leygardagur 8. apríl 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 26 — 8. apríl 1978
panelið
Hver ráðgevur landsstýrinum
í sjónvarpsspurninginum?
Tað er ikki bara at siga, at
nú skula vit hava sjónvarp,
ti
keypt
Lat
sær
itrottar-
600 havnarfólk hava
sjónvarpstól.
og bygda-
felogini hava sýningarnar
til almenna sjónvarpið er
klárt
Tað er onki letuverk at
gera sjónvarp í Feroyum.
Hetta hava vit sæð av tí
lagnu, sum hetta mål
heyur fingið hesi 10 árini,
talan hevur verið um at
fara undir eitt sjónvarp.
Tað eigur heldur ikki at
vera letuverk at gera sjón-
varp.
Men hetta skal ikki
skiljast so, at málið bara
skal liggja á láni, sum tað
hevur longri og styttri
skifti hesi seinastu árini.
Kravið til teir útinnandi
myndugleikarnar hevur
nú í longri tíð verið, at teir
skula koma til legtingið
við einum uppskoti um,
hvussu tað almenna fer-
oyska sjónvarpið skal
stovnast og rekast.
Ikki eftirspurdir
Landsstýrið hevur ikki
megnað hesa uppgávu.
Nú eru longu fleiri ár síð-
ani legtingið tók ta prin-
sippsteðu, at vit skula
hava sjónvarp í Feroyum,
og at hetta skuldi vera eitt
alment sjónvarp, var ong-
in ivi um millum ting-
menn. Landsstýrið fekk
álagt at koma aftur til
tingið við málinum í sein-
ata lagi í august 1976,
men enn er onki komið frá
landsstýrinum.
Man kann tí loyva sær
at spyrja, hvat lands-
stýrið hevur gjørt? Hevur
landsstýrið lagt sær eina
við at kanna og viðgera og
venda og snara hesum
máli, so at eitt gott og
skotsikkurt uppskot kann
koma fram?
Eg loyvi mær at ivast í
at so er. Ein grund til at
eg ivist er, at landsstýrið
Skrivstovustjóri
Starv sum skrivstovustjóri hjá elfelagnum S.E.V.
verður at seta so skjótt sum til ber.
Sekja um starvið kunnu fólk við HD ella AD í
virkisskipan ella líknandi útbúgving. Umsekjari
må vera roknskaparkønur og hava holla skriv-
stovupraksis.
Skrivstovustjórin skal serliga hava roknskap
elfelagsins í hondum, og skal hann eisini taka sær
av viðurskifti starvsmanna.
Umframt må skrivstovustjórin sjálvsteðugt
kunna seta upp hagtel og annað, ið er neyðugt til
rakstrar-, gjaldferis- og fíggjarætlanir elfelags-
ms.
Løn og aðrar treytir verða at seta sbr. útbúgv-
ing og avtalu; men vit vilja fegin vita, hvørji krøv
umsekjarin
setur
fram.
Skrivlig umsókn skal sendast beinleiðis til
stýrisformannin, postbox 107, 3870 Klaksvík, og
má hon vera elfelagnum í hendi fyri 25. apríl í ár.
Elfelagið S.E.V.
|
|
Bert at lata standa til í ellum hesum spurningum
og so samstundis bróta næsar fyri einum vánalig-
um og illa umhugsaðum fyribils privatsjónvarpi
er tað ringasta av ellum ringum, sum landsins
myndugleikarnir kunna finna uppá. Tað fer ikki
at gagna sjónvarpssakini, men fer einans at koma
nekrum fáum til góðar í krónum — tað er teimum,
sum við snildum og trýsti hava skapt ein vissan
sjónvarpsterv uttan fyrilit.
ongantíð hevur havt boð
eftir teimum fólkum, sum
hava gjert royndirnar í út-
varpsarbeiði í Feroyum í
20 ár.
Tað átti at verið púra
náttúrligt, at hesi fólk
vóru frammarliga í hesi
ráðgeving, men so er ikki.
Ein grund er kanska, at
tey eru óynskt í hesum
feri, ein onnur kanska at
landsstýrið bara hevur
ligið omaná málinum.
Sjónvarp á herð-
arnar á ljóðvarpi
Eg skal royna at grund-
geva fyri, hví eg haldi tað
vera púra høpisleyst og 6-
forsvarligt ikki at nýta
hesi fólk sum ráðgevarar.
Sjónvarp er ein víðari
útbygging av ljóðvarpi
við eini funktión aftrat —
henni, at fólk kann síggja
samstundis sum tey
hoyra.
Sjónvarp er eitt nógv
tyngri og dýrari medium
ella fjølmidil at arbeiða við
enn ljóðvarp, men summ-
ar grundleggjandi funkti-
énir eru júst tær somu.
Sostatt hevur tað verið
og er tað náttúrligt at
sjónvarp, so at siga, verð-
ur bygt á herðarnar á ljóð-
varpi.
Summastaðni lata teir
ljóðvarp og sjónvarp
kappast um kundarnar.
Aðrastaðni verða hesir
fjølmidlarnir riknir i neyv-
um samarbeiði.
