Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. januar 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 8 - 13. januar 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Eg hvakk ikki sørt við týs- kvøldið, tá Útvarpið ringdi til mín og vildi hava at vita, hvat lá í yvirskriftini á for- síðuni og inni í blaðnum fyri í gjár. „Javnaðaðar- flokkurin við í fullveldis- málinum“ ljóðaði yvir- skriftin, og henda hevði sjálvandi vakt forvitnið hjá útvarpsmanninum. Eg hevði eina samrøðu við blaðmannin, og eg fekk greinina til gjøgnumlestur, áðrenn hon varð prentað. Og hon var í lagi. Millum okkum báðar var eingin miskiljing. M. a. førdi eg fram um hesar báðar fundirnar, sum hava verið millum lands- stýrið og Javnaðarflokkin: • Møguleikin fyri at vit kunnu vera við í einum upp- leggið til samráðingar er ikki útlokaður. (So leingi seinasti fundur ikki hevur verið, so er ikki siðvenja at skera bondini av) • Partarnir skilja betur støð- una hjá hvørjum øðrum. (Skilja retorikkin hjá hvørj- um øðrum) • Landsstýrið veit, hvar vit standa, og vit vita, hvar teir standa. (Vøllurin er kritaður upp) • Vit hava ikki útvekslað nakað skrivligt tilfar millum partarnar. Nú mugu tit also taka tykkum saman á Sosialinum • Verður talan um eina skipan í einum felagsskapi (við Danmark), so eru møg- uleikarnar til staðar. • Verður talan um eina skipan uttan fyri ein felags- skap (við Danmark), so eru vit ikki við longur. • Fundirnir hava verið góð- ir • Vit hava als onga tilsøgn givið um nakað sum helst • Vit bíða eftir fundarboð- um Hvussu Sosialurin út frá slíkari samrøðu kann fáa seg til at gera slíka yvirskrift á bæði samrøðuni og á for- síðuni, tað skulu Gudarnir vita, men tað er als einki samband millum yvirskrift og innihald. Slíkur journalistikkur er júst ikki álitisskapandi. Jóannes Eidesgaard Givin út í pørtum – Starvsfólkapolitikkur landsstýrsins setur karmar fyri tí høvuðspolitikki, sum er galdandi í almennu fyri- sitingini, sigur Marjun Han- usardóttir, løgmansstjóri. – Starvsfólkaviðurskifti, sum eru ásett í lóg, sáttmála og reglugerð, eru ikki end- urgivin í starvsfólkapoli- tikkinum, og ansast má tí eftir, at slíkar ásetingar eis- ini verða fylgdar, tá talan er um at fremja starvsfólka- politikkin í verki, sigur hon. Starvsfólkapolitikkurin verður givin út í pørtum og er hetta fyri at fyrisitingin skal fáa tíð til at seta part- arnar í verk, so hvørt sum teir koma út. – Á henda hátt fær ein- staki stovnurin eisini høvi til at elva til kjak og fáa íblástur til at menna starvs- fólkapolitikkin á staðnum, heldur løgmansstjórin Starvsfólkapolitikkurin fer tí eisini at innihalda veg- leiðingar og dømi um, hvussu nærri kann verða fyriskipað í sambandi við ávís viðurskifti. Ætlanin er at starvsfólkapolitikkurin sum amboð skal elva til, at nádd verða tey høvuðsmál, sum landsstýrið hevur boð- að frá og tey mál, sum ein- staki stovnurin setur sær, sigur Marjun Hanusardóttir. Løgmaður hevur yvirskipaðu leiðsluna – Almenni starvsfólkapoli- tikkurin skal tryggja tann týdning, sum mál, mið og menning hava fyri at skapa trivna, dygd og samstarv, sigur Anfinn Kallsberg, løg- maður, ið sum Føroya Løg- maður er ovasti starvsfólk- aleiðari í almennu fyrisit- ingini - og sum varðar av yvirskipaða starvsfólkapol- itikki landsins. Hann sigur, at almenni