Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Sosialurin telf. 14720 . 11820 . giro 6282725 box 76. 3800 Tórshavn Utgevari: Feroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmenn: Høgni Djurhuus Jógvan Jespersen Sosialurin Dimmalætting Uppseting Prent Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd- ir og annað tilfar år SOSTALINUM uttan loyvi frá blaðnum. . , . Yvirflóðin FYRI STUTTUM hevdu bleðini og útvarpið tey tíðindi, at Tryggingar- sambandið og báðir bankarnir hava ætlan um at byggja eitt stórt og tíð- arhóskandi hotell í høvudsstadnum. VIT SKULU vera teir fyrstu at á- sanna, at stórur tørvur er á hotell- plássi í hevuðsstaðnum eins og í landinum annars, og at ein hotell- bygging tí er tiltrongd, men vit kunnu bert ikki góðtaka, at trygg- ingin og bankarnir skulu hava pening til avlops til slík endamál. UM BANKARNIR og tryggingin hava yvirflóð av peningi, sum hesi tíðindi og ársroknskapirnir í blød- unum eisini benda á, so er hetta prógv um, at rentumarginalurin hjá bank- unum er ov stórur t.v.s., at munurin ímillum út- og innlánsrentuna er ov stórur, og hetta bendir somuleiðis á, at tryggingargjøldini eru í hægra lagi. VANLIGI feroyingurin, sum knógv- ar undir ti høgu rentuni og teimum høgu > tryggingargjøldunum, má sjålvandi standa spyrjandi, tå slik tíðindir verða borin. Hann hevði neyvan væntað, at tann peningur, sum hann hevur goldið ov nógv í rentu og trygging, skuldi fara til eina hotellbygging í Havn. HANN HEVUR heldur roknað við, at hann, sum brúkari hjá bankunum og tryggingini, fór at fáa ein part av tí stóru yvirflóðini í form av niðursettari útlánsrentu og niðursettum trygg- ingargjøldum. Men hetta tykist ikki at vera politikkurin hjá leiðsluni í tryggingini og hjá bankaleiðslunum. HETTA ÁTTI at givið politikkaru- num nakað at hugsa um. Gamalt er, at vit fyrst eiga at sópa fyri egnum durum, og ti er náttúrligt, fyrst at leggja leidsluna fyri tryggingarsam- bandið uppá lærið. VIT SØGDU í fyrstuni, at ein hotell- bygging er tiltrongd, men mangt bendir å, at tann umrøddi landsbank- in er eins nógv ella meira tiltrongdur. sosialurin Folkafloksterror Tað er ferð eftir ferð vist á, hvussu óhugnalig mur- an í Dagblaðnum er. Tað sum fyrst og fremst ser- merkir blaðið er tess van- virðing fyri eðrum. Mint kann vera á tá okkara gomlu og brekaðu vóru segd „heldur at sita hendur í favn restina av lívinum enn at fara til ar- beiðis aftur.« Eisini kann vera mint um tað vanvirð- andi umtaluna av teimum innfeddu í Rhodesia sam- an við lovprisanini av bøl- menninum lan Smith. Tað skal skoytast inn her, at vitan heldur ikki ser- merkir hetta blað. Í grein- um har blaðið er ekspertur í rhodesiskum viðurskift- um verður skrivað háð- andi um amerikanska utt- anríkisráðharran Andrew Young. Hvert barn veit annars, at amerikanski uttanríkisráðharrin eitur Cyrus Vance! Tað sum annars ser- merkir hetta blað er tann ótrúliga lygnagtigheitin. Hendan kemur fram lutvis sum talfalsan í næstan hverjum blað, og lutvíst sum skemdarsegur um fólk. Persónsforfylgingin Tað sum tó er tað mest andstyggiliga við Dag- blaðnum er tann grova persónsforfylging sum fer dagbókin Gudstænastur Dýra biðidag Havnar kirkja: Hans J. Joensen; Vesturkirkjan: Hegni Poulsen, altar- gongd; Hestur: Kjartan Mørkøre, altargongd; Eidi: Petur M. Rasmus- sen; Nes: Johs. Follend, altargongd; Klaksvik: Jåkup Magnussen, altar- gongd; Hvalba: Elsa Funding, altargongd (talvan gongur fyri Sun- nudagsblaðið); Hov: Martin R. Jacobsen. Missiónshúsið við Landavegin Meti Dýra biðidag kl. 19. KFUK Várgleði hevur fund í dag kl. 16, gamlir skótar og leiðarar hava fund í kveld kl. 20. Gudstænasta í Kirkjubear kirkju Dýra biðidag kl. 16. Djóraverndar- felagið Aðalfundur verður á Hotel Feroyum hósdagin kl. 20. fram. Blaðið hevur ikki minstu virðing fyri mannavirðinum hjá ødr- um fólki. Miðvíst verða fólk hongd út og sjikan- eraði uppá tað grovasta, og einasta orsekin er tann, at blaðstjóranum íkki dámar teirra bláu eygu ella er tað ti, at tey hava aðra hugsan um samfel- agsviðurskifti enn blað- stjórin sjálvur. Eitt grefligt dømi um, hvussu ónt eitt blað kann vera, og tað sjálvt í Fer- oyum og í 1978, er sein- asta skrivingin um lær- ararnar við teir hægru skúlarnar. Fyri páskir var eitt sokallað »lesara- bræv« í blaðnum, sum tað tó vísir seg nú, at blað- stjórin = sjálvur hevur skrivað. Her leggur blað- stjórin eftir sínum ar- beiðsfelegum yvirhevur og serliga eftir teimum donsku lærarunum, tí at teir skulu vera marxistar og skulu ávirka næm- ingarnar. Síðan >prógvar< blaðið, hvussu annarleiðis hugsandi næmingur hevur verið for- fylgdur av einum slíkum lærara, og at tað var hent í Hoydelum framgekk skilliga av greinini. Hesin næmingur hevði gjøgnum árið fingið botnkarakterir 6 og 7 frá hesum lærara, men tá tað kom til próv- tøku, har fremmandir próvdómarar dømdu, fekk hesin næmingur 10 og 11 ella toppkarakter. Tað sum blaðstjórin tó ikki hevði tikið hædd fyri var, at leiðslan í Hoydøl- um ikki kundi lata slíka skuldseting sita á skúla- num. Leiðslan fór tí at kanna teir karakterir, sum hevdu verið givnir, og teir komu fram til, at slíkur munur á karaktergeving als ikki hevði verið í Hoy- delum. Tá blaðstjórin fekk hetta fyrihildið kom hann við ti undanførslu, at hetta als ikki var hent í Hoydelum, men á eðrum hægri læristovni, og við teimum upplýsingum sum annars vóru givnir kundi bert vera talan um lærara- skúlan og um ein åvisan lærara, sum er ein donsk kvinna, sum hevur starv- ast i Føroyum nøkur ár. Hetta vil siga, at nú hevði blaðstjórin ákært ein ávísan lærara, at kalla navngivnan, fyri at fremja politiska forfylging av næmingum við at geva lægri karakterir enn uppi- borið. Tað kann neyvan setast fram ein grovari skuldseting móti einum lærara, og at blaðstjórin her leggur á ein av sínum starvsfelagum, sigur held- ur ikki so lítið um hendan persón. Hvussu nógv, ið er í hesum skuldsetingum er Nr. 29 — 19. april 1978 longu komið fram alment. Stersti parturin av næm- ingunum i ti klassanum, sum sipað verður til, hava i blødunum våttad, at indoktrinering ikki er far- in fram i klassanum hjå hesum lærara. Og rektarin á læraraskúlanum hevur váttað, at tann munur á terminskarakterum og provtøkukarakterum, sum áðurnevnda »lesara- bræv« greidir frå, als ikki hevur eksisterað har á skúlanum. Hetta vil siga at hendan segan og ákæran móti hesum ávísa lærara er lygn, sum ikki eina ferð hjá hesum blaði. Og hesa lygisøgu hevur blaðstjórin funnið uppá fyri at oyði- leggja ein starvsfelaga, sum ikki hevur somu pol- itisku áskoðan sum hann sjálvur. Sanniliga óhug- naligt. Vit høvdu roknað við, at tað var líka lógligt í Feroum at vera ikki-fólka- floksmaður sum at vera fólkafloksmaður, men hendan rætt gevur Dag- blaðið ikki fólki. Annars verður sagt um tann álopna læraran, at hon er væl umtókt av sín- um næmingum, behandlar allar líka og at hon passar sítt arbeiði. Tað er meira enn tað sigst um blað- stjóran á Dagblaðnum. Annars kann tað vist gleða fólkaflokkin, at hendan aktiónin hjá blaði hansara hevur verið ein „succes.