Supplera
hvønn annan
Í Føroyum er tað totalt
órealistiskt at tosa um at
koyra útvarp og sjónvarp
hvert sær. Ein grund er,
at hetta verður alt ov
dýrt, ein onnur grund er,
at tað eru nú bara 40.000
fólk, sendast skal til, og
ein triðja grund er, at hes-
ir fjølmidlar hava hver
sínar sterku síður. Tá um
tidindatænastu rædur
hevur sjónvarp ongan
tjans í skjótleikakapping-
ini við útvarp.
Vit feroyingar hava
heimsins besta tjans at
reka útvarp og sjónvarp
skilavæl saman, eisini
hvat senditíðum viðvíkur.
Vit eiga eftir mínum tykki
ikki at lata útvarpið og
sjónvarpið kappast um
kundarnar, men senda so-
leiðis, at allir kundarnir
hava meguleika fyri at fáa
alt við.
Nógv annað kann eisini
hugsast at vera felags,
men hetta skerjir ikki
kravið um eina rættuliga
stóra manning. Hetta
skerjir heldur ikki kravið
um at heli mugu byggjast
fyri rættuliga nógvar
pengar til sjónvarpsvirki.
Útvarpshúsið er av ein-
ari grund ikki projekterað
so stórt, at tað kann hýsa
bæði útvarpinum og sjón-
varpinum í senn. Grundin
er tann, at myndugleikar-
nir ikki kundu taka seg
saman at avgera, at hesir
stovnar skuldu vera ein
stovnur. Tað projekteraða
útvarpshúsið rúmar einari
sjónvarpsfunktión við tí
stóru hellini, sum er óg-
vuliga neyðug og í mong-
um førum kann nýtast til
útvarps- og sjónvarps-
endamál samstundis.
Annars er ikki pláss fyri
sjónvarpinum sum heild í
útvarpshúsunum, men
innivist kann skjótt skaff-
ast sjónvarpinum, tí fyri-
reikingar eru í byggiætl-
anini gjerdar til at byggja
uppí redaktións- og um-
sitingarfloyin í útvarps-
húsinum. Aftrat hesum
hølum má sjónvarpið eis-
ini hava pláss til studio,
kontrollrúm, verkstað,
goymslur og annað.
Lat ítróttar- og
bygdafeløgunum
syningarrættin
Medan hendan bygging
verður framd, meðan
sendinetið verður gjert
klárt, meðan greiða fæst
á, hvussu sjónvarpið skal
figgjast og meðan sjón-
varpsstarvsfólkið verður
útbúgvið er ongin sum
helst grund til at lata
nakrar amaterar í Havn,
Klaksvík og kanska aðra-
staðni við sleppa at spæla
sær við sjónvarpi.
Skula vit partout hava
sýningar í hesum fyrireik-
ingarskeiðinum, so dugi
eg ikki at síggja nakra
meining í at taka sýning-
armeguleikan frá ítróttar-
og bygdafeløgunum, sum
á henda hátt fáa savnað
bygdafólkið og limir sínar
og samstundis hava me-
guleika at tryggja felog-
um sínum eitt haldbetri
rakstrargrundarlag til
frama fyri bygdina, ung-
dómin og ítróttin.
Lat okkum bara —
meðan sjónvarpið verður
fyrireikað — halda fram
sum nú við sýningum í
ítróttar- og ungmannafel-
egum til gagns fyri
bygdalívið, ungdómin og
ítróttamenningina.
Tað er ongin sum helst
grund til at taka hendan
meguleikan frá teimum
við ti høvudsargumenti,
at 600 husarhald i Havn
og nøkur einstøk å bygd
hava keypt sær ein sjon-
varpsmóttakara. | Ongin
hevur biðið tey keypt
hetta, og tey hava onga
grund havt til at halda, at
tey fóru at fáa nakra nyttu
av hesum í bræði.
Keypið av
sjónvarps-
sendingum
má skipast
Eitt mugu vit tó gera
beinanvegin, og tað er at
fáa skil á innflutninginum
av upptiknum videobond-
um. Eg veit ikki um, at
upptekumenn á Flatlond-
um hava fingið rættindi til
at taka upp beinleiðis frá
sjónvarpi fyri menn, sum í
Feroyum leiga og selja
hetta tilfar víðari til brúk-
arar i Føroyum.
Tað er onki at ivast i, at
ein skilagóð skipan kann
fåast í lag við onnur sjón-
verp um brúksrætt móti
gjaldi í hesum fyrireiking-
artíðarskeiði, men vit
mugu tryggja, at distri-
butiónin verður reglulig
bæði so og so og so ódýr
sum meguligt.
Her kann eitt víðkað
filmseftirlit fáa somu upp-
gávu sum mótvegis bio-
grafunum og tað fólkið,
sum vit skula útbúgva til
sjónvarpsstarv, kann
hóskandi í lærutíðini sam-
an við sakkønari hjálp
standa fyri valinum av
einum parti av teimum
sendingum, sum brúkast
kunnu í samkomu- og
ítróttarhúsum.
Bert at lata standa til í
øllum hesum spurningum
og so samstundis bróta
næsar fyri einum vánalig-
um og illa umhugsaðum
fyribils privatsjónvarpi er
tað ringasta av ellum
ringum, sum landsins
myndugleikarnir = kunna
finna uppá. Tað fer ikki at
gagna sjónvarpssakini,
men fer einans at koma
nøkrum fáum til góðar í
krónum — tað er teimum,
sum við snildum og trýsti
hava skapt ein vissan
sjónvarpsterv uttan fyri-
lit.
Jógvan Arge