mikudagur 5. apríl 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 67 - 5. apríl 2000
24
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 67 - 5. apríl 2000
Tankar okkara leita eisini
aftur til 7. september 1999.
Tá varð eisini sorgardagur
á viðareiði. Lítla Sólfríð
varð tikin heim til Harran,
bert 5 mánaðar gomul.
Góðu Elsebeth og Lud-
vík, ta stuttu tíð, tykkum
unntist at hava Sólfríð hjá
tykkum, varð ein rík og
signað tíð. Hon var ein sól-
strála, og Elsa gleddist yvir
at hava fingið eina lítla syst-
ir.
Tit høvdu júst keypt hús
og stríddust við at væla um,
so tit øll fýra kundu flyta
inn í tykkara egna heim.
Men Harrin vildi tað annar-
leiðis. sólfríð gjørdist sjúk,
og alt meðan hennara lítla
Sólfríð Lydersen
fødd 23. apríl 1999 - deyð 7. september 1999
Hósmorgunin 16. mars. Ein
ómetaliga vakur morgun.
Sólin skein av heiðum
himli. Umsíðir fingu vit ein
dag við lýðku og børnini
gleddust, nú varð veður at
spæla uttandura.
Anna Maria var hendan
morgun millum børnini, ið
gleddust um góða veðrið.
Eins og aðrar dagar, var
Bólsá, ið vanliga ikki er
størri enn ein renna, hendan
dagin spælipláss hjá Annu
Mariu og beiggja hennara
Absalon. Men hendan dagin
var áin lúnsk. Hon dróg
kavan úr fjøllunum til sín,
fyri at kunna flyta Annu
Mariu inn í Himmalin, har
Jesupápi stóð og bíðaði eftir
henni. Nú hevði Hann brúk
fyri Annu Mariu.
Áin smoygdi hennara
jørðiska búna av henni, og
flutti hana heim í hennara
Himmalska bústað, har hon
hevur fingið hvítan búna og
er vorðin ein eingil í
einglaskara Harrans.
Meðan Anna Maria var
okkara millum, var hon ein
sannur eingil, ein stór gleði
fyri síni foreldur Jannie og
Esmar, og fyri beiggjan
Absalon. Nú er tómligt inn-
anveggja, nú hennara káta
og klára rødd er tagnað.
Anna Maria Sørensen
fødd 11. juni 1997 - deyð 16. mars 2000
Svárast er sorgin hjá
tykkum Jannie og Esmar.
Má harrin geva tykkum
styrki og troyst.
Eisini hjá tykkum øllum,
ommum og abbum, Marjun,
Søren, Eivind og Mia og
absalon, má Harin styrkja
tykkum. Fastir, pápabeiggj-
ar, mostrar, mammubeiggi
og langommurnar. Anna
Maria var til stóra gleði fyri
øll, sum ein sólstrála. Ikki
minst fyri tykkum systkina-
børnini Marjun, Søren,
Sólva, Karina, Eivindur og
lítli Rógvi, tit vóru so ó-
metaliga góð við annu Mar-
iu. Hjá tykkum er ringt at
fata, at hon ikki er tykkara
millum meira. Má Jesupápi
troysta tykkum í stóru sorg
tykkara.
Og tú Edvard góði, tað
mundi fara kalt niðureftir
rygginum á tær, tá tú fann
jakkan hjá bróðurdóttrini í
ánni.
Tá vóru tit vís í, at áin
hevði tikið Annu Mariu. Og
Marner góði, tað skuldi
gerast tín lutur at finna annu
Mariu. Tað varð ein tung
løta, tá tit tóku hana upp.
Góðu Jannie, Esmar og
Absalon. Vit hugsa um
tykkum hesar dagar, og vit
vita, at tey eru nógv, ið biðja
fyri tykkum. tit eiga nógvar
góðar vinir, tað vísti tann
stóri skarin, ið fylgdi annu
Mariu, tykkar elskaðu dóttir
og systir, til hennara sein-
asta hvíldarstað á foldum.
Má Harrin síggja til tykk-
um, og geva tykkum troyst
og ugga í døgunum, ið
koma.
Ærað verið minnið um
elskaðu, lítlu annu Mariu.
