Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 29 — 19. april 1978 sosialurin Síða 3 Dansurin gongur Í hesi greinini, sum hevur staðið í Skúla- blaðnum, 1.—2. hefti 1978, viðger Bárður Jákupsson ritið >Leiðbeinandi lesiætlanir fyri 1. —3. árgang í fólkaskúlanum.> Hann finst at ritinum, tí har ikki stendur eitt einasta orð um vísur og stev undir yvir- skriftini FOROYSKT. Heldur ikki undir TÓNLEIKUR og TÓNLEIKUR Í SAM- BAND VIÐ AÐRAR LÆRUGREINIR eru dansur og kveðing nevnd. Greinarhevundurin endar við at spyrja, hví dansur og kveðing eru útihýst í , lesiætlanunum. Ætlanin var við teimum, at tær skuldu elva til orðaskifti. Í einum orðaskifti er rímuligt at seta fram spurn- ingar og vænta svar. Tað er Lesiætlanarnevnd fólkaskúlans, sum hevur gjørt tær leiðbeinandi lesi- ætlanirnar. Ludvig Petersen er formaður nevndarinnar og hini eru Edmund í Garði, Hans Kristiansen, Eilif Samuelsen, Ása Hátún, Johs. A. Næs og Alex Sólstein. Fyri einum ári síðani kom út ritið >Leiðbeinandi lesi- ætlanir fyri 1.—3. árgang i fólkaskúlanum.< Í for- orðinum verður sett fram tað ynski, at »hesi upp- skot innan fyri rammur- nar á galdandi undirvis- ingarætlan fara at virka kveikjandi og eggjandi fyri undirvisingina.« Sagt verður eisini, at ætlanin er at skapa grundarlag undir orðaskifti um skúlan. Eg loyvi mær at seta fram tað krav til ein skúla, Føroyingar « :sa en: ikki borið fra: : av eir at hann skal rúma tað dygdargóða í fólksins mentan. Tað siðmenning- arliga grundarlagið, ið nú einaferð er at byggja á, tær fortreytir, ið eru fyri vinnuligum og andaligum lívi í tjóðini, mugu á ein ella annan hátt verða stytri ella longri tættir í undirvísingini. Tak nú kristnitrúnna, hon er ein nátúrligur partur av ger- andisdegnum, tí má og skal kristnikunnleiki vera ein lærugrein. — | % Men vit hava eisini ann- an mentanararv at byggja á, virðismikla fólkament- an, ið er sermerkt fyri hetta fólk, eitt nú kveðing og dans. Ikki hugsaði eg, at tað skuldi vera neyð- ugt, men eftir hesum riti at dema er tað neyðugt at greiða lesiætlanarnevnd- ini frá, at kveðing og dansur eru ein virðismikil partur av — føroyskari mentan. Tad nyttar einki at låtast sum um tit ong- anti3 hava hoyrt hetta fyribrigdi grett, tidans- heldur at tað hevur nakað virði. Mentanarlig siðmenning partur av frálæruni Í eðrum londum, ið hava eina virðismikla fólka- mentan, kunnu vit síggja í undirvísingarætlanunum, at tættir úr hesi mentan eru við í undirvisingini, hetta er so sjálvsagt. Longu í barnagarðinum og allan vegin upp er fólksins egna mentanar- liga siðmenning ein partur av frálæruni. Vit síggja tað í teimum gomlu eu- ropeisku ríkjunum eins væl og í teimum nýggju statunum í sonevnda trið- ja heiminum. Lat okkum hugsa okkum, at ein út- lendingur fekk hevi til at síggja lesiætlanir okkara og innihaldið í 90% av skúlunum, so hevði hann fingið tað burturúr, at í hesum lítla landi er eingin serlig fólkamentan, hverki handalig ella anda- lig, og fólkamusikkur er als eingin. Kanska fór hann tá at undrast yvir,- hvat ið liggur aftan fyri tjóðskaparligu = krevum okkara. Men veruleikin er ein heilt annar. Vit hava ein heilt sjáldsaman fólkamu- sikk, tann merkiligasta, tú kanst finna í Norðureu- ropa í dag. Ætt eftir ætt hevur borið kveðing- ina og dansin víðari — og tann dag í dag er hetta liv- andi. Siðurin er ikki brot- in, tráðurin ikki slitin. Feroyingar dansa enn, og tað besta av øllum, ið mangur vildi evundað okkum er, at hetta er ikki »finamentan«, ikki borið fram av einum úrvaldum liði, men tú og eg, ið treða ein elligamlan dans. Aðra- staðni royna teir á allar mátar at fáa listina út til fólkið<, at »aktivera« fólk mentanarliga, ti dilemma- ið er allastaðni, at tað eru tey fáu, ið taka lut. Dans- urin hjá okkum livir í fólk- inum. Tað fall í okkara lut einsamallir at varðveita hendan miðaldarliga mu- sikk — og fólk koma nú higar at síggja og hoyra ella bjóða feroyingum burtur at dansa. g tað besta av øllum, ið mangur vildi evundað okkum er, at hetta er ikki »finamentan«, 1 úrvaldum liði, men tú og