mikudagur 22. mars 1978síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
sosialurin
lesarabrøv
Nr. 22 — 22. mars 1978
Vælferð
Í Dimmalætting skrivar
gl. legtingsmaður, sum
uttan iva er (G. L. Samu-
elsen, blaðstjóri) um tað
vælferðarsamfelag, sum
javnaðarflokkurin er tals-
maður fyri. Men eitt er
sikkurt, og tað er, at við
sambandsmonnum á odda
verður onki vælferðar-
samfelag i Feroyum
Hann, sum lesur teirra
stevnuskrá, kann lesa
millum orðini, hvat fyri
samfelag teir ynskja. Tað
er eitt borgarligt samfel-
ag. sum skal kúga og
mergsúgva slitmanna-
fjøldina júst sum í goml-
um døgum tá ið reidarar
og aðrir av ti góða slag-
num sluppu at liva og láta
sum teimum lysti við mill-
um annað at koyra fólk til
hus, ti tey vóru javnaðar-
fólk. Tað var tá ið javn-
aðarflokkurin bleiv stovn-
aður, at nógv mistu ar-
beiðið, tey vóru sosialist-
ar. Men í dag er oðrvísi.
Nú hava vit fakfeløg, sum
kunnu leggja eitt virki
lamið um onkur limur
missir sitt arbeiði av pol-
itiskum orsekum. Hetta
hava vit ikki sambands-
monnum at takka fyri.
Havnarmaður
**xx
Vælvild ella vald?
Midjord
Sosialinum 8
Sverri skrivar í
mars grein
um dagpeningaskipanina,
og niðursteðan er, at
>...um vælvild og rætt-
ferð skal vísast arbeiðara-
stættini, má annað skinn
takast um bak... Ein eitt
sindur margháttlig áskoð-
an, líka veit eg um hon er
lýsandi fyri hugsjónir
javnaðarmanna. Arbeið-
andi fólkið sum skapar alt
virði í samfelagnum, skal
fáa >rættferð< og henda
rættferð er m.a. at polit-
ikarar og kapitaleigarar
skulu sýna hesum fólki
»vælvild« veita teim-
um ein bita av ti samfel-
agsligu virdisøking, hetta
fólk sjålvt skapar. Er
hetta ikki at skera halan
av hundinum og bjóða
honum ein bita burturav?
Arbeiðandi fjeldin í
Feroyum hevur eins lítið
og aðra staðni brúk fyri
»vælvild«, og hvørki dag-
peningaskipanir ella onn-
ur sosial rættindi eru náði-
gávur ella góðar gerðir frá
og
KJARTAN
':/ DALSGAARD
NÅ TLF 15222
nemme) 7
= 94
onkrari
»vælvild,«
samfelagsligari
hetta er bert
Vit gera lesarar okkara varugar við,
at treytin fyri at fåa lesarabrøv upp-
tikin undir hesum teiginum er, at
blaðstjórnin veit, hvar hevur skrivað
brøvini.
ein partur av teirri virdis-
øking, sum skapt er vid
livandi arbeidi, men fer
aðrastaðni enn til tey,
sum fremja hetta livandi
arbeiði sjálvi. Tað er ikki
bert rætt og rímuligt, at
arbeiðsfólk fær pensión,
sjúkrapening ella arbeiðs-
loysislen, tað er haraftrat
ikki nakað fólk áttu at
biðið politikarar ella ar-
beids»gevarar« (arbeiðs-
keyparar) um, men nakað
sum arbeiðsfólk sjálvi av-
gjørdu, at tey skulu hava
og hvussu nógv.
Fyrst mugu vit hava
sundurlutingina av ar-
beiðandi fólkinum í smær-
ri felog burtur, og eina
Le
størri og sterkari sam-
skipan setta å stovn, har-
eftir eigur slik samskipan
at råda yvir sinum vidur-
skiftum uttan tørv fyri
vælvild aðrastaðni frå.
Nóg leingi hevur arbeið-
andi fólkið etið molar við
ríka manns borð upp
gjøgnum søguna. Føroya
folk eigur at vita, at tad
eigur hetta land alt sam-
alt, og eigur eisini at hava
rættindi og vald yvir hes-
um landi sum ein sjålv-
sagdan lut. Her skuldi
ikki verið neyðugt at
spurt Dagblaðið ella ar-
beids»gevara« feløgini um
nådi.
Krippi
Bilarnir stressa Havnina
Harra blaðstjóri!
Tað var við stórum á-
huga, eg las lesarabrøv i
Sosialinum herfyri, har
tað verður funnist at øll-
um teimum nógvu bilu-
num í Havnini. Hetta var
helst undan >ferðslusteðg-
inum<, sum Kvinnufylk-
ingin skipaði fyri.
Eg havi mangan ætlað
mær at tikið pennin og
skrivað nekur orð um
hetta bilóskilið. Og nú
kom so eitt hevi. Eg skal
viðganga alt fyri eitt, at
mær dámar væl at ganga
(havi einki koyrikort),
men er talan um eitt longri
strekki — og tey eru nógv
í Havnini nú — havi eg
einki ímóti at verða fluttur
við bili.
Men máti skal vera við.
Spákar tú í miðbýnum
ein vanligan dag í viku, til
ella frá arbeiði, so varnast
tú skjótt, at alt er gingið
aftur á hond við ferðsluni.
Har er einki tamarhald
longur. Øll hava ein so-
vorðnan skund, uttan at
tey vita av tí, og pláss er
bert fyri bilum.
Stress er nú vorðið eitt
gamalt nýyrði. Men er
nakað stressað, so er tað
umhvervið í miðbýnum í
Havn. Og tað fer helst at
versna uppaftur meiri.
Men hvussu skal tað vera?
Hugsa bert um billýsing-
arnar, sum floyma á sid-
unum í øllum bloðunum.
Og tað frálíka miðstaðar-
økid á Hálsi fór alt til bil-
handlar.
Einaferð í tíðini varð
skipað fyri regluligari
bussrutu í Havn. Mær
kunnugt var henda ruta á
privatum hondum. Men
hon helt so uppat eftir
nøkrum árum.
Tað átti at verið ein
uppgáva hjá Tórshavnar
kommunu, ella fyri tann
skuld landinum, tá ið teir
siga hevuðsstaðin at
verða vorðnan ein umsit-
ingarbý fyri alt landið, at
stovna eina regluliga
bussrutu, sum koyrdi úr
einum býarparti í annan.
Sum nú er verða tey, sum
búgva langt uttan fyri
miðbýin, har tey arbeiða,
at útvega sær okkurt
flutningstól, hóast ráðini
ikki eru so góð. Hesi hava
krav upp á eina almenna
bussrutu í einum býi sum
Havnini, sum mennist og
veksur so skjótt.
Hinvegin beri eg ótta
fyri, at tað er vorðið ov
seint. Bilarnir hava fyri
langari tíð síðani tikið
ræðið, og tað er eitt und-
ur, at so fá verða yvir-
koyrd í stressaða midby-
num í Havn.
Harra blaðstjóri! Felog
við ymiskum endamálum
eru stovnað víða hvar í
landinum. Summi arbeiða
væl, og nógv spyrst burt-
urúr, meðan onnur eru so
stuttlivad, at tey ana bert
fáar dagar eftir stovning-
ina.
Eg fari at mæla til, at
gongufólk í Havn taka seg
saman í eitt felag við ti
endamáli at fáa tamarhald
á tí hóttandi bilismuni í
hevuðsstaðnum. Eg tori
frammanundan at siga, at
eitt tilikt felag fær stóra
undirtoku og verður ikki
stuttliva3 — tverturi
moti. Gongumaður
Hvørjar eru allar so-
sialiseringarnar, j.v.?
Aftursvar til j.v. (Jer-
mund Vágadal?), sum
hevði eitt lesarabræv í
Dimmalætting 7.3. undir
heitinum: Vit skifta flokk.
Enn einaferð er eitt les-
arabræv í Dimmalætting
um allar tær sosialisering-
arnar, sum núsitandi
landsstýrið hevur framt,
uttan at brævskrivarin
nevnir eina ta einastu
sosialisering. Er tað ikki
heldur bíligt, blaðetiskt 6-
forsvarligt og ein reingjan
av veruleikanum, j.v.?
