Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. januar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 8 - 13. januar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 8 - 13. januar 2000 Kommunulækni ávarar: Ringasta influensa í fleiri ár – Influensan, sum nú gongur, er ræð- andi, tí serliga eldri og veik kunnu blíva so sjúk, at tey fóta sær ikki aft- ur, sigur Jenis av Rana, kommunu- lækni Kostar einar 250 kr. at sleppa undan influensu Øll kunnu koppseta seg ímóti influensu, men tað er fyri egnu rokning, tí sjúkrakassin betalir ikki útreiðslur til slíkt fyrstu, sum løgdust, vóru júst fólk, sum vóru komin heim at halda jól. Síðani hevur hon bara vundið uppá seg og nú eru tað eitt heilt stórt tal av fólki sum liggur. Og spurningurin er, um hin er komin í hæddina enn. Jenis av Rana vónar tað. Men hann ivast kortini. Tí úti í heimi siga heilsu- myndugleikar, at henda Sidney Influensan er sama kalibur sum tiltikna Hong Kong influensen, sum gekk fyri 30 árum síðani. – Hava teir rætt tí, er hon ikki meiri enn byrjað í Før- oyum enn. Men eg vóni ikki, at hon verður verri, enn hon nú er, sigur hann. Hong Kong sjúkan, sum eisini herjaði í nógvum londum, beindi fyri 500.000 fólkum. Men heilsumyndugleikar úti í heimi frykta fyri, at hendan fer at krevja enn fleiri mannalív. Hendan influensan hevur mest sum felt alla norðaru jarðarhálvu tær seinastu vikurnar. Og bara í Bretlandi stúra tey fyri, at 26.000 fólk fara at liggja eftirá, tá ið hendan influensan er løgd afturum. Í Italia eru tvær milliónir ÁKI BERTHOLDSEN – Hendan influensan, sum nú gongur, er tann ringasta í fleiri ár. Og hon tekur so fast, at tað er ræðandi. Jenis av Rana, kommunu- lækni sigur, at tað eru allar grundir til at taka influens- una, ið nú herjar sum eldur um alt landið, í fullum álv- ara. – Verri influensu hevur ikki gingið í Føroyum í nógv ár, og hjá nógvum, serliga eldri fólki, og fólki, sum annars eru veik, kann hon blíva hon so ring, at tey fóta sær ikki aftur, sigur hann. Tað eru nú nakrar vikur síðani, at Sidney influens- an, sum hon kallast, fór at gera um seg úti í heimi. Og á jólum rakti hon eis- ini Føroyar. Jenis av Rana sigur, at hendan influensan er so um- fatandi, at tað eru bara tey hepnastu, sum sleppa und- an, serliga um tú ikki hevur havt influensu í eini tvey, trý ár. Verri enn Hong Kong Jenis av Rana heldur, at tað helst vóru jólagestirnir, sum høvdu hana heim til Føroyar við sum jólagest, tí tey farin undir dýnuna og í Fraklandi liggur ein millión. Í Týsklandi er hon ikki komin í hæddina enn, men Noreg hevur ligið lamið í fleiri dagar. Í USA herjar hon nú eisini við fullari styrki. Varar úr einari upp í fleiri vikur Og at hon herjar við fullari styrki, skal takast í fullum álvara. – Eg havi sjálvdan vita eina influensu, sum varar so leingi, og tekur so fast. sum hendan, sigur hann. Hann sigur, at tann, sum verður sjúkur, skal í hvussu so er ikki rokna við at koma á føtur aftur ta fyrstu vik- una, og so leingi er tað sjálvdan, at influensa varar. – Men harumframt er fep- urin nógvur, minst 39 stig, mangan upp í 40 stig, og meiri enn tað eisini. Annars fær tann sjúki eis- ini tey vanligu eyðkennini fyri influensu, tvs, at tey vera ógvuliga ússalig og fáa ilt í allar liðir og hesuferð vrða fólk veruliga illa fyri. – Men tað, sum ger hesa influensuna serstakliga ringa, er, at tað eru so nógv, sum fáa eftirsjúkur, bæði lungnabruna, hjáholubruna og aðrar sjúkur. – Og tey, sum fáa fylgis- sjúkur, mugu ofta undir heilt í fleiri vikur. Jenis av Rana sigur, at sjálvandi eru tað tey eldru, og fólk, sum frammanund- an eru veik av sjúku, sum verða meinast rakt av sjúk- uni. – Hjá nógvum teirra tekur sjúkan so fast, at tey fóta sær ikki aftur, sigur komm- unulæknin. –Influensa er eitt virus, sum ongin heilivágur er fyri, og tað er nóg ringt sum er. Men tá ið fólk so eru ordiliga niðurundirkomin og viknað av influensuni, eru tey eitt lætt offur hjá ymsum bakteriusjúkum, eitt nú bruna í lungunum og hjá- holunum. Jenis av Rana sigur, at tað eru heilt nógv fólk, sum mugu viðgerast fyri ymsar eftirsjúkur í sambandi við hesa influensuna. Og at fáa eitt nú lungnabruna afturat, tá ið mann frammanundan er so veikur, sum mann verður av hesi influensuni, kann skjótt blíva ein óbóta- ligur skaði, sigur Jenis av Rana. Mugu geva tol Jenis av Rana sigur, at hjá tí, sum verður sjúkur, er onki at gera, uttan at vera innandura, og at halda seg innandura, til sjúkan er av. – Tað er neyðugt at geva tol og at geva influensuni ta íð, sum krevst fyri at rasa seg lidna og ikki at fara út aftur ov tíðliga. Sjálvur veit Jenis av Rana um fólk, sum hava ligið í bæði tvær og tríggjar vikur, um eftirsjúkur koma afturat. – Tað er eisini sera um- ráðandi at drekka nógv, so at kroppurin ikki tornar. Og so eru tað eini góð ráð eisini at hava panodil, ella kodi- magnyl við hondina til at taka broddin av fepurinum og pínuni í liðunum, sigur Jenis av Rana. Hann leggur tó dent á, at tekur hostin yvirhond, ella verður tann sjúki heilt sárur í hálsinum, skulu fólk ikki aftra seg við at ringja til lækna, tí tað er umráðandi at tryggja sær, at talan ikki er um eina fylgissjúka. Sjálvdan raka influensur so hart, sum hendan ið nú gongur. Tí Influensan sum nú hevur lagt alla norðaru jarðarhálvu í seingina, og eisini herjar í Føroyum, er ein tann allar ringasta, sum hevur verið, ikki minst tí at so nógv fólk fáa lungnabruna og aðrar eftirsjúkur, og tað kann vera óbótaligt hjá eldri og veikum, sigur Jenis av Rana, kommunulækni Modelmynd J. Kr. ÁKI BERTHOLDSEN Tey, sum ikki vilja hava herviligu influensuna, sum herjar landið runt í hesum døgum, kunnu eisini sleppa undan. Tí tað ber til at koppseta seg ímóti henni. Jenis av Rana, kommunu- lækni í Havn, sigur, at øll, sum vilja, kunnu verða koppsett ímóti influensuni. Men tað kostar einar 200 til 250 krónur. Og sjúkra- kassin betalir ikki, so tað skal hálast úr egnum lumma. Jenis av Rana sigur kommunulæknarnir gera sjálvir av, hvussu nógv teir taka fyri at koppseta fólk ímóti influensu. Men van- ligt er, at fólk fara sjálvi á apotekið eftir koppingar- evni og so fara tey til lækn- an við tí at verða koppsett. Vanliga kostar koppset- ingarevnið einar 80 krónur. Læknin tekur síðani gott 100 krónur til knapt 200 krónur fyri at koppseting- ina. Jenis av Rana sigur, at tað eru mest eldri fólk, og fólk, sum eru illa fyri av sjúku frammanundan, sum lata seg koppseta, fyri at sleppa undan influensu. Men tað er eisini vanligt, at yngri fólk lata seg kopp- seta. Talan er ofta um fólk, sum ikki hava stundir, ella ráð