Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. apríl 1978síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 26 — 8. apríl 1978 sosialurin Slade in flame i KØ Mangur ungdómur man við longsli hava bíðað eftir hesum filmi, men nú er hann so her, tónleikafilmurin Slade in flame. „Jack Daniels and his D.T.'s« er ein ?. klassa-poppbólkur, sum spælir á 3. klassa dansihelum og við ein- um 4. klassa manag- ara, sum droymir um at fáa eitt ovurstórt kontór í London. Sum flest allir ó- kendir bólkar royna hesir eisini at koma sær upp á toppin, men hetta er sera torført. Í bólkinum Jack Daniels and Hís D.T.'s eru Jack Diels, Barry og Paul, leiktir av åvika- vist Allan Lake, Dave Hill og Jimmy Lea. Ein dagin setir bólk- urin eina lýsing í eina avís um at fáa ein trummusláara. Hesa lýsing sær Charlie, sum er leiktur av Don Powell, og hann verður so trummusláari. Bólk- urin ferðast nú gjøgn- um alt Norðurongland og spælir á teimum flestu dansihølunum. Meðan er managarin blivin meira og meira troyttur av at bíða eftir, til bólkurin skal verða kendur. Í einum klubba kem- ur bólkurin í samband við ein annan bólk, »Roy Priest and The Undertakers,« sum hevur Stoker, sum er leiktur av Noddy Hol- der, sum sangara. Hes- ir hava eina »rædu- framførslu«, har Stok- er verður borin inn á pallin í einari kistu. Seinni kemur hann upp úr kistuni, men hetta hendir ikki hetta kveldið, tí eitt stórt hongilás er sett á kist- una. Hetta kveldið endar við einari bil- jagstran, sum er orsek- in til eitt óhapp, og báðir bólkarnir enda í geglinum, og her endar segan hjá teimum báð- um bólkunum. Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Stok- er og Paul, sum vóru høvudsmenninir i teim- um báðum bólkunum gera av at gera ein bólk saman við Barry og Charlie. Flame, sum bólkurin eitur, verður nakað seinni kendur. Hesin filmurin er nú nakað gamal, men tað ger hann ikki verri. Tað er enski bólkurin, Slade, sum hevur gjert filmin, og í honum spæla Noddy Holder, Dave Hill, Jimmy Lea og Dan Powell. Slade in flame verður sýndur í Havnar bio. Kunngerð Sum fráboðað í kunngerð um elprísir í 1977/78 varð samtykt, at streymur ikki mátti latast undir medalkostpris/kWh. Fyri 1977/78 varð meðalkostnaðurin roknaður til 38 oyru/kWh, og vísa útrokningar, at hesin prísur í ár hækkar við 3 oyru/kWh. Í 1978/79 skal sostatt gjaldast eftir hesi Gjaldsskrá frá 1. april 1978 Årsnytsla yvir 100.000 kWh Streymgjald Fast gjald 0—10.000 kWh 51oyru/kWh 10.000 — 100.000 kWh 43 oyru/kWh 41 oyru/kWh 180 kr/ár 980 kr/ár 2980 kr/ár Elfelagið S.E.V. De tossede campister Roland Crump er forn- frødingur og skal kanna nakrar rómverskar lutir, sum eru funnir á einum tjaldingarstað. Hann gerst óttafullur, tá hann fær at vita, at russiska kvinnan Anna Vooshka skal vera hansara. Tá tey koma til tjald- ingarstaðið, fáa tey ein vogn, sum allahandamað- urin eigur, at sova í. Á staðnum búgva m.a. Arthur og konan arbeiðsfelagi Linda, sum afturat mammu síni eisini hev- ur ein tosandi papa- geyk við sær. Eisini Joe og hálvbýtta kona hansara halda frítið sína har. Fred og Ernie eru eisini har uttan konur sínar. Eftir ætl- an skuldi hetta verið ein fiskitúrur, men so bera teir eyga við tvær gentur, Carol og Sandra, og royna at koma í samband við tær. Crump og Anna byrja nú útgrevsturin og finna nógvar sjáld- samar lutir. Ein spreinging verður or- sekin til, at Crump má leggjast á sjúkrahús, men hann verður skjótt útskrivaður, og vendur aftur til útgravingar- staðið og mangar trup- ulleikar — m.a. eina høvudsvatnleiding. Ímeðan ætlar eigar- in, Major Leep, at fyri- reika eina veitslu í samband við at eini fel- agshús hjá honum skula opna. Á hesi veitslu flýgur papa- geykurin runt og sigur ymiskt, sum helst ikki skal sigast ov hart. Úr- slitið av hesum verður m.a., at Barnes hittir konu sína, sum hevur verið skild frá honum, aftur. Tey verða sam- eind, og skjótt verður gjørt av, tá konan fær at vita, at maðurin er vorðin ógvuliga ríkur, meðan tey hava verið skild. Veitslan endar í ein- um stórum ruðuleika. Nýmálaðir stólar geva trupulleikar so hvert sum fólk reisir seg. Eitt óveður hevur gjert plássið til eitt stórt runudíki, og tá okkara góðu fornfroð- ingar hava grivið nógv hol í jørdina, so verður tað ikki heilt lætt at finna aftur í vognar- nar. Men eftir eitt sindur« av skemti koma øll tó í song, men tó stovna ikki øll. Or- sekin til hetta sæst í endanum av filminum, men hvat hendir, skal ikki sigast her. Tó kann sigast, hetta av- gjørt skal fáa fólk at koma kinnareyð og við einum lítlum brosi út úr biografinum. Filmurin er ein sama slag filmur sum tann danski >Olsen ban- den.« Hann verður sýndur í Havnar bio. 20 tonsarin frá VIKSUND Nýggi 42 fót báturin frá Viksund er mest umbidni báturin í Noregi í dag. Hava tygum í huga at keypa nýggjan bát, so setið tygum í samband við meg, og fáið alt at vita um henda bát. Áhugin fyri hesum báti er stórur í Føroyum í dag. Oddmar Juul Samuelsen tif. 56666 — Klaksvík