mikudagur 29. mars 1978síða 8
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Næstformaðurin fekk formanssessin, og tók mál av
Kuldi í kommunuskúla-
høllini í Havn var eftir øll-
um at dema orsek til at
fundurin hjá Tórshavnar
Býráð síðsta mikudag,
skírisaftan, ikki fekk heilt
ta gongd, sum ætlað varð.
Tá ein góður tími var
farin av býráðsfundinum,
fór býráðið undir at við-
gera eina tilráðing frá
byggi- og býarskipanar-
nevndini um heildarætlan
fyri ekið millum Dalaveg-
in og Svalbardsvegin.
Innanfyri hetta ekið
liggur treðin hjá Jákup
Suna Jacobsen, sum bý-
ráðið hevur samtykt at
ogna sær og leggja út sum
friøki. Henda samtykt
varð gjerd 1. desember í
fjør við 6 atkvødum fyri
og 3 ímóti eftir eini minni-
lutatilráðing frá Ólavi
Michelsen.
Tríggjar tilráðingar
Til býráðsfundin miku-
kveldið vóru tríggjar til-
ráðingar frá byggi- og bý-
arskipanarnevndini.
Ein minniluti Leivur
Johannesen og Sofus Siv-
ertsen mæltu býráðnum
til at avtaka býráðssam-
tyktina frá 1. desember,
at góðtaka heildarætlan-
ina fyri ekið millum Dala-
vegin og Tórfinsgetu, og
at geva loyvi til útstykk-
ing á treðni, sambært
vanligar útstykkingar-
treytir.
Ein annar minniluti
Petur í Gong tók undir við
hesi tilráðingini við smær-
ri broytingum.
Ein triði minniluti, Eli-
esar Arge og Olavur Mic-
helsen, vístu til býráðs-
samtyktina frá 1. desem-
ber í fjer.
Ólavur fyrst orðið
Fyrsti sum fekk orðið
undir viðgerðini av hesum
málinum var Ølavur Mic-
helsen. Hann mælti til, at
málið varð tikið av skrán-
ni.
— Tað verður eitt so
stórt orðaskifti um hetta
mál, at tað eru ikki um-
stæður til tað í kveld,
segði Olavur Michelsen.
Orðið varð sidan latið
Inga Mohr. Hann upp-
lýsti millum annað, at
Jákup Sune Jacobsen
hevur selt treðna til eitt
eigarafelag, og at tað fyri-
liggur ein útstykkingar-
ætlan.
Petur Christiansen, bý-
ráðsformaður, avgjerdi at
taka hetta mál av skránni.
Hesum mótmælti Ebbe
Mortensen harðliga. Hann
segði, at um Olavur Mic-
helsen ætlaði at halda eina
Jákupskeljar á Leynasandi
verjureðu fyri trødni, so
var tíð nokk til tað.
Eftir hetta mótmæli av-
gjørdi býráðsformaðurin,
at orðaskifti kortini skuldi
vera um hetta málið, og
hann gav fyrst Ølavi Mic-
helsen orðið.
Tók málið
av skránni
Samstundis fór býráðsfor-
maðurin út, og Olav Mic-
helsen, sum er næstfor-
maður í býráðnum, settist
í formanssessin.
Petur F. Christiansen
kom nú aftur við uppskoti
um at taka málið av
skránni. Hann helt, at um
orðaskiftið gjørdist langt,
so varð alt ov kalt at sita í
kommunuskúlahellini.
Tað var veruliga kalt í
býráðssalinum hetta
kveldið, og nakrir elektr-
iskir ovnar, sum vóru
uppsettir, maktaðu ikki at
upphita hesa risastóru
hell.
— Tað er komið upp-
skot um at taka hetta mál
av skránni, og nú siti eg
sjálvur sum formaður, so
eg avgeri at taka málið av
skránni, segði Ólavur
Michelsen.
Og við hesum varð farið
yvir til næsta mál.
Stutt eftir kom býráðs-
formaðurin inn aftur, og
hann tyktist heilt ørkyml-
aður.
— Eg fór út eitt erindi,
og eg veit ikki hvat er
hent, tí nú er eitt annað
mál á skránni, segði Petur
Christiansen.
Kuldi á býráðsfundi
Men býráðsfundurin
gekk sina gongd, og
næsta málið varð av-
greitt.
Síðan varð komið til
eina umsókn frá Sjómans-
heiminum um at fáa loyvi
til at byggja nýtt sjó-
mansheim. Sofus Sivert-
sen fekk orðið, og kom við
eini drúgvari frágreiðing
um arbeiðið hjá Sjómans-
heiminum.
Men onki orðaskifti var
um hetta mál, tí tá segði
býráðsformaðurin, at
hann hevði skilt, at fyrra
orðaskifti varð útsett, tí
tað var so kalt í komm-
unuskúlahellini, og tók
hann málini, sum eftir
vóru, av skránni, og sleit
býráðsfundin.
?
|
|
|
li í Áarstouu |
St 16 | |
A ——
Q |
N
Eg skjóti upp, at bý-
ráðsfundirnir í framtíð-
ini verða hildnir á
treðni hjá Jákup Suna,
og at býráðslimirnir
hava veltingaramboð
við sær, so teir kunnu
halda seg heitar.
—#*.
Bara tað ikki var
kaldasveitti hjá bý-
ráðslimunum.
Flogbóltslandsdystur
móti íslendingum
um vikuskiftið
Føroyska landsliðið sterkari nú enn í móti íslendingum í Reykjavík í desember
N
DF AÐ KAD ELFA VÆGREDE FO
Um vikuskiftið skulu før-
oyingar spæla tveir lands-
dystir í flogbólti móti ís-
lendingum.
Íslendingarnir — koma
higar við flogfari hósdag-
in, og báðir dystirnir
verða spældir í ítróttar-
hellini í Havn. Tann fyrri
fríggjakveldið kl. 20 og
tann seinni leygarkveldið
kl. 20.
Hesir spælarnir eru út-
tiknir til at leika á for-
oyska liðnum: Hákun Sól-
bjarg, FS, Gordon Eides-
gaard, Fleyr, Kristian
Højsted, NFL, Frants
Roin, FS, Jéannes Jen-
sen, FS, Herman Lind-
berg, Fleyr, Finnbogi Ar-
ge, Fleyr, Kári Thor-
steinsson, HB, Sjúrður
Mikkelsen, SÍ, Jákup
Christiansen, SÍ, Birgir
Lauritsen, FS og Jens
Chr. Skaalum, NFL.
Tað hevur verið góð lut-
tøka í venjingunum. Her-
mann Lindberg hevur
staðið fyri venjingini av
spælinum, meðan Christi-
an Poulsen hevur havt
konditiónsvenjingina.
Herman Lindberg er
royndur flogbóltsspælari.
Hann hevur m.a. spælt á
donskum liðum.
Vónir um betri
úrslit
Mett verður, at hetta liðið
er sterkari enn tað liðið,
sum spældi landsdyst
móti íslendingum í Reyk-
javík í desember mánaða.
Tá vunnu íslendingar
fyrra dystin 3—0, men
foroyingarnir stóðu seg
betur í seinna dystinum.
Tá vóru teir á odda 2—1
eftir trý sett, hóast ís-
lendingar vunnu dystin
3—2.
Um íslendingar meta
upp við einum liði, sum
hevur somu styrki sum
tað liðið, ið spældi í Reyk-
javík, hava foroyingarnir
vónir um eitt betri úrslit.
Íslendingarnir verða 13
í tali, og teir fara avstað
aftur við flogfari sunnu-
dagin.
AU GR