leygardagur 15. apríl 1978síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 28 — 15. apríl 1978
SUS EST DE
FOR
Forngripirnir verða goymdir
í kjallarum, skúrum o-t.
Hetta er ikki bert trupult hjá okkum,
men eisini beinleiðis óforsvarligt,
sigur Arne Thorsteinsson, savnvørdur
Føroya Fornminnissavn, sum nú hevur
26 ár á baki, arbeiðir enn í dag undir
trongum håsaumstødum. Savnið heldur
til í trimum ymiskum húsum, og ein
partur av gripunum, sum savnið eigur,
verða goymdir í kjallarum, skúrum o.t.
ymsa staðni í Havnini.
Í hesi samrøduni greiðir Arne Thor-
steinsson, savnvørdur, frå hølistrupul-
leikunum hjá savninum, frå ynskinum
hjá stovninum um at fáa eitt nytt savn-
hús, og annars frá arbeiðinum hjá Forn-
minnissavninum sum heild.
Framsýningarhelini hjá
Fornminnissavninum eru
á loftinum á Landsbóka-
savninum og í Bátahellini
á Debesartreð. Afturat
hesum hevur savnið eini
stór sethús við síðuna av
Fróðskaparsetrinum, og í
hesum húsinum eru øll ar-
beiðshelini hjá savninum.
— Vit fingu hetta húsið
í 1972, og tað er væl egnað
til tey flestu arbeiðini hjá
okkum við undantaki av
ellum ti, sum hevur við
gripir at gera, bæði við-
víkjandi viðgerð, goymslu
og skráseting av gripum.
Hesum er ikki pláss fyri
her, sigur Arne Thor-
steinsson.
— Vit hava ikki gjørt
nógv við at innsavna
gripir seinastu árini, tí vit
stutt sagt ikki hava me-
guleika fyri at hýsa fleiri
gripum. Tað gripaarbeið-
ið, sum vit gera, noyðast
vit at gera her í húsinum,
tí vit hava ikki onnur hel-
ir.
Hvar verða
goymdir?
— Vit goyma nakað á
loftinum á Landsbóka-
savninum, nakað í Báta-
høllini og nakað í arbeiðs-
húsinum. Restin av grip-
inum verður goymd í
kjallarum, skúrum ot.
ymsa staðni í býnum.
Hesar umstaðurnar,
sum griparnir verða
goymdir undir, eru ikki
bert truplir hjá okkum,
men eisini beinleiðis ófor-
svarligar.
Herfyri høvdu vit menn
frá Konservatorskúlanum
í Keypmannahavn, sum
mer erne
gripirnir
vit hava gott samstarv
vid, her uppi fyri at meta
um varðveitingarviður-
skiftini å savninum. Frå-
greiding teirra visir, at
goymsluvidurskifti okk-
ara eru so ótíðarhóskandi,
at gripirnir eru í stórum
vanda fyri at forfarast.
Heldur ikki eru goymsl-
urnar tryggar fyri óvið-
komandi. Fyri stuttum
varð innbrot og stuldur í
einari av goymslum okk-
ara. Tibetur var hetta bert
óvitar, og tað stolna fingu
vit aftur. Men tryggleikin
er alt ov vánaligur.
Kundu fingið
onnur hølir
Hverjar vónir hava tit um
at fáa helisspurningin
loystan?
— Vit hava leingi roynt
at finna fram til hóskandi
og nóg rúmlig helir, har
alt gripaarbeiðið, goyms-
la, skráseting og viðgerð,
konservering, kann verða
samskipað, og har vit
hava meguleika at seta rí-
mulig trygdartiltøk í verk.
Men enn er hetta ikki
eydnast okkum.
Vit høvdu ógvuliga góð
og bilig hølir å hondum
meginpartina av årinum i
fjør, sum vit kundu fåa til
leigu, men tíverri varð tað
so drúgt at fáa játtan til
leigumálið, at hesin me-
guleiki glapp okkum av
hondum aftur. Hetta var
harmuligt, ikki bert fyri
dagliga arbeiði okkara,
men eisini tí at skulu vit
hugsa um nýggjar fram-
5 ja SEE
OR er RR
sýningar í einum nýggjum
savni, so mugu vit fleiri ár
frammanundan hava fyri-
bils helir til at fyrireika
hetta í.
Hvussu eru framsýn-
ingarhelini hjá savninum?
— Tann fasta framsýn-
ingin hjá savninum er á
Bókasavnsloftinum. Men
hesi helini eru alt ov smá
og illa egnaði. Í veruleik-
anum er ikki talan um eina
framsýning, men heldur
eina samandynging av
gripum, tí ókunnug kunnu
ikki koma beinleiðis inn og
fáa nakað at vita.
Hetta má júst vera
endamálið við eini fram-
sýning, har tað er eitt
samanspæl millum gripir,
myndir og tekst, ið gevur
teimum vitjar“ 'unn-
leika til viðursk.ftini í
fornum tíðum. Men eina
tilika framsyning er ikki
hugsingur um í teimum
smáu helunum á bóka-
savnsloftinum.
Savnhús
Hvussu langt er arbeiðið
við einum nýggjum savn-
húsi komið?
— Tað er eitt ynski hjá
okkum og eitt ynski hjá
landsstýrinum, at eitt
nýtt savn skal byggjast,
men nær farið verður und-
ir hetta, vita vit ikki.
Á fíggjarlógini fyri
hetta fíggjarárið eru av-
settar 500.000 kr. í grunn
til bygging av savnhúsi,
og tað er so altíð ein byrj-
an.
