mikudagur 22. mars 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 22 — 22. mars 1978
itrottur
Kappingarnar um føroyameilstara-
heitini i bordtennis eru loknar
Fyri fyrstu ferð í tiggju ár var tað ikki ein TBF'ari,
ið vann meistaraheitið í single fyri meistaradeildina
Leygardagin fór fram før-
oyameistaraskapskapping
í borðtennis fyri meistara-
og unglindadeild suðuri á
Tveroyri.
Í meistaradeildini lut-
tóku bert tvey lið, nevni-
Nýggi meistarin í singla,
Kristjan Christiansen
liga TBF og Fram, og
vann TBF liðið liðkapp-
ingina. Å vinnandi liðnum
vóru Alec Bech, Niels
Hovgaard og Finn Thom-
sen.
Nýggjur vinnari
Í singlekappingini eydn-
aðist tað hesaferð at bróta
11 ára gamla ræðið hjá
TBF. Tað eydnaðist
Krisjan Christiansen úr
Fram at vinna á Alec Bech
Vinnarnir av unglingadeildini, Oddur, Rólant og Rógvi
úr TBF. I semifinaluni
hevði Alec vunnið á Finni
Thomsen (TBF) meðan
Kristjan vann á meistara-
num i fjør Niels Hovgaard
(TBF). Nevnast kann
eisini, at tá Niels vann
meistaraheitið í fjør var
tað fyrstu ferð í átta ár, at
Alec ikki vann.
Møttust aftur
Kristjan og Alec mettust
enn einaferð í einari finalu,
hesaferð tó í double. Alec
leikti saman við Niels
Hovgaard og Kristjan
leikti saman við Kára
Nielsen. Hesaferð eydnað-
ist tað TBF'arunum at
vinna og gjerdist Alec og
Niels sostatt meistarar
1978.
Unglingadeildin
Eisini hjá unglingunum
luttóku bert tvey felog,
men H71 metti tó við
tveimum liðum. Í liðkapp-
ingini eydnaðist Oddi
Dimon, Rólant Serensen
og Rógva Thorsteinsson
úr TBF at vinna 6—1 á
H71.
Singlakappingin
Til single-kappingina vóru
tað 11 luttakarar,
6 úr
Double-vinnarnir í unglingadeildini
H71, 4 úr TBF og ein úr
Fram.
Í finaluna komu Rólant
Serensen (TBF), sum í se-
mifinaluni vann á Rógva
Thorsteinsson (TBF), og
Ola J. Niclasen (H71),
sum í sínari semifinalu
vann á Andrassi Róin, ið
eisini leikti fyri H71. Fin-
aluna vann Rólant við
tveimum settum móti
ongum.
Eisini double
Tað eydnaðist eisini TBF
at vinna meistaraheitið í
double. Her hittust Ró-
lant Serensen/Rógvi
Thorsteinsson (TBF) og
Hákun Djurhuus/Bogi
Haraldsen (H71) i finaluni
og vunnu tvørådreingirnir
2—0.
Fyri hetta góða úrslit
fingu TBF-unglingarnir
Double-parið, Niels og Alec ynskja hverjum eðrum til-
lukku
Oddur Dimon, Finnbogi
Mortensen, Rólant Seren-
sen og Rógvi Thorsteins-
son handaða silvurnál fel-
agsins?
Eisini kunnu vit nevna
at tann 23. februar í ár
fylti TBF, ið er elsta borð-
TBF-liðið í meistaradeildini, Niels, Alec og Finn
tennisfelag í Føroyum, 30
ár og í ár eru tað 25 ár
síðan >The grand old
man< innan feroyskt
borðtennis, Sverre Mid-
jord, byrjaði at leika í for-
oyameistaraskapskapp-
ingum.
FJARÐA-HÚS
— eini frålik hús
Landsfundur
» VESTMANNA
TIMBURHANDIL
Vestmanna Telefon 24170
Føroya Javnadarflokks
verdur å Muntra i Fuglafirdi i døgunum 31. mars, 1. og 2. april.
Dagsskrå er send feløgunum.
JAVNADARFLOKKURIN