Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. apríl 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 26 — 8. apríl 1978 sosialurin Síða 5 Figgjarlógin hjá Klaksvíkar kommunu 23,3 mill. kr. Á býráðsfundi týskveldið samtykti Klaksvíkar By- ráð figgjarætlanina hjá kommununi fyri figgjarár- ið 78/79. Figgjarætlanin javn- vegar við 23,3 mill. kr. Hetta er góðar fimm mill. meir enn síðsta figgjar- ætlan, sum var uppá 17,2 mill. kr. Størstu postirnir á figgj- arlógini eru rentur og av- dráttir við 10,1 mill. kr., vegir og kloakkir við 2,9, kommunala fyrisitingin við 2,7, skúlamál við 2,6 og sosialmál við 1,6 mill. kr. Sterstu hækkingarnar á figgjarætlanini í mun til í fjør eru fyri rentur og av- dráttir við uml. 3,8 mill. kr., vegir og kloakkir við uml. 800.000 kr. og út- reiðslurnar til skúlamál eru somuleiðis hækkaðar við uml. 800.000 kr. Ein orsek til, at út- reiðslurnar til rentur og avdráttir eru hækkaðar so nógv, er at eitt lán uppá 750.000 krónur í svimji- hellini fellur til gjaldingar. í hesum figgjarårinum. Klaksvíkar kommuna tók í 76 eitt lán uppá 10 mill. kr. frá danska kom- munukreditfelagnum, og í fjør eitt lån upp á aðrar 10 mill. kr. úr Týsklandi. Higartil hevur kommunan bert brúkt um 10 mill. kr. av hesum peningi. Restin er ætlað til kommununar part í nýggju havnaætlan- ini í Klaksvík. Vardi fýra tímar Býráðsfundurin um figgj- arætlanaruppskotið vardi í fýra tímar. Andsteðan hevði ymisk broytingar- uppskot. Hon mælti til at lækka útreiðslurnar á fíggjarlógini við umleið einari millión kr. og tað var serliga útreiðslupost- arnir vidlikahald av veg- um og kloakkum og as- faltering, sum hon skeyt upp at skera niður. Men øll broytingarupp- skotini hjá andsteðuni vórðu feld, og uppskot meirilutans samtykt við 6 atkvødum. Í meiriluta- num í Klaksvíkar Býráð situr Javnadarflokkurin við 3 limum, Tjóðveldis- flokkurin við 2 og Sam- bandsflokkurin við 1 lími, meðan Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin sita í andsteðuni við ávikavist 3 og 2 monnum. Skattaprosentið 17,5 Týsdagin hevði líkningar- nevndin hjá Klaksvíkar Býráð gjøgnumgingid um 53 prosent av sjálvupp- gávunum, og hetta vísti ein vekstur i lønmåttak- arainntekuni uppá 24 pro- sent. Undir gjøgnum- gongdini hevur innteku- veksturin ligið millum 23 og 27 prosent. Skattaprosentið i Klaksvik i fjør var 16,3, men mett verður, at tað i ár hækkar upp í 17,5. Tað gjørdist skjótt greitt, tá tilboðini upp á bygg- ingina av Keypssamtek- uni í Vágum skuldu opn- ast týsdagin, at har var lítið at vraka og velja i- millum. Tað var nevniliga bert tað eina tilboðið inn- komið, frá Magna Thom- assen og Johnfinni á Plógv í Miðvági. Tilboðið er nú til kann- ingar á arkitektaskriv- stovuni hjá FDB í Dan- mark og avgjørt verður í komandi viku, um takast skal av. Tilboðið er upp á 2,75 mill. kr. Liðug til jóla So skjótt, tað er greitt, hver skal byggja Keyps- samtøkuna, verður farið undir arbeiðið. Ætlanin er, at húsið skal vera inni- lokað til heystar, soleiðis, at flytast kann inn nakað fyri jól. Tað