til at liggja sjúk, tí tá ið sjúkralegan verður so long, sum talan er um av hesi infl- uensuni, kann tað eisini verða ein fíggjarligur spurn- ingur. Men tað eru eisini foreldur, sum vilja tryggja sær, at tey ikki leggjast sjúk frá børnunum, so at tey ikki skulu fáa tað umsorgan, tey hava brúk fyri. Jenis av Rana sigur, at koppsetingin er næstan 100% trygd fyri, at ein ikki fær influensu. Summi siga, at tey verða sjúk, hóast tey eru koppsett. Men aloftast er tað tá talan um vanligt krím, og tað skal ikki mis- takast fyri at vera influensa. Tí tann sum er koppsettur, er næstan 100% tryggjaður ímóti influensu, vissar kommunulæknin um. Hann leggur afturat, at av tí, at fólk skulu gjalda sjálvi, eru læknar varnir at mæla fólki til at koppseta seg. Men eftir ein slíkan leðr- ar, sum í vetur, vænti, eg, at eg hereftir fari at gera meiri av at mæla fólki til at kopp- seta seg, sigur Jenis av Rana. Øll kunnu lata seg koppseta ímóti influensu. Tað kostar 200-250 krónur, men Jenis av Rana, kommunulækni í Havn, heldur, at tað er ein sera góð íløga, tí Sidney influensan, sum nú gongur, er tann ringasta í nógv ár Mynd av fólki, sum vera koppsett. Ella av Jenis av Rana Samgongugongulagið funnið aftur Lógaruppskot frá landsstýrinum skulu nú viðgerast betur millum landsstýrisfólk og tingfólk, áðrenn tey koma fyri tingið JOHN JOHANNESSEN Regluligir samgongufundir verða einaferð um mánaðin, og harafturat skal vera regl- uligt samskifti ímillum av- varandi landsstýrisfólk og samgongutinglimir í sam- bandi við lógaruppskot. Hetta skal gerast í einum felags forum, ið kortini ikki er samgongufundur. Í sokallaða foruminum tosa framsøgufólkini í flokkunum um málini, men onnur samgongutingfólk hava eisini høvi at vera við. Men eru tey ikki við á fund- inum, er tað uppgávan hjá flokkunum sjálvum at kunna tinglimir sínar um málini. Afturat hesum er tíðin, samgonguflokkarnir fáa at viðgera ymisku málini, áðr- enn teir skulu senda lands- stýrinum ummæli síni, eis- ini longd. Nú skulu flokk- arnir hava fjúrtan dagar til at viðgera málini í staðin fyri teir sjey, sum teir fyrr høvdu. Løgmaður segði við út- varpið í gjár, at tað, at sam- gongutingfólk verða kunn- aði um málini áðrenn tey koma fyri tingið, ikki skal fatast sum, at landsstýrið vil binda tinfólk at taka undir við málunum. Tey skulu bert kunnast. Formaður Tjóðveldis- floksins, Heini O. Heinesen, segði annars við Sosialin í farnu viku, at hetta kundi metast sum at seta fólka- ræðið til viks. Tí hetta gjørdi, at mál vóru hálvgum samtykt, áðrenn tey komu í tingið og andstøðutingfólk yvirhøvur fingu kunnleika um tey. Tað, sum øll vóru samd um á samgongufundinum var, at nú skal samstarvið millum landsstýrið og sam- gongulimir á tingi betrast. Løgmaður er sera væl nøgdur við samgongufund- in týsdagin. Hann sigur, at talan var um ein fund, har tað bert varð litið frameftir. Als ongar gamlar ósemjur vóru havdar á lofti, hóast T j ó ð ve l d i s f l o k k u r i n frammanundan fundinum hevði meldað út, at hann fór at krevja eina frágreiðing um handfaringina av pen- sjónsmálinum. Men sambært løgmanni var ikki eitt einasta orð um pensjónsmálið havt á lofti á samgongufundinum. Løg- Eitt valdømi spøkir aftur Jákup Sverri Kass, tingmaður, vísir í fyrispurningi til løgmans á, at vit eiga at gera Føroyar til eitt valdømi. Hetta mál hevur fleiri ferðir fyrr verið uppi og vent JOHN JOHANNESSEN – Tað er uppá tíðina, at vit føroyingar fáa møguleikan at velja politikarar, sum vit meina eru teir frægastu, ó- ansæð, hvar í landinum teir koma frá. Jákup Sverri Kass, ting- maður, heldur, at føroyska valskipanin sum skjótast eigur at verða broytt. Hann vísir í fyrispurningi til løg- mans á, at verða Føroyar eitt valdømi, so noyðast polit- ikarar at hugsa landspolit- iskt. Harafturat heldur hann, at hetta fer at noyða allar politikarar at seta seg í sam- band við alt Føroya fólk, og ikki bert tey, sum búgva í júst teirra valdømi. Skulu hugsa landspolitisk Tinglimur Sjálvstýrisfloks- ins hevur orðað løgmanni fyrispurning um føroysku valskipanina. Hann spyr løgmann, um landsstýrið í løtuni arbeiðir við nøkrum ætlanum um at broyta før- oysku valskipanina, soleið- is, at øll valdømini verða løgd saman til eitt valdømi fyri alt Føroya land. Eisini spyr Jákup Sverri Kass - um svarið til fyrra spurningin er nei - um løg- maður, sum formaður fyri samgonguni, meinar, at far- ast skal undir at broyta val- skipanina eins og virkandi valskipan í Grønlandi so- leiðis, at vit fáa eitt valdømi fyri Føroyar. Jákup Sverri Kass vísir á, at nýggja valskipanin í Grønlandi stóð sína roynd í fjør, og vísti tað seg, at skip- anin førdi við sær, at fólk hugsa meira um, hvønn per- són tey velja, enn hvaðani í Grønlandi hann er. Hetta heldur tingmaður Sjálvstýrisfloksins vera ógvuliga gott. Hann heldur tað nevniliga vera umráð- andi, at vit sum skjótast fáa politikarar, ið hugsa lands- politiskt í staðin fyri lokal- politiskt. Einki tap fyri útjaðaran – Tað hevur fyrr verið frammi, at Føroyar sum eitt valdømi fór at føra við sær, at nærum allir politikarar í landinum fara at koma frá meginøkinum, og at útjað- arin verður taparin, men hesum trúgvi eg ikki. Jákup Sverri Kass vísir á atkvøðubýtið fyri fólka- tingsvalið í 1998, har bert ein av teimum átta, ið fingu mestar atkvøður, var frá meginøkinum. Hann vísir á, at øll hini ovastu valevnini vóru frá økjum uttanjfyri Havnina, og eru tað tískil valevni uttanfyri Havnina, ið eru teir stóru stemmu- slúkararnir. Hetta heldur Jákup Sverri Kass vera ógvuliga gott dømi um, at fólk ikki hugsa Jákup Sverri Kass úr Sjálvstýrisflokkinum heldur, at vit eiga at fáa valskipanina broytta soleiðis, at Føroyar gerast eitt valdømi Mynd: Álvur Haraldsen lokalt, tá tey atkvøða til fólkatingsvalið. Hann mein- ar, at Føroya fólk skal fáa sama møguleika at atkvøða fyri tí persóni, tey halda vera best egnaðan, til løg- tingsvalið, sum til fólka- tingsvalið. maður vísir í hesum sam- bandi á, at stungið var út í kortið at halda ein konstruk- tivan fund, har lítast skuldi frameftir, og var hetta tað, ið varð gjørt. – Vit skulu hava gott sam- skifti millum tingið og landsstýrið soleiðis, at upp- skot verða betur viðgjørd millum samgonguflokkar- nar áðrenn tey verða løgd fyri tingið, sigur løgmaður og leggur afturat, at talan er um eina forleinging av prosessini í flokkunum. Sosialurin - 311820 Nýtt modell frá Hyundai ❑ Størri kabinu ❑ Størri komfort ❑ Størri motor ❑ Betri trygd ❑ Minni bensin- nýtsla ❑ Aircondition Tann nýggi Hyundai Accent hevur nýggjar hentleikar so sum Prísur úr kr. 110.750.-