Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. apríl 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 26 — 8. apríl 1978 kring oyggjarnar Hava ikki ráð til Garnabátarnir fiska væl Mikudagin avreiddi Lakkaklettur um 89.000 pund til Snar- frost í Miðvági. Lakka- klettur hevði roynt á Føroya Banka, og øll veiðan var toskur. Hesa vikuna hevur Miðvingur avreitt 80.000 pund, Hamra- berg 46.000 pund og Venus 45.000 pund. Smábátarnir í Mið- vági hava verið úti all- ar dagarnar í hesi vik- uni, og teir hava ligið millum 500 og 700 pund. Trolbáturin Breiða- nes skuldi koma inn at avreiða í gjár, meðan hinir trolbátarnir Ham- raberg og Heldarstind- ur koma inn í næstu viku. Pensionistar minni skatt Inntøkan í Funningi var 2,9 mill. kr. i fjør, ella 300.000 kr. meira enn árið fyri. Skatta- prosentið í ti nybyrjada figgjarårinum er tad sama sum i ti farna, 10, og kommunan fær uml. 30.000 kr. meira i skatti. Tann broyting varð gjørd hesaferð, at pen- sionistar bert vórðu hækkaðir við 20% í staðin fyri 40. Inntøk- an hjá eðrum varð sum vant hækkað við 40%. Í Funningi eru nú 64 skattaborgarar. Akraborg mist nótasliskuna Tá nótaskipið Akra- borg á síðsta túrinum var á veg niður at selja, fingu teir ein sjógv, og mistu nótasliskuna. Ein nýggj sliska verður nú gjørd á Torshavnar Skipasmiðju, og Akra- borg kemur mánadagin til Havnar at fáa hana ísetta. Brimborg 275 tons Týsdagin var trolbát- urin Brimborg á Vági og avreiddi góð 55 tons til Polarfrost. Hon fór út aftur hósdagin. Til- samans hevur Brim- borg nú veitt 275 tons, síðan hon byrjaði fiski- skap um 10. februar. Mánadagin tók Pol- arfrost móti fiski frá tveimum bátum. Græl- ingur avreiddi góð 44 tons og Gáshólmur 6.500 pund. Týsdagin avreiddu umframt Brimborg eis- ini Gáshólmur 5.600 pund, og Steinhús- breður 4.800 pund. Mi- kudagin hevði Stein- húsbréður 4.750 pund. Fýra smábátar í Vági hava hesa vikuna ligið upp í 400 pund. Polarborg Í, sum hevur verið á beding í Havn í ein góðan mán- aða, er nú aftur farin undir Feroyar at roy- na. Polarborg II er eis- ini undir Føroyum. Havnin i Funningsfirdi longu ov litil Elduvikar og Funnings kommunur hava nú tikið við nýggju havnini, sum er gjerd í Funningsfirði. Atlegusíðan er nú 48 metrar umframt at leggjast kann at í báðum endunum. Havnarbyggingin hevur kostað 3 mill. kr. og hava kommunurnar goldið 1,5 hver. Men tær fáa 3/4 afturgoldnar sum studning frá landinum, so parturin hjá hverj- ari kommunu verður 375.000 kr. Men har norðuri meta teir nú, at útbyggingin er ov lítil, so umsókn er send tinginum um studning til at byggja 25 — 50 metrar aftrat. Annars frættist norðaneftir, at arbeiðið upp á Funningsvegin skal byrja í mai mánað. Vegurin verður 6,5 km. langur og byrjað verður at grava í Funningsfirði. Vegurin, sum verður landsvegur, kemur ikki at liggja gjøgnum Funningsbygd, men kemur í vegin til Funnings omanfyri bygdina. asfaltstudningin asfaltgrunnurin er óbrúkiligur í núverandi líki, sigur formaðurin í Kommunufelagnum Undir aðru viðgerð av log- tingsfiggjarlogini kom fram, at kommunurnar ikki brúka tann sonevnda asfaltgrunnin, hóast nógvur peningur er tekur í hesum grunni. Formaðurin í Feroya kommunufelag, Vilhelm Johannesen, sigur, at or- sekin til, at kommunurnar ikki sekja um asfaltstudn- ing, er einfaldliga tann, at tær rekka ikki eftir hon- um, tær