Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. apríl 1978síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

lesarabrøv Nr . 28 — 15. april 1978 Eitt risthent lygivætti Tann 22. mars stendur i Dagbladnum eitt lesara- bræv við yvirskriftini »Hava ikki biðið um marxistiska hjålp.« Brævið er undirskrivað av »fyrrverandi og núverandi næmingi.« Í brævinum verður ein lærari á Stu- dentaskúlanum lagdur undir at forfylgja einum næmingi, sum hevur eina aðra politiska hugsan enn lærarin, við, í stilrætting- um og karaktergeving til terminsroyndirnar, at geva honum lægri karak- ter, enn hann hevur uppi- borið. Upplýsingarnar eru rættiliga detaljeraðar. Tel verða uppgivin. Tann, sum hevur mins- tu hylling á stíli og orða- lag, sær alt fyri eitt, at hetta lesarabrævið er eitt falsum frá byrjan til enda. Prógvið er brævið sjálvt. Tað talar sín sjónska bod- skap, har tað stendur á breddanum. Stílurin er blaðstjórans. Har er tað ráa orðalagið, tann reiva- barnskenda filosofiin og hetta undarliga hatrið til kunnleika, sum ber á tað maniska — alt fyribrigdi, sum hava eyðkent Dag- blaðið, síðan tann nýggi KK AK blaðstjórin tók við i 1975. Hetta er ikki fyrstu ferð, blaðstjórin á Dag- blaðnum lýgur um ósek menniskju. Vit minnast, at eitt lesarabræv í fjør stóð í Dagblaðnum, sum skuldi eitast at vera skriv- að av flakakonunum í Lor- vík. Vit minnast, at flaka- konurnar alment avsann- aðu, at tær hevdu skrivað brævið. Tey, sum hava bara eitt vet av stilkunn- leika, sóu tverturímóti beinan vegin, at brævið var skrivað av blaðstjór- anum sjálvum. Av undir- ritaða var hetta eisini sagt Ein áminning til M. Petersen Eg síggi, at M. Petersen skrivar bræv í Dimmu og tí vil eg geva honum eina áminning, eftirsum hann setur so nógv niður á ung- dómin, ungdómsklubbar og -viðurskiftir. Tað er ikki loyvt at gera ónáðir sunnu- og halgidagar sí kgl. anordning frá 21. no- vember 1923. Martin Petersen, hvørj- ar ónáðir er tað talan um, einans tann sum ungdóm- urin hevur gjert. Dansur, ítróttur, diskotek kunna ell ungfólk koma at fáa nógv meira burturúr, um tey vilja gera sær tann ómak. Tað eru ikki mong, sum syngja, >At heimið er tað besta stað á jørð. Nú er heimið hjá nógvum ikki at samanlíkna við eina restauration, matstovu ella gistingarhús, hvar tað er mangan ófriðarligt í mongum heimum, tað havi eg fingið ásannað. Ungfólk okkara hava einans gott at at verða heima, tá ið tey gera hús- ligt arbeiði fyri síni for- eldur, og tá ið tey skula gera síni skúlating. Ann- ars fáa mong ikki loyvi at hava javnaldrar við heim til ein sjálvan, ti at tað stríðir ímóti vilja foreldr- anna. Mær vitandi, so er tað eingin, sum rósar teimum, sum standa aftan fyri allar diskotekklubbar, sum koma undir broytingar, so at vit fáa sterri ágóða av diskotekklubbunum. Vit skula hava diskotekklubb- arnar at hava opið hús, sum skal virka sum eitt ungdómshús, hvar vit kunnu síggja videotek og annað, sum vit kundu havt gott av. Ti tað er rætt, at fritidarmøguleik- arm r eru heilt út av lagi van gir. Hetta er so i zm sum aðrastaðir, og ti má nakað gerast av ellum ungmannafeløgum i Feroyum og ítróttarfelog- um og diskotekklubbum. Tað eru alt ov fáar lýs- ingar í útvarpinum um dans, ítrótt, diskotek, v.m. Hví hava ungdóms- hús, ti at tey rekja eina so stóra samfelagsuppgávu, sum ikki kann samanlikn- ast við tað, sum onnur felog gera dagliga, eins og at hava mangt annað á- skránni. Eingin er noyddur at verða lærdur til at ar- beiða. Tað er nakað, sum eitt hvert menniskja má kunna finna út av fyri at kunna klára seg eins væl sum onnur menniskju í tí feroyska samfelagnum. Ungfólk okkara verður drigið frá heimunum. Tað er ikki rætt, tí at dansur, ítróttur og diskotek ikki er nakað fjas, men ein sjálv- fylgja, sum skal geva teimum menniskjum nak- að lívsinnihald, sum kann verða teimum at gagni. Tað hevur víst seg, at tað ikki hevur verið nekrum menniskja til skaða at