starvsfólkapolitikkurin fer at seta út í kortið leiðreglur fyri, hvussu farast skal fram í starvsfólkapolitiskum við- urskiftum innan almennu fyrisitingina. – Dagliga ábyrgdin av starvsfólkunum og soleiðis eisini ábyrgdin fyri einum virknum starvsfólkapoli- tikki liggur hjá tí einstaka stjóranum, og tað verður tí hann, sum hevur ábyrgdina av, at felags starvsfólkapol- itikkurin verður lagaður til serligu viðurskiftini á stað- num, sigur Anfinn Kalls- berg. Løgmaður vísir eisini á, at sum fyrisiting løgmans orðar Løgmannsskrivstovan starvsfólkapolitikkin í tøtt- um samstarvi við aðalstýr- ini og stovnar tess. Løg- mansskrivstovan hevur um- sjón við, at starvsfólkapoli- tikkurin verður settur í verk og fer eisini at vera til reiðar at geva ráð og vegleiðing um starvsfólkapolitisk við- urskifti. – Tað er mín vón, at starvsfólkapolitikkurin verður væl móttikin og sum frá líður gerst ein natúrligur og støðugur liður í landsins fyrisiting, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Samráðingar við danir nærkast SAMRÁÐINGARNAR við danir um eina nýggja avtalu millum Føroyar og Danmark gjørdist sum øllum kunnugt jólatrøll. Ætlanin var at fara undir hesar samráðingar í farna ári og helst hava eina ella aðra loysn í mál- inum fyri nýggjár. ORÐATAKIÐ sigur, at „leingi er tað, ið væl skal verða“, og hetta megu vit helst eisini fara at sanna í hesum málinum. Vit hava fyrr á hesum stað víst á, at tað er skeivt fyri ikki at siga ábyrgdarleyst at skunda ella trumla hetta stóra álvarsmál ígjøgnum og hava eisini har víst til orðatakið, at „hastverk er lastverk“. NÚ eru tað sjálvandi tey, sum halda, at nú er bíðað nokk eftir eini loysn í hesum máli. Tað vera tað tó fleiri meiningar um. Broytingar í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar er so mikið stórt og álvarsligt mál, at tað skal hava sína tíð. Og sum í øllum øðrum lívsins viðurskiftum er neyv og góð fyrireiking ein meginfortreyt fyri at røkka einum góðum úrsliti. Hetta málið er einki undantak sum so. FLEIRI fyrireikingar eru gjørdar, eitt nú hava vit fingið Hvítubók, vit hava fingið Caragata- frágreiðingina, vit hava havt orðaskifti á tingi og í fjølmiðlunum um hetta málið osfr. Hóast her fyriliggja nógvir áhugaverdir upplýsingar, so hevur tað neyvan sannført ein meiriluta av Føroya fólki um, at tað er rætt her og nú at staðfesta fullveldið Føroyar. Hetta er ein pro- sess, sum krevur at búnast til tess at kunna sodna. Tú hevur heldur ikki eitt einfalt svar uppá hetta málið. Tað er nógv størri enn so. LØGMAÐUR hevur í hvussu er gjøgnum- hugsað støðuna síðani hann á sinni gjørdi avtalu við Tjóðveldisflokkin. Hann er ikki so avgjørdur longur, tó at hann framvegis er sannførdur um málið. Men hann vil hava eina breiða semju, og hana fær hann ikki, er Javn- aðarflokkurin ikki er við. Og her hevur for- maðurin í Javnaðarflokkinum gjørt púra greitt, at flokkurin er bert við í eini komandi avtalu við Danmark, um hon verður innan fyri ríkis- felagsskapin. Og í hesum fær flokkurin stuðul frá stórum parti av fólkinum. SEINASTU úttalilsini hjá formanni Javnað- arfloksins vísa, at flokkurin stendur fast við hesa støðu, og spurningurin er so, hvat sam- gonguflokkarnir vilja spæla út við fyri at taka hædd fyri hesi støðu Javnaðarfloksins!!! Hetta hevur løgmaður enn ikki grett orð um, og tí verður áhugavert