Malan og Margreth
við húski
Minningarorð:
likam nívdist av sjúku, og
hon viknaði alt meira og
meira, varð mong bønin
send upp til Himmalska
Faðir okkara, um at lata
hana liva. Men Jesupápi
hevði brúk fyri henni heima
hjá sær.
Góðu Elsebeth og Lud-
vík. Tað vóru svárir dagar
fyri tykkum, tá tit sótu
hjálparleys uppi yvir Sólfríð
niðri á Ríkissjúkrahúsinum,
og sóu tykkara elskaðu dótt-
ir fara í Harrans hendur.
Svárast mundi tó vera, tá tit
vóru komin í Vágar, og kist-
an við lítlu Sólfríð stóð eftir
í Kastrup. Tað man hava
verið longsta nátt í tykkara
lívi.
Má Harrin styrkja og
troysta tykkum.
Góða lítla Elsa. Hetta
hevur verið ein ring tíð fyri
teg, tú vart so góð við tína
lítlu systir. Nú bleiv so eisini
tín besta vinkona tikin upp
til Jesupápa. Tú og Anna
Maria vóru so góðar, vóru
næstan ikki til at skilja
sundur. Nú gongur tú og
grætur eftir annu Mariu. Tað
man vrða ringt hjá tær at
fata, hví øll sum tú ert so
góð við, fara upp til Jesu-
pápa.
Góðu tit øll, ommur og abb-
ar. Hanna, Ditlev og elsa og
Rólant, mostrar, fastrar,
mammubeiggjar,
pápa-
beiggi, langommurnar og
systkinabørnini øll.
Má Harrin troysta tykk-
um, og hjálpa tykkum
ígjøgnum hesa sváru tíð.
Góðu Elsebeth, Ludvík
og lítla Elsa, vit hugsa um
tykkum, og vit eru mong,
ið biðja fyri tykkum. Má
Harrin styrkja og troysta
tykkum. Vit goyma minnið
um lítlu sólfríð í hjørtum
okkara.
Ærað verið minnið um
elskaðu lítlu Sólfríð.
Malan og Margreth við
húski.
Minningarorð um
Súsonnu Hansen
Best sum sólin fagrast skínur, deyðin inn um dyrnar
trínur. Hetta kom fram fyri meg henda feigdar morg-
unin tórsdagin 9. mars, tá deyðin aftur setti síni lemj-
andi spor eftir seg her í býnum, – aftur ein ungdómur
deyður av vanlukku, – Súsanna hjá Karl og Marnu
var tað hesaferð, sum tikin varð burtur í sínum besta
blóma – bert 19 ára gomul.
Tað er so tungt at skriva minningarorð um teg góða
Súsanna. Stutt tíð er tað síðani, vit sótu inni hjá
okkum og prátaðu um alt, sum hent var á Tvøroyri, –
tú uggaði meg, tá eg hevði tað svárt eftir missin av
beiggja mínum, vildi hava meg út – ella eisini bara
vera hjá mær.
Ikki er tað hálvt ár síðani tú skrivaði minningarorð
um Eyðun. At tú skuldi fara so skjótt aftaná – á sama
meiningsleysa hátt – er ófatiligt.
Tú vart ein glað, evnarík og trúgvandi genta, sum
ongantíð gloymdi at minna okkum á tað, sum rætt
var – tú baðst okkum ungu koma við í Missiónshúsið,
ella tú gavst mær sangir, sum eg skuldi spæla næstu
ferð, vit komu saman. Altíð royndi tú at fáa fleiri við
á møti og tað eydnaðist. – Saknurin er nívandi, og tú
spyrt, hví skuldi alt hetta henda – ein dag fáa vit
svarið.
Eisini dugdi tú at skemtast og hava tað stuttligt, og
nógvar hevði tú vinirnar, hetta gleddist tú við og
gjørdi alt fyri at røkta vinarlagið. Fyri teg var hetta
eisini eitt týdningarmikið ár -– tú skuldi verða liðug
við student, hetta gleddi tú teg til og so ætlaði tú tær
út um ladoddarnar, har tú skuldi nýta løturnar at
finna út av, hvat tú skldi læra til.