< Álopni lærarin hevur longu sagt sítt starv upp og fer av land- inum sum skjótast. Vit kunnu bert ynskja Dag- blaðnum tillukku við hes- um sigri!! Tað hevði vist frøtt ein ávísan Adolf i sini grøv at vita, at hann so nógv år aftaná sin deyða hevur ein so næman næming sjålvt i Føroyum. Tøkk til lærara- skulanæmingarnar Annars eiga teir 20 næm- ingarnir á læraraskúla- num, sum hava skrivað undir avsannanina í blød- unum, tekk fyri tað dirvi sum teir vísa her. Tað kann bert vera tykkum til rós, at tit eru farin til verka, tá tit hava sæð, at ein lærari, sum tit hava havt, verður órættvíst viðfarin. Tað lættasta vildi jú verið at látið sum einki. Tað skal jú ikki einki dirvi til at stíga al- ment fram í eini sek sum hesi. Og tað serliga tá hugsað verður um, at tann, sum avsannanin er bend ímóti, ikki fer fram við mýkindum móti teim- um,sum tora at vera ímóti honum. Tí eigur tað at fáa sterstu viðurkenning, at heili 20 úr einum klassa uppá 26 alment seta tykk- um upp ímóti ti yvirgangi, sum her er framdur. Tað er meira mannfólk í hverjum einstøkum av tykkum enn tað er í t.d. ellum fólkaflokkinum til- samans!! Tað eiga tit tøkk fyri! Fólkaflokkurin hevur ábyrgdina Nú er ikki talan um eitt tilvildarligt = blað, sum hevur fingið eitt slíkt óargadýr sum blaðstjóra. Tann skriving sum her er umtalað er ikki nakað ein- dømi. Tað er ein fest linja hjá blaðnum at hevna seg inn á ávísar persónar og eisini inn á bólkar í sam- felagnum. Talan er jú um málgagn fyri ein politiskan flokk, Fólkaflokkin. Hesin flokkur umboðar jú ein heilan fimting av føroysku veljarunum. Hann er stjórnarflokkur og hevur enntá havt legmann. Og tað má roknast sum givið at fólkaflokkurin góð- kennir skrivingina og háttalagið hjá hansara blaði. Ofta hevur í bloðum og millum manna verið spurt, hvat leiðslan í fólka- flokkinum sigur til hesa andstyggiligu skriving, sum er í stríð við allan demokratiskan hugsunar- hátt. Men flokkurin hevur tagt, og sum kunnugt samtykkir tann sum tegir. Sjálvt tá ein persónur við eini lygisegu sum grund- arlag varð lagdur undir »blackmailing« ella av- pressing, tagdi flokkurin. Legtingsmenn hjá fólka- flokkinum hava enntá á tingi vart skrivingina hjá blaðstjóranum og hava borið í betuflaka fyri hann. Og nú hevur blaðið aftur hevnt seg inn á ein tilvildarligan persón við síni vanligu lygnagtig- heit. Hesin blaðstjóri noyðir annars aðrar blað- stjórar at biðja seg um fyrigeving, tá teir av mis- gávum hava hýst einum lesarabrævi, sum gongur blaðstjóranum ov nær. Men hjá honum sjálvum er einki mark fyri, hvat fortreð hann kann gera fólki, og fólkaflokkurin fer neyvan at látast um vón hesa ferð heldur. Men fólkaflokkurin skal tó vita, at tað er hann sum hevur ábyrgdina av tí óndskapi, lygnagtigheit og mannajagstran, sum kemur fram í hansara blaði, og ein kann bert vóna, at hesin flokkur til sína tíð fær sína uppi- bornu løn fyri tað fortreð, sum hansara blað hevur volt mongum menniskjum - og í mongum heimum. Óli Jacobsen