Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 1978síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 22 — 22. mars 1978 sosialurin — Nei, kvinnan er ikki veikara kynið. Tá á stendur, svíkur hon ikki grindaboð í Hvalba. Tað varð sagt, at í ti drápinum vóru líka nógv konufólk sum mannfólk. Menninir vóru jú í grind á Tveroyri. Tað var nakað aftaná, eg hitti ein hvalbing, sum reypandi greiddi mær frá øllum hesum konufólku- num í grindini. Hann visti enntá um eina, sum vóð so langt út, at hon fleyt á boppunum, greiðir Maria læandi frá, meðan hon heldur fyri, at konufólk duga at vaða út og halda í eitt tog. Svenskarar í kolinum — Tað mundi vera um aldamótið, at svenskarnir komu higar at høgga kol. Hvalbingar hava altíð høgt kol. Teir hava einki torv. Tað man helst koma mest av ti, men eg hugsi ikki, at tað hevur verið høgt kol á Tvøroyri fyrr enn ta tíð. Hetta gekk fyri seg inni í Rangabotni og somuleiðis uppi í Økslini uppi í Rivdalshaga. Frá Rangabotni gongur kolalindin á hevdið. Teir skuldu longur og longur niður. Lindin kemur út aftur í Hvannhaga, úti við sjógvin. Tað vóru nógvir svenskarar, sum komu higar um ta tíðina. Teir hevdu arbeitt í námum ymsastaðni og nógvir vóru her heilt leingi. Mamma min, sum var gift tvær reisur, giftist å ødr- um sinni vid einum av svenskarunum. Tað var í 1904. Javnaðarfelag á Tvøroyri Eitt annað minni hevur Maria í Skorti frá teirri tíðini: — Tað var í 1923, at menn á Tveroyri fóru at taka seg saman um at stovna javnaðarfelag. Fel- agið varð stovnað í kjall- aranum hjá Hans J. Lind- berg. Har vóru Hans Jacob, Dánjal Jacob Lindberg, Tummas Mic- hael Strøm og Petur Mohr Dam. Hesir høvdu leingi talað um at stovna hetta felagid, og komu so smått i gongd vid hesum. Teir komu saman til fundar av og å. Nakrar limir fingu teir beinanvegin. Men tað vóru tó ikki ell, sum tóku líka væl undir við hesum tiltakinum. Tveráfólk vóru tá sam- bandsfólk og eg haldi meg kunna siga, at vit til tíðir kundu merkja beinleiðis mótsteðu móti javnaðar- fólki. Nakað av sjálvstýr- isfólki var tó á Tveroyri, men eg hugsi, at javnað- arflokkurin fór av stað við meginpartinum av teim- um. Tað var heldur ikki so legið, at atkvødurnar fóru tann vegin. Petur Mohr Dam var jú sjálvsstýris- maður um ein háls. Tutrur seiður til millummála — Tað er nógv broytt sið- ani, heldur Maria fyri. Nú skulu tey hava mill- ummála. Te ella kaffi við kekum. Hann náði okk- um! Hetta minnist eg einki til. Man fór út í hjallin eftir einum turrum seiði. So at banka hann og var gott veður, setti man seg uttanfyri við hesum góða seiði. Hetta var mill- ummålin tå. — Eru folk lukkuligari nå enn fyrr? Sida 7 Maria lítur út á fjerðin. Hon bíðar eftir lykkuni, ti tå skal bátur flotast — Nei, so avgjert ikki, tverturimóti. Tey vóru eisini nógv betri við hvert annað fyrr. Tey komu av bygd. Tá var ikki so tætt millum húsini sum nú. Tá komu bygdafólkini niðan til okkara at skifta, tí oll gingu í húðaskóm. Hevdu tey verið her fyrr, minnist eg, hvussu hjartaliga tey tóku um hálsin á hverjum eðrum til heilsan og somu- leiðis, tá tey fóru avstað aftur. Nú er tað í vissum forum vorðið so, at systk- in nóg illa kenna hvert annað. Øll kendu meir hvenn annan og komu hverjum eðrum meira við. Nú skal bert strúkast av- stað í bili. Bilarnir hava Kolaarbeiðarar í Hvalba. Myndin er helst tikin í 1918 —20. Svenskarin, sum móðir Skorti giftist við í 1904, er annar frá hegru í aðru reð ivaleyst gjert nógv gott, men teir hava eisini tikið nógv av ti góða. — Hvat siga tygum so um at fáa eitt sjónvarpstól í stovuna? — Tað hevði eg íkki havt nakað ímóti. Bara tað var nakað gott, vit fingu at síggja. Eg havi sæð sjónvarp í Danmark og ójavnt er, hvussu dygdin er. Nógv burtur úr lítlum — Fyrr hevði eingin havt tíð at sitið og glett í eitt sjónvarpstól. Men eg haldi, at fólk dugdu betri at fáa nakað burturúr lítl- ariu í um. Tað er mangan í dag, at fólk einki fáa burtur úr nógvum. — Eg minnist svensk- aran. Tá gingu ell í húða- skóm. Eg bæði rakaði og seymaði húðaskógvarnar, ti tað dugdi hann ikki, men einaferð snýtti eg hann. Knívurin hjá mær beit so illa, so eg tók raki- knivin hjá honum. Tá gekk skjótt. Eg minnist, ein gomul búði her niðanfyri hjá okkum. Hon gekk hvenn dag í fisk, hóast hon tá var heilt gomul. Hon keypti rakað roð frá dim- unarbóndanum. Hann kom av og á higar at selja Framhald á síðu 9