er eingin Keypssamteka í Vágum frammanundan, men her- fyri varð gjørd ein fyribils limatekning. Uml. 400 limir vórðu teknadir og hetta varð hildið at vera eitt gott grundarlag at byrja keypssamtekuvirkið á. Liggur væl fyri Keypssamtekan í Vágum kemur at liggja væl fyri og góðir meguleikar verða til útbyggingar. Ætlanin er at byggja á Tikar- heyggi í Miðvági. Hetta er í vesturendanum av bygd- ini og er stórt óbygt eki uttanum. Keypssamtekan í Vág- um verður bygd í sama sniði sum tann í Fuglafirði og Tórshavn og verður stívliga 500 m? til støddar. Sjalv selubúðin verður 245 m*, goymslan 120, frystirúmið 21 m?, tilvirk- ingarrúmið 12, skriv- stovuhølid 14 og tvey køli- rúm upp á 12 m? hvert. Umframt verður so klæd- narúm, hjallur, toilett til viðskiftafólk o.a. Eitt av loftunum skal innrættast til 50 m* stóra goymslu og uml. eitt 20 m? stórt rúm til starvs- fólkið. Uttanum Keyps- samtekuna verður fyribils gjørt parkeringarplåss til einar 40 bilar. Bert eitt tilboð Fýra starvsfólk Nevndin í Keypssamtek- uni í Vágum hevur góðar vónir um at fáa ein ungan føroying til at vera fyri- stødumann. Hesin hevur fingið útbúgving i keyps- samtekuarbeiði. Aftrat honum vera trý onnur starvsfólk. Tað er Leif Nolsee í Ser- vági, sum er formaður í nevndini fyri Keypssam- tøkuni í Vágum. Hinir nevndarlimirnir eru Herta Simonsen, næstformaður, Sandavågi, Martin Niel- sen, Vatnsoyrum, Hans Jørgensen, Miðvági, Dag- ny Petersen, Sørvågi, Eli- as Petersen, Bø og Johan- nus Joensen, Sandavågi. i i í RATAÐ GT Keypssamtøkan í Miðvági kemur at liggja á einum opnum ski, so meguleikarnir fyri útbygging seinni eru góðir kring oyggjarnar J.F. Kjølbro keypt Klaksvíkar Byggivirki fyri 1,4 mill. kr. Týsdagin keypti P/F J. F. Kjølbro bygning- in hjå Klaksvikar Byg- givirki, sum er tad gamla spinnariið hjá Kjølbro. Keypspeningurin er 1,4 mill. kr., og tå eru maskinurnar i snikk- araverkstaðnum við i keypinum. Svend Thulesen, stjóri í J. F. K., sigur, at bygningurin skal brúkast til goymslu hjá timburhandlinum. Timburhandilin skal út úr tveimum av teimum Skipasambandið millum Norðurlondini Á 26. fundinum hjá Norðurlanda rådnum, sum var í Oslo í febru- ar, varð millum mangt annað samtykt at heita á Norðurlendska ráð- harrastovnin um at skunda undir arbeiðið við at fáa í lag skipa- samband millum Fer- oyar, Ísland og hini Norðurlondini. Húsini hjá Klaksvíkar Byggivirki liggja við Nýgg- javeg, yvir ímóti Borðoyarvík húsunum, sum hann heldur til í í dag. Hús- ini eru í tveimum hæddum, og hava eina gólvvidd uppá umleið 1100 kvadratmetrar, meðan grundekið er um 1600 kvadratmetr- ar. Helini eru væl egn- aði til endamálið, tí tey eru stór og góð, sigur Thulesen. Um eitt hóskandi boð fæst, ætlar Kjel- bro at selja snikkara- maskinurnar. Småligan fiskiskap Saltfiskatrolarnir hjá J. F. Kjelbro hava havt småligan fiski- skap, síðan teir fóru eystureftir at royna fyrst í januar mánaða. Skálaberg og Sunda- berg hava fingið um 460 tons, meðan Sjúrðaberg hevur um 360 tons. Í seinastuni hava trolarnir roynt á norska ekinum.