leygardagur 1. apríl 1978síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 24 — 1. apríl 1978
Síða 11
400.000 kr.
í studningi
Eftir fundin í Narssarssu-
ak varð ein frágreiðing
send til Norðurlendska
Mentunargrunnin, saman
við eini umsókn um
studning.
Um summarið í 76 fyrilá
ein figgjarlig játtan, og
farið varð sama summar
undir at skráseta alt tað,
sum norðbúgvarnir hava
skapt í Qordlortoq-dali-
num. Hetta arbeiðið varð
gjert liðugt um summarið
í 77.
Hvussu nógv verður
gjørt við hetta tiltak aft-
urat, er fyrst og fremst ein
fíggjarligur spurningur.
Higartil hevur Norður-
lendski Mentunargrunn-
urin latið um 450.000 kr. í
studningi til arbeiðið, men
grunnurin hevur í longdini
ikki figgjarligt grundarlag
til at lata studning til ti-
lík sterri projektir. Hann
er fyrst og fremst ætlaður
til at fáa gongd á mentun-
arligt samarbeiði. Grunn-
urin hevur tó meguleika
fyri at útvega studning
gjøgnum ráðharrastovnin,
og fornfreðingarnir hava
fingið at vita, at tað kann
koma uppá tal í hesum
føri.
Aðrir figgjar-
møaniiloikar
Fornfrødingarnir hava eis-
ini eina studningsumsókn
liggjandi frá felagsnevnd-
ini hjá norðurlendsku
granskingarstovnunum. Í
Finnlandi, Sveríki, Noreg
og Danmark eru gransk-
ingarráð, sum lata figgj-
arligan stuðul til ymisk
granskingartiltøk, og fel-
agsnevndin ger viðmælir
til umsóknirnar.
Ein tridi figgjarmøgu-
leiki til tiltakid er, at teir
fornfrødisligu stovnarnir
lata studul.
I ti nordurlendska sam-
arbeidinum, leggja polit-
ikarnir dent å, at tilik fel-
ags tiltøk eisini eru ein
partur av dagliga arbeidi-
num á teimum ymsu
stovnunum. Hetta ber í
sær, at stovnarnir mugu
hjálpa til t.d. við arbeiðs-
megi, sum eisini er ein
figgjarligur stuðul.
Norðbúgvarnir
komu í 985
Eirikur Reyði kom sum
fyrsti norðbúgvi til Gren-
lands um ár 985.
Hann setti búgv í
Brattalíð, sum liggur við
Julianiháb.
Fornfrødingar meta, at
norðbúgvarnir hava búð á
tveimum økjum í Grøn-
landi. Á økinum frá Kapp-
anum og norður til Í vigtut
og við fjørdin aftanfyri
Godthåb.
Granskingarnar av nor-
rønu búsetingini í Grøn-
landi byrjadu sidst i 1800-
talinum. Tad var polar-
granskarin Gustav Holm,
sum stóð fyri hesum. Da-
niel Brun, sum m.a. er
kendur í Feroyum fyri at
hava lagt grundarlagið
undir fornfreðisligu
granskingina av bygn-
ingsmentanini í Føroyum,
tók við eftir hann. Síðan
hevur danska tjóðarsavn-
ið skipað fyri fleiri forn-
freðisligum kanningum í
Grenlandi.
Føroyskir
fornfrødingar
eisini verid vid
I hesum arbeidi hava før-
oyskir fornfrødingar eisini
verid vid. I 40-unum tok
Sverre Dahl lut i fornfrød-
isligum kanningum í
Grenlandi, og í 62 og í
70'unum hevur Arne
Thorsteinson verið við.
Undir ti arbeiði, sum hev-
ur verið gjert seinastu
tvey árini, hava Símun
Arge og Leon Andreasen
eisini luttikið.
Frá uppmátingunum í Qordlortoq-dalinum
Framsýning
Um tiltakið í Qordlortoq
fær fíggjarligan stuðul,
og sostatt kann halda
fram, er ætlanin at alman-
nakunngera úrslitið.
Eisini er ætlanin at gera
eina framsýning, sum skal
ferðast runt í Norðan-
londum.
Tað búgva í dag eski-
moarar á ti økinum, sum
verður kannað. Teir liva á
sama lívsgrundarlagi sum
norðbúgvarnir, og ætlanin
við framsýningini er at
samanbera stødu og livi-
hátt teirra við støduna og
liviháttin hjá Norðbúgvu-
num. Samstundis vil ein
tilik framsýning fremja
upplýsing um Grønland í
hinum Norðanlondunum.
