leygardagur 15. apríl 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 28 — 15. apríl 1978
kring oyggjarnar
pr 2
Atlantic
Shellfish fingið
ekið við
Kallbaksfjørð
Tórshavnar Býráð hev-
ur játtað eini umsókn
frá Atlantic Shellfish
v/ Knút Nolsee um at
fáa eitt eki eystanfyri
Týggjará við Kald-
baksfjerð til leigu.
Økid skal brúkast til
at byggja eina alistød
og eitt skeljavirki.
Náttúrufriðingar-
nevndin hevur eisini
givið loyvi til at alistød
og skeljavirki verður
bygt á hesum ekinum,
tó við teirri treyt, at
bygningarnir verða í
dimmum litum.
Kirkjuráðini
í Eysturoynni
havt ársfund
Kirkjuráðini í Eystur-
oynni hevdu árliga
fund sín seinasta sun-
nudag. Fundurin varð í
ár hildin í Oyndarfirði.
Ejvind Vilhelm, bisk-
upur, legði fyri til tjak
um fíggjarviðurskifti
kirkjunnar. Orðaskiftið
snúði seg fyrst og
fremst um kirkjuskatt,
sum stødugt fleiri kirk-
juráð eru farin at
álíkna. Niels Pauli Da-
nielsen, sum hesi sein-
astu árini hevur verið
formaður í starvs-
nevndini, bar seg und-
an afturvali og varð
Jergen Thomsen,
Skála, valdur fyri
hann. Jergen Thomsen
umboðar Sjóvar pres-
tagjald og hinir í
starvsnevndini eru
Johs. Jacobsen, Fugla-
fjardar prestagjald,
Arnold Olsen, Nes
prestagjald og Petur
Martin Rasmussen,
Eiðis prestagjald.
Inntøkan vaksin
við 26%
Bygdarráðið í Oyndar-
firði hevur álíknað
skattin fyri figgjarårid
1978—79. Eftir at
hækkingar og lækk-
ingar eru gjerdar er
skattainntekan 4,9
mill. kr.
Kommunuskatturin
verður 544.000 kr.,
hann var 408.000 kr. í
farna figgjaråri og er
vøksturin 26%.
Skattaprosentið er
hækkað við einum, úr
10 í 11.
Skattainntøkan
i Sørvågi
20,4 mill. kr.
Skattaålikningin i Sør-
vågi er liðug. Samlaða
skattainntøkan er 20,4
mill. kr. Hetta er ein
vøkstur uppå 17,4 pro-
sent i mun til i fjør, tå
skattainntøkan var
17,4 mill. kr.
Skattaprosentið i ár
er 15, og tað er eitt
prosent hægri enn í
fjer. Álíknaði skatturin
í ár er tilsamans 3 mill.
kr., sum er góðar
600.000 kr. meir enn í
fjør.
Tryggingarsambandið
Sj ovinnubankin og
Føroya Banki ætla at
byggja hotel i Havn
A einum tidindafundi
mikudagin legði ein
fyra-manna arbeiðs-
nevnd, sum er saman-
sett av umboðum frá
hesum trimum stovnu-
num eitt liðugt skitsu-
projekt fram, saman
við umboðum frá arki-
tektfelagnum Friis og
Molke úr Árhus, sum
hava gjert skitsupro-
jektið.
Ætlanin er at byggja
hotellið á einum eki
millum Oyggjarvegin
og Marknagilsvegin, á
Húsagarðsfestinum,
eystanfyri riðingarvell-
in.
Eftir skitsuprojekti-
num skal hotellið vera
um 6.200 kvadratmetr-
ar stórt, og byggjast í
trappuformi Teir
triggir stovnarnir ætla
at útvega sær eitt eki
uppá millum 40 og
50.000 kvadratmetrar.
Tilsamans skulu
vera 108 verilsir á ho-
tellinum, sum ell kun-
nu brúkast til dupult-
rúm. Í hotellprojekti-
num er dentur lagdur á
at útvega fundar- og
kongresshølir.
