mikudagur 12. apríl 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 27 — 12. apríl 1978
kring oyggjarnar
Rithevundafelagið
sent útvarpinum
uppskot um
samsýningaskipan
Á aðalfundinum hjá Rithevundafelagnum 19. mars
varð samtykt eitt uppskot um samsýning fyri upp-
lestur í Útvarpinum. Uppskotið er sent Útvarp-
inum, men enn er onki svar komið haðani.
Nevndin í Rithevundafelagnum hevur annars
arbeitt við hesum málinum nú í hálvtannað ár. Í
1976 varð eitt uppskot um eina samsýningaskipan
sent Útvarpinum, sum svaraði við einum ødrum
uppskoti í mars 1977. Hetta uppskotið kundu limir
Rithevundafelagsins ikki góðtaka og varð nevndini
tá álagt at arbeiða víðari við málinum. Karsten
Hoydal og Steinbjern B. Jacobsen hava havt málið
undir hond og í oktober í fjør høvdu teir eitt nytt
uppskot klárt. Men tað varð vrakað á limafundi.
Karsten og Steinbjern hevdu so aftur gjert eitt
uppskot til aðalfundin 19. mars og hesaferð fekk
tað viðhald, tó við teirri broyting, at samsýn-
ingarskipanin eisini skal galda fyri yrkisbókmentir
og fyrilestrar annars.
Eftir uppskoti Rithevundafelagsins skal skip-
anin umfata bæði tey, sum hava skrivað og tey,
sum lesa upp.
Nevndin í Rithevundafelagnum er tann sama
sum fyri aðalfundin. Karsten Hoydal og Steinbjern
B. Jacobsen stóðu fyri vali, men teir blivu báðir
afturvaldir. Hini í nevndini eru Jens Pauli Heine-
sen, Guðrið Helmsdal Nielsen og Hanna Lisberg.
Limatalið liggur um 60.
peningur
Víst
1977
Fyrst studningur ar hesin pe
so lán, nú bæði — TS og MIN.
: , verður á, at í
studningur og lán fingu høvundar 8.76
Ein av játtanunum á kr.
fyri hverja bók,
nýggju fíggjarlógini
sum bókasevn hava
kallast »låni- og studn- eftir teimum. Í år er
ingsgrunnurin til bóka- upphæddin minkað
utgåvu.« 100.000 kr. niðuri7.23 kr.
eru settar av til hetta Tað verður eisini
endamálið. hildið at vera skeivt, at
Hesin grunnur var í
fyrstani einans studn-
ingsgrunnur, men
hann bleiv broyttur til
bert at veita lán. Rit-
hevundafelagið hevur
havt samráðingar við
D. P. Danielsen, lands-
stýrismann, um at fáa
hetta broytt aftur.
Úrslitið varð, at nú ber
til bæði at fáa lán og
studning úr grunni-
num.
tey, sum tekna myndir
til bøkur, ongan sømd-
arpening fåa afturfyri.
Husbødilin
i Klaksvik
Um vikuskiftið fram-
førdu leikarar frá Losj-
uni í Getu sjónleikin
Húsbeðilin í Klaksvík.
Tað vóru tríggjar sýn-
ingar, og salurin var
Rithevundafelagið
hevur eisini skrivað til
landsstýrið viðvíkjandi
bókasavnsstudningi-
num upp á 24.000 kr.
Av ti at bøkurnar ger-
ast stødugt fleiri, mun-
fullsettur til allar syn-
ingarnar.
Húsbeðilin er ein
leikur, sum er undir-
haldandi og bæði álv-
arsamur og skemtilig-
ur
ílarogn til Føroya
doyðu i Kastrup
stóðu fimm dagar i floghavnini, ikki pláss i flogfarinum
Beint fyri páskir skuldi
P/f Fiskaaling fáa 100.000
sílarogn frá alisteðini á
Sundalsere við Bergen.
Rognini fóru haðani til
Danmarkar ein hósdag og
var ætlanin, at tey skuldu
við føroyaflogfarinum
friggjadagin. Men tey
komu ikki tann dagin og
heldur ikki dagin eftir.
Ikki fyrr enn við flogfar-
inum týsdagin komu
rognini, men tá var so at
siga alt deytt.
Tola bert tveir
dagar
Andrias Reinert sigur, at
her var talan um eygarogn
av ælabogasílum. Ætlanin
er at royna, um tey norsku
sílini egna seg betur her
hjá okkum enn tey dons-
ku, sum higartil hava
verið brúkt til alingina.
Munurin er tann, at
norðmenn, eins og vit, ala
sílini í sjógvi. Danir hin-
vegin ala tey í feskum
vatni.
Orsekin til, at rognini
doyðu, er tann, at tey tola
ikki flutning meira enn
tveir dagar. Í hesum fer-
inum var talan um fimm
dagar.
Rognini vórðu send sum
farmur og hava tí, sum
annar farmur, noyðst at
víkja fyri ferðagóðsi og
posti. Hinvegin rúmaðu
tey ikki meira enn' tveir
»spruttkassar« og vigaðu
tað sama sum ein hålvur.
Kann tarna alingini
eitt heilt år
Andrias Reinert upplysir,
at teir skuldu fåa eina
nyggja sending av rogn-
um i hesi vikuni. Men teir
eru longu nógv seinkadir
og tað er ivasamt, um hesi
silini, sum nú koma,
kunna fara í sjógvin, t.e. í
byrgingarnar við Streym-
in, í heyst. Eydnast tað
ikki, verður alingin seink-
að eitt heilt ár. Tá verður
neyðugt at hava sílini
gangandi allan veturin
inni í Skálabotni. Andrias
Reinert sigur, at hann veit
ikki enn, um tann fyrra
sendingin av rognum fær
figgjarligar avleidingar
fyri P/f Fiskaaling. Tad
veldst um rognini eru
tryggjað í Noregi. Rognini
kosta 6.000 norskar kr.
Norskur ráðgevi
P/f Fiskaaling hevur ann-
ars havt vitjan av einum
norskum ráðgevi. Hesin
helt, at tað vóru góðir
meguleikar fyri fiskaaling
í Feroyum, serliga laksa-
aling. Hitin í sjónum her
er betri egnaður til laks
enn ælabogasilini.
Norski ráðgevin mælti
avgjørt til, at hildið verð-
ur fram við aliroyndunum
her.
Kveldskúlin í Klaksvík
620 næmingar í vetur
Kvøldskilin hevur tilsamans havt 27 lærugreinir í vetur
Kveldskúlin í Klaksvík
hevur havt góða undir-
tøku í vetur. Tilsamans
hava umleið 620 næming-
ar luttikið í teimum 27
lærugreinunum, sum
skúlin hevur havt at bjóða
klaksvikingunum.
Tær flestu lærugrein-
irnar eru nú lidnar fyri i
ár. Um vikuskiftið skipaði
skúlin fyri eini stórari
framsýning av lutunum,
sum næmingarnir hava
gjørt í kveldskúlanum.
Har vórðu sýnd fram ar-
beiðini hjá næmingunum
innan lærugreinirnar vev-
ing, brodering, smyrning,
hekling, seyming, stof-
tryk, keramik, postalins-
máling og bókbinding.
Í vetur hevur skúlin
eisini havt lærugreinina
fimleikur, sum endaði við
Lærugreinin postalínsmáling hevur verið við fyri fyrstu ferð í ár
eini framsýning fyri góð-
um tveimum vikum síð-
ani. Tilsamans 80 kvinnur
hava gingið til motións-
fimleik.
Tríggjar
lærugreinir
halda fram
Eigil Hentze, leiðari á
kvøldskulanum, sigur, at
tær einastu lærugreinir-
nar, sum halda fram, eru
fyrireikingarskeiðini til
tekniska fyrireiking 1 og 2
og maskinskriving. Hesir
næmingarnir fara upp til
roynd, tá framhaldsdeild-
in fer til próvteku.
Eigil Hentze sigur, at
skúlin hevur havt góða
undirtøku í vetur. Næm-
ingarnir hava verið bland-
aðir, og frá øllum aldurs-
bólkum. Innan allar læru-
greinir uttan eina hava
verið nógv ungfólk. Tað er
veving. Her vísir tað sg
mest at vera tilkomnar
kvinnur, sum hava áhuga
fyri hesi lærugreinini, sig-
ur Eigil Hentze.