mikudagur 22. mars 1978síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
3
L
latin plástur
Ein franskur strippari
hevur fingið viðhald frå
einum fronskum dóm-
stóli um
upp á uml. 5000 kr. frå
arbeiðsgevara sínum,
sum uttan góða orsøk
hevði koyrt hana úr
starvi sínum.
Arbeiðsgevarin
hevði koyrt hana, av ti,
at hon hevði havt eitt
heftiplástur á einum
fingri í arbeiði sínum,
og hetta kundi hann
ikki góðtaka.
Stripparin, Lucette,
hevði eina mynd við í
rættin. Hetta var ein
mynd av henni sjálv-
ari, meðan hon upp-
trakkaði. Dómarin
helt, at har var nokk at
síggja hóast plástrið.
Lík í frysti-
skápinum
Prædikumaðurin Dani-
el Aaron Rogers úr
Reeds Spring í USA,
trúði ikki uppá, at
mamma hansara, tá
hon doyði í februar, var
endaliga deyð. Tá hon
var deyð, koyrdi Dani-
el hana í eitt frysti-
skáp. Síðani royndi
hann saman við trim-
um eðrum prædiku-
monnum at biðja um,
at hon skuldi standa
upp frá deyðum, men
hetta eydnaðist ikki.
Bubbles deyð
Bubbles,
triggjar vikur
hevur fjalt seg í einum
vatni nær við kaliforn-
iska býin Irvine, er nú
av óvart deytt.
Bubbles var flýdd
frá eini djóraviðalund,
og beinanvegin varð
ein umfatandi leiting
sett í verk, og eftir
trimum vikum varð
hon funnin. Veiðu-
menninir vóru á einum
máli um, ikki at skjóta
doyvandi evni í hana,
meðan hon var undir
vatninum, tí at so
kundi hon drukna.
Tá Bubbles einaferð
var komin upp á land
eina lotu, eydnaðist tað
veiðumonnunum at
skjóta doyvandi pilar í
hana. Men tá ein djóra-
lækni skuldi kanna
hana, fann hann út av,
at Bubbles var deyð
Tá læknin skuldi
kanna, hver deyðsor-
sekin var, varnaðist
hann, at Bubbles hevði
verið upp á vegin í
triðja mánaða.
Aarrossið
sum í
endurgjald -
Brendi
seg sjálvan
Ein 63 ára gamal mað-
ur hevur fyri stuttum
brent seg til deyðis í
Tel Aviv eftir eina mis-
eydnaða roynd at seta
eld á eina konu, sum
hann livdi saman við.
Tað vóru grannarnir,
sum sendu boð eftir
politinum, eftir at teir
hevdu funnið hann á
trappunum í einum
húsi í útjaðaranum av
Tel Aviv. Hann var
brendur um helvtina av
kroppinum og doyði
stutt eftir at vera kom-
in á sjúkrahús.
Konan, sum hann
livdi saman við, segði,
at maðurin i øvind-
sjúku hevði stoytt
petroleum oman yvir
hana og síðani roynt at
sett eld á hana, men
tað eydnaðist konuni
at flýggja. Tá hevði
maðurin stoytt restina
av petroleuni oman
yvir seg sjálvan og sett
eld á.
Hjálpti konuni
at doyggja
Bretska politiið er farið
undir at gera kanning-
ar viðvíkjandi tí, sum
ein blaðmaður segði í
sjónvarpinum. Har
greiddi hann frá, hvus-
su hann hjálpti konuni
við at gera sjálvmorð
við at geva henni sovi-
tablettir og doyvandi
evni.
Konan Jean Humph-
ry hevði spurt mann
sín, Derek Humphry,
um hann kundi hjálpa
henni við at doyggja, tí
at hon lá deyðasjúk av
kreft, Derek svaraði, at
um hon vildi doyggja,
so skuldi hann hjálpa
henni.
Hann skuldi royna
at fáa fatur á heilivági,
og tað fekk hann frá
einum vini, sum var
lækni. Sama dagin
segði konan, at »i dag
kl. 1 vil eg doyggja.«
Klokkan fimm min-
uttir i eitt bad hon
mann sin fara eftir
heilivágnum og einum
koppi av kaffi. Síðani
kystust tey, og hon
drakk kaffið við heili-
vágnum.
Eftir enskari lóg,
kann Derek Humphry
verða demdur 14 ára
fongsul fyri at hava
hjálpt við til sjálv-
morð.
Nr. 22 — 22. mars 1978
85 eysturtýskarar út
hóast múrin og píkatráð
Tað flýggja framvegis fólk
úr Eysturtýsklandi og
vestur um, hóast Berlin-
múrin, píkatráð og minur.
Seinasta ár eydnaðist 85
eysturtýskum borgarum
at flýggja ella 11 fleiri enn
i 1976. Men uppaftur
størri tal rekka ikki so
langt, mong verða tikin
ella doyggja av spreingi-
knettum ella av maskin-
byrsuskotum frá vaktar-
monnunum eystanfyri.
Í fjør legdu eysturtysk-
arar ein píkatráð úr herð-
aðum metalli á einum
strekki uppá samanlagt
685 km i Slesvig- Holstein
og Niedersachsen. Hetta
er prógv fyri, at týska
markið er hitt mest ófriða-
liga í heiminum og kanska
hitt mest vandamikla.