Ætlanirnar skulu nå
leggjast fyri teir kom-
munalu myndugleikar-
nar. Jarðarráðið hevur
sagt seg vera sinnað til
at lata ekið niðanfyri
Oyggjarvegin.
Ætlanin er at fara
undir byggingina til
heystar, og miðað
verður ímóti at hotellið
skal vera klárt at taka í
nýtslu um várið í 1980.
Tá byggingin byrjar
verður ein felagsskapur
stovnaður av teimum
trimum stovnunum.
Vilja ikki avtaka
ensiónsskattin
— Pensionistafelagið havt vitjan av politikkarum
Á fundinum hjá Pension-
istafelagnum mikukveldið
kundi Petur Christiansen,
býráðsformaður, bera lim-
um felagsins tey góðu tið-
indi, at figgjarnevndin hjá
býráðnum tann sama dag-
in hevði avgjørt at lata
innrætta ein part av kjall-
aranum á Ellisheiminum
til felagið at nýta. Petur
Christiansen upplýsti
annars, at býráðið er kom-
ið nakað áleiðis við at út-
vega felagnum egið hús.
Fundurin mikukveldið
var fjølmennur, millum
130 — 140 pensionistar
voru samankomnir uppi å
Parnassinum fyri at
hoyra, hvat politikkarar-
nir hevdu at bjóða teim-
um. Hesir hevdu framm-
anundan, fyri einum mán-
að síðani, fingið eitt bræv
frá Pensionistafelagnum.
Í brævinum eru nevndir
nakrir meguleikar, sum
kundu verið royndir fyri
at lætta um ellisårini.
Hetta var grundarlagið
undir tjakinum.
Heilsan, frítíðin og
figgjarligar skyldur
Í fyrrnevnda brævi verður
mælt til, at pensionistar
einans skulu gjalda hálvt
telefon- og útvarpsgjald
og at avsláttarskipanin
hjá Strandferðsluni eisini
skal galda fyri avlamis-
pensionistar og tey, sum
verða pensionerað fyri tíð-
ina. Mælt verður til, at
allur pensiónsskattur
verður avtikin. Pensiónin
má standa óskerd, hóast
onnur innteka er, og hjún
eiga at fáa hver sína fulla
pensión. Í brævinum
verður eisini skotið upp,
at pensionistar fáa figgj-
arliga hjálp til handils-
tessn, heilivág og fóta-
røkt.
Pensionistarnir sakna
umsteður til fritidaritriv
og mæla til, at eitt nú
skúlarnir = verða, eftir
skúlatíð, tekir til tílík
endamál.
»Tit eru ein krafta
Á fundinum vóru teir sjey
løgtingslimirnir, valdir í
Suðurstreymi, umframt
Jákup Lindenskov og Pet-
ur Christiansen. Fyrstur
hevði Óli Breckmann orð-
ið. Hann helt, at tað er
neyðugt at bróta upp úr
nýggjum og gera okkara
egnu pensiónsskipan.
Hann tosaði um eina
negativa pensiónsskipan.
Fyri hverja krónu, pensi-
onisturin sjálvur vinnur
sær, missir hann 50 oyru
av pensiónini. Hann
segði, at fólk máttu hava
loyvi til at arbeiða, hóast
tey eru farin um tey 60.
Institutiónirnar vórðu
ikki gloymdar. Orsekin
til, at pensionistarnir ikki
enn eru slopnir undan
skatti, er tann, at teir eis-
ini mugu vera við til at
gjalda tann almenna
veksturin, segði Óli
Breckmann.
Pauli Ellefsen mælti fel-
agnum til at dokument-
era, hverjar figgjarligar
semdir, tað ynskir. Hann
var ikki fyri at avtaka
pensiónsskattin. Spurn-
ingurin má vera, hvussu
nógv liggur eftir, tá skatt-
urin er goldin, helt hann.
Hann helt ikki, vit hava
ov nógvar institutiónir.
