mikudagur 19. apríl 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 29 — 19. april 1978
SANS Skriv til tingið
um asfaltgrunnin
Starvsnevnd Feroya kom-
munufelags hevur nú
skrivað til legtingið og
mælt til, at tann sonevndi
asfaltgrunnurin verður
broyttur soleiðis, at
studningur ikki einans
verður latin til keyp og á-
legging av asfalti, men til
gerð og asfaltering av
kommunalum vegum.
Orsekin til hetta stigið
er, at tað kom fram undir
aðru viðgerð av fíggjar-
lógini, at kommunurnar
ikki gera fulla nýtslu av
asfaltgrunninum við tí
úrsliti, at nógvur pening-
ur stendur ónýttur í
grunninum.
Starvsnevnd Kommu-
nufelagsins er av teirri á-
skoðan, at orsekin til, at
asfaltgrunnurin ikki verð-
ur troyttur í størri mun, er
tann, at kommunurnar
hava ikki fíggjarliga orku
til at gera tað týdningar-
mikla og eisini kostnaðar-
mikla fyrireikingararbeið-
ið, sum er neyðugt at
gera, áðrenn asfalt verður
lagt á vegirnar.
Nevndin vísir á, at um
studningur úr asfalt-
grunninum bert verður
latin til keyp av asfalti og
til álegging, kann hetta
freista kommunur til at
leggja asfalt á vegir, ið als
ikki eru búnir til asfalter-
ing.
Asfaltgrunnurin verður umsitin av landsverkfreðingi-
num. Í hesum fíggjarárinum fara 4,5 mill. kr. í grunnin
Strandferðslan til
reiðar at samráðast
Skansastovukonsertin
gav 35.000 kr.
Bruttoinntskan av Skansastovukonsertini herfyri
varð uml. 55.000 kr. Harav fóru 20.000 kr. til ym-
iskar útreiðslur so sum leigu av Ítróttarhellini, lýs-
ingar og annað.
Í kassan hjá Skansastovu fóru sostatt 35.000 kr.
2300 fólk vóru á konsertini. Myndin er av Olaf í
bólkinum Cactus.
Kirkjuskattur
á Skála
Kirkjuráðið á Skála
hevur samtykt at fara
undir álíkning av kirk-
juskatti. Samstundis
er samtykt, at talvan
ikki longur skal ganga
til frama fyri kirkjuna.
Í ár verða álíknaðar
80.000 kr. í kirkju-
skatti á Skála, hetta
eru 0,5%.
Skála kirkja skal ha-
va nýggja urgu, hon
verður 8 reddað við
subbass og 2 manual.
Verland Johansen í
Havn er farin undir at
gera urguna, sum verð-
ur mett at kosta
232.000 kr.
Smyril kemur
aftur í morgin
Smyril varð liðugur við
eftirsýnið og umvæl-
ingararbeiðið í Frede-
rikshavn mánadagin,
um veðrið verður til
vildar, kemur hann á
Havnina í morgin.
Smyril er fullfermd-
ur av ymsum maskin-
um og góðsi. Tað eru
eini 50 ferðafólk og um
30 bilar við úr Dan-
mark.
Ferðin hjá 647
bilum kannað
Sunnudagin var poli-
tiið uppi á Oynni við
radaranum. Millum kl.
16 og 18 varð ferðin hjá
202 bilum máld og tá
vórðu fimm raportir
skrivaðar. Aftur um
kveldið vóru teir úti
við radaranum og
hesaferð vórðu 35 av
445 bilum skrivaðir
niður.
Skjótasta ferðin, teir
máldu sunnudagin, var
115 km/tíman.
Vallógin
til logarkønar
Starvsnevndin i Før-
oya kommunufelag
hevði uppskotið um
broyting av kommun-
alu vallógini til við-
gerðar á fundi mána-
dagin. Har varð sam-
tykt at senda uppskot-
ið til ummælis hjá ein-
um, meguliga tveimum
juristum. Tá viðmerk-
ingar eru komnar frå
teimum, skal starvs-
nevndin aftur viðgera
uppskotið og tá verður
helst eitt tilmæli um at
broyta kommunalu
vallógina sent lands-
stýrinum.
um fergusamband
Kaldbak — Sund
13. januar í ár sendu borg-
ararnir í Kaldbak eina á-
heitan til Tórshavnar Bý-
ráð um beinanvegin at fáa
í lag fergusamband vil
fólkaflutning millum
Kaldbak og Sund, í sam-
band við at fáa bilrutu
víðari til Havnar.
Áheitanin varð legd
fram á seinasta fundi hjá
Tórshavnar Býráð, og har
varð samtykt at taka upp
samráðingar við Strand-
ferðsluna. Strandferðslan
hevur eisini fingið avrit av
áheitanini.
Til reiðar
at samráðast
— Tað sær heilt rímuligt
út, at kaldbaksfólk vilja
hava eina rutu millum
Kaldbak og Sund, og vit
eru altíð til reiðar at sam-
ráðast og at finna loysnir,
men vit vita ikki í dag,
hvussu hesin spurningur-
in kann loysast, sigur
Tummas Arabo, stjóri á
Strandferðsluni, uppá
fyrispurning um, hver
steðan hjá Strandferðsl-
uni er í hesum málinum.
Hann sigur, at hetta
kortini er nakað nýtt fyri
Strandferðsluna. Talan er
um eina interkommunala
rutu, og tí stinga nakrir
prinsipiellir = spurningar
seg upp, sum helst í síðsta
enda mugu skjótast inn
fyri landsstýrið.
— Men vit kunnu kort-
ini altíð tosa um tingini og
gera eitt uppskot, sigur
Tummas Arabo.
Ferðasamband
hvønn dag
Strandferðslan hevur
ferðasamband inn á Kald-
baksfjørå hvønn dag og
tvær ferdir friggjadag.
Tad er Pride, sum røkir
sambandið uttan leygar-
dag, tá Ritan siglir inn á
Kaldbaksfjorð.
Tummas Arabo sigur,
at Strandferðslan kundi
havt ávísar fyrimunir av
einum tílíkum fergusam-
bandi.
— Fyri tað fyrsta er
rutan inn á Kaldbaksfjerð
fríggjakveld ein verulig
fólkaruta. Hesi kundu vit
so sloppið undan. Har-
afturat hevdu vit fyri so
vítt ikki verið so bundnir
av tíðum, men bert verið
har inni eina ferð um
dagin eftir mjólk og góðsi.
Um vit eisini kundu
fingið mjólkina til Havnar
við einum tílíkum fergu-
Sambandi, hevði tað verið
ein ógvuliga stórur fyri-
munur fyri okkum, og so
hevdu vit avgjort verið
áhugaðir, tí so kundu vit
sloppið undan at siglt inn
á Kaldbaksfjorð, og tað
hevði havt stóran týdning
fyri okkum, sigur Tumm-
as Arabo.