Sum heild er tað ynski-
ligt og neyðugt, at nýggj
savnhús verða bygd,
bæði fyri tað tilfar, sum
vit hava í dag, og tað til-
far, sum vit kunnu fáa.
Spurningarnir viðvíkj-
andi framsýningarmegu-
leikunum og gripaarbeiði-
num eru heilt óloystir, og
teir mugu loysast við ein-
um nýggjum savni. Tá er
tað náttúrligt, at arbeiðs-
hølini eisini verða løgd í
sama bygningi.
Danska Tjóðsavnið
hevur ikki einans boðið
okkum stólavangarnar úr
Kirkjubø, men vil í veru-
leikanum lata okkum alt
men ILL
tað føroyska tilfar, sum
teir hava, men tað er ein
treyt, at vit hava forsvar-
lig helir at seta tilfarið í.
Danir byrjaðu longu
fyrst í 1800-talinum at
savna forngripir í Føroy-
um. Kirkjulutir er ein
týðandi partur, og teir
hava eisini nógv av silvur
skreytlutum. Men teir
hava eisini eitt vanligt
ting sum eina føroyska
stikku, eitt alinmát, og
tað hava vit sjálvir ikki í
okkara savni.
Danska Tjóðsavnið
hevur eina stóra mongd av
føroyskum gripum, men
tað er neyðugt við eini
fullfiggjadari skráseting,
áðrenn vit rættuliga
kunnu gera okkum eina
mynd av, hvussu umfat-
andi tað er.
Savnsmøguleik-
arnir i Hoyvik
Hvørjar tankar hava tit
gjørt tykkum um eitt nytt
savn?
— Vit mugu siggja i
eyguni, at her å Debesar-
trød er onki at gera. Her er
fult bygt. Dånjal Pauli
Danielsen, landsstyris-
maður, hevur víst á tann
meguleika, at byggja eitt
nýtt savn í Hoyvík. Eg
haldi, at tað hevdu verið
nógvir fyrimunir við at
bygt eitt savn har uppi,
men ein fyritreyt er sjálv-
andi, at spurningurin um
Royndarsteð og landbún-
aðarskúla er loystur.
Hoyvík liggur nær við
miðbýin, og er longu í dag
fyri ein part friøki hjá
Havnini.
Eitt nytt savnhús eig-
ur at innihalda framsyn-
ingarhølir, goymsluhelir
og øll arbeiðshelir, tí hesi
trý tingini hanga saman.
Harnæst eru meguleik-
ar fyri at brúka tann ver-
andi garðin í Hoyvík í
upplýsingararbeiðinum.
Hann er ein rættuliga væl
varðveittur føroyskur
bóndagarður við sethús-
um, úthúsum, begarðum
og geilini, sum kemur
oman við ánni.
Fyri tað triðja eru mø-
guleikar fyri einum úti-
savni, einum bygnings-
savni, har vit kunnu vísa
fram eitt úrval av føroysk-
um håsasløgum.
Tað trýtur ikki á húsa-
tilfari í Føroyum, men tað
er eitt ógvuliga avmarkað
tal av húsum, sum vit
næppe ge
Arne Thorsteinsson, savnsverður
hava meguleika fyri at
varðveita, har tey standa.
Á einum útisavni kunnu
vit gera húsini til fram-
sýningarhús, og hetta ger
varðveitingarspurningin
nógv lættari.
Tryggja
fornminnini
Hverja uppgávu hevur
Fornminnissavnið sum
heild?
— Uppgávan hjá okk-
um er at savna, varðveita
og goyma tilfar, sum kann
lýsa føroyska siðsegu sum
heild. Vit hava trý høv-
uðsfakekir innanfyri
savnið. Tey eru fornfrødi,
byggisøga og fólkalívs-
frødi. Tað mesta av gripa-
savninum hoyrir undir
fólkalívsfreðina, sum ann-
ars fæst við at savna upp-
lýsingar um lívið í Feroy-
um í tí tíðarskeiði, sum
fólk vita at greiða frá.
Ein av okkara hevuðs-
uppgávum er at tryggja
tey fornminnir, sum eru
okkara granskingarevnir.
T.v.s. at umsita forn-
minnisfriðingarlógina.
Tað situr ein nevnd, sum
er ráðgevandi hjá lands-
stýrinum, ið er hægsti
myndugleiki í friðingar-
spurningum.
Høvudsarbeidi, sum vit
gera í letuni, er at skrá-
seta tey fornminni, sum
eru til. Vit verða kortini
eisini noyddir at gera
nakrar útgrevstrar, men
skuldu vit valt, so høvdu
vit lagt alla arbeiðsmegina
í at gera skrásetingarar-
beiðið liðugt.
Skrásetingin
Hvussu verður skráset-
ingin gjørd?
— Fyrst gera vit eitt
fyrireikingararbeiði, har
vit samla allar teir upplýs-
ingar, sum vit kunnu fáa.
Vit brúka bæði okkara
egnu arkivir og eisini onn-
ur arkivir. Her er Skjala-
savnið ein góð hjálp, har
m. a. Jarðarbekurnar
hava ógvuliga stóran
týdning.
Eftir at fyrireikingarar-
beiðið er liðugt, fara vit út
á staðið at kanna viður-
skiftini. Vit gera uppmát-
ingar og taka myndir,
sum lýsa, hvussu steðan
er. Síðan verður umhugs-
að, um megulig friðingar-
tiltøk skulu setast í verk.
Skrásetingararbeiðið
endar so við eini frágreið-
ing.
Vit eru komnir so mikið
langt í skrásetingararbeið-
D A 0)