leygardagur 1. apríl 1978síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sosialurin
Nr. 24 — 1. apríl 1978
Arbeiðsbólkur havt
fund í Havn um
fornfrødisligu kann-
ingarnar í Grønlandi
Síðan 1974 hava norðurlendskir fornfrødingar
i felag gjørt kanningar av norrønu busetingini
i Grønlandi
Mikudagin hevði ein ar-
beiðsbólkur av norrenum
fornfreðingum fund í
Havn um tær fornfrødis-
ligu kanningarnar, sum
verða gjerdar í Grenlandi
av leivdunum eftir nor-
rønu búsetingina.
Í hesum arbeidsbølki-
num sita fornfreðingarnir
Knut Krogh úr Danmark,
Christian Keller úr Noreg
og Arne Thorsteinson úr
Feroyum.
Tað var í 1974 at norð-
urlendskir fornfreðingar í
felag fóru undir at kanna
norrenu búsetingarnar í
Grenlandi.
Fornfreðingarnir hava
valt at kanna ein dal á
Julianihábleiðini, Qord-
lortoq-dalin, sum merkir
fossadalurin. Seinastu
tvey sumrini eru skráset-
ingar gjørdar av øllum
leivdunum í hesum dali-
aum eftir norrenu búset-
ingina. Um summarið í 76
vóru 25 fornfreðingar í
Grenlandi og gjørdu hesa
skráseting, og í fjør
summar vórðu teir sjey í
tali.
Djúptgangandi
rannsóknir
Arbeiðsbólkurin varð
valdur á einum fundi í
Frederikstad í Noreg í
september mánaða, har 20
fornfreðingar luttóku.
Arbeiðsbólkurin skal
samskipa arbeiðið hjá
fornfrødingunum.
— Vit vita frå tilikum
felags nordurlendskum til-
tøkum sum fyrr eru gjørd,
at tað er ringt at fáa ein so
spjaddan bólk at arbeiða
saman, sigur arbeiðsbólk-
urin.
Uppgávan hjá arbeiðs-
bólkinum er at niðurfesta
tað, sum fornfreðingarnir
hava tosað um, og haraft-
urat at koma við uppskot-
um til djúptgangandi
ransoknir av leivdunum i
Qordlortoq-dalinum.
— Í dalinum eru so
Arbeiðsbólkurin: Frá vingtsu, Arne Thorsteinson år Føroyum, Christian Keller úr
Noreg og Knut Krogh úr Danmark.
nógvar toftir, at tað er 6-
møguligt at kanna tær all-
ar, og ti skulu vit gera
uppskot til arbeidsupp-
gávur, sigur arbeiðsbólk-
urin.
Tær djúptgangandi
fornfreðisligu kanningar-
nar skulu so stuðlast av
náttúrufreðisligum, søgu-
ligum og etnologiskum
kanningum.
Endamálið við kanning-
unum er at lýsa gongdina í
norrenu búsetingini í
Grenlandi, og harafturat
verður serligur dentur
lagdur á at lýsa, hvussu
innan ta
siðmenningina
menniskjuni
norrenu
hava brúkt teir náttúr-
givnu meguleikarnar.
Úrslitið av arbeiðinum
hjá arbeiðsbólkinum verð-
ur nú sent fornfreðingu-
num, sum eru við í arbeið-
inum, og tað skal eisini
verða grundarlagið undir
studningsumsóknunum til
hetta tiltak.
Uttast til vinstru sæst føroyingurin Leon Andreasen
Lidnir við
at skråseta
toftirnar
Fyrsti parturin av forn-
frødisliga arbeidinum
i Qordlortoq-dalinum
i Grønlandi lidugur
Tað var um summarið í
1974, at fornfreðingar úr
ellum norðanlondum —
eisini Føroyum — komu
saman í Narssarssuak í
Grenlandi til ein fund, at
tosa um gransking av
leivdunum frá teirri nor-
rønu búsetingini í Grøn-
landi.
Fundurin kom í lag við
fíggjarligum stuðli frá
Norðurlendska Mentunar-
grunninum. Beinleiðis or-
sekin var ein framsýning,
sum Danska Tjóðarsavnið
gjørdi um Eirik Reyða.
Framsýningin ferðaðist
runt í Nordanlondum, og
var eisini i Føroyum.
Eftir hetta fekk Danska
Tjóðarsavnið nógvar fyri-
spurningar frá fornfreðis-
ligum stovnum í Norðan-
londum. Men savnið sá
sær ikki fori fyri sjálvt at
fara undir kanningar.
Harafturat var talan um
at kanna eina mentan,
sum meira líktist teirri is-
lendsku, føroysku og
vesturnorsku mentanini.
Úrslitið var, at danski
ríkisantikvarurin Glob
vendi sær til Norðurlends-
ka Mentunargrunnin, sum
játtaði at stuðla fundin
figgjarliga.
Toftirnar væl
varðveittar
Á fundinum í Narssarssu-
ak varð avgjørt at fara
undir at kanna í Qordlor-
toq dalinum, sum liggur á
Julianihábleiðini.
Í hesum dalinum hevdu
norðbúgvarnir sjey høv-
udsgardar. Dalurin liggur
soleiðis fyri, at ein góð
mynd fæst av teimum
geografisku umsteðunum,
sum norðbúgvarnir livdu
undir. Harafturat eru
toftirnar ógvuliga væl
varðveittar.
Eitt av hovuðsendamál-
unum við kanningunum er
at fáa eina fullfiggjaða
mynd av virkseminum á
einum garði. Tað er ong-
antid fyrr gjørd ein kann-
ing av einum heilum garði
við ellum úthúsum, rætt-
um o.g.