mikudagur 12. apríl 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 27 — 12. apríl 1978
sosialurin
Síða 3
ldnadartrolarnir skula fáa
meira burturúr hjáveiðuni
Danir gera royndir við nýggjari útgerð
Fiskeriministeriets Forsøgslaboratorium
hevur í nøkur ár arbeitt við gerð av út-
gerð, sum skal økja munandi um møgu-
leikan hjá ídnaðartrolarunum at fáa
meira burturúr hjáveiðuni.
Tann stórri fiskurin verður skildur frá
ídnaðarfiskinum og verður goymdur í
serstagkum kontainarum, áðrenn hann
verður landaður til matna
Verkfreðingurin Karsten
Bæk Olsen, ið arbeiðir á
Fiskeriministeriets For-
segslaboratorium, sigur,
at tílík útgerð til einar 30
trolarar er biløgd ella seld.
Útgerðin hevur verið
roynd á donskum skipum
og sigst at rigga væl.
UD
—" T
roer
A 5
LL 2.
Danski staturin metir
nýggju útgerðina so týdn-
ingarmikla fyri idnadar-
flotan, at 25 prosent av
kostnaðinum verða latin
sum studningur. Qll út-
gerðin kostar umleið
125.000 krónur, sigur
Karsten Bæk Olsen.
Ein megulig kont:
fyrst vaskaður á lan
nøgdin fylt í, og kon
síðstu tekni:: ini ver
tainaran í lastini
araskipan.
Síðani verður tann neyðuga ís-
;arin verður lossaður umborð. Á
r sjálvur fiskurin koyrdur í kon-
Kontainarin verður
Sosialurin vitjaði her-
fyri á Fiskeriministeri-
ets Forsegslaboratori-
um, ið liggur uttanfyri
Lyngby á Sælandi.
Her hittu vit teir báðar
verkfreðingarnar,
Karsten Bæk Olsen og
Preben Íkkala. Vit tos-
aðu um arbeiðsupp-
gávurnar og nakrar av
teimum kanningum,
sum verða gjerdar á
stovninum.
Fiskeriministeriets
Forsegslaboratorium
varð sett á stovn í
1930. Endamálið við
stovninum er, at hann
skal stuðla donsku
fiskivinnuni. Hann
skal gera kanningar og
royndir, sum hava
týdning fyri at varð-
veita og góðska fisk —
og fyri framleiðslu av
fiskaverum til ídnað.
Stovnurin hevur skyl-
du til at greiða vinnu-
lívinum frå kanningum
og úrslitum, tá biðið
verður um tað. Um-
framt teknologiskar
kanningar og royndir
og menningararbeiði
fyri fiskivinnuna áligg-
ur starvsfólkinum á
hesum stovni at undir-
vísa m.a. teimum, ið
lesa til verkfreðing.
Fiskeriministeriets
Forsegslaboratorium
er partur av Danmarks
Tekniske Højskole, og
her arbeida 25 folk. Tad
eru verkfrødingar,
djóralækni, agronomur
og onnur hjálparfólk.
Skilur stórra
fiskin frá
Orsekin til, at danir hava
arbeitt við at kanna me-
guleikan fyri tílíkari út-
gerð, er hon, at ein alt ov
stórur partur av hjáveið-
uni hjá donskum idnaðar-
trolarum fer í lastina sam-
an við idnadar-fiskinum.
Ber til at skilja sterra
fiskin frá, áðrenn hann fer
í lastina, og landa henda
fiskin til matna, tá hevði
tað lent seg nógv betur
hjá bátunum.
Trolfiskiskap * in hjá
denum í Norðsjónum hev-
ur hesi undanfarnu árini
verið bundin av árstið-
unum og veiduøkjunum.
Ávísa tíð á árinum hava
skipini fingið sonevnda
reina veiðu, tað er t.d.
nebbasild, har lítil ella
eingin hjáveiða fylgir við.
Nýggja útgerðin, sum er roynd á donskum skipum og riggar væl:
1. Móttekukassi við eini stórari rist, sum skal forða størri lutum at typpa
skipanina.
2. Flutningsband, sum flytur fiskin yvir í skiljitrumluna (3).
3. Skiljitrumlan. Tann sterri fiskurin verður skildur frá (10). Ídnaðarfiskurin dettur
niður í trogið (4).
4. Trogið, har idnadarfiskurin verður blandaður við ísi.
5. Ísgoymslan í lastini.
6. Ísurin verður á flutningsbandinum fluttur upp í trogið (4).
7. Flutningsband. Ídnaðarfiskurin, sum er blandaður saman við ísi, verður fluttur
yvir í slúsuna. (8).
8. Slúsa og eitt plastrer, ið kann flytast aftur og fram.
9. Fiskurin fer gjegnum ísdekslið niður í lastina.
10. Tann sterri fiskurin verður skildur frá og verður reinsaður. Síðani fer hann í
kontainarar í lastini.
Allar tekningarnar og myndin eru úr »Årsberetning 1976, Fiskeriministeriets For-
segslaboratorium>
Men meginpartin av ári-
num hevur hjáveiðan ver-
ið rættiliga stór. Henda
hjáveiða, ofta stórur fisk-
ur, eitt nú hýsa, hevði
givið væl meira av sær,
varð hon skild frá hinum
fiskinum og fór til matna
ístaðin.
Farin í lastina
við ídnaðar-
fiskinum — m-
Higartil hava teir å teim-
um størru trolarunum ein-
ans tikið tann heilt stóra
fiskin frá við hond, síðani
reinsað og ísað hann. Men
manningartrot og tann
vánaliga tekniska útgerð-
in umborð hevur verið or-
sekin til, at meginparturin
av ti fiskinum, sum veru-
liga kann nýtast til
matna, er farin í lastina
saman við ellum idnaðar-
fiskinum. T.d. kann nevn-
ast, at meginparturin av
donsku veiðuni av hýsu og
Soleiðis sá tann fyrsta skiljitrumlan út, ið varð roynd
umborð á E 200 Teide úr Esbjerg
hvítingi í 1976 varð landað
til fiskamjelsvirki
Nú hevur so verið ar-
beitt við at gera nýggju
útgerðina so góða sum
gjørligt. Utgerðin verður
framleidd á einum ma-
skinverkstaði í Esbjerg
Nýggja útgerðin
Nýggja útgerðin sæst á
tekningini. Mannagongd-
in er í stuttum tann, at
allur fiskurin verður
koyrdur í mottøkukassan.,
har ymsir størri lutir frå
havbotninum verða tiknir
frá. Síðani fer fiskurin
eftir einum flutningsbandi
yvir í eina skiljitrumlu
Her dettur smærri fisk-
urin niður í eitt trog
neðra og fer víðari eftir
flutningsbandi í lastina
saman við ísi. Tann sterri
fiskurin. ið er ætlaður at
nýta til matna, verður
skildur frá í trumluni
Hesin fiskurin verður síð
ani reinsaður og koyrdur í
nakrar ávisar kontainarar
í lastini, ið eru gjørdir til
endamálið. Kontainarar-
Framhald á síðu 5