Marna og Karl, tit hava mist tykkara einasta barn,
slagið er hart og saknurin er svárur. Í støðu sum
hesari er tað bert Ein, sum kann hjálpa, og tað er
Hann, sum eg veit, at Súsanna setti sítt álit á, og eg
veit eisini, at í Hansara hendur hava tit eisini lagt
tykkara stóru sorg, og bert har frá Honum er linni og
hjálp at heinta. Harrin styrki tykkum og tykkara
nærmastu.
Fyri okkum her á Tvøroyri endaði og byrjaði øldin
við skelki og sorg, – fleiri av okkara ungu vinfólkum
ikki 20 ára gomul hvíla undir grønu torvu, og vit
syrgja so sáran.
Eg fari altíð at minnast teg, góða Súsanna – hvíl í
friði og takk fyri alt.
Vinur tín, Trygvi
Ein heilsan til
mammu –
Camilla Heinesen
Góða elskaða mamma, eg vil her bera tær eina hjart-
ans tøkk, fyri alt tað sum tú hevur givið mær ígjøgn-
um lívið og alt sum eg lærdi av tær. Ja, góða mamma,
tú vart altíð klár at hjálpa okkum, bæði í sorg og
gleði, tú stóð sterk við okkara lið. Tað er ikki so lætt
at skriva hesar reglur, nú vit skulu titl at siga tær
farvæl her á fold, men góða mamma, nú ert tú komin
heim til tíni, sum tú saknaði so nógv.
Góða mamma, tú hevur verið pápa ein góð kona
og okkum ein góð mamma, sum vit øll elskaðu so
høgt, takk fyri alt. Vit møtast øll aftur heima í himl-
inum.
Heilsan við Korintbrævinum 2, kapitul 5, vers 1.
Tí at vit vita, at um okkara jørðiska tjaldbúð verður
brotið niður, tá hava vit ein bygning frá Guði, hús,
sum ikki er við hondum gjørt, ævigt í himnunum.
Margith
Tað eru ellivu umfør eftir
at spæla í hesum kapping-
arárinum í donsku super-
liguni. 28. mai verður greitt,
hvør vinnur DM, og eftir at
Herfølge
mánakvøldið
sendi Viborg aftur til Jyl-
lands við ósigri í viðførin-
um, er støðan tann, at Lyng-
by og Brøndby, sum eru á
øðrum og triðja plássi,
skulu í hvussu so er brúka
trý umfør at fáa Herfølge
aftur í.
At Herfølge ikki uttan
nakað sum helst fer at geva
skarvin yvir var sjón fyri
søgn mánakvøldið. Sjálvs-
álitið var í topp framman-
fyri
áskoðarafjøldini
á
heimavølli og øllum teim-
um, sum sóu dystin á TV3+
sjónvarsrásini.
Tølini boða kanska frá
teprum sigri, men tað var
ongantíð talan um nakra
hóttan frá Viborg. Seinna
málið hjá teimum stútaði
Heine Fernandez, tá vanliga
tíðin var farin. Frísparksinn-
leggið kom uttarlaga frá, at
eftir at málsókni framherjin
hevði vunnið stríðið í luftini
við ein verjuspælara, megn-
aði Jákup Mikkelsen, ið var
so uttarlaga staddur, sum
tað ivaleyst var nátúrligt at
vera í hesi støðuni, bara við
aðrari hondini at sláa bóltin
upp í nettakið.
Ágangandi
Avrikið hjá Herfølge var
verdugt fyri eitt topplið.
Teir løgdu trýst á langt
frammi á vøllinum, og
ágangandi spælið hevði við
sær, at mótstøðumenninir
Herfølge á meistarakós
Superligan: Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir vóru tað mesta av tíðini sannfør-
andi, tá teir øktu munin niður til kappingarneytarnar til sjey stig
kendu seg kroystar, og har-
við gjørdu teir eina rúgvu
av persónligum mistøkum.
Akkurát tá fyrra umfarið
var hálvrunnið, bar eitt so-
vorðið mistak fyrsta málið
við sær. Ein vánalig aftur-
legging í vinstra verjuborði
hevði við sær, at stóri álops-
maðurin Jesper Jacobsen
kom ímillum, á baklinjuni
sneiddi hann framvið mál-
verjanum og trillaði móti
málinum. Ein verjuspælari
tveitti seg og bjargaði á
strikuni, men ólukkutíð fyri
hann og liðfelagarnar, so fór
bólturin í høvdið á liggjandi
viðspælara og so inn um
strikuna.
