leygardagur 1. apríl 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 24 — 1. apríl 1978
sosialurin
Síða 3
Figgjarlógaruppskotið:
60 milliónir meira í skatti
— 7 í tollgjøldum
Fyrst í vikuni varð álitið til komandi
fíggjarlóg lagt fram. Figgjarlogarupp-
skotið javnvigar við 461 mill. kr.
Á fíggjarlógini fyri kom-
andi ár verður roknað við
at fáa 60 milliónir meira í
landsskatti enn á núver-
andi figgjarlog.
Landsskatturin er
stersti inntøkuposturin á
figgjarlogaruppskotinum.
Jåttanin er uppå 256,5
mill. kr. I fjør var hon
uppå 196,1 mill. kr., med-
an roknskapurin fyri 1976
/77 visur 161,4 mill. kr.
Tollinntøkan, sum er
annar av teimum báðum
stóru inntøkupostunum,
fer ikki at hækka mun-
andi. Játtanin er 200 milli-
ónir. Tað er 7 mill. kr.
meira enn núverandi upp-
hædd.
84 milliónir
til sjóvinnuna
Ein tann størsta útreiðsl-
an á fíggjarlógini fer til
fiskivinnuna — tilsamans
84,7 mill. kr., sum er um-
leið 13 milliónir meira enn
játtanin á núverandi figgj-
arlóg.
Hesin posturin fevnir
frá vrakarastovninum yv-
ir vaktartænastuna til
minstulen og annan stuð-
ul. Minstalønin og stuðul
er tilsamans 52,0 mill. kr.,
meðan 19,0 mill. kr. verða
lagdar í grunnin til endur-
nýggjan av skipaflota-
num.
Ein annar stórur útreið-
slupostur eru almanna-
málini. Tilsamans eru av-
settar 74,7 mill. kr., sum
einans er 4 milliónir meira
enn játtanin á núverandi
figgjarlog.
Fólkapensiónsútreiðsl-
urnar eru 33,5 mill. kr.
Avlamispensiónin er 13,9
mill. kr., meðan 10,0 mill.
kr. fara í Húsalánsgrunn-
in. Restin eru smærri upp-
hæddir frá nøkrum fáum
túsund uppí nakrar fáar
milliónir.
Um 100 milliónir
til samferðslu
Til nýggjar vegir, brýr og
breiðkan av vegum eru
avsettar 40 milliónir. Í
grunn til havnagerð fara
26, meðan í grunn til lend-
ingar eru settar 12,5 mill.
kr. Grunnurin til berghol
og brúgvagerð fær 8 og
grunnurin til rakstur av
postverkinum fær 3,6
mill. kr
Tilsamans eru settar av
til samferðslu 96,6 mill.
kr. Tað er umleið 18 milli-
ónir meira enn á núver-
andi játtan. Undirskotið
av Strandferðsluni er mett
til 8,5 mill. kr.
Skúlamál, sum fevna
ógvuliga viða, fara í kom-
andi figgjaråri við 49,4
mill. kr. Tann stersti ein-
staki posturin er fólka-
skúlin. Til skúlan eru sett-
ar 25,5 milliónir, sum er
um fimm milliónir meira
enn núverandi játtan. Til
studentaskúlan eru settar
6,2 mill. kr., ið er nøkur-
lunda tað sama.
Í grunn til bygging av
skúlum og ítróttaranlegg-
um fara 7,5 mill. kr. ÍSF
fær 0,7 mill. kr. í studn-
ingi, meðan studningurin
til innanoyggja-itrottar-
ferðir er 0,4 mill. kr. Láni-
grunnurin til ítróttaran-
legg fær eina hálva milli-
ón.
36,7 mill. kr.
til heilsumál
Til heilsumál, sum fevnir
um øll sjúkrahúsini, eru
settar 36,7 mill. kr., sum
er góðar seks milliónir
meira enn í fjør.
Ein annar postur, sum
er ógvuliga umfevnandi,
er landsfyrisitingin. Undir
hendan post koma lands-
stýri, landsskrivstovan,
uttanríkistænastan,
gjaldstovan, almanna-
stovan, tolleftirlitið o.s.fr.
Hesin útreiðsluposturin er
settur til 24,9 mill. kr. aft-
urimóti 22,3 mill. kr. í
hesum figgjarårinum.
Legtingið er ein postur
fyri seg sjálvan. Hann fær
5,0 mill. kr. Tað er ein
million meira enn i fjør.
250.000 kr.
i sjonvarpsgrunn
Undir visind, bókmentir
og list eru 250.000 kr.
settar av til sjónvarps-
grunn. Hendan upphædd-
in er tann sama, sum tey
undanfarnu tvey árini.
Annars fevnir hesin
posturin eisini víða. Undir
hann koma bókasevnini,
skjalasavnið, fiskirann-
sókn og annars stovnarnir
á Debesartreð. Tilsam-
ans 14,4 mill. kr. ið eru
tvær meira enn í síðstu
figgjarlog.
Landsbókasavnið fær
1,2 mill. kr., fólkabóka-
sevnini 1,5, Fornminnis-
savnið 1,6, Fiskirann-
sóknarstovan knappar 2
milliónir, Fróðskaparsetr-
ið 2,6, meðan til Heilsu-
frødiligu starvstovuna eru
settar 0,7 mill. kr.
Handil og ídnaður
Til handil og ídnað eru
settar 9,2 mill. kr., sum er
knappliga tvær milliónir
meira enn í játtanini í nú-
verandi figgjarlog.
I Menningargrunnin
verða lagdar 4,5 mill. kr.,
meðan stuðulin til idnad-
arfremjandi endamål er
2,25 mill. kr. Tad er væl
meira enn i fjør, tå 0,7
mill. kr. vóru játtaðar til
idnadarmål.
Undir hendan postin
kemur eisini m.a. arbeiðs-
og bileftirlitið. Til arbeiðs-
eftirlitið eru játtaðar 0,66
mill. kr. Til bileftirlitið
321.000kr.
ÆR
96,6 mill. kr. av 461 fara til samferðslumál og her er hækkingin størst á fíggjarlógini
— 18 mill. kr.
26 mill. kr. fara í grunn til havnagerð.
Myndin er úr Vági og vísir eina av kistunum, sum verða brúktar til havnarútbygg-
ingina har
Meirilutin tók ikki
undir við álitinum
hjá meirilutanum
Fyra av fimm limum i figgjarnevndini åtala harð-
liga framferðina hjá formanninum
Figgjarnevndin fekk ikki hevi til at tosa
saman um endaligu orðingina í álitinum
til
fíggjarlógaruppskotið. Formaðurin
segði, at álitið var endaligt, og vildi einki
Hverki javnaðarflokkurin
ella tjóðveldisflokkurin
kundu taka fult undir við
einum åvisum broti í álit-
inum frá figgjarnevndini
til ta komandi figgjarlóg-
ina. Talan er um álitið hjá
meirilutanum. Tað er for-
maðurin i figgjarnevndini,
Håkun Djurhuus, sum
hevur skrivad ta endaligu
ordingina.
Håkun Djurhuus
Ikki fyrrenn
sama dag
Poul. J. Olsen sigur, at
páskaaftan fekk hann eitt
uppskot til eitt álit send-
andi, meðan tjóðveldis-
menninir í figgjarnevndini
ikki fingu álitið at síggja
fyrrenn fyrrapartin týs-
dagin. Tað var sama dag,
sum álitið skuldi leggjast
fyri løgtingid.
Ti høvdu hverki javn-.
aðar- ella tjóðveldismenn-
inir í figgjarnevndini und-
irskrivað álitið, men á
tingfundi hósdagin løgdu
teir fram eitt uppiskoytis-
álit. Í hesum viðmerking-
unum átala Hilmar Beck,
Poul J
Olsen Jógvan
Durhuus og Signar Han-
sen framferðina hjá for-
manninum i figgjarnevnd-
ini harðliga.
P. J. Olsen
Bert nakrir
stovnar nevndir
Í ti upprunaliga ålitinum
frå meirilutanum, sum
formaðurin Håkun Djur-
huus hevði orðað, verður
funnist at upphæddini í
úrtíðarlenini á almennum
stovnum, men bert stu-
dentaskúlin, HF-skeiðið
og Sjómansskúlin verða
nevndir
Hesum kunnu teir fýra
figgjarnevndarlimirnir úr
javnaðarflokkinum og
tjóðveldisflokkinum íkki
-góðtaka. Teir siga:
— Undir umreðuni av
úrtíðarlenum verða bert
einstakir
fram,
verða
stovnar tiknir
meðan aðrir ikk
nevndir Hetta
ikki
Annars samdir um atfinn
kunnu vit góðtaka
Framhald á síðu 11