leygardagur 15. apríl 1978síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
lo PRT
Nr. 28 — 15. apríl 1978
inum, at vit hava fingið
fastlagt eina arbeiðs-
gongd. Vit hava valt fyrst
at gera eina leysliga skrá-
seting av ellum landinum,
fyri at fáa eitt hevuðsyv-
irlit, sum síðan kann rætt-
ast og útbyggjast við
greiniligari arbeiði á stað-
num.
Vit hava gjørt nokk so
stórt arbeiði í fleiri bygd-
um, men í flestu bygd-
unum er lítið og einki
gjørt.
Eg meti, at vit eftir
trimum ella fýra árum
kunnu koma alt landið í-
gjøgnum við eini tilikari
leysligari skráseting.
Fridingartiltøk
Hvussu er samarbeiðið
hjá stovninum við fólk?
— Tað er vanliga heilt
gott. Tað eru ongir trup-
ulleikar við at fáa upplýs-
ingar o.a. frá fólki, men
trupulleikarnir koma ikki
fyrr enn vit gera friðingar-
tiltek.
Tá kenna fólk tað
mangan, sum gingið verð-
ur tí privata ognarrætti-
num, sum er ógvuliga inn-
grógvin, og nær, hóast
ein friðing bert er ein ser-
vituttur, ið ikki ávirkar
ognarviðurskiftini, men er
ein nýtsluregulering, sum
so mangir aðrir myndug-
leikar eisini hava rætt til
at gera fyri at tæna felags
áhugamálunum hjá ellum
samfelagnum.
Kemur tað fyri, at frið-
ingartiltøkini verða brot-
in?
— Ja, tað kemur fyri,
men vit hava í dag lítla
føling við í hvussu stóran
mun tað verður gjørt, tí
umsitingin av fornminn-
unum er ikki enn komin í
ta legu, vit stremba ímóti.
Hetta kemst av, at vit
ikki eru lidnir við skráset-
ingararbeiðið, og av at vit
eru noyddir at brúka ov
nógva arbeiðsorku uppá
neyðgrevstrarnar.
Neyðgrevstur
Hví eru tit noyddir til at
gera neyðgrevstrarnar?
— Vanliga orsekin er
almenn bygging. Serliga
vegagerð og víðkanir av
kirkjugarðum.
Her er talan um at upp-
vega onnur samfelagsá-
hugamál ímóti teimum
fornfreðiligu åhugamålu-
num, men vit hava hildið
at tað er rætt og rímuligt
at rannsaka tey fornminn-
ini, sum fara til vegagerð,
kirkjugarðar o.a.
Hverjar útgrevstrar
gera tit í letuni?
— Vit gera tveir, sum
vit eru noyddir at gera.
Annar er í kirkjugarði-
num á Sandi. Vit gjørdu
útgrevstrar í kirkjuni á
Sandi, og í hesum sam-
bandi kannaðu vit eisini
leysliga lendið uttan um
kirkjuna.
Har funnu vit m.a.
leivdir av einum stórum
og ógvuliga fínum bygn-
Tann verandi garðurin í Hoyvík, kann verða eitt lið í einum nýggjum savni í Hoyvík
ingi, tí har sum kirkjan
stendur, hevur verið ein
stórur garður í vikinga- og
miðeldini. Tað hava vit
fingið prógv fyri aðrastað-
ni í kirkjugarðinum við.
Kirkjugarðurin skal nú
vidkast, og vit royna at
avmarka tey økini, har
ongar fornleivdir ella
toftir eru, fyri at útvega
eitt eki, sum í fyrsta um-
fari kann brúkast til kirk-
jugarðin, meðan vit fram-
vegis mugu halda fast við
hini økini eina tíð afturat.
Hin útgrevsturin er á
Durhuúsgrundini á Eiði.
Her er vegagerð orsekin.
Tað skal gerast ein nyggj-
ur vegur oman á kaigkið,
og hann má ganga gjøgn-
um hetta lendið, tí lands-
lagið er soleiðis háttað, at
tað eru ikki aðrir megu-
leikar. Í hesum grevstri-
num eru vit komnir niður
á miðaldarfláirnar og tær
ovastu víkingaaldarfláir-
nar.
