leygardagur 15. apríl 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 28 — 15. apríl 1978
Um sjónvarp, Goethe,
at mjólka heilagum kúm
og okkurt annað forvitnis
1. Goethe og
sjónvarpið
Eg veit ikki um Goethe
var sjónskur, men mær
tykist í hvussu so er, at
hesi erindini år »Xenien«
eru sum skapt til sjón-
varpið og nógv av tjaki-
num um tað:
Dummes Zeug kann man
viel reden,
kanr. es auch schreiben,
wird weder Leib noch
Seele tøten,
es wird elles beim alten
bleiben.
Dummes aber vors Auge
gestellt,
hat ein magisches Recht,
weil es die Sinne entfesselt
hålt,
bleibt der Geist ein
Knecht.
Eg havi roynt at endur-
yrkja erindini til foroyskt:
Býtt er mangt skrál,
eisini tað, ið er skrivað,
Hetta ei drepur likam og
sál,
áframt tú livur sum livað.
Men set hitt býtta fyr
eygum í nánd,
skjótt byrjar tað at ganda
Loysir øll tíni sansunnar-
bond,
og ger til træl tín anda.
2. Prógv og
mótprógv
Í samband við sjónvarps-
grein mina í 14. Septem-
ber hin 18.2. og í Dimma-
lætting sama dag tekur
formaðurin í sjónvarpsfel-
agnum J. K. Højgaard
m.a. soleidis til oråa (So-
sialurin hin 13.3.):
>Tað må åtalast, at hes-
in maður, ið er verkfrød-
ingur og situr í almennum
starvi sum ídnaðarráð-
gevi, í blødunum alment
slongir út óprógvaðar pá-
standir um, at sjónvarpið
kann verða heilsuni at
stórum skaða — eitt nú at
tað kann skaða eyguni.«
Og í sama andadrátti
heldur hann áfram:
»Serlækni í eygnasjúk-
um, sum eg havi fyrilagt
spurningin upplýsir, at
hetta er tað reina møsn.«
J. K. Højgaard: — Tú
»måtprogvar« her mínar
»Oprogvadu pástandir<
við upplýsingum frá ein-
um énevndum persóni. —
Við eðrum orðum. Hevði
eg byrjað mína grein við
t.d. >Ein kona í Koltri,
sum eg havi tosað við, for-
taldi mær o.s.fr. o.s.fr.e
Hevdi tå alt verið í lagi og
hevði tú tå góðtikið grein
mína? Nei, tað hevði tú
neyvan, tí sjálvt hin
heimskenda svenska
radiolog og professara
Siverts, sum eg vísti til í
grein míni, kveistrar tú til
viks við orðunum: »Eg
kenni ikki hendan svenska
radiolog og professara og
veit heldur ikki, hvat hann
hevur skrivað um hetta
evni, men eg havi kann-
að...< o.s.fr. (undirstrik-
ing gjerd av mær).
Men lat hetta fara.
3. Fjósið við
teimum heilagu
kúnum
Eg skal fegin og eftir feri-
muni ganga kravi J. K.
Hejgaards um próvferslu
á meti. Tað eru tá tveir
hevuðsvegir at fara:
Annar — og hin mest
einfaldi og tí eisini hin
mest brúkti — er at ramsa
upp eina negd av insti-
tuttum, professarum og
eðrum kendum kvinnum
og monnum, ið hver sær
hevur umleið somu áskoð-
an á málið sum tú sjálvur.
Veruliga prógvar tú við
hesum einki annað enn at
tað eru onnur menniskjur
til, ið hugsa so sum tú.
Hin vegurin er at greina
málið so gjølla, at ein og
hver við vanligari utbugv-
ing í hvussu so er skilur
grundarlagið undir tínari
stødutakan til málið.
Eg skal í hevuðsheiti-
num royna at halda meg á
hesum seinna vegnum.
Men hetta krevur aftur, at
eg komi inn á økir í menn-
iskjans náttúru sum flest
allir (?) læknar halda seg
hava einkarrætt uppá at
vita nakað um.
Eg verði sostatt noydd-
ur at bróta meg inn í fjósið
Eg skal fegin og eftir ferimuni ganga kravi J. K.
Hejgaards um próvferslu á meti. Tað eru tá tveir
hevuðsvegir at fara:
Annar — og hin mest einfaldi og tí eisini hin
mest brúkti — er at ramsa upp eina negd av insti-
tuttum, professarum og sðrum kendum kvinnum
og monnum, ið hver sær hevur umleið somu á-
skoðan á málið sum tú sjálvur. Veruliga prógvar
tú við hesum einki annað enn at tað eru onnur
menniskjur til, ið hugsa so sum tú.
Hin vegurin er at greina málið so gjella, at ein
og hver við vanligari útbúgving í hvussu so er
skilur grundarlagið undir tinari stødutakan til
Eg skal í høvudsheitinum royna at halda meg á
hesum seinna vegnum. Men hetta krevur aftur, at
eg komi inn á økir í menniskjans náttúru sum flest
allir (?) læknar halda seg hava einkarrætt uppá at
vita nakað um.
Eg verði sostatt noyddur at bróta meg inn í
fjósið hjá læknastættinum og stjala nakrar drop-
ar av mjólk frá teimum heilagu kúnum, ið har
standa krógvaðar, skrivar Tormóður Dahl m.a.
hjá læknastættinum og
stjala nakrar dropar av
mjólk frá teimum heilagu
kúnum, ið har standa
krógvaðar.
4. Eygað, ið hyggur
í sjónvarpsrútin
Tilsamans hava vit 12
veddar, ið hjálpa okkum
at stýra eygunum /sjónini.
Samspælið millum hesar
veddar er ógvuliga við-
brekið serstakliga í barna-
árunum — tvs. áðrenn
veddarnir eru mentir sum
teir eiga at vera.
Í náttúruni og undir ná-
túrligum umsteðum (sum
okkara likam jú er skapt
til og lagar seg eftir)
hendur ongantið, at vit
ovbyrja eyguni og nevndu
veddar so leingi og í so
stóran mun, sum tá vit
hyggja í sjónvarpsrútin.
Nú er hesin rútur so
mikið lítil, at tað í høv-
uðsheitinum verða teir
somu veddarnir, ið stød-
ugt mugu bera byrðuna at
halda eyguni í sama stødi.
Í tí vanliga lívinum
taka hesir veddar og
eygað sær við stuttum
millumbili eina lítla hvíld,
annaðhvert við at vit lata
eyguni aftur ella (sum
oftast) við at hyggja eftir
onkrum oðrum.
Bókina kanst tú leggja
frá tær uttan at tú >missir
trådin«, men hyggur tú
burtur frá sjónvarpinum
bert nakrar fáar minuttir,
so fær tú kanska ongantið
at vita >hver, ið drap Fin-
gal Olsen. Ti gera vit
hetta bert ógvuliga sjáld-
an og bern so at siga ong-
antid.
Urslit: Ovbyrjan av
eygunum og vøddum tess.
— Her eigur eisini at vera
nevnt, at hyggur ein eftir
onkrum, ið er 5 metur ella
longur burtur »hvilir«
eygnasteinurin. Men í
flest øllum førum er sjón-
varpstólið bert 2—3 m frá
eygunum (børn >stinga
nøsina« í tólið), og eygna-
steinurin må ti bogast
meira, skalt tu siggja
klårt. — At eisini hetta
ger sitt til ovbyrjan av
eyganum sigur seg sjålvt.
Eygað er so genialt
skapt, at tað óivað koma
at ganga nógv hundrað ár
áðrenn læknavísindin er
komin helmingin av veg-
num fram at skilja eygn-
anna »hvat, hví og hvus-
su.«
Ein serligur eginleiki
hjá eyganum er, at tað
altíð roynir at skapa ein
harmoniskan útjavna
millum tað, ið streymar
inn uttanifrå og tað, sum
»Svarar uppå« hetta inn-
anifrå. Soleidis skapar —
»ger« — eygað t.d. altid
mótlitin (komplimenterlit-
in) grønt tå vit hyggja
eftir onkrum reyðum, gult
tá vit hyggja eftir onkrum
bláum o.s.fr.
(Hetta kanst tú lættliga
sannfera teg sjálvan um
við t.d. at leggja ein reyð-
an lepa á eitt hvítt pappír.
Hygg beint á lepan í 15—
20 sekundir, og tak hann
so skundisliga burtur,
men uttan at flyta eyguni
frá, har lepin lá. Tú vilt tá
á sama stað »siggja« hin
grøna >tvíburðin< hjá ti
reyða lepanum).
Nú hevur litsjónvarpið
tann eginleika, at ljósflat-
in á myndarútinum ikki
gevur eitt samanhangandi
spektrum eins og dags-
ella gleðilampuljósið, men
ein gjørdan (kunstigan)
ligt
blanding av i høvudsheit-
inum gulum og blåum lit-
um. Øll hava vit bæði sæð
og »lært« um ælabogan og
flest øll hava óivað eisini
lagt til merkis, hvussu av-
bera vakurt og harmon-
iskt teir ymisku litirnir
ganga yvir í hvennannan.
Í litsjónvarpinum terva (í
hvussu so er enn) meira og
minni hesir >yvirgangslit-
irnir« og tá serstakliga hin
greni liturin (ið liggur
millum gult og blátt).
Eygað kann sostatt her
ikki laga seg eftir einum
meðalvirði — tvs. tú verð-
ur »tvingadur« at hyggja i
eina ljåskeldu, sum so at
siga beinleidis er i strid vid
>konstruktiónina< av eyg-
anum — tað eygað er
skapt til.
Sjónskarpleikin verður
ti stødugt veikari og må ti
bøtast um hann. — -Júst
hetta er orsøkin til, at
mælt verður til altid at
hava aðrar ljóskeldur í
sjónvarpskamarinum.
Afturat hesum kemur
so tann sannroynd, at
eygnasteinurin ikki hevur
nakran beinleiðis blóð-
ferning (sjálvandi, annars
sást tú einki), og tí er
hann eisini longu av nátt-
úrunnar hond nógv »av-
vitaminiseraður<. Hann
hevur sostatt heldur ikki
somu meguleikar at >lekja
seg sjálvan< (regenerera)
eftir ovbyrjan eins og
aðrir lutir í líkami okkara.
Í mínari fyrstu grein um
hetta evni skrivaði eg:
— at sjónvarpið elvir
til, at børn verða nærsýnt
— at nógv bendir móti,
at sjónvarpið elvir til
»grønan stær« (Glaucom)
— i hvussu so er fær
sjúkuna at bróta fram
(oftast hjá eldri menniskj-
um).
Her havi eg so eftir føri-
muni roynt at greiða frá
um orsekirnar til hetta:
Keldur: Sjá yvirlit síðst
í greinini.
5. Sjónvarpið
og epilepsi
Ein gjellari kanning av
epileptikarinum krevur
Mr