Átta minuttir seinni økti
Jesper Jacobsen, sum eftir
dystin varð kosin dagsins
maður. Kenneth Jensen
sendi upp á tvørs, og eftir
eitt lítið sindur av aftur og
fram setti vandamikli mað-
urin hælin á bóltin, sum fór
í málið.
Viborg setti tveir nýggjar
spælarar inn eftir steðgin,
men tað tóktist ikki hjálpa
nógv, tí Herfølge økti til 3–
0, tá seinna umfarið var fýra
minuttir gamalt. Jesper Jac-
obsen spældi toppskjúttan á
liðnum Jesper Falck púra
blankan.
Gestirnir komu eitt sindur
meiri við í spælið, sum 2.
hálvleikur leið. Sviin Hans
Eklund minkaði um munin
við handara stólpan, eftir at
flatt innlegg var komið úr
høgru. So setti John Faxe
Jensen seg sjálvan á vøllin,
og hóast Viborg enn eina
ferð minkaði um munin, so
var sigurin ongantíð hóttur.
Jákup ikki nógv
kroystur
Føroyski landsliðsmálverjin
hjá Herfølge hevur ofta havt
meiri at gera, enn hann
hevði mánakvøldið. Flestu
uppgávurnar hjá honum
vóru at spæla skilagott út
til liðfelagarnar, eftir at teir
høvdu lagt aftur til hansara.
At tað kemur væl við at
hava ein góðan fótbólts-
spælara millum stólparnar
sást aftur og aftur hjá Her-
følge.
Meðan støðan framvegis
var 0–0, kom Heine Fernan-
dez einsamallur leysur við
Jákupi Mikkelsen, sum
bjargaði. Og eina aðru ferð-
ina sendu teir í Viborg við
síðuna av. Einar tvær ferðir
bjargaði Jákup langskotum,
og onkra ferðina pilkaði
hann høgar bóltar niður úr
luftini.
Onkur av fjølmiðlafólk-
unum vildu vera við, at Ják-
up átti at havt tikið roynd-
ina, sum bar seinna málið
hjá Viborg við sær, men tey
flestu vildu ikki geva før-
oyska málverjanum skyld-
ina fyri málið.
Komandi sunnudag skal
Herfølge spæla á útivølli
móti AB. Uttan mun til
hvussu tað fer at gangast,
so er tað greitt, at Herfølge
verður fremst í superliguni,
tá tað fara at resta tíggju
umfør. jh
Jákup Mikkelsen og liðfelagararnir í Herfølge hava nú greiða leiðslu í superligaini
HEINI Í SKORINI
24. mars fóru Klæmint Mat-
ras og Kenneth Jacobsen,
báðir føddir í 1981, til Wat-
ford at royna seg. Kenneth
og Klæmint leika dagliga í
B36, men nú hava teir í 5
dagar roynt seg við lítla
Premier League felagnum.
Og teir lata væl at tíðini í
Eina viku í Watford
Ungu B36 leikararnir Kenneth Jacobsen og Klæmint Matras, hava júst verið
eina 5 daga langa ferð í Onglandi, har teir hava roynt síni fótbóltsevnir í
Premier League felagnum Watford.
Watford.
– Vit trenaðu hvønn dag,
uml. hálvaannan til tveir
tímar. Men onkrar dagar, tá
vit vandu við unglingunum,
vandu vit tveir tímar, inn at
eta í ein hálvan tíma, og so
aftur út at venja í uml. 45
min, og Kenneth leggur aft-
urat, at tað til tíðir var nokk
so strævið.
Spurdur hvussu støði var
í mun til Føroyar, sigur
hann, at unglingarnir har
niðri vóru ikki nógv betri
enn í Føroyum.
Kenneth er ikki vísur í,
um teir aftur fara at hoyra
frá Watford, men sigur, at
honum dámdi bara væl tíð-
ina sum fótbóltsleikari har
niðri.
Tað er Jákup í Stórustovu, sum hevur fingið teir báðar
ungu B36-leikararnar til Watford, eins og hann hevur fingið
aðrar ungar fótbóltsleikarar út um landoddarnar at royna
seg
Lesið
ítróttin
á internetinum
www.sosialurin.fo