Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 22 — 22. mars 1978 Samrøda við Mariu í Skorti á Tvøroyri: Tey søgdu eg var tvítulingur —tað komst av, at eg gjørdi ymisk mannfólkaarbeiði Á útróðri — skotið fugl — 1 grindadrápi — seymikona. Hon er nú 81 ár, Maria í , Skorti, men bidar bert eftir, at lykka aftur kemur i luftina, so hon kann flóta sær båtin. — Eg eri just nå byrjad uppå tann næsta ungdómin, sigur hon Maria í Skorti á Tveroyri er millum annað kend fyri at hava gjert ymisk mannfólkaarbeiði. Vit hava biðið hana greitt frá hesum og ymsum eðrum, hon hevur tikist við og kann minnast aftur á. — Mamma var tvær reis- ur gift. Fyrru ferð við Óla í Skorti, sum var pápi mín. Hann var sjómaður og ein av teimum, sum tóku prógv umborð á »Be- skytteren<. Eg var bert fýra ára gomul, tá hann doyði av tuberklum. Vit vóru fimm systkin, so eitthvert mátti gerast fyri at halda lívinum uppi. Mamma fór niður til Dan- markar at læra seg at taka mål og pressa og annað ti- líkt, meðan ein genta var her í húsinum og ansaði eftir okkum. Afturkomin fór hon at starvast sum skræddari. Eg royndi at fylgja eitt sindur við, hvat hon gjørdi, og minnist eg, tå hin sokallaði silkidampar- in kom år Amerika. Hetta var undir fyrra heimsbar- daga. Damparin legði inn i Feroyum og fóru keyp- menn ymsastaðni frá til Havnar at keypa toy. Eis- ini ein av keypmonnunum her úr bygdini hevði keypt frá damparanum og bað hann mammu um at seyma hetta til buksir. Hetta var stórarbeiði og hevði eg eisini hug at royna. Beiggi min hevði einar eingilskar kvarða- buksur, sum eg spretti upp eitt kveldið, tá mamma var úti, og gjørdi eitt mynstur eftir teimum, og klipti eg so einar buks- ur. Hetta eydnaðist mær so mikið væl, at eg fekk loyvi til at seyma henda bóltin av toyi upp fyri keypmannin. Til Danmarkar So hendir tað, at kona her í bygdini gjørdist so mikið sjúk, at neyðugt var hjá henni at fara til Danmark- ar undir læknahond. Tað var ikki soleiðis tá, at ein bert setti seg í eitt flogfar fyri síðani at vera í Keyp- mannahavn letu seinri. Eg hevði verið so mikið nógv á sjónum tá, var sjó- sterk, og varð tí biðin um at fara við niður. Hetta var í 1920. Eg fór niður við einum skipi, sum æt Niðarós. Á leiðini niður til Danmarkar var lagt inn í Onglandi, men komu vit so umsíður leiðina fram. "Hetta var fyrsta ferð min uttanlands og heimfeðis- ligur var man. Tíbetur átti eg eitt systkinabarn har niðri og har fekk eg loyvi at búgva. Tað var í Kron- borggade 33. eg minnist tað sum tað var í gjár. — Eg var tó ikki meir enn komin til Danmarkar, tá aðalverkfall bleiv. Eli- sabeth, systkinabarnið, helt tá fyri, at annað var ikki at gera enn at fáa mær eitt frimerki millum herðarnar og senda meg heimaftur. Hesum var eg einki fyri. Eg hevði verið við til at drigid sildagørn hetta sama heystið. Eg átti tí einar 200 krónur uppi á mær og vóru hetta nógvir pengar tá. Men hó- ast alt var hetta skjótt at brúka í Keypmannahavn, so eg mátti heldur fáa mær eitthvert at gera. Ég las í blødunum, at teir sektu eftir einari »ben- klædesyerske< hjá Bred- rene Andersen á Kongens Nytorv og fór eg at royna. Jú, sjálvandi spurdu teir meg fyrst, hvar eg hevði seymað áður og eg segði heima í Føroyum. Teir sóu eitt sindur ivasamir út, men góvu mær tó toy til einar buksur og góðu mær sess í rúmi fyri meg sjálva. Ikki hevur gingist skjótt hjá mær, tí teir iv- aðust í, um eg var rýmd, men umsíðir vórðu buks- urnar lidnar — og tað sum betur var — eisini góð- tiknar. Har