Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 1978síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 22 — 22. mars 1978 sosialurin = broytingarnar. ið flokkur- in sjálvur hevur skipað fyri. Lat meg í hesum sam- bandinum einaferð enn sláa fast, at javnaðar- flokkurin er ikki ein loys- ingarflokkur. At hann so eftir tykki j.v.'s minnir um ein 14.-anda flokk — hvat tað so enn er — kann eisini vera tað, at tjóð- veldisflokkurin hevur broytt seg frá teimum av- gjørdu loysingarkrovu- num, sum hann áður hev- ur júkað — og partar av honum framvegis gera — upp í saman. Men kjarnan í reinging tíni er: >At hetta sam- arbeiði endar við einum akademiskum einastýri, sum kallast fyri sosial- isma, er eingin ivi um.« Javnaðarflokkurin = er ein demokratiskur, sosial- istiskur flokkur. Endamál floksins er at grundleggja tað sosialistiska samfelag- ið, grundað á demokrat- iskan anda og demokrat- isk rættindir. Um j.v. var betur vit- andi um sosialdemokrat- iskan og sosialistiskan po- litikk eins og um stoðuna hjá flestu sosialistisku flokkunum i Europa, slongdi hann ikki slik 6- sannindir út. (Kenni eg j.v. rætt, skuldi hendan framferðin hjá honum gingið ímóti ti etisku og moralsku áskoðan, sum hann hevur gjørt seg til talsmann fyri í áralangari skriving!). J.v. åtti at vita, at allir javnadarflokkar venda sær ímóti ætlanum um proletariska einaræðið — einaræði fæloysinga. Vit fordøma tað eins og vit ikki góðtaka kommunist- iskt einaræði. (Fyri so vítt eru tað eisini fleiri kom- munistiskir flokkar í Eur- ropa, sum bæði hava kastað endamálið um pro- letariskt einaræði og for- dema í ein stýrislagið í eystanfyri). vissan mun londunum Fyri okkum javnaðar- fólk røkkur demokrati longur enn til tey demo- kratisku borgarligu rætt- indini og til tad repre- sentativa demokratiið, har tit seta mark fyri á- virkan og avgerðum fólks- ins. Vit nærkast ikki ful- komnum demokratii fyrr enn fólkið — fiskimaður- in, arbeiðsmaðurin, starvsmaðurin, handverk- arin o.s.fr. — ikki bert hevur medávirkan, men somuleiðis medavgerðar- rætt á egna arbeiðsplássi sínum. Og veruligt demo- krati hava vit ikki fyrrenn ognarrætturin til fram- leiðslutólini er demokrati- seraður. j.v. og aðrir greinskriv- arar í Dimmalætting og í Dagblaðnum misbrúka ferð eftir ferð orðið demo krati, men hvat liggur í grundini aftanfyri tykkara hugsan um demokrati? Fyri stuttum citeraði J. V. Poul Hartling fyri nøk- ur orð um demokrati. Flokkurin hjá Hartling, Venstre, sum sambands- flokkurin hevur samstarv við, tosar tíðan um at breiðka ognarrættin til framleiðslutólini. Somu- leiðis tosar flokkurin um eina ØD-skipan, sum hó- ast alt liggur rættiliga fjart frå ØD-uppskotinum hjå LO og danska javnad- arflokkinum. Tad kundi verid forvitnisligt at vita, hverja steðu sambands- flokkurin hevur til nevndu stødu hjá danska breðra- flokkinum! Stersti luturin í 50 ára langa stríði javnaðar- floksins hevur verið at hu- manisera tað kapitalist- iska samfelagið — at veita ti arbeiðandi fólkinum betri kor á ellum økjum, at tryggja fólkinum vin- numeguleikar, at syrgja fyri, at tey eldru og sjúku ikki verða við undirlutan í tí ósolidariska og egoist- iska