Tað, sum tú kallar sosi-
alisering, eru helst tær
statsligu interventiónir-
nar sum heild — tær
statsligu uppileggingar-
nar, royndirnar at stýra
og tilrættisleggja samfel-
agið í ein størri mun —
sum framdar eru, men
sum tykjast flestu sosial-
istum lítið umfevnandi.
(Men tað er ein annar
spurningur).
Í brævinum, sum part-
vist er vent móti fólka-
flokkinum og partvíst
móti javnaðarflokkinum,
skrivar j.v. m.a. um javn-
aðarflokkin: »Javnadar-
flokkurin, sum við Petur
M. Dam á odda, var ein
hampa sambandsflokkur,
leggur nú leiðina heilt
annan vegin. Nú tykjast
veljarnir at flokkur teirra
minnir meir um ein 14.-
anda flokk, har Erlendur
og Atli strekkja kjel í fel-
ag. At hetta samarbeiði
endar við einum akadem-
iskum einastýri, sum kall-
ast fyri sosialisma, er
eingin ivi um.«
Fyri tað fyrsta hevur
javnaðarflokkurin ongan-
tíð verið ein beinleiðis
sambandsflokkur, men ein
flokkur, ið gongur eina
frælsissamvinnuleið við
Danmark, sum floksfor-
maðurin fleiri ferðir hevur
víst á. Og fyri tað næsta
fordemir javnaðarflokkur-
in sosialistiskt einaræði.
Eisini akademiskt eina-
stýri, hvat tað so er?
Javnaðarflokkurin hev-
ur valt eina leið — eina
gongd, sum fullkomiliga
er í tráð við andan í hei-
mastýrislógini, ið sam-
bandsflokkurin tók og
helst eisini framvegis tek-
ur undir við.
Vist hevur javnaðar-
flokkurin havt eitt í
mangar mátar fruktagott
samstarv við sambands-
flokkin, men tað skuldi
væl ikki plikta til eitt
framhaldandi samstarv í
allar ævir, tá ynskini
ganga eina aðra leið og
meguleikarnir fyri einum
samstarvi við aðrar flokk-
ar er til staðar. — Eitt
samstarv, har fleiri av
stevnumálum floksins á
búskaparliga, sosiala og
tjóðskaparliga økinum
kundu fremjast enn i sam-
gongu vid sambandsflokk-
in.
Mål og mið, sum tíðin
er búgvin til eftir okkara
áskoðan. Sambandsflokk-
urin er ikki komin eftir ti
enn, men hann kemur 6-
ivad. Søguliga gongdin
visur, at afturhaldsflokk-
ar altíð darla nakað aft-
anfyri, men teir ansa altid
eftir, at fjarsteðan ikki
gerst ov stór, tí tað er tað
sama sum, at týdningur
teirra minkar til einki.
Tað eru nú útvið 10 ár
síðani, at javnadarflokk-
urin misti formann sín,
P.M.Dam.
Eftir minum tykki vildi
tað verið rættiliga syndar-
ligt, um ein flokkur ikki
broyttist í einum so long-
um ftíðarbili. Ikki bert
oddamenninir og flestu á-
litismenn floksins eru aðr-
ir. Tidin er ein onnur.
Grundsjónarmið floksins
eru endurskoðað í hesum
tiðarskeiði o.s.fr. Ein.
gongd, sum uttan iva er í
anda P. M. Dams, sum tit
greinskrivarar í Dimma-
lætting ferð eftir ferð
krøkja tykkum i.
Javnadarflokkurin er
ikki ein statiskur flokkur
— ein flokkur, sum stend-
ur i stað — men ein
aktivur og livandi fram-
burðsflokkur.
Eftir mínum tykki vildi
tað verið endabresturin
hjá einum flokki, um hann
ikki broytti seg í samljóð
við tær samfelagsligu
Á
FJARÐA-HÚS
— eini frålik hús
A ———
»VESTMANNA
TIMBURHANDIL
Vestmanna
EA
Y
Telefon 24170