Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. apríl 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 H gm (lf. 14720. 11820 . giro 6282725 Sosialurin box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmenn: Hegni Djurhuus Jogvan Jespersen L ppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd- ir og annað tilfar úr SOSIALINUM uttan loyvi frá blaðnum. = FÁ = Sparin og girigur UNDIR endaligu viðgerðini av figgj- arløgtingslågini á tingi kom nokk so týðuliga fram, at andstøduflokkar- nir ongan hug ella vilja høvdu til at leggja rygg til teir útreiðslupostar, sum løgtingid hevur ábyrgdina av at skaffa pening til. LOGTINGSVAL stendur fyri durum, ábyrgdarloysi andstøduflokka veks- ur sum valið nærkast. Løgtingid hevur frammanundan samtykt lóg- ir, sum krevja miklan pening, sum ikki minst andstødan hevur verið fús at vera við til at samtykkja. Samsvarið millum orð og gerning, ábyrgdarkenslu og veruleikakenslu er sum hebraiskt og kinesiskt fyri teimum. SERLIGA kom hetta fram, tá for- maður sambandsfloksins í síni van- liga fløktu og mótsigandi rødu, mangan mótsegði sær sjålvum og m.a. skjeyt javnadarflokkinum i skógvarnar, at hesin ikki hugsaði um annað enn at brúka pengar. Sambandsflokkurin var tvørtur- ímóti »sparin og girigur« — ongan- tíð við til at vaksa um almennu út- reiðslurnar. Sjáldan hevur nakar politikari sagt so nógv og rangt sum hesin floksformaður gjørdi henda dag. NÚ ER tað altíð lætt at vera tann, sum bara kemur við atfinningum og ongantíð følir ábyrgd á sær. Hesu- ferð tó yvir alt mát, tí meðan sam- bandsflokkurin rósar sær av at vera »sparin og girigur«, so er tað sami flokkur, sum ferð eftir ferð hevur róst sær av, at ongantíð hevur sami flokkur gjørt so stórt gagn fyri land- ið, sum tær ferðirnar, tá hann hevur verið í samvinnu við javnaðarflokk- in, meðan sami ikki hevur havt nakað serligt hegni til at gera gagn tær ferðir, tá hann ikki hevur havt samstarv við javnaðarflokkin. NEI, sannleikin er, at javnaðarflokk- urin altíð hevur ført ein politikk, sum hevur fólksins vælferð og sam- felagsins trivnað fyri eyga. TAÐ ER meðan javnaðarflokkurin hevur sitið við stjórnarábyrgdini, at samfelagið hevur verið fyri stórum broytingum, sum hava givið føroy- inginum betri stødi at standa á, ikki bara fíggjarliga, men í so mangar aðrar mátar. sosialurin dagbókin Gudstænastur Vesturkirkjan: Kjartan Mørkøre; Hestur: Høgni Poulsen; Søldarfjørdur: Johs. Follend i Missións- håsinum kl. 12; Gøta: Torkil Beder, altargongd; Vidareidi: Salomon J. Jo- ensen; Hvalba: Elsa Funding kl. 12; Sandvik: Elsa Funding kl. 18. Konfirmatiónir sunnudagin 2. apríl: Viðareiði: Tummas Thomassen, An- dras Absalonsen, Gundur Magnusarson Michaelsen, Mamy Dahl Sørensen, øll av Vidareidi og Ingunn Ragnhild Meinhardsdøttir Poulsen, Ingvør Sunrid Meinhardsdóttir Poulsen og Gunnver í Frammi- stovu úr Hvannasundi. Havnar kirkja: Hedvig Gustafsen, Ham- arsgøtu 18, Hansina Lakså Hansen, Handara- tuni 3, Johanna Lakså Hansen, Handaratúni 3, Kristina Johannesen, undir Ryggi 4, Maria La- va, R. C. Effersøesgøtu 4, Eyð Petersen, Bodanesi, Unn Simonsen, Jústsgetu 1B, Anna-Maria i Skorða- stovu, Tjarnalåg 6, Marj- un Thomsen, Ovaru Hoy- dølum, Beinta Joensen, Vestergaard, Hvitanesi, Herdis Kjærbæk Jensen, Myrisnipuvegi 11, Petur Bærentsen, Kaldbaks- botni, Clæmint Christian- sen, Niels Finsensgøtu 43, Jens Dam, Essalåg 6, Jogvan Ellefsen, Hoydøl- um, Páll Ellingsgaard, Sundsvegi 3, Hákun Han- sen, Mammulág 7, Hans Bjarni Jacobsen, Tjarna- lág 12, Jón Johansen, Verðsluni 10, Jan-Eivind Mikkelsen, Fjósatúni 12, Eyðfinn