Ein íslendskur fornfreðingur hyggur at eini av toftunum
Eitt samarbeiði
at vera við í
— sigur Arne Thorsteinson um fornfrødisli
kanningarnar í Grønlandi
— Ofta kemur onki veru-
liga praktiskt burtur úr
norðurlendskum
samar-
beidi, men innanfyrieitt til-
tak sum fornfreðisligu
kanningarnar í Grenlandi
eru meguleikar fyri einum
góðum samarbeiði. Hetta
er eitt samarbeiði, sum vit
hava meguleika fyri at
vera við í. Tiltakið er av
eini stedd, sum vit veru-
liga eru førir fyri at taka
lut í, og harafturat hava
vit fakligar meguleikar
fyri ti, sigur Arne Thor-
steinson, fornfreðingur.
Hann hevur sjálvur ver-
ið við í fornfreðisligu
kanningunum í Grenlan-
di.
Hann sigur, at sum
fornfrødingur e: tað neyd-
ugt at fáa nýggjar hugs-
anir og nýggja insperati-
ón. Hetta er serliga neyð-
ugt, tá tað snýr seg um at
tolka og brúka tað, sum
vit vita.
— Hetta er serliga trup-
ult hjá okkum, tí vit liggja
so isoleradir, sigur Arne
Thorsteinson.
Men hinir fornfrøding-
arnir leggja eisini dent á,
at eitt tílíkt samarbeiði
hjålpir ellum fornfrødis-
ligu stovnunum at loysa
teir ósvaraðu spurningar-
nar.
Eitt úrslit
Arne Thorsteinson sigur,
at hann longu kann vísa á
tvey ting, sum hann bein-
leiðis hevur fingið burtur
úr arbeiðinum í Gren-
landi. Annað er ein grein í
seinastu bók av Fróðskap-
arriti, um seyðahald í Før-
oyum, meðan hitt eru teir
vit veruliga hava
møguleika fyri
fyrilestrar, hann helt í út-
varpinum í januar mánað í
ár.
— Bæði hesi verkini eru
um feroysk evnir, men in-
speratiónina til tey havi
eg fingið í Grenlandi,
sigur Arne Thorsteinson.
AAA AAA AA AA
Framhald frå sidu 3
ingarnar vidvikjandi ur-
tidarlønum yvirhøvur.
Samstundis gera hesir
fýra tingmenninir vart
við, at ovurnýtsla á ellum
almennum økjum eigur
ikki at vera loyvd uttan
góðkenning av figgjar-
nevndini.
Studnings-
veitingarlóggávan
Eitt annað brot í álitinum
um studningsveitingar-
lóggávuna kundi eisini
misskiljast, meina teir
fýra limirnir í meiriluta-
num.
Hetta brotið er soljóð-
andi:
„Samstundis må figgj-
arnevndin åsanna, at tann
loggåva å vissum økjum,
ið tingið hevur skapt, er
so háttað, at hon kann
undir ávisum førum vísa
seg í royndum so krav-
mikil, at samfelagið kann
koma at hava ilt við at
klára sínar skyldur.
Hugsað verður her ser-
stakliga um studnings-
veitingarlóggávuna. Tann
tíð var, tá heilt aðrar for-
treytir vóru galdandi fyri
búskaparligu menning
okkara og var tá studn-
ingslóggávan fyri neyðini.
Men er vandi fyri nú, at
vit kunnu fara í eina skei-
va grøv, og tað fara vit í
somu letu, vit ikki makta
at lúka lógarbundnar
skyldur.«
Í tann mun
búskapurin orkar
Teir somu fýra limirnir
siga, at hendan orðingin
kann misskiljast. Teir
leggja áherðslu á, og
halda tað vera neyðugt, at
prisstudningsskipanir til
fiskivinnuna framvegis
eiga at vera í gildi. So-
muleiðis halda teir, at
studningur eigur at verða
latin eftir tervi og í tann
mun figgjarliga beriorkan
loyvir.
Figgjarnevndarlimirnir
ur javnadarflokkinum og
tjóðveldisflokkinum siga
at enda:
— Hóast fýra av fimm
nevndarlimum í meiriluta-
samgonguni vóru samdir
um at gera broytingar í
orðingini av uppskoti
figgjarnevndarformans-
ins, var hetta blankt av-
vist. Slíka framferð åtala
vit harðliga.