misbrúka heiligdagin, hvar fólk gott kunna verða arbeiðsfer dagin eftir. Annars má alt tyg- ara fjas halda uppat, hvar vit ell fara at biðja tygum um, at gera so væl at halda tygum so langt burtur frá dansi, itrótti, diskoteki og ellum stutt- leikalívi, um tygum vilja gera teimum ungu ein beina. Ein av grundunum til, at ungfólk ikki koma tíð- liga heim til hús mangan aftaná kl. 3 á nátt kemst av teimum vitjandi av- bygdabilunum og mongu fremmandaskipum, og út- lendingum sum dúgliga vitja Havnina alla ársins tíðir, og mong av hesum ungu hava eitthvert sam- lív til tíðir. Og so er ikki at forgloyma, at barna- verndin ikki rekir sínar uppgávur nóg væl, eins og foreldrini visa alt og litlan ans fyri at taka sær nógv meira av teimum ungu, sum vála fyri vág og vind, edrúilig sum ávirkað. Tygum skula ikki gera tygum slíkan ómak við at nokta teimum ungu at dansa longri enn kl. 12 leygarkveld, tí tað fáa tygum ikki nógv burtur- úr, og tað er ikki okkum til stórt gagn. So allur al- mennur dansur og disko- tek skal allastaðir vera loyvt til kl. 1 á nátt, í veitslum og brúdleypum út ímóti morgni, tá slíkt er privat. So myndugleikarnir mugu ikki ganga M. Pet- ersen á meti, um teir ynskja at sleppa undan, at nýggjur ófriður skal taka seg upp, orsakað av teim- um ringu trivnaðarmegu- leikunum í Havn. Ung- dómurin verður fegin, um hann hevði fingið fleiri fri- tidartiltøk og øll viður- skiftir greidd av ymiskum slag. Og annars skal eg upp- lýsa lesarunum, at M. Petersen ongantíð er sæddur í dansi á teimum mongu ítróttarplássum, í diskoteki ella í ungdóms- húsum. Um M. Petersen hevur áhuga at fáa sett seg nógv inn í ungdóms- vidurskiftir av einum hvørjum slag, so skal hann verða vælkomin at vitja nevndu pláss, klubb- ar og hús. Heiligdagslógin eigur at verða sett úr gildi, ti hon er ótíðarhósk- andi til ungdómsviður- skiftini í býnum. Vinarliga Hans Birgir Hansen alment. Blaðstjórin dementeraði ikki. Ei und- ur i. Hann var sekur. Blaðstjórin á Dagblað- num hevur nú eina ferð enn prógvað, at hann hevur viljan til og er nóg serur fyri moral til at troysta sær at seta seg niður at penta lygnir sam- an burtur úr ongum. Men hann er aftur hesu ferð óheppin. Hann vil so fegin lúgva. Men hann dugir ikki nóg væl at lúg- va. Hann er ov illgjørdur. Tað gongur ikki upp hjá honum. Hetta er segan um, hvussu blaðstjórin á Dag- blaðnum gjerdist fastur í tí nótini, sum hann ætlaði at forkoma einum eðrum menniskja í. Hoyrið nú. Í lesarabrævinum 22. mars. er tað greitt út frá samanhanginum, at tað, sum lærarin er skuldsett- ur fyri, er hent í Hoydøl- um. Vit fáa at vita stíl- karakterirnar og termins- karakterirnar hjá næm- inginum. Vit fáa at vita, hvat næmingurin hevur fingið til ársroyndina. Vit fáa at vita, at í umset- ingunum hjá næmingi- num var ikki so mikið sum ein reyð strika, tá hann fekk tær aftur frá lærar- unum. Nú hendir tað, at lær- arar á Studentaskúlanum fara at kanna málið. Tað vísir seg, at tølini, sum uppgivin eru i lesarabræv- inum, finnast ikki i nakr- ari protokol. Hetta fær blaðstjórin at vita. Ein og hver, sum hevur fantasi, kann gita sær, at nú er fjáltur komin á blað- stjóran. Vit síggja hann fyri okkum, hann er farin at sveitta. Men okkurt má gerast. Og hann ger tað, sum des- perat fólk ofta gera — hann hopar longur inn í trongan. Hann roynir at lappa holini í lygnini. Vit fáa nú at vita, at tann »politiska karaktergev- ingin< skal vera hend á onkrum eðrum læru- stovni. Og vit leggja merki til eitt aftrat. Fyrr var sagt, at stílarnir vóru uttan reyðar strikur. Nú verður sagt „uttan stór- vegis rættingar.« Lygi- vættið er blivið risthent. Nu sansar at. Endabresturin verður úti á Læraraskúlanum, sum er einasti skúlin, ið talan kann vera um um- framt Studentaskúlan. Lærarin, sum dagblaðs- blaðstjórin vil til lívs, hevur yvirlit yvir stíl- og, sjálvandi eisini, termins- Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upp- tikin undir hesum teiginum er, at blaðstjórnin veit, hvar hevur skrivað brøvini. karakterirnar i ti einasta flokki, talan kann vera um. Yvirlitid vísir, at tøl- ini hjá blaðstjóranum eru skeiv. Fellan gleppur í. Blað- stjórin situr sjálvur í saksinum, sum hann hev- ur ætlað at hegt í sín danska kollega. Henda hendingin er hugvekjandi uppá fleiri mátar. Her er ein maður, sum fleiri ferðir og við vilja og móti betri vitandi hevur borið ósonn tíðindi í sínum blað. Her er ein maður, sum ferð eftir ferð hevur prógvað, at hann liggur favnar undir lág- markinum fyri moral og vanliga anstendigheit. Hesin maðurin er við til at smíða okkara lógir, geða okkum andiliga og und- irvisa okkara børnum. Ein ómatligur tanki. Tað næsta, ein kemur at hugsa um, er, at lærar- arnir hava verið alt ov trekir til at reagera. Eina aðra staðni hevði rektarin alt fyri eitt kannað málið og, tá tað visti seg, at blaðstjórin á Dagblaðnum leyg, alment dementerað lygnirnar, átalað útspill- ingina og kanska koyrt tann seka frá sum lærara. Tankarnir fara aftur til eina tíð, tá tað var víðari til veggja og hægri til loftið í Feroyum. Fyrr í tíðini var ein lóg (hon er tibetri avtikin nú), sum forðaði limum í Breðra- samkomuni í at gerast lærarar í Føroyum. Ein, sum fekk at fela smeitin av hesi lóg, var ein ung havnargenta. Lóg var lóg, og hon mátti fara frá. Men tá treyt ikki solidaritetur millum lærarnar. Ein av hennara starvsbreðrum beyð sær til at taka henn- ara kristnitimar, um hetta kundi hjálpa. At tað ikki batti, er ein onnur sega. »Hvokkin er hann Grímur á Skóg, síðan hann kongin vå.« Og hetta geldur ikki bara lærararnar. Hetta geldur feroyskar blað- menn, rithevundar, skriv- andi fólk, akademikarar, øll tey, sum hava skyldu og meguleika til at tala at, tá ástendur. Her hava vit ein mann, sum er serur fyri kunnleika, serur fyri mentan, moralskt maðk- etin, og sum ferð eftir ferð hevur gjert seg sekan í beinleiðis lygn. Kortini sleppur hann at kalla óátalaður at dusa sær sum andiligur maktfaktor í Føroyum. Herjar å minni- luta, forfylgir verjuleys fólk — soleiðis sum tann bangni altið ger. Skrivar brev upp á ryggin á sak- leysum menniskjum. Ein dag situr hann á skúla- bonkinum. Ein annan dag fer hann í svintuna hjá lorvikskonum. Torir eing- in at steðga hesi rennuni, sum lekur evju niður yvir feroyingar? Skaðin er sjálvandi hendur og betist ikki aft- ur. Og lærarin, sum ó- rættvíst og uttan nakra grund er blivin dálkaður til, veit eftir hetta, hvat hann skal halda um feroy- ingar, um feroyskan sóma, um feroyskt dirvi. Men eitt er vist. Hetta dirvisloysið fer at koma okkum øllum aftur um brekkur — bæði á ein og annan hátt. Fyrst og fremst kemur Fólkaflokk- urin at gjalda. Hvert runublak, sum kemur frá blaðstjóranum á Dagblað- num, fer til seinast at raka Fólkaflokkin. Vit ganga hereftir út frá, at tað er ein serlig grund til at flokk- urin hevur valt sær nettup henda mannin til blað- stjóra. Hann má umboða nakað ógviliga sentralt í flokkinum. Sum blaðstjór- in er antisosialur, er flokk- urin tað eisini. Sum blað- stjórin er ómoralskur, er flokkurin tað eisini. Og líkasum blaðstjórin stend- ur fyri ellum tí, sum hampafólk her á landi hig- artil hava skýggjað, ger flokkurin tað eisini. Lat okkum enda við at undirstrika kjarnan í hes- um máli og koma við eini ávaring. Blaðstjórin á Dagblaðnum — og sostatt Fólkaflokkurin eisini — hóttir í hesum døgum við síni skriving rættin til hjá einum og hverjum lærara, sum annars er kvalifiser- aður, at undirvísa, líka mikið hvar hann stendur politiskt ella átrúnaðar- liga. Og lærarnir lata sum einki. Ivaleyst halda teir, at við at skáka sær undan at gera sína skyldu, fáa teir frið. Hetta er ein skeiv meting. Tað er nevniliga tverturimóti. Nú hava vit rættiliga fingið áhuga fyri Stu- dentaskúlanum. Her er nevniliga eitt og annað at finnast at. Ikki hvat ið danskarunum viðvíkir. Teir eru allir væl og virði- ==?