starvaðist eg í Henda myndin er tikin á fyrstu Jóansvekuni, í 1929. Tær róðu kapp frá sandinum út til brúnna hjá Palla í Mýruni. Maria í Skorti er í bátinum, sum er fremri á myndini, fimm bátar róðu og varð hesin nr. 1. Torvbátar vórðu tá brúktir til kappróður og teir lógu gott á takinum, sigur Maria Maria seymar enn. Seymimaskinuna keypti hon í 1920. — Eg minnist einaferð, eg skuldi keypa maskinolju til hana, men fekk glyserin ístaðin. Tá mátti eg biðja ein smið taka hana sundur og reinsa hana. hálvtannað ár. Eftir hesa tíð var eg hjá ødrum skræddara og lærdi at seyma jakkar, og havi eg nú sítið í 52 ár við skræddaraborð. Tað er ikki nógv eg seymi nú, men tað kemur fyri, at onkur kemur við onkrum at seyma. Maskinuna havi eg enn, hon er frá 1920. A útróðri — Eg skal viðganga, at eg havi roynt eitt sindur av hverjum. Mær dámdi óg- vuliga væl at vera á út- róðri, kanska ikki so nógv á fjarleiðum, men tað var mangan nógv at fáa her inni á fjørdåinum. Eisini plagdu vit at vera undir Lítlu Dímun og dyrgja. — Vildu menninir lova tygum við til útróðrar? — Ja, nú var tað soleið- is, at tað var eg, sum lovaði teimum við, heldur enn øvugt. Einaferð vóru vit tíggju, sum tóku okk- um saman og fóru við ein- um motorbáti og tveimum róðrarbátum undir Lítlu Dímun at dyrgja. Vit fingu ein fullan leyp av stórseiði í part. Tað var stuttligt. Vit vóru bæði á Breiðanesbarmi og Álku- barmi. Breiðanesbarmur er hin norðari, har sum ein skonnart fór á land umleið ár 1900. Masturin fall inn móti helluni og tann fyrsti maðurin gekk á land eftir mastrini. Maður á Lítlu Dímun — Tað vóru tveir advent- istar, sum vóru útrónir ein Maria í Skorti, gomul 15 åra sunnudag og s6u henda mannin ganga á Lítlu Dímun. Teir sigldu tii lands og boðaðu frá. Eis- ini var tað fyri at vita, um hvalbingar vóru á Dímun henda dag, tað kundi jú lættliga henda. Motorbåt- ur fór beinanvegin út og tók mannin av oynni. Seinri gav hesin kirkjuni ymiskar silvurlutir sum tøkk. — Eg havi ni ein litlan tomm, sum eg hesi sein- astu årini havi verid å fjørdinum vid. Ein ommu- sonur min bad meg, tå tad verður eitt sindur lyggjari í veðrinum, koma við sær út á Tjaldavík og vísa honum nøkur góð mið og tað fari eg fegin. Skotið fugl — Eisini havi eg roynt meg við byrsuni. Fimtan ára gomul keypti eg mær eina byrsu. Hetta var ein einkultlebari við lásinum niður á síðuna. Ein kaliber 28, so tú mátti vera nær, um skotið skuldi duga. Hon kostaði 16 krónur, so beiggi mín og eg spardu okkum saman til hana. Sama ger, væl bar til. Ein maður kom einaferð norð- aneftir higar at ferðast og var eg saman við honum og fleiri ødrum úti fyri Hvannhaga og fekk eg tá niggju fuglar fyri tiggju patrónir. Tá hann var komin norð aftur til Havnar setti hann hetta í Dimmu. Sjálvandi var eg ikki sert erpin av hesum. Á Hvannhaga var eg so ofta. Vit hevdu bát liggj- andi har og mangan gingu vit hagar fyri at fara ein dyrgingartúr. I grindadrápi Maria í Skorti hevur eisini verið í grundadrápi og greiðir soleiðis frá tí: — Eg minnist einaferð, at tað kom ein grind á Tveroyri sama dag, sum ein legði beinini í Hvalba. Á Tvøroyri doyðu 350 hval og í Hvalba umleið 800. Eg var so við í Tverá- grindini og slepp í bát. Eg kom at sita á toftubekki saman við einum loprans- manni. At rógva dugdi eg, tað segði eg við teir fyri at eg kundi sleppa við. Eg var tó ikki einasta konu- fólk, sum var í grind tann dagin. Tað fekk eg at vita aftaná. Tað bar so á, at hvalbingar vóru komnir á Tveroyri í grind. Tá blivu