hava ikki ráð til at søkja. Studningur úr asfalt- grunninum verður nevni- liga einans latin til keyp av asfalti og til at leggja tað á vegin. Studningurin verður ikki latin til fyri- reikingararbeiðið, t.e. gera vegin kláran til as- faltering. — Og tað er júst hetta, sum er tann dýrari part- urin av arbeiðinum, sigur formaðurin í Kommunu- felagnum. Tóku triðingin burturav Vilhelm Johannesen sig- ur, at eitt nú Klaksvíkar kommuna hevur ringar royndir av hesum studn- ingstreytunum. Í fjer sekti kommunan um 600.000 kr. úr grunninum, men tá samanum kom, fekk hon bert 400.000 kr. Landsmyndugleikarnir segdu, at triðingurin av upphæddini ikki varð brúktur beinleiðis til as- faltering. Vilhelm Johan- nesen leggur afturat, at henda skipanin kann freista kommunurnar til at asfaltera uttan skil, uttan at gera tað neyðuga fyrireikingararbeiðið fyrst. Mæla til broyting Asfaltgrunnurin fær helvtina av tí tolli, sum verður tikin av bensini. Á fíggjarlógini fyri 1978— 79 eru settar av 4,5 mill. kr. til grunnin. Tvey tey seinastu árini hevur hann fingið 3,5 mill. kr. um ár- ið. Studningurin til kom- munurnar er avgjørdur av íbúgvaratalinum, soleiðis, at fyri hvenn íbúgva fær kommunan 150 kr. Hetta talið er hækkað í ár, tað var 120 kr. Tað er kortini ein spurn- ingur, um tað er rætt at brúka íbúgvaratalið sum einasta grundarlag. Víst hevur verið á, at vega- longdin í kommunum við uml. sama fólkatali kann vera ógvuliga ymisk. Sum demi kunnu nevnast Við- areiði og Hvannasund ella Sand og Skopun. Ti hevði ein kombinati- ón av íbúgvaratalinum og vegalongdini helst verið tað rætta grundarlagið. Spurdur, um Komm- unufelagið ætlar at heita á tingið um at broyta studn- ingsreglurnar, sigur Vil- helm Johannesen, at starvsnevndin hevur ikki enn havt fund um hetta málið. — Men, eg kann hugsa mær, at vit senda tingi- num skriv hesum viðvíkj- andi. Ti skal studningurin koma til nakra nyttu, má hann broytast soleiðis, at hann verður til gerð av kommunalum vegum. Ikki bert til asfaltering- ina, men eisini til fyrireik- ingararbeiðið, kantsteinar o.t. Reglurnar fyri veiting av asfaltstudningi eru soleiðis háttaðar, at kommunurnar ikki hava fíggjarliga orku til at rekka so langt, at tær kunna sekja Klaksvík fær ein skúlatannlækna afturat Skulatannlæknarøktin verður útbygd til eisini at umfata framhaldsdeildina Frá 1. august í ár verður ein skúlatannlækni settur afturat í Klaksvík. Pen- ingur er avsettur til hetta endamálið á fíggjarlógini fyri 78/79, sum Klaksvík- ar Býráð samtykti í hesi vikuni. Tá verða tveir skúlatannlæknar í Klaks- vík. Longu í fjør vár varð prinsipiel avgerð tikin um at ein skúlatannlækni skuldi setast afturat. Eftir at fíggjarlógin fyri síðsta figgjarår varð sam- tykt í fjør vår, var ein fundur millum mentunar- nevndina hjá býráðnum og skúlatannlæknan. Hann ferdi fram, at tað var ov nógv hjá einum tannlækna at kanna øll skúlabernini frá 1. til 7. flokk, men at hetta hin- vegin var ov lítið til tveir tannlæknar. Eisin! fram- haldsdeildin Hann vísti eisini á, at bernini í 12—13 ára aldr- inum júst eru í tí ringasta aldrinum, hvat tannarekt viðvíkur. Ti varð avgjert at seta ein tannlækna afturat, og at víðka tann- læknarektina til eisini at umfata framhaldsdeild- ina. Sostatt fáa øll skúla- bernini i Klaksvikar Kommunu ókeypis tann- læknaviðgerð frá 1. au- gust í ár.