mikudagur 5. apríl 2000síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 67 - 5. apríl 2000
26
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 67 - 5. apríl 2000
Heini í Skorini
Henning Jarnskor, sum hev-
ur spælt við GÍ í mong ár,
skal nú saman við Pól
Thorsteinssyni til íslendska
2. deildarliði Valur. Tað
hevur leingi liðið í luftini,
at Henning skal út um land-
oddarnar at royna seg, og
nú er tað so endaliga av-
gjørt. GÍ má sostatt klára
seg uttan tveir av lyklaleik-
arunum frá í fjør, tí umframt
at Henning nú fer til Val, er
Sámal Joensen jú eisini far-
in til íslendska felagið Leift-
ur.
Spurdur, um hann væntar
at menna seg sum fótbólts-
leikara í næstbestu deildini
í Íslandi, sigur hann, at tað
ivast hann ikki í.
– Tað eru nógvar nýggjar
avbjóðingar, sum heilt víst
fara at menna meg sum leik-
ara, sigur Henning við Sosi-
alin.
Henning sigur eisini, at
um alt gongur sum eftir
ætlan, fer hann avstað
fríggjadagin.
– Hetta er ein dreymur,
sum man hevur havt, líka
frá tí man byrjaði at spæla
fótbólt, sigur Henning eis-
ini.
– Eg dugi ikki at siga,
hvussu støði verður saman-
borið við føroysku 1. deild,
men Valur flutti niður úr
bestu íslendsku deildini í
fjør, og tað er fyrstu ferð í
søguni, at teir flyta niður,
so vit ætla okkum uppaftur
sum skjótast, leggur Henn-
ing afturat.
Spurdur, um hann tekur
Endaliga avgjørt at
Henning fer til Íslands
Nú er endaliga avgjørt, at Hennig Jarnskor skal við Pól Thorsteinssyni til
íslendska 2. deildarliði Valur.
henda møguleika sum eina
lopfjøl til at koma longri í
fótbólti, sigur hann:
– Eg veit ikki heilt. Nei,
ikki beinleiðis. Eg taki tað
fyrst og fremst sum eitt upp-
livilsi fyribils.
At enda sigur Henning, at
sáttmáli hansara við Val fer
at ljóða uppá 3 ár, og vit
ynskja honum góða eydnu
yviri í Íslandi!
HEINI Í SKORINI
Leygardagin 8. apríl,
skipar
Roysnið
fyri
rennikapping inni í Eyst-
uroynni. Teinurin sum
runnið verður, áðrenn
komið er á mál, er uml.
21,1 km, sum eisini verð-
ur kallað eitt hálvmarat-
hon. Byrjað verður at
runnið á vegnum til
Funningsfjørð
áraka
bergholinum, og rennar-
arnir koma á mál á keiini
á Toftum.
Kappinginga seinasta
ár vann Regin Zacharias-
Roysnið skipar
fyri rennikapping
Leygardagin skipar Roysnið fyri
uml. 21 km langari rennikapping
inni í Eysturoynni
sen úr Vestmanna, og tíð-
in hjá honum tað ferðina
var 1 tími 22 min. Ein
onnur rennikapping hevur
eisini júst verið, og tað
var fyri 14 døgum síðani.
Tá vann Guttorm Søren-
sen á 10 km teininum í
Runavík, so hann má sig-
ast at vera favorittur til
21,1 km rennikappingina
leygardagin.
Byrjað verður at runnið
kl. 14.00, og øll tey, ið
hava hug at luttaka, skulu
møta á keiini á Toftum ein
tíma, áðrenn kappingin
byrjar.
HEINI Í SKORINI
Í vikuskiftinum var skipað
fyri stórari svimjikapping í
Klaksvík. Kappingin var
tann árliga SUM kappingin,
sum stendur fyri smáungl-
ingameistaraheitið. Kapp-
ingin gekk av tí allarbesta,
og fyriskiparnir vóru væl
nøgdir, tá kappingin var lið-
ug. Í mun til undanfarnu
SUM kappingar, var hetta
nógv tann størsta kappingin,
ið higartil er hildin í Føroy-
um, bæði tá hugt verður eft-
ir kappingartali (64 kapp-
ingar), og luttakarum, sum
ikki var minni enn 181!
Hjálparfólkini vóru úr øll-
um feløgum kring landið,
og tey gjørdu øll eitt dygd-
argott arbeiði, og høvdu so-
statt sín stóra leiklut í, at
kappingin eydnaðist so væl.