at síggja og hoyra, hvussu leikur fer fram komandi vikurnar. Flestu før- oyingar vilja broytingar í viðurskiftunum við Danmark. Vilja størri sjálvbjargni. Spurning- urin er bara, hvussu og nær hetta verður gjørt. Løgmaður hevur eina stóra og torføra upp- gávu at sjóva saman tey ymsu sjónarmiðini. Vónandi er hann eins góður diplomatur í verki eins og hann tykist vera tað í orð og tal. Sjálvstýrismálið ella fullveldismálið liggur nú í hondum løgmans. EIRIKUR LINDENSKOV Nú er uppsagnarpolitikkur- in hjá tí almenna settur í gildi. Uppsagnarpolitikkur- in er partur av almenna starvsfólkapolitikkinum, og er hann sendur stovnum og yrkisfeløgum. Arbeitt verður framhald- andi við at orða ymisku partarnar av starvsfólkapol- itikkinum. Uppsagnarpoli- tikkurin er fjórði partur, sum settur verður í verk, sigur løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi. Hinir partarnir eru: Set- anarpolitikkur, starvsfólka- samrøður og útbúgvingar- politikkur. Í næstum verða partarnir um Arbeiðsumhvørvispoli- tikk og um Starvsfólkalut- tøku í sambandi við avger- andi broytingar á arbeiðs- plássum, settur í verk. Bólkurin, sum arbeiðir við at orða einstøku partar- nar av starvsfólkapolitikki- num, arbeiðir í løtuni við at orða uppskot til m. a. eldra- politikk og rúsevnispolitikk. Tað almenna sett í gildi uppsagnarpolitikkin Løgmansskrivstovan hevur nú orðað almenna uppsagnarpolitikkin, sum er partur av starvsfólkapolitikkinum hjá tí almenna EIRIKUR LINDENSKOV Komandi leygardag klokk- an 14 heldur Kristen Thy- me, sum er talilærari við nógvum royndum í Dan- mark, fyrilestur fyri stam- arum, avvarðandi teirra og øðrum áhugaðum um hennara máta at arbeiða við stamitrupulleikum uppá. Kirsten Thyme ferðast nógv kring um í heiminum og greiðir frá hesum mát- anum, »accentmátin«, ið hon hevur verið við til at ment. Fundurin verðu í MBF- húsinum. Aftan á fundin, klokkan 15, verður stovnandi aðal- fundur av felagnum fyri fólk, ið stama og avvarð- andi teirra. Fyrireikararnir vóna, at fólk møta fjøl- ment. Fundur fyri fólk ið stama – og stovnandi fundur av felag Fríggjadagin hátíðarhelt Bogi á Steig 25 ára starvs- dag sín sum skúlabarna- tannlækni í Klaksvík. Tað er kortini ikki bara hann, sum hevur verið so leingi á stovninum: Mal- an Thomsen hevði eisini 25 ára starvsdag sum tannklinikkassistentur — og »the Grand old Lady«, Skúlatannlæknastovan í Klaksvík gott arbeiðspláss Lena Gerðalíð, kundi eisini hátíðarhalda sín 33 ára starvsdag sum tannklinikkassistentur. Aðrar damur, sum eru á skúlatannlæknastovuni í Klaksvík, hava verið á stovninum í 14 og 12 ár. So talan má vera um eitt gott arbeiðspláss, siga tey úr Klaksvík. Eitt gott ar- beiðspláss Bogi á Steig og Malan Thomsen hava havt 25 ára starvsdag á Tannlæknastovuni í Klaksvík, meðan Lena Gerðalíð hevur verið har í 33 ár Mynd: Dávur Winther Vilja veita borgarum betri tænastu Gamla posthúsið í Havn verður nú innrættað til býráðshøll við postavgreiðslu og snarskivu. Teknisku deildirnar hjá býráðnum skulu eisini hýsast har EIRIKUR LINDENSKOV Mikil umbygging fer fram á gamla posthúsinum í Havn. Tað er Tórshavnar býráð, sum nú eigur post- húsið, eftir at Postverkið flutti høvuðsposthúsið í gamla bygningin hjá Idé Møblum við Hoyvíksvegin. Tað eru Byggideildin, Tekniska Deild, Gartnara- deildin og Umhvørvisdeild- in