Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. apríl 1978síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Si 5 . Verjurødan hjå Olavi Michelsen kostadi 1170 kr. — men hon fekk kortini ikki byrådslimir- nar til at broyta stødu — Nu havi eg gjørt mitt til at bjarga teimum sein- astu traðunum í Havn. Hetta vóru tey seinastu orðini hjá Ólavi Michelsen á býráðsfundinum hjá Tórshavnar Býráð hós- kveldið, áðrenn farið varð yvir til atkvødugreidsluna um útstykkingina av treð- ni hjá Jákupi Suna Jacob- sen millum Dalavegin og Torfinsgetu, sum eitt eig- arafelag nú hevur yvirtik- ið. Tá hevði Ølavur havt orðið í útvið hálvan fjórða tíma. Býráðsfundurin hós- kveldið varð merkisverd- ur. Hann vardi í yvir fimm tímar, hóast bert tvey mál vóru á skránni. Tað tók ein tíma at av- greiða tað fyrra málið, sum var roknskapurin hjá kommununi fyri figgjar- árið 78/79. Broytingaruppskot samtykt Síðan varð farið yvir til at viðgera hitt málið, sum var ein tilráðing frá Byggi- og býarskipanar- nevndini um eina heildar- ætlan fyri ekið millum Dalavegin og Svalbards- vegin. Býráðið samtykti 1. de- sember í fjør, at ogna sær trødna hjá Jákup Suna Jacobsen, sum liggur inn- anfyri hetta ekið, og at leggja hana út sum friøki. Nú mælti ein meiriluti í byggi- og býarskipanar- nevndini, Leivur Johan- nesen, Sofus Sivertsen og Petur í Gong til at avtaka samtyktina frá 1. desem- ber og at góðkenna, at eigarafelagið útstykkjar trødna. Ein minniluti, Olavur Michelsen og Eliesar Arge hildu fast við samtyktina frá 1. desember. Úrslitið var, at eitt broytingaruppskot hjá Inga Mohr um at avtaka samtyktina frá 1. desem- ber, góðkenna útstykk- ingina, og at býráðið sidan skal taka steðu til hverja einstaka útstykking innan ekið millum Dalavegin og Svalbardsvegin, so hvert sum tað kemur fyri, sam- tykt við sjey atkveðum fyri og tveimum ímóti. Hálvan fjórða tíma Orðaskiftið um hetta mál vardi í yvir fýra tímar, og Olavur Michelsen hevði orðið meginpartin av tid- ini. Seinnu ferð hann hevði orðið, tosaði hann í útvið hálvan fjórða tíma út í eitt. Sambært fundar- skipanini, hava býráðs- limirnir óavmarkaða talu- tid. Røda Olavs var eitt mótmæli moti avgerð meirilutans, ti hann segði, at hann vildi tosa leingi, fyri at fáa býráðslimirnar at hugsa seg um. Byrådslimirnir fingu 90 krónur eyka fyri henda byrådsfundin, ti hann gjørdist longri enn fyra timar, so tilsamans kost- Framhald á síðu 2 Nr. 24 Leygardagin 1. apríl 1978 51. árgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi javnadur brødralag Sidsta | bygdin | upp í SEV. í dag síða 4 | Columbus aftur av fyrsta trol- túrinum síða 5 Kirsta Malo er 410.000 tons til steddar og eitt av sterstu skipum í heiminum Mikudagin hevði ein arbeiðsbólkur av norð- urlendskum fornfreð- ingum fund í Havn um tær felags norður- lendsku fornfreðisligu rannsóknirnar í Gren- landi. Bólkurin skal gera uppskot til, hverj- ar djúptgangandi rann- sóknir skulu gerast av toftunum frá norrenu búsetingini i Gren- landi. Risatangaskip til Føroya í dag Seinnapartin í dag kemur liberiska risa- tangaskipið Kirsta Malo til Havnar, hað- ani tað nakrar tímar seinni heldur leiðina fram til Miðvágs. Skipið kemur higar eftir vatni, sum skal takast úr Sørvågsvatni Lesið á síðu 10 og 11 Síða 4 BLAÐTALVIÐ — í dag, eftir 30 leikir, Seinni flogbóltslandsdysturin millum Feroyar og Ísland verður spældur í ítrótt- arhellini í Havn í kveld kl. 20. Fyrri dysturin varð spældur í gjárkveldið. Hetta er íslendska landsliðið, sum skal spæla í kveld. Myndin varð tikin hóskveldið, tá liðið vandi í Ítróttarhellini býður Luitjen Apol (h.m.) Andriasi Ziska javnleik. Um Andrias tekur av fáa vit at vita mikudagin.