Alt markið millum bæði
týsku ríkini er tilsamans
1378 km til longdar, harav
1141 km eru píkatráður og
256 km av dupultum píka-
tráði, á einum 433 km
longum eki eru lagdir út
spreingiknettar, og á ein-
um strekki, 291 km, hava
eysturtýskarar sett upp
sonevndar sjálvskjótandi
hersteðir, sum um onkur
kemur ov nær senda ma-
skinbyrsukúlur út í allar
ættir.
Á ellum marknadarøki-
num meta teir, at eystur-
týska vaktarhaldið hevur
lagt 1,1 miljón spreingi-
knettar at forða fólki at
flýggja, og uppsettar eru
29.000 sjálvskjótandi her-
steðir.
Tað er annars vert at
geva gætur, at millum
teir, sum flýddu vesturum
í fjør vóru 10 limir av
eysturtýsku vaktarmann-
ingini! Hesir siga, at tey
allar flestu verða avdúk-
að, áðrenn tey rekka fram
til markið.
Bretski
Búskaparliga hevur ikki
staðið væl til í Bretlandi
leingi, men nú tykist vend
vera komin í, hvat ið út-
flutninginum viðvíkur.
Hesin er vaksandi og veit-
ir landinum fremmant
gjaldoyra.
Tað er ikki smápening-
ur, bretar vinna av seluni
av t.d. keksum, kekum,
kakao, sjokulátu = og
utflutningurin
stimbradur
bommum. Seinasta ár
varð selt fyri 190 miljónir
sterlingpund av hesum
veruslegum, ella 32%
meiri enn í 1976. Stersta
framgongdin var í Kuwait
og Saudi Arabia, ið keyp-
tu nógv úr Bretlandi,
talan var har um eina ek-
ing í seluni uppá 123%.
Nýtslan í EF-londum
vaks við 23%.
Stersti keypari var írs-
ka lýðveldið, Eire, sum
keypti 12.853 tons av
bretskum sukurverum,
næst Vesturtýskland, ið
keypti 12.777 tons.
Eisini innan bilidnadin
hava bretar grund at frø-
ast. Vauxhall Motors hev-
ur júst fingið sterstu bí-
legging sína, teir skulu
lata 5.800 Bedford veru-
vognar til virði av 8 mill.
til bretska postverkið.
Chile:
Triggjar kvinnulagnur í Chile
Síðan hermannakvettið í
Chile varð framt 11. sep-
tember 1973, eru tað chi-
lensku kvinnurnar, sum
hava borið meginpartin av
trupulleikunum og líðing-
unum.
Í túsundatali eru chilen-
arar dripnir, fongslaðir
ella bara horvnir undir
fascistiska juntastýri Pi-
nochets. Millum hesi eru
nógvar kvinnur — bæði
gamlar konur, mammur,
ungar gentur og bern.
Nakrar eru handtiknar
saman við manni sínum,
nakrar meðan tær vóru
við barn og nakrar vóru so
ungar, at lívið neyvan var
byrjað.
Í sambandi við altjóða
kvinnudagin, sum var 8.
mars, vilja vit her taka
fram seguna hjá trimum
av teimum horvnu kvinn-
unum:
Carolina
Carolina Wiff Sepulveda,
37 ár, varð handtikin 25.
juni 1975. Klokkan 16.30
komu tveir limir í DINA
(loyniliga politiið) til íbúð
hennara í Calle Maule.
Teir trongdu seg inn í i-
búðina og vórðu bæði
Carolina og Carlos Lorcia
Tobar, sum hon prátaði
við, handtikin. Seks vitni
sóu, at tey vórðu leidd út í
ein bil. Hendurnar vóru
bundnar aftan bak. Bilur-
in hvarv alt fyri eitt og
síðan hevur Carolina verið
horvin.
Clara
Clara Elena Cantero, 22
ár, varð handtikin 23. juli
1976 um kveldið av DINA
politistum. Clara er gift
eigur tvey børn og hevði
barsilsorlov, tá hon varð
handtikin.
Hon varð handtikin, ti
hon var bróðurdóttir Ma-
nuel Cantero, limur í par-
lamentinum og limur i
chilenska kommunista-
flokkinum.
Clara hevur nú verið
horvin í meira enn 15
mánaðir. Innanríkisráðið
og aðrir myndugleikar
siga seg einki kenna til, at
hon skal vera handtikin.
Reinalda
Reinalda del Carmen Per-
eira, 29 ár, leiðari í felags-
skapinum av starvsfólki
innan heilsuverkið, hvarv
15. desember 1976. Hon
var tá við barn í sjeynda
mánað.
Chilensku myndugleik-
arnir hava við fotokopi av
útferðarpappirum »progv-
að<, at hon er farin um
markið til Argentina (í
3200 metra hædd) til
gongu.
Fleiri kirkjuligir leiðar-
ar í Chile og nakrir sakfør-
arar mótmæltu og kundu
prógva, at fotokopiini
vóru falsað og heldur ikki
hevði Reinalda, sum var
við barn í sjeynda mánað,
kunna farið til gongu um
Andesfjellini.
Útbjóðing
Vegna Feroya legting verður arbeiðið við at
útskifta vindeygu, klæðing og takálegging á
logtingshúsinum við hesum boðið út í al-
mennari lisitatión.
Lisitatións-tilfar kann fáast frá týsdegi
21.3.78 við av venda sær til Teknistovuna,
Heygsvegur 27,3800 Tórshavn. Lisitatiónin
verður á sama staði hósdagin 30.3.1978 kl.
16.00.
J. P. Gregoriussen
arkitektur M.A.A.