Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 22 — 22. mars 1978 Søgan um myndina Hesa myndina hava vit lánt frá Ólavi Clementsen og hann greiðir soleiðis frá: Tað ljóðar ótrúligt, at henda myndin, so klár sum hon er, skal vera tikin fyri 85 árum síðani, men tað er veruleiki. Fyri tveimum árum síðani kom eg tilvildarliga fram á hana í einum gomlum albummi. Eg kendi grótið omanfyri og skilti, at hon var tikin á gomlu rættini Yviri undir Lið á Sandi. Eg fekk at vita, at Dánjal Jákup Vilhelm í Havn átti albummin, og hann hevur sagt mær, at hann hevur fingið hann frá soni N. Andersen, sorinskrivara í Feroyum í 1890-unum. Eg fekk loyvi at fáa prent av myndini og havi verið á Sandi og tosað við eldri fólk um hana. Úrslitið er hetta: Myndin er helst tikin á eini útferð, ið embætismenn hava gjert í Sand- oynna, og tær fínu frúurnar uttanfyri rættargarðin munnu vera embætis- mannafrúur úr Havn. Støddin á smádreingjunum sigur okkum, at myndin er tikin í 1893 ella 1894. Seyðurin er illa til reikar, so helst er hetta fyrri rakstur í várgongu, og tey rættuligu smáu lombini týða uppá tað sama (fyrrapartin í juni). Menn og dreingir eru: vinstrumegin frá: 1. Andrass Mikkelsen hjá Billu, 2. Klæmint Nicodemussen hjá Demmusi, 3. Tummas Petersen í Heygsgarði, 4. Emil Mohr hjá Mouritsi (smádrongur), 5. Jóannes Olsen í Klingrutagarði, ið enn er á lívi (f. 1887), 6. Jógvan Poulsen í Soylu (ljóshærdi smádrongurin), 7. Dánjal Olsen — Gamli Dánjal, 8. Mourits Mohr — Gamli Mourits, 9. Mikal Olsen í Klingrutagarði, bróðir Jóannes, og er hann eisini á lívi (f. 1885), 10. Óli Clementsen á Klettum (aftanfyri hundin), 11. Petur Rasmussen uttan fyri Á, 12. Jógvan Olsen kongsbóndi í Horni, 13. Mourits Mohr — Lítli Mourits, 14. Jóannes Poulsen í Soylu, 15. Rasmus Johansen — Elsu Rasmus og 16. Óla Jacob Hansen í Koytu (kemur bara hálvur undan). Elsti maðurin á myndini Petur uttan fyri Á livdi í árunum 1820— 1896, næstelsti Gamli Dánjal í árunum 1831—1921 og triðielsti Klæmint hjá Demmusi í árunum 1835 —1918. Tað er eitt fylgi úr Søltuvikshaga, ið her er komið í rætt, ti festið hjá Jógv- ani í Horni lá har, og tað sindrið av ogn, sum var í húsinum, lá í sama haga. Eitt annað, sum týður uppá tað sama, er, at abbi mín Óli á Klettum, seyða- maður í Søltuvikshaga frå 1888, er við á myndini, og tað man vera hundur hansara, ið situr framman fyri honum. Ullin, ið Klæmint hjá Demmusi hevur í hondini, man vera av geldseyði, tí broddurin er so síður. = 3