Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. apríl 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 28 — 15. apríl 1978 Lómur kemur flaggdagin MN sosialurin — Skipafelagið tekur við nýggja farmaskipinum næsta leygardag Gongur alt eftir ætlan, kemur nýbygda farma- skipið hjá P/f Skipafelag- num Feroyar til Havnar flaggdagin, 25. apríl. Skipið er bygt á Fosen Verft í Rissa í Noregi og verður latið Skipafelag- num komandi leygardag, 22. apríl. Tá skal Turid, dóttir Marjun og Hen- riques Lamain, geva ti navn. Sagt verður, at skipið kemur at eita Lóm- ur. Systurskipið, sum er í gerð á somu skipasmiðju, skal eftir ætlanunum verða liðugt í desember komandi. 3 metrar longri Nýggja skipið er 252 føtur pr Lómur er so at siga bygdur eftir somu tekning sum Vela. Tá hann er komin fer Vela aftur til Noregs, haðani hon er leigað. Lómur skal saman við Bliki rekja tað fasta sambandið millum Feroyar og Danmark til longdar, tað eru 8,40 longri enn Blikur. 12 mans koma at sigla við skipinum og skipari verður John Hansen, ætt- aður av Toftum. Ikki brúk fyri studningi til lærlingar? — játtanin á fíggjarlógini tridingin minni t.e. 100.000 kr. Á fíggjarlógini fyri 1978/ 79 er studningurin til lær- lingar, sum tvey tey sein- astu árini hevur verið 300.000 kr. lækkaður í 200.000 kr. Vit hava vent okkum til Jens P. Ellendersen, full- trúa í landsstýrinum, og spurt hann, hver orsekin til lækkingina er. Hann sigur, at síðani SU, Stat- ens Uddannelsestette, fyri nekrum árum síðani for at. veita føroyskum lærling- um studning, er tørvurin á studninginum frá lands- stýrinum minkaður. Tað hevur verið avlop av teirri árligu játtanini síðani tá. Stórur partur til Strandferðsluna Jens P. Ellendersen sigur, at studningurin á figgjar- lógini verður m.a. brúktur til at hjálpa teimum lær- lingum, sum ikki kunna fáa studning frá SU. Sum demi nevnir hann tey, sum eru uppfostrað av AÐALFUNDUR VARÐANS verður á Parnassinum kl. 20 mikukveldið tann 26. apríl 1978. Fundarskrá eftir lógini. NEVNDIN eðrum enn foreldrum sín- um, eitt nú abba og ommu, SU góðtekur ein- ans, at inntekan hjá for- eldrunum verður legd til grundarlag fyri steddini av studninginum. Lær- lingar, ið fáa eina slíka »Orimiliga« viðferð av SU, kunna i stadin fåa studn- ing frå landsstyrinum. Annars fer ein stórur partur av játtanini til Strandferðsluna, sigur Jens P. Ellendersen. Tað eru t.d. fleiri eysturoy- ingar, sum læra og ganga í tekniska skúla í Havn ella Klaksvík, men búgva í heimbygdini. Teir fáa avsláttur hjá Strand- ferðsluni og tað, sum írestar til fult gjald, verð- ur goldið av játtanini til lærlingar. Á eðrum ella triðja ár- inum av lærutidini verður inntekan hjá lærlingum ov stór til, at teir hava rætt til studning frá SU. Tað er tá meguligt í ein- støkum forum at fáa burt- ur av áðurnevndu játtan á fíggjarlógini. Lærlingur í nevndina Jens P. Ellendersen er for- maður í Studningsnevnd- ini fyri lærlingar og hann hevur ta dagligu umsit- ingina av grunninum und- ir hond. Í nevndini eru annars umboð fyri tey ymisku fak- og meistara- felogini. Jens P. Ellendersen sig- ur, at tað hevði verið rættast, um lærlingarnir eisini hevdu eitt umboð í hesi nevndini. Yoga Tríggjar vikur skeið byrjar 1. mai. Tilmelding hjá Mary Djurhuus frá mánadegnum 17/4 á tlf. 11697 mill- um kl. 13 og 18. Sanne Sjølund Síða 5 Hava bíðað hålvt år eftir sveinabrævinum Tað gjerdist drúgt hjá teimum uml. 50 lærling- unum, sum tóku sveinaroyndina í november í fjer, at bíða eftir sveinabrævinum, prógvinum fyri, at teir hevdu staðið royndina og kundu kalla seg sveinar. Læruráðið sendi ikki brevini út fyrr enn fyrst í hesi vikuni, hálvt ár eftir royndina. Inger Christiansen, fulltrúi í landsstýrinum, sum hevur verið formaður í Læruráðnum, fekk farloyvi um ársskiftið. Men ikki fyrr enn 24. mars varð nýggjur formaður settur. Tað er Jógvan Páll Lassen, sakferari, sum fyribils er settur i triggjar mánaðir. Tað hevur ymiskar trupulleikar við sær fyri sveinarnar at noyðast at bíða so leingi eftir sveinabrævinum. Teir kunna t.d. ikki gerast limir i handverkarafelegum. Teir kunna heldur ikki fáa arbeiði uttanlands, tí uttan sveinabræv kunna teir ikki prógva, at teir veruliga eru sveinar. Stødan hjá føroysku kvinnuni er heitið á komandi fundi hjá Suðurstreym- oyar Javnaðarfelag, sum verður á Hotel Feroyum týskveldið 18. apríl kl. 20. Tað verður ein bólkur, sum hevur arbeitt við hes- um evninum, sum leggur fyri á fundinum. Sagt verður frá felag- num, at ell javnaðar- áhugaði hava atgongd til fundin. Annars verður sagt frá felag- num, at aðalfundur var 16. mars, har nevndin varð afturvald. Í nevndini sita Sigrid Dalsgaard, form., Martin Joensen, næst- form., Henry R68å, kassam., Sólmundur Joensen, Finn í Punta- byrgi, Jákup Linden- skov og Kjartan Cle- mentsen. Á fundinum var eis- ini tjak um hvert nú- verandi samgonga hev- ur verið til fyrimuns fyri Javnadarflokkin, og politikki flokksins annars. Niðursteðan var, at samgongan hevði roynst nógv bet- ur enn nakar framman- undan hevði væntað, men dentur varð somu- leiðis lagdur á, at enn eru nógv mál eftir at loysa. þið - ; é ' Utflutt minni av saltfiski, men meir av frystum vørum Higartil i år hevur Før- oya Fiskasela útflutt góð 2.000 tons minni av saltfiski enn sama tidarskeid í fjør, men harafturimoti hevur verið ein vøkstur í út- flutninginum av fryst- um verum uppá góð 2.800 tons. Í januar ársfjórðingi í ár hevur fiskaselan tilsamans útflutt slek 13.000 tons fyri 115 mill. kr. Hetta er so at siga tað sama sum sama ársfjórðing í fjer. Av frystum verum eru triggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár útflutt slek 10.000 tons fyri 83,3 mill. kr. móti 7.200 tonsum í fjer fyri 65 mill. kr. Av saltfiski eru í januar ársfjórðingi út- flutt 2.700 tons fyri 29,3 mill. kr. móti 4.700 tonsum í fjer fyri 45,7 mill. kr. Í mars mánaða í ár eru útflutt 6.230 tons fyri 55 mill. kr. av hesum vóru 5.400 tons av frystum verum fyri 46,6 mill. kr. og 600 tons av saltfiski fyri 6,7 mill. kr. Utflutt minni av salt- fiski, men meir av