Kjartan Mohr mælti
Pensionistafelagnum til at
seta eina nevnd til at ar-
beiða við helisspurningi-
num. Hann tosaði eisini
um skattin og helt tað
vera skeivt at taka frá
teimum gomlu, um tey
heldur vilja gera nakað til
nyttu enn sita fyri onki.
Óli Breckmann sigur Friedmannsegur...
Jona Henriksen skonkir kaffi
Kjartan Mohr mælti
annars pensionistunum til
at fáa sær juridiska hjálp
til at gera uppskot til at
leggja fyri legtingið.
Hann hevur neyvan ivast
um styrki felagsins, >tit
eru ein kraft,< segði hann.
Lovaðu ikki gull
og grónar skógir
Erlendur Patursson segði,
at pensionistar skulu hava
somu rættindi og somu
skyldur sum onnur fólk.
Teir kunnu fela seg sum
uppgávufólk, um teir ikki
gjalda skatt. Hann mælti
til, at Pensionistafelagið
heldur eitt seminar, har
limirnir saman við serkøn-
um kunna finna fram til,
hvar troðkar á. Hann
mælti eisini til, at tey
gomlu fáa eina almenna,
ókeypis heilsukanning.
Erlendur Patursson
helt, at tað rættasta hevði
verið, at pensionistarnir
fáa so hega pensión, at
teir hava ráð til at gjalda
m.a. fult telefon- og út-
varpsgjald.
Hilmar Kass var ikki so
vísur í, at pensionsskatt-
urin skal avtakast. Hann
segði annars, at fólkapen-
siónin er ongin gáva ella
neyðhjálp, men ein rætt-
ur, sum fólk hevur vunnið
sær gjøgnum lívið.
Jona Henriksen helt, at
pensionistar áttu at fingið
ókeypis heilivág. Hon
meinti, at Telefonverkið
hevði so stórt undirskot
kortini, at tað ger ongan
mun, um pensionistar bert
gjalda hálvt gjald. Annars
segði hon seg sakna pen-
sionistaíbúðir til fólk, sum
eru ov frisk til at fara á ell-
isheim, men ikki orka at
vera heima, serliga har,
sum bern eru.
Jona Henriksen fegnað-
ist um, at tingmenn ikki
høvdu lovað pensionistu-
num gull og grenar skóg-
ir.
Spurningarnir
ikki óloysandi
Jákup Lindenskov, lands-
stýrismaður, segði, at tað
hevði verið lættari fyri
landsstýrið, um Pension-
istafelagið var eitt lands-
felag, umboðandi allar
pensionistar í Feroyum.
Hann helt ikki, at tey,
sum bert hava pensiónina,
skula sleppa heilt undan
skatti.
Jákup Lindenskov
meinti, at spurningarnir,
sum vóru til umreðu, kun-
du loysast, um felagið
vendi sær til politikkarar-
nar. Eliesar Arge var ikki
fyri, at pensionistar skulu
hava skattalætta, bíligar
ferðir og hálv avgjeld.
Hinvegin meinti hann, at
teir skulu hava meguleika
fyri at gjalda tað, samfel-
agið krevur av teimum.
Pensionistar skulu eisini
hava tann borgararættin
at gjalda skatt, men hetta
krevur hægri pensiónir.
Heldur íkki Petur
Christiansen var fyri at
avtaka pensiónsskattin.
Aftaná at politikkararnir
høvdu havt orðið í 10 min.
hver, var ein hálvur tími
avsettur til fundarfólkið
at koma við spurningum.
Hetta var nakað stutt tíð,
men tað skiltist, at skatt-
urin er tað mest átroðk-
andi málið.
Síðani hevdu teir fólka-
valdu aftur orðið, hesaferð
í 5 min. og so vóru kaffi og
romakøkur aftaná.
Endamálið við fundi-
num var at vísa politikk-
arunum, »at vit eru til og
at hoyra teirra hugsan um
okkum.« Og hetta eydn-
aðist heilt væl.