Rein, Tórgarðs- getu 15, Fróði Thomsen, Egholmstreð 12, Bárður Vestergaard, Boðanesi. Adventista- samkoman Bíbilstudium í dag kl. 10 og gudstænasta v/ C. D. Andreasen kl. 11 i skul- anum vid Hoyvikstjørn. Sunnudagsskúli kl. 11 og bidimøti månakvøldid kl. 19. Kollafjørdur Møti í iimleikarhellini i kvøld kl. 20 og sunnu- dagin kl. 15.30 og 19. Fremmandir talarar og Kollafjardar streingjakør, Klaksvíkar streingjakór, Tjørnu- og Víkasystrarnar og Marinatra luttaka. Vestmanna Hornorkestrið hevur al- ment bingo í auluni í kveld kl. 20 Suðringar Basarurin hjá BRoyn, Hvalba, heldur fram í dag og í morgin. KFUK Limafundur sunnudagin kl. 16 hjá frú Maju Dals- garð á Argjum. Spælistovan verður má- nadagin kl. 16—17 (fyri bernum undir skúlaaldri). Mikukvøldid 5. april kl. 20 verdur konfirmanta- veitsla fyri foreldrum og konfirmantum frå pålma- sunnudegi og 2. april. Evangeliska røddin hoyrist hvørt månakvøld kl. 9 frå Monte Carlo (við siduna av Luxemburg) å millumbylgju 205 metrum (1466 kHz). Sendingin varir eitt korter. Orð krossins ið er kristilig sending á íslendskum máli, hoyrist hvenn leygarmorgun kl. 10. Sent verður á stutt- byglju 31 metrum. Send- ingin varir eitt korter. Handverks- lærlingar Skrivstovutíðin hjá Hand- verkslærlingafelagnum er týskveld frá kl. 19 til 21 í húsinum hjá Havnar handverkarafelag í Trónd- argøtu 16 og í helum Klaksvíkar handverkara- felags í Foroya banka. TA—TÞ— Framhald frá síðu 1 aði verjureðan hjá Ólavi býráðnum 1170 krónur. Hann byrjaði við at siga: — Eg vil geva eina frá- greiðing um tradarsøgu og Havnarsøgu, tí hetta er grundgeving undir steðu míni og grundarlagið fyri at býráðslimirnir kunnu taka stødu. Ólavur las úr nógvum verkum, m.a. verkunum hjá Svabo. Hann ramsaði upp nøvnini á øllum teim- um skråsettu stovunum i gomlu Havnini. Og hetta gjørdi hann tvær ferðir, ti onkur býráðslimur segði seg ikki fáa alt við fyrstu ferð. Hann las í útvið ein tíma úr tinglýsingarlist- unum frá síðstu eld. Mitt sum hann var við at endurgeva yrkingina hjá Hans Andreas Djur- huus, »Tit sum í fjøru fóru<, var hann steðgað- ur. Byrådsfundurin var ikki vidtøkuførur, ti bert seks býráðslimir vóru i salinum. Tað krevjast minst sjey býráðslimir at: vera á fundi, fyri at hann skal kunna vera vidtøku- førur. Hetta endurtók seg fimm ferðir, meðan Ólavur hevði orðið. Men tað tykt- ist sum hinir býráðslimir- Framhald á síðu 16 - Nr. 24 — 1. april 1978 TØKK Fyri synda samkenslu tå madur og påpi okk- ara JÁKUP NIELSEN fyrrverandi vitameistari bleiv sjúkur, andaðist og jarðaður, veita vit okkara hjartans tekk. Louisa, Roddmundur, Olaf og Gunvør við familjum Utsøla frå fakmansforættningini ATLASBUDINI Vegna nyggja utstilling byrja vit måna- morgunin 3. april ta stóru útseluna av ATLAS-køkum, badiverilsimøblum og el- húsarhaldstólum. Meðan útselan stendur við, fáa tygum 10—20% avsláttur uppá øll onnur el-húsar- haldstól, so sum: ATLASBUDIN R. C. Effersøesgøta tlf. 14477 VIKUTILBOD frå fakmansforrætningini LAMPUBUDINI Frá 10—20% avslåttur Frá mánamorgni 3. apríl geva vit kundum okkara góðan avsláttur uppá allar lampur. LAMPUBÚÐIN R. C. Effersøesgøta tlf. 14477 KFUK-sk6tar 50 ára jubileumsveitslan verður hildin i Itréttarhøllini leygardagin 6. mai 1978 kl. 18. Tað vildi glett okkum tá at sæð so nógvar sum gjerligt at ollum tykkum, sum gjøgnum árini hava verið skótar í liðunum her í Havn- ini, og fáa tit hevi at keypa atgongumerkir á kr. 30, — í KFUK í døgunum 5. og 6. apríl frá kl. 15—20. Hjúnaðarfelagar eru sjálvsagt vælkomnir við. Hjartaliga vælkomnar. Við skotakvødu Havnar KFUK skótar TIf. 11928