stættarsamfelagnum, at skapa grundarlag fyri samáhuga og frælsi, at samfelagið í tað gera saman við borgarlig um flokkum, at tryggja ellum samfelagsbólkunum eina útbúgving fyri á tann hátt at skapa ellum eina menniskjaliga tilveru, at livga um mentunar- og fri- tidarlivid o.s.fr. — men endamål floksins er ikki bert at gera tad kapital- istiska samfelagið meira menniskjaligt. Endamálið er á demokratiskan hátt at avtaka stættarsamfelagið og byggja eitt demokrat- iskt sosialistiskt samfel- ag. Tað fer kalt niður eftir rygginum við tankan um, hvussu stutt føroyska fólkið var komið uttan lut javnadarfloksins í fer- oyskum politikki. Hvussu kúgað, tað framvegis hevði verið! Og tað fer ein upp- aftur kaldari gjóstur í- gjøgnum meg við tankan um, at tað meguliga skuldi eydnast teimum borgarligu afturhalds- kreftunum at knæseta tey rættindir, sum >fólkiða hevur stridst seg fram til, og nerva gongdini framå moti størri rættvisi, sam- åhuga og felagsogn! rættvisgera tann mun letur seg j.m. N——— AAA AA AAA Leys størv Tvey størv sum leiðari av serundirvising við serligum atliti til hoyri- og taliundirvísing við fólkaskúlan í Føroyum verða hervið lýst leys at seta frá 1. august 1978. Annað starvið er við skúlaverkið á Sand- oynni og í Skúvoy. Hitt starvið er við skúla- verkið i Gjáar, Funnings, Eiðis, Sunda, Hal- dórsvíkar, Hvalvikar, Saksunar, Hósvíkar. Kollafjarðar, Kvivikar og Vestmanna komm- unum. Stervini verða skipað við skúlaverkið í einari av teimum kommununum, sum eru við í ti áður nevnda skuladømi. Gjellari reglur fyri tí skylduga vikutíma- talinum o0.ø. verða ásettar eftir nærri avtalu millum skúlastjórnina og Feroya Lærara- felag. Stervini eru skipað í 23. lønarrammu. Aft- ur at hesum fáa teir lærarar, ið settir verða. samsýning fyri ferðaútreiðslur í tann mun. sum undirvising o.a.m. er neyðugt uttan fyri ta kommununa, sum starvið er skipað í. Umframt vanliga læraraútbúgving, skulu teir lærarar, ið settir verða, hava serliga út- búgving í at undirvísa hoyri- og talibrek- aðum. Broytingar kunna altíð verða gjerdar í steddini á skåladøminum, í arbeiðsbýtinum millum serundirvísing (hoyri- og taliundir- vísing v.m.) og vanliga undirvísing og við- víkjandi starvsstaðnum fyri tí vanligu undir- vísingini. Umsókn verður at senda gjøgnum skúla- myndugleikarnar á staðnum til Feroya Skúlastjórn í seinasta lagi 7. apríl 1978. Umsókn verður skrivað á vanligt útfyll- ingarblað, ið fæst frá skúlastjórnini. Feroya Skúlastjórn, Tórshavn 17. mars 1978 A.J. Arnskov skr. PASKATILBOD Vegna plåsstrot, geva vit 15% avslåttur uppá allar møblar, gólubelegning og teppitoy. Úrvalið er stórt. Tilboðið varar til og við leygardegnum 25/3-78 Møblasølan HUGNIN Fuglafjørdur — tlf. 44442 Tann nyggi Opel Rekord hevur longu lagt seg á odda i bólkinum av stør- um bilum. Tad nyggja vid Opel Rekord er, tann aerodynamiska innrættingin og McPherson forhjólsupphangið, sum saman við ti 100 Din KH og 2,0 litra motorinum ger, at bilurin er lættur at koyra. Tað gongur skjótt og ljóðleyst í ferðsluni við € FJ Opel Rekord=6 Komið og roynið bilin hjá okkum P/f Vilhelm Nielsen # Son Jónas Broncksgota 35 3800 Tórshavn tlf. 11140