Ymiskar áskoðanir vóru
um kappingarumførini, og
onkur helt, at ov nógvar
kappingar
vóru
lagdar
fríggjakvøldið og leygar-
morgun, og at hetta gekk út
yvir svimjarar og hjálpar-
fólk. Hetta, og aðrar áskoð-
anir um, hvussu og hvørjar
kappingar skulu vera næstu
ferð, fer svimjinevndin at
viðgera og leggja fram fyri
feløgini, áðrenn støða verð-
ur tikin á komandi kal-
endarafundi, sum tað verður
kallað.
Øll tey sjey feløgini
fingu heiðursmerkir
Svimjifeløgini, ið umboða
vóru á SUM svimjikapping-
ini ár 2000 vóru: Ægir úr
Klaksvík,
Fuglafjarðar
Svimjifelag, Skeggjar úr
Gøtu, Flot av Toftum,
Havnar Svimjifelag, Tvør-
oyrar Svimjifelag og Vágs
Svimjifelag. Sum sagt vóru
181 luttakarar í hesi kapp-
ing, og tað er tað mesta lut-
takaratalið nakrantíð í Før-
oyum. Hetta vísir, at før-
oysk svimjing er í menning,
og er hetta at frøðast yvir.
Samlaða støðan gjørdist
hendan:
1. Tvøroyrar Svimjifelag
20 gull, 15 silvur, 9 bronsu
2. Havnar Svimjifelag
Væleydnað svimjikapping í Klaksvík
Stór SUM svimjikapping var í Klaksvík um vikuskiftið. Kappingin setti føroyskt
met við ikki minni enn 181 luttakarum.
19 gull, 24 silvur, 27
bronsu
3. Skeggjar úr Gøtu
19 gull, 13 silvur, 8 bronsu
4. Ægir úr Klaksvík
5 gull, 5 silvur, 9 bronsu
5. Flot av Toftum
1 gull, 2 silvur, 0 bronsu
6. Vágs Svimjifelag
0 gull, 0 silvur, 5 bronsu
7. Fuglafjarðar Svimjifelag
0 gull, 0 silvur, 1 bronsu
HEINI Í SKORINI
MYNDIR:
ÁLVUR HARALDSEN
OG BIRGIR SONDUM
Hesar seinastu vikurnar
hava fimleikaframsýningar
hjá teimum ymisku feløg-
unum verið at sæð kring
landið. Vit hava hugt eitt
sindur at fimleiki í Føroy-
um í løtuni, og fingið okk-
um eitt prát við núverandi
formann í FFS, Andreas
Lamhauge.
Hvussu ert tú nøgdur við
føroyskan fimleik í løtuni?
– Eg haldi at føroyskur fim-
leikur er í stórari fram-
gongd. Tað hava vit sæð í
oyggjaleikunum, og eisini
tá hugt verður at Grand
Prix liðum sum hava verið
niðri í Danmark. So eg
haldi, at vit fylgja rættiliga
væl við. Men vit stremba í
hvussu so er eftir at koma
longri, tað gera vit.
Føroyskur fimleikur er
avgjørt í menning í løtuni,
og tað sær man eisini á
limafeløgunum hjá teimum
ymisku feløgunum kring
landið. Har er sera stór
tilgongd í løtuni.
Andreas Lamhauge legg-
ur afturat, at umstøðurnar
til fimleik kundu verið
nógv betri, og har er tað
serliga reiðskapsfimleikur-
in, sum er við sviðusoð.
Hvussu metir tú áhugan
vera fyri fimleiki í løtuni?
– Sum eg segði í áðni, so
er hann avgjørt í menning.
Vit hava stóra tilgongd í
øllum feløgum, og m.a. er
Klaksvíkar Fimleikafelag
aftur farið í gongd, eftir at
hava liðið stilt í nógv ár.
Kann nakað gerast fyri at
fáa áhugan at blíva størri?
Ja, tað eru sjálvandi um-
støðurnar sum avgera tað,
so betri umstøður fimleik-
urin fær, størri gerst áhugin.
tað er í stuttum tað, sum
kann fáa fimleikin at blíva
betri umtóktur. Í løtuni eru
sjey fimleikafeløg í Føroy-
um, og eg haldi at tað er
heilt hampiligt. Tað eru
bara Vágoyggin, sum ikki
hevur nakað fimleikafelag,
so tað hevði verið gleðiligt
at fingið eitt fimleikafelag
upp at standa har. Annars
sær heilt hampiligt út haldi
eg.
Spurdur um framtíðina
sigur Andreas, at hann met-
ir framtíðina vera sera góða
hjá føroyskum fimleiki!
– Føroyski fimleikurin er
í stórari menning
Soleiðis sigur formaðurin í Føroya Fimleikasambandi, Andreas Lamhauge, um fimleikin í Føroyum í løtuni
Myndirnar eru frá fimleikafram-
sýningum, sum hava verið í Havn
og á Skálafjørðinum seinastu
dagarnar