Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. apríl 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Sosialurin telf. 14720 . 11820 . giro 6282725 box 76. 3800 Tórshavn Utgevari Blaðstjóri Blaðmenn Føroya Javnaðarflokkur Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Høgni Djurhuus Jogvan Jespersen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd- ir og annað tilfar úr SOSIALINUM uttan loyvi frá blaðnum. Spælir við tøl Í ODDAGREIN seinasta fríggjadag skrivar Dagblaðið um almennu út- reiðslurnar. Greinin, sum ber heitið »Andstødan smokkad?« er vend ímóti andstøduflokkunum. TAD, sum vit fara at bidja lesararnar leggja sær i geyma, er, at i odda- greinini seinasta friggjadag roynir Dagblaðið at prógva, at undir hes- um landsstýrinum eru allar tær al- mennu útreiðslurnar lækkaðar. BLAÐIÐ nevnir, at útreiðslurnar til fyrisiting eru lækkaðar úr 8 niður í 6% av fíggjarlógini. Útreiðslurnar til heilsurgkt eru lækkaðar úr 9 niður í 8%. Til samferðslumál úr 27 niður í 21%. Til skúlamál úr 11 niður í 10%. Og til almannamål úr 18 niður í 16%. HEILT STUTT fara vit fyrst at gera vart við, at eru útreiðslur til sam- ferðslumál lækkaðar úr 27 niður í 21%, av fíggjarlógini, so kunna vit sláa fast, at spádómurin hjá Óla Breckmann og einum parti av fólka- flokkinum um, at keypið av Smyrli fór at roynast ein fíggjarligur klepp- ur, als ikki hevur hildið. Síðani fara vit at minna á, at sami blaðstjóri fyri stuttum lá í drúgvum blaðtjaki við Jákup Lindenskov, landsstýris- mann, Óla Jacobsen, fiskimanna- felagsformann, Sosialráðgevarafel- agið og onnur um útreiðslur til al- mannamál. Hann pástóð tá, at út- reiðslur til almannamål stødugt tóku størri og stórri part av fíggjar- lógini. OG NU, fyri 8 døgum síðani, verður sagt í Dagblaðnum, at útreiðslur til almannamál eru lækkaðar frá at taka 18% av fíggjarlógini fyri 4 árum síðani til bert at taka 16% av fíggjar- lógini nú. TÁ BORN spæla, kunna tey ofta nýta sama lutin til ymisk endamál og vit hava fyri so vítt onki ímóti, at Óli Breckmann spælir við tólum. Men vit vilja gera fólk kunnug við, at hetta bert er spæl, soleiðis at fólk ikki taka hetta fyri annað og meira enn tað, tað er. dagbókin Gudstænastur Havnar kirkja: Hans J. Joensen, altargongd; Vesturkirkjan: Høgni Poulsen, konfirmation; Hvitanes: Ejvind Vilhelm kl. 11; Kollafjorður: Axel Tórgarð kl. 11, konfirma- tion; Hósvík: Petur Peter- sen kl. 11, konfirmatión; Eiði: Petur M. Rasmus- sen; Glyvrar: Jóhs. Fol- lend; Fuglafjerður: Torkil Beder, altargongd; Við- areiði: Salomon J. Joen- sen, kl. 12, altargongd; Hvannasund: S. J. Jo- ensen kl. 19, altargongd; Sumba: Elsa Funding, altargongd. Missiónshúsið á Strondum Í kveld kl. 21 verður meti við sangi og vitnisburði. Streingjakórið úr Rituvík luttekur. Øl] eru vælkom- in. Meinigheitshúsið í Sandavági Í kveld kl. 20 meti v/ Hera Tróndheim. Sunnu- dagin kl. 16 talar Jóhs. Mortensen, trúboðari og kl. 20 Finn Kappelgård, prestur. Streingjakor og onnur luttaka. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagsskúli kl. 11 í kirkjuni og í missiónshús- inum. Meti sunnukveldið kl. 19 og bibliutimi tys- kveldið kl. 20. Missiónsvikan í Sandvík Ung av Toftum luttaka við sangi og vitnisburði á metunum í kveld kl. 20 og sunnudagin kl. 16 og 20. Kl. 20 sunnukveldið verður innsavning til heimamissiónina. Heima- missiónssangbókin verður brúkt á øllum metunum. KFUM og -K Sunnukveldið kl. 20.30 verður almennur felags- fundur í KFUK við Johs. Martin Olsen, løgtings- manni: Dåvid, maðurin eftir Guds hjarta. Petur Oluf og fleiri syngja. Spælistovan verður má- nadagin frá kl. 16—17. Gamlir KFUK skótar og leiðarar møta í KFUK tyskvøldid kl. 20, jubile- umsarbeiðið. Handverks- lærlingar Skrivstovutíðin hjá Hand- verkslærlingafelagnum er týskveld frá kl. 19 til 21 í húsinum hjá Havnar handverkarafelag í Trónd- argetu 16 og í helum Klaksvíkar handverkara- felags í Foroya banka. Nr. 26 — 8. apríl 1978 Um trý-tíðina seinnapartin hósdagin ýldi brandlúðurin í Havn. Eldur var í nýggju adventistakirkjuni, sum verður bygd við Hoyvíksvegin. Teir vóru við at tekja, og eldur hevði fest í nakað av tjørupappi av eini gassflammu, sum teir brúktu til teking- ararbeiðið. Eldurin var slektur, tá brandbilurin kom á staðið. Teir fingu slekt við nøkrum eldsløkkjarum, sum teir fingu frá Adventistaskúlanum og frá Marinusteðini Evangeliska røddin hoyrist hvørt månakvøld kl. 9 frå Monte Carlo (vid síðuna av Luxemburg) á millumbylgju 205 metrum (1466 kHz). Sendingin varir eitt korter. Orð krossins ið er kristilig sending á íslendskum máli, hoyrist hvenn leygarmorgun kl. 10. Sent verður á stutt- byglju 31 metrum. Send- ingin varir eitt korter. Konfirmatión Vesturkirkjan: Osvald Jacobsen, Sjúrðargetu 11, Jonhard Jacobsen, Argja- bodagøtu 16, Eyðfinnur Lenvig, Hesti, Elisabett Joensen, Barnaheiminum, Annika Niclasen, Tórs- gøtu 36, Annika Smith, Mikkjalstrø 17, Marie Rasmussen, Barnaheimi- num, Arngerå Danielsen, J. Nolsøesgøtu 25, Elsba Jacobsen, Tórfinsgetu 29, Emy Fjalistein, Brat- talið 10, Anna Maria Han- sen, Fagralíð 21, Bodil Wardum, Gråasteini, Katrin Jensen, á Stór- heyggi, Eydna Simonsen, Silagøtu 4, Marjun Øst- erø, Dalavegi, Thurid Pet- ersen, J. Nolseesgetu 26 Kollafjørdur: | Eyðfinn Jacobsen, Hans Kári Ell- ingsgaard Joensen, Friðr- ik Torbjørnsson Joensen, Bergur Johannesen, Kris- tian Dam, Anna-Maria Hansen, Karin Tofte- gaard, Makonny Thom- sen, Súsanna Margreta Fagraklett, Randi Dam Jensen, ell úr Kollafirði, Marjun Petersen, Anna Sigurstein Vang ur Kvi- vik, Turid Hansen, Andri- as Reinert Jacobsen úr Leynum, Atli Djurholm Jacobsen, Pauli Zachari- assen úr Vestmanna. Veltingar- studningur Umsóknir um veltistudning skulu vera ráðnum í hendi í seinasta lagi 25. apríl. Føroya Jarðarráð -C TEIR BESTU KREVJA TAÐ BESTA Tlf. 12625, postbox 166, 3800 Tórshavn