
ráð sekti eisini eftir
einum verkfreðingi fyri
einum ári síðan, og tá
komu nakrar umsóknir
inn, men tað visti seg,
at tad gjørdist ov dyrt
hjá kommununi at
hava ein verkfreðing.
Skrivarin hjá Fugla-
fjarðar kommunu, Ják-
up Frants Larsen, sig-
ur, at kommunan hev-
ur so nógv arbeiði, at
tað er nóg mikið til ein
verkfreðing.
Frammanundan
hevur kommunan bert
ein arbeiðsformann og
ein vatnmeistara, sum
hava nakað av arbeiðs-
fólki undir sær.
Sum er verður alt
verkfreðingaarbeiðið
hjá kommununi gjert
hjá verkfrødingafeløg-
um, og hesar útreiðsl-
urnar eru vorðnar so
stórar í dag, at tað
loysir seg at seta ein
verkfrøding, sigur Ják-
up Frants Larsen.