Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. apríl 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 28 — 15. apríl 1978 Cactus Skansastovukonsertin | Fox Síða 3 Bach varð væl dámdur Árliga Skansastovukonsertin var væleydnað, og tónleikurin var meira fjølbroyttur enn áður SR Black Birds Jógvan Thomsen Yvir 2000 folk, størsti parturin ungfólk, høvdu leitað sær nidan i Ítróttar- hellina í Havn til árligu Skansastovukonsertina seinasta leygardag. Hetta var fimta kon- sertin, ið ungmannafelag- ið Skansastova hevur skipað fyri, og tað má sig- ast, at hon var sera væl eydnað. 6 orkestur og ein einstaklingur luttóku á konsertini, sum vardi yvir 3 tímar. Orkestrini vóru Black Birds, Sunny, Fox, Straight Ahead, Cactus, eitt jazz-orkestur og ein- staklingurin Jógvan Thomsen. Frásegumaður var Kári Petersen. Øl or- kestrini luttóku ókeypis, so allur peningurin fer til arbeidid hjå Skansastovu. Konsertin Øll orkestrini eru »gomul« uttan eitt, nevniliga Cac- tus ur Havn. Hetta or- kestur spælir i sjónleik- Straight Ahead inum hjá Grimu. Annars var hetta fyrstu ferð, Cac- tus spældi alment, og tað kláraðu teir heilt væl. Sunny úr Klaksvík, sum er væl umtókt., kláraði seg ikki so væl sum vanligt. Harafturimoti spældi Straight Ahead, eisini ur Klaksvík, ógvuliga væl, betur enn vanligt. Spælið hjá Jógvani Thomsen úr Nólsoy var heldur óvanligt at hoyra á einari tílíkari konsert Hann spældi nevniliga eitt stykki eftir Bach á Framhald á síðu 7