eg, ið treða ein elligamlan dans Met í undanferslu At dansurin hevur havt mangar figgindar, tað vita vit, misskiljingar og heimfeðisligheit | kunnu bera við sær mangar legn- ar áskoðanir. Nú hevdu vit bara væntað, at tann tíð var farin — og tað má vera rímiligt at krevja, at ein lesiætlanarnevnd ikki bert umboðar eina ávísa uppfatan. Undir lærugreinini Fer- oyskt stendur ikki eitt einasta orð um vísur og stev, nevndar verða ym- iskar málsligar keldur, men ikki hevuðsmálment- ir okkara, kvæði, vísur og tættir. So er at hyggja eftir, hvat sagt verður undir yvirskriftini - Tónleikur. Endamálið er m.a.: >... at menna og styrkja evnini og gleðina at syngja«, «… at geva teimum kunnleika um fólka- og sålmasang.« Í viðmerkingunum til hesa lærugrein kemur orðið dansur tó fyri: >... hon (lærugreinin) viðurkennir, at tónleikur, dansur, yrk- ing og rersla (drama) eru samantvinnaðir liðir í tí musikkpædagogiska ar- beiðinum... Hetta merkir, at tónleikafrálæringin kemur at arbeiða við eind- um, sum eisini hoyra inn undir aðrar lærugreinir, t.d. málundirvísing, ítrótt o.s.fr. Hon kemur at um- fata arbeiði við málljóði og orðasamansetingum, við ramsum, ljóðfalli (rytmu), yrkingum, rerslu, at spæla á einfald ljóðferi, improvisisatión og tón- leikaskapan. Lærugreinin kemur tí at seta serlig krev til heli, frálæringar- amboð og lærarakreftir. Hon kemur eisini at krevja eitt rættiliga stórt tímatal... At lýða á og rera seg fer ofta fram í bólkum og gevur grundar- lag fyri felags upplivan. Sangur og spæl fer oftast fram sum samsongur og samanspæl, har samljóm- ur, samband og virðing hver fyri eðrum eru avger- andi tættir. ØIl luttaka, hver við síni fyritreyt, og næmingarnir venjast at góðtaka tað, sum hver einstakur er ferur fyri at avrika, sum eitt lið í sterri eind. Bæði millum lærara og næmingar og næm- inganna sín ámillum hev- ur lærugreinin á henda hátt virðismikla ílegu á til kensluna av felagsskapi, og fer at styrkja tey so- sialu evnini.« Tað må sigast vera heppið at kunna siga øll hesi vekru og skilagóðu orð uttan at nevna dans og kveðing. Hetta má vera met í undanførslu, ferð eftir ferð væntaðu vit, at nú datt hevundurin út í, men sanniliga dugdi hann at snúgva sær. Men hví ikki heluur viður- kenna, at vit búgva í Feroyum og hava ein mu- sikk, ið lúkar fleiri av treytunum, har vórðu settar upp, heldur enn at látast, sum búgva vit á eini aðrari klótu? Vit sóu kortini orðið dans nevnt so hissini í áðni og ein vón birtist. Tá so eitt brot kemur, ið eitur Tónleikur í samband við aðrar lærugreinir, vænta vit, at nú verður tað, men gakk. Har stendur um sang, ið kann >styðja og lívga upp m.a. í feroysk- um, donskum, kristni, heimstaðarlæru og frem- mandum máli. Í samband við landalæru kann tón- leikur skapa betri innlit í fólkalív, mentan og kring- umsteður í landinum, her verður hugsað um fólka- leg og eyðkenni í skalds- liga innihaldinum í sangi- num, tónleik av tjóð- skaparligum uppruna (norrenum, slaviskum o.m.a.)!< Ja, tað má bara ikki vera feroyskt Tað óvargaliga orðið stev — í klombrum Brotið Lærutilfar hevur nakað, ið kanska, við góðum vilja, kann tulkast sum ein viðurkenning av okkara forna dansi: >... Sum byrjunartilfar í fól- leikatimunum er hóskandi at nýta rímur og skjaldur. Hesi bera í sær meguleika fyri at venja grundleggj- andi tonleikafyribrigdi sum ljóðfall (stev), lag og form...« og so verður dentur lagdur å, at ansast må eftir, at løgini ikki spenna meira enn eina oktav, nei, tað gera kvæða- og visuleg heldur ikki. Nú slapp tað óvargaliga orðið stev so út, men bert í klombrum kortini, so eingin skal fáa dánilsi. At enda verða 7 tónleikalig fyribrigdi sett upp, sum eiga at viðgerast gjølla hvert fyri seg: Ljóðfalslæra, hoyrilæra, spæl á ljóðferum, tón- leikaskapan, sangur, reddarvenjing og tón- leikakunning. Har eru dansur og kveðing so í ellum ferum útihýst. Nú er so bara eftir at spyrja: Hvi? Ætlanin var við lesi- ætlanunum, at tær skuldu elva til orðaskifti. Í einum orðaskifti er rímuligt at seta fram spurningar og vænta svar. Bárður Jákupsson