hjá býráðnum, sum skulu húsast á posthúsinum, men sum nakað nýtt er býráðið í ferð við at innrætta eina snarskivu, har borgarar skulu kunnu fáa skjótar og greiðar upplýsingar um mál, sum býráðið í eini handa- vend kann svara teimum. Slík mál kunnu t. d. vera sosialmál, smærri byggimál og teknisk mál. – Endamálið er, at vit skulu kunna veita borgaru- num eina tíðarhóskandi og betri tænastu, sigur Leivur Hansen, borgarstjóri. – Vit hava valt at kalla tað eina snarskivu, men um tað verður endaliga heitið er ikki greitt enn, sigur borg- arstjórin. Leivur Hansen heldur, at eini 80% av vanligu fyri- spurningunum kunnu svar- ast við eina slíka snarskivu, sum samstundis ger, at betri stundir verða til at taka sær av øðrum málum í fyrisit- ingin, sum taka meiri tíð. Ætlanin hjá býráðnum í Havn er eisini at gera eitt innanduratorg, har av- greiðslan hjá Posthúsinum fyrr var. Høgrumegin verður framvegis ein postav- greiðsla, meðan avgreiðslan hjá býráðnum verður hinu- megin. Postboksir verða framvegis í gamla posthúsi- num í miðbýnum. Ætlanin er eisini, at høvi skal vera at hava listafram- sýningar í nýggju býráðs- høllini. Tórshavnar býráð hevur í dag stóran tørv á plássi, sig- ur Leivur Hansen. Í miðfyrisitingini hjá bý- ráðnum starvast nú eini 50- 60 fólk, og er tað meira, enn tað var áðrenn hópuppsagn- irnar í kreppuárunum 1991/ 92, tá stórur partur av starvsfólkunum hjá býráð- num vórðu søgd úr starvi og deildir lagdar niður. Tað eru nøkur ár síðani, at Tórshavnar býráð keypti bygningin frá Postverki- num, sum kortini ikki heilt er flutt úr bygninginum. Av- tala er gjørd millum býráðið um, at Postverkið leigar 140 fermetrar av 1.400 fermetra stóra bygninginum í fyribils tíggju ár, Gamla posthúsið í Havn varð bygt fyrst í øldini. Nýggjari bygningurin, sum stendur út móti Tórsgøtu er bygdur miðskeiðis í øldini eins og millumbygningurin, har postavgreiðslan hevur verið seinastu nógvu árini. Niðan fyri gamla Posthúsið var ein vakur urtagarður, og standa enn onkur av vøkru trøunum við Tórsgøtu. Millum bygningin hjá Mariu Poulsen og Posthúsið var í sínari tíð ein gøta, sum býráðið nú ætlar at endur- skapa, so møguligt verður hjá fólki at ganga tann vegin Býráðssalurin umvældur EIRIKUR LINDENSKOV Býráðssalurin í Havn hevur seinastu tíðina fingið eina »andlitsviðgerð«, sum borgarstjórin í Havn, Leivur Hansen málber seg. Húsið, ið fyrr var mein- igheitshús, varð heldur slit- ið, og hava teir tí m. a. skift út gólvini. Samstundis er dururin broyttur, og glas- veggir uppsettir, so betur sæst út í gongina. Fýrrúmið er tikið burtur og flutt úr húsinum, og førir hetta við sær, at betur pláss er í eysturendanum, sigur Leivur Hansen Býráðið hevur júst gjørt av at innføra talutíð til bý- ráðslimirnar, og í hesum sambandi verða klokkur settar upp, so talararnir síggja, hvussu nógv er eftir at talutíðini Talan verður kortini ikki um slíka fína teldustýrda at- kvøðuskipan, sum løgtingið fekk fyri nøkrum árum síð- ani, sigur Leivur Hansen. eftir vakrari gongugøtu. Leivur Hansen, borgar- stjóri í Havn Gamla posthúsið í Havn verður nú umbygt at húsa miðfyrisiting býráðsins Mynd: Jens Kristian Vang Vágsbotnur - FO-100 Tórshavn - Tel. 320840 - Fax 317782 Sosialurin - 311820 Stóra útsølan byrjar í LEI í morgin Ger kvettið! Nógv góð tilboð! Nógv góð tilboð! Ger kvettið!