mikudagur 5. apríl 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 25 — 5. apríl 1978
Síða 5
Vilja
banna
píkunum
Tveir byrådslimir sent
Térshavnar Byråd åheitan : F
um at banna pikunum
Býráðslimirnir Heðin
Mortensen og Jákup Sune
Jacobsen hava sent Tórs-
havnar Býráð eitt bræv,
har teir heita á býráðið um
av nýggjum at viðgera
eitt uppskot um at banna
allari koyring við píka-
dekkum í Havnini.
Býráðslimirnir vísa til
eitt bræv, sum varð sent
býráðnum í desember
mánaða í 1975.
Í hesum brævi verður
heitt á býráðið um at ar-
beiða fyri, at tað sum
skjótast verður sett bann
fyri allari koyring við
píkadekkum í Havnini.
Skitin og
tvitin býur
Í grundgevingini í hesum
brævinum verður sagt:
— Útreiðslurnar til bet-
an og asfaltering av veg-
unum í kommununi hava
verið umleið 2.340.000,-
kr. í árinum frá 1. okt.
1974 til 31. sept. 1975.
Av hesum peningi er
nógv tann størsti parturin
nýttur til skaðar og ábet-
ur í vetrarhálvárinum.
Sum kunnugt varð forboð
sett fyri koyring við píka-
dekkum frá mai til okt. í
ár, og vit hava sæð, at hó-
ast nógv og tung koyring
hevur verið á vegunum
hesa tíðina, so hava teir
hildið hampuliga væl, teir
vóru reinir og tað bar til at
halda teir.
Men longu fáar dagar
inn í oktober, tá ið píka-
dekkini vóru farin at koma
aftur, sást stórur munur
á, og vit vita, at tað bara
versnar, og at tað er vón-
leyst hjá kommununi at
gera nakað við at halda
vegirnar reinar.
Uttan so at býráðið
samtykkir forboð fyri
píkadekkum alt árið, so
noyðast vit at tola bæði
tær stóru útreiðslurnar til
at beta vegirnar og tola
tað sum verri er: Ein
skitnan og tvitnan bý, har
tað er soleiðis, at tá ið
veðrið er vátt, so fært tú
ikki verið í býnum fyri
evju og runu, og tá ið tað
er turt, so fært tú ikki
verið fyri dusti um eyguni
og næsarnar.
Píkar á øllum fýra
hjólunum
Fyrra brævið var til við-
Fyri at beta um vegirnar í Havnini verður roynt at
javna ferðsluna út á fleiri vegir
Píkarnir gera sítt til at vegirnir ikki halda
gerðar í teknisku nevndini
og ferðslunevndini hjá
Tórshavnar Býráð. Málið
varð eisini sent landsverk-
froðinginum, og úrslitið
var, at landsstýrismaður-
in í vegamálum tók sær av
málinum.
— Tað løgna sum hendi
var, at landsstýrið fyrst
ætlaði at seta fullkomuligt
bann fyri pikum, men síð-
ani avgjørdi at píkar
skuldu vera á ellum fýra
hjólunum.
Tað løgna var eisini, at
eg sum formaður í tekn-
isku nevnd ongantið varð
kontaktaður, sigur Jákup
Sune Jacobsen.
Eftir galdandi skipan er
koyring við píkadekkum
loyvd frá 16. oktober til
30. april.
Brævið, sum Jákup
Sune Jacobsen og Heðin
Mortensen nú hava sent
býráðnum kemur til við-
gerðar í teknisku nevndini
eftir at tekniska deildin
hevur gjert sínar viðmerk-
ingar.
Vita hví vegirnir
ikki halda
Trygvi Guttesen, verk-
freðingur á teknisku deild-
ini hjá Tórshavnar býráð,
sigur, at teir í dag vita,
hví vegirnir í Havnini
halda so illa.
— Píkarnir hava sína
skuld, men við at banna
koyring við pikadekkum,
eru vegtrupulleikarnir í
býnum ikki loystir. Or-
sekin til at vegirnir halda
so illa er stutt sagt, at teir
eru ov smalir, og at ferðsl-
an er ov stór, sigur Trygvi
Guttesen.
Hann sigur, at tað at
vegirnir eru so smalir ger,
at sporslitið verður í ein-
um stað, og tað má tað
ikki. Tað einasta, sum
kann halda á teimum
smalu vegunum við nógv-
ari ferðslu er stál. Sjálvt
ikki armerað betong held-
ur.
— Fyri at loysa veg-
trupulleikernar, arbeiða
vit stutt sagt fram ímóti
at javna ferðsluna í Havn-
ini å fleiri vegir, sigur
Trygvi Guttesen.