Afturat hesum báðum
grevstrunum trokar onki
serligt á í løtuni. Men tað
er so við hesum grevstr-
um, at teir stinga seg upp
brádliga, t.d. verður me-
guliga okkurt í sambandi
Soleiðis sær eitt ski út, har fornfrødisligur útgrevstur fer fram. Henda myndin er av útgrevstrinum í
Sandavági, sum varð gjerdur frá 1974 til 76. Vegagerð varð orsekin til at neyðugt varð at gera útgrevsturin
DUE
<———— me
EN ARE SL
AG »
vid vegagerðina úti í Fugl-
oy.
Hvørjar åtgrevstrar ha-
va tit annars gjørt sein-
astu årini?
— I Sandavågi hava vit
grivið ein vikinga- og mið-
aldarbústað, sum. helst er
avtoftaður um ár 1400.
Orsekin til at vit fóru
undir hendan grevsturin
var vegagerð. Hesin
grevstur hevur annars
givið okkum ógvuliga
nógv tilfar.
Í Syðrugetu hava vit
eisini gjert ein útgrevstur
av víkingatoftum, ti ein
landsvegur skuldi leggj-
ast, har toftirnar lógu.
Úrslitið av hesum
grevstrinum hevur annars
skapt nekur nýggj
granskingarsjónarmið.
Hesar víkingatoftirnar
vóru heilt annarleiðir enn
hinar, sum vit kendu
frammanundan. Sjálvur
haldi eg, at her hevur
verið eitt annað sosialt
miljø, enn vit eru vanir
við, soleiðis at her hava
verið smáir uppsitarar ella
leigulendingar.
Í Klaksvík hava vit
havt ein grevstur, og eis-
ini ein minni á Kjalnesi í
Kollafirði, har sum lands-
vegurin liggur.
Afturat hesum hava vit
so havt nakrar minni
grevstrar í ymsum bygd-
um í 70'unum.
Ynskir um
tvey størv afturat
Hvussu nógv starvsfólk
hevur stovnurin?
— Tað eru nýggju størv
á stovninum umframt ein
savnslærara, sum arbeiðir
hálvan dag, og afturat
hesum hava vit nakað av
leysum hjálparfólki, ser-
liga um summarið. Eitt av
teimum niggju størvunum
er ikki sett í dag. Tað er
starvið sum konservator.
Vit hava í dag hverki fólk
ella helir til hetta starvið,
men kundu annars fingið
hetta arbeiðið rekt í sam-
starvi við konservator-
skúlan.
Afturat hesum starvs-
fólkunum kundu vit hugs-
að okkum at fingið tvey
fólk afturat. Ein varðveit-
ingararkitekt, til at taka
sær av bygningunum, og
ein fotograf til at taka sær
av myndaarkivinum.
Hvussu nógvan pening
hava tit fingið játtaðan í
ár?
— Á fíggjarlógini í ár
hava vit fingið 1.564.000
kr. Í síðsta fíggjarári hov-
du vit 1.413.000 kr. at
arbeiða við.
Tað er ikki pengatrup-
ulleikar vit hava at stríð-
ast við í dag, men trupult
er at fáa júst tey fólkini,
vit hava brúk fyri
At enda, hví varðveita
vit yvirhevur fornminn-
ini?
— At varðveita forn-
minni er at varðveita
seguligt keldutilfar. Søg-
an er neyðug í einum og
hverjum samfelag. Eg
meini tann veruliga
granskaða segan, og ikki
mytuskapanin, sum menn
so lættliga falla til, tá
teimum tervar. Segan er
felags royndirnar hjá sam-
felagnum. Vit fata bert
dagin í dag gjøgnum fat-
anina av teimum seguligu
fyritreytunum sum hava
lagað tilveru okkara. Fyri
tann einstaka er segan ein
neyðugur liður — vitandi
ella óvitandi — í fatanini
av sær sjálvum sum ein
menniskjaslig vera.
Tað kemur týðuliga
fram í teimum nýggju
samfelegunum, hvussu
týdningarmikil søgan er.
Amerikanarar sakna seg-
una, og taka ti til undar'
ráð sum t.d. at inr
fornminnir úr Euro: