Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Metingarnevndin farin til verka Sorinskrivarin hevur nú sambært teirri sonevndu krígslógini frå 1942, åtnevnt ein lim í metingar- nevndina, sum skal áseta prísin á tí eki omanfyri Servág, sum skal ognartakast í sambandi við longjanina av flogvellinum. Tað er Ove Frederiks- berg í Klaksvík, sum saman við Jarðaráðnum og landbúnaðarráðgevanum, Hanusi Wardum, skal avgera, hvussu nógv eigararnir av tí tikna eki- num skulu fáa fyri m*. Nevndin velur sjálv formann, men av tí, hon ongan fund hevur havt, er hesin ikki valdur enn. Limirnir í nevndini hava kortini havt samband hver við annan og gera nú, hver í sínum lagi, ymsar kanningar í málinum. Prísurin, sum nevndin ásetur, er endaligur og eigararnir hava ikki meguleika at appellera. Eigararnir hava annars mótmælt at »krigslog- in< verður brúkt til ognartøkuna og hava gjøgn- um sakferara sín biðið landsstýrið um ein fund. Hetta var í januar og játtaði landsstýrið, men enn hava partarnir ikki hitst. Arbeiðið uppá longjanina byrjaði fyrst í mars mánað. Prutlini tiið kemur á staðið Prutlini skulu nú hava eitt nýtt slag av num- marplátum. Tær gomlu rundu pláturnar verða út- skiftar við fýrakantað- ar plátur, sum eru nak- að væl sterri, av nakað somu stødd sum tær gomlu fýrakantaðu nummarpláturnar. Nýggju pláturnar eru hvítar við svørtum tøl- um Politiið sigur, at beinleiðis orsekin til at hesa nýggju pláturnar eru tiknar í nýtslu er, at tær gomlu vóru so smáar, at tær vóru ringar at síggja Øl] nýggj prutl og gomul, sum verða nýggjar nummarplátur Í ferðsluóhappum eru prutlini ofta horvin, tá poli- skrásett av nýggjum fáa nýggju pláturnar. Politiið sigur, at tað ofta kemur fyri, tá prut] eru við í einum ferðsluóhappi, at tey eru horvin, tá politiið kemur á staðið. Tað hendir eisini, at vin- menn geva prutleigar- unum eina hjálpandi hond, soleiðis, at teir beina fyri prutlinum, áðrenn politiið kemur, um eigarin ikki sjálvur er ferur fyri tí. Politiið er ikki í iva um, at hetta verður gjørt, ti prutlini eru 6- lóglig. Revsingin fyri at koyra við ólógligum prutli, er ein rættuliga stór bót. sosialurin Nr. 25 — 5. apríl 1978 kring oyggjarnar Vinarbýarstevna i Havn í summar — luttøka úr teimum fimm vinarbyunum og kanska eisini Mariehamn og Godtháb Í summar verður ein vin- arbýastevna hildin í Havn. Stevnan varar í triggjar dagar, men tað er enn ikki avgjert, um hon verður síðst í juni ella fyrst í juli. Slíkar stevnur verða hildnar annadhvørt ár, tann fyrsta var í Birkerod í Danmark í 1968 og nú verður so tann síðsta í hesum umfarinum hildin í Havn. Í 1980 verður Birkered aftur vertur. Skráin fyri stevnuna í summar er ikki løgd enn, upplýsir Petur Christian- sen, býráðsformaður. 6 vinarbýir Tórshavn tekur lut í vin- arbýasamstarvi við Jac- obstad í Finnlandi, Eslev í Sveríki, Asker í Noregi, Birkered í Danmerk og Garðabæ í Íslandi. Tað eru býráðini og norrenu felegini í hesum býum, sum skiftast um at standa fyri stevnunum, soleiðis at býráðini bjóða býráðslimum og norrenu felegini limum í hinum feløgunum. Petur Christiansen, sig- ur, at teir vænta einar 12 — 14 gestir i miðal frå hinum byunum. 60 lodnutúrar Tey 12 føroysku nótaskip- ini, sum tóku lut i lodnu- veiduni i år, gjørdu til- samans 60 túrar og veiddu 36.305 tons. Tað tók skip- unum góðar tveir mánaðir lat fiska kvotuna, veiðan byrjaði 11. januar og end- aði 15. mars. Niðanfyri eitt yvirlit yvir lodnuveiðuna: miðal tonsatal tons túrar fyri túrin Krúnborg 5.601 7 800 Chr. í Grótinum 4,573 7 635 Jupiter 4.034 7 576 Sj. Tollaksson 3.466 6 578 Skålafossur 3.465 5 577 Polaris 3.249 6 541 Sigmundur Brestisson 3.012 3 1004 Durid 2.538 5 517 Nyborg 2.550 6 425 Gøtunes 2.050 3 683 Norðborg 1.666 3 555 Boðanes 56 2 28 66%. røde Bjargtange B PeiðatjøF skar sne på; Oku + ip 84* Lodnan ferðast fram við islendsku strondini, 50 — 60 fjórðingar úr landi. Føroysku Tórshavn — hevur vinir í hinum Norðurlondunum Gestirnir gjalda sjálvir ferðirnar til og úr Feroy- um og mat og uppihald Í fjør veiddu føroyingar 24.538 tons av lodnu, men tá var kvotan 25.000 tons. Umframt tey 12 nevndu skipini hevdu trý fingið loyvi frá landsstýrinum til at fiska lodnu, men hesi brúktu ikki loyvini. Tey trý skipini eru Havernin, Saturn og Ísborg. Sr mm Km skipini fylgdu henni år Grimsey suður um Hvalsbak, úti fyri Høfn í Hornafirði = her. Hinvegin verður bý- ráðið vertur við ein døg- urða og tað skipar eisini fyri útferðum. Norrena felagið hevur ein part av hesum kostnaðinum. Mariehamn og Godtháb møguliga við Petur Christiansen upp- lýsir, at tað er í umbúna at bjóða umboðum úr Marie- hamn í Álandi og Godtháb við til stevnuna í summar. Hesir býir hava ikki verið við fyrr, men fyri tveim- um árum síðani vóru um- boð úr Havnini boðin til eina stevnu í Mariehamn. Annars upplýsir Petur Christiansen, at tað hevur í nekur ár verið samband millum Havnina og hesar báðar býirnar um vinar- býasamstarv og Godtháb og Tórshavn gerast mø- guliga vinarbýir longu í heyst. S/ KJARTAN '5/ DALSGAARD “Á UMBODS HOYDALSVEGUR 8 TLF 15222 HEIMA TLF 12940