Hann visir eisini å, at
spurningurin viðvíkjandi
pikadekkum kann loysast
å fleiri måtar. T.d. kundi
bann verði sett fyri allari
koyring við pikadekkum,
men síðan givið undan-
taksloyvi til tey, sum av-
gjørt hava fyri neyðini at
koyra við píkum, t.d. fólk,
sum búgva norðanfyri og
arbeiða í Havn.
kring oyggjarnar
Rútar brotnir
í Havn
Sunnunáttina vórðu
fleiri rútar brotnir í
Havn. Í Målingahandl-
inum við J. <. Svabos-
getu varð ein heilt
stórur rútur brotin, og
eisini ein rættuliga
stórur rútur varð brot-
in í Zanzibar. Afturat
hesum vórðu eisini
tveir rútar í privatum
húsum knústir.
Politiið hevur tikið
tveir mans, sum hava
viðgingið, at teir hava
framt herverkið. Teir
vóru ávirkaðir av rús-
drekka.
Kvívíkar kirkja
fær umvælingar
Kvivikingar eru farnir
undir at umvæla kirkj-
una og geva henni ym-
iskar ábetur. Arbeiðið
verður gjert í stigum
og tað fyrsta verður
væntandi liðugt á Hvi-
tusunnu. Kirkjan skal
m.a. hava nýggjan
hitaútbúnað og isoler-
ing. Meðan umvæling-
in fer fram verða guds-
tænasturnar í skúla-
num. Kvívíkar kirkja
verður 75 ár í hesum
árinum, hon varð vigd í
desember 1903.
Stjól bil og
koyrdi útav
Leygarnáttina varð ein
veruvognur stolin
norðuri á Sundi í Norð-
depli. Tann ella teir,
sum tóku bilin, fingu
ikki hevi til at seta
hann upp á pláss aftur,
ti á vegnum oman til
flakavirkið í bygdini
koyrdu teir út av veg-
num, so bilurin endaði
hálvur í sjónum.
Seinasti
fyrilesturin
um Vágs sýslu
Fimti og seinasti fyri-
lesturin um Vága sýslu
verður í fyrilestrarsal-
inum á Debesartreð í
annaðkveld kl. 20.
Evnið hesa ferð er
sýslu- og kommunu-
viðurskifti, og tað er
Marni av Kåk, sýslu-
maður, sum heldur
henda fyrilesturin.
Hesin fyrilestur
skuldi verið hildin fyri
páskir, men hann varð
útsettur vegna sjúku.
Innbrot
í Atlantis bio
Á middegi leygardagin
fekk politiið í Klaksvík
fráboðan um, at inn-
brot hevði verið í At-
lantis bio. Ein rútur á
eystaru síðu á húsinum
var brotin, men tað
loysti seg neyvan. Ein-
ans 10—12 ljósar øl
vóru tiknar, sjálvandi
av tí lokala slagnum.
Aftur undir
radarkanningar
heilt skjótt
Tey, sum koyra ov
skjótt eru ikki gloymd,
sigur politiið í Havn.
Ongar radarkann-
ingar eru gjerdar síðan
í heyst, tá politiið
gavst við ferðkanning-
unum. Men nú verður
farið undir hesar kann-
ingarnar aftur heilt
skjótt.
Radarútgerðin hevur
verið í Danmark til
kanningar, og er aftur-
komin. Hetta er ikki
gjørt, ti hon var í ólagi,
men bert tí at vit vilja
tryggja okkum, at hon
virkar sum hon skal,
sigur politiið.
Endaði á neystataki
eftir 33 metrar í luftini
Leygarnáttina var eitt
ferðsluóhapp á Stykk-
inum, miðskeiðis mill-
um brúnna og tað van-
damikla svingið á
Stykkinum, har fleiri
ferðsluóhapp hava ver-
ið.
Ein bilur, sum kom
koyrandi norðureftir,
fór út av vegnum, og
endaði á liðini á einum
neystataki.
Politiið upplýsir, at
bilurin fyrst er farin út
í grúsið í hegra veg-
jaðara, síðani tvertur
um vegin, og út av í
vinstru síðu.
Frá vegjaðaranum
og til neystaloftið vóru
33 metrar, og eftir
sporunum í vellinum at
døma, hevur bilurin
bert eina ferð nortið við
vellin. Eftir hesum at
dema hevur bilurin
havt nógva ferð, sigur
plitiið.
Triggir ans vóru i
bilinum. 1. í vóru allir
fluttir á landssjúkra-
húsið. Tann eini slapp
heim aftur eftir viðgerð
á skaðastovuni, meðan
hinir báðir vórðu inn-
lagdir. Teir hevdu
fingið heilaskjálvta.