Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 29 — 19. april 1978 Havnar Jazzfelag hevur nú aftur fingið ein góðan tónleikarabólk hendaveg- in. Tað er BAZAR úr Danmark, sum kom til Feroya mánadagin. Sjálv- ur bólkurin er rættiliga nýggjur, men teir fýra tónleikararnir eru allir „gamlir i fakinum.« Umframt at spæla jazz, beat og rokk hevur Bazar turkiskan og bulgarskan fólkamusikk og latinamer- ikanskan musikk. Ein stóran part av ti, teir spæla, hava teir gjørt sjålvir og til heystar geva teir út eina »Live« LP- plátu. Konsertir og dansur Teir eru fýra mans í Bazar. Anders Koppel, orgul, er kanska mest kendur fyri at vera í bólk- inum Savage Rose, men sosialurin — spæla í Klaksvík og Havn hann hevur eisini spælt inn sínar egnu plátur, Af- tenlandet og Valmuevej- en. Annars luttekur hann á plátum hjá Trille, Beeny Holst og ArmeWiirgler. Hann spælir beat, rokk og jazz. Mehmet Ozan, guit- ar, baglama og percus- sion, er úr Turkalandi, men hann byr i Danmark. Hann hevur m.a. spælt i Balkan Trioen. Flemming Quist Møller, congas, darbuka og per- cussion, hevur spælt sam- an vid cubanskum tónleik- arum og lært seg turkisk- an fólkamusikk á sínum mongu ferðum til Turka- lands. Annars kenna øll hann sum teknaran Quist. Peter Bastian, klarinet, el-fagot, floyta o.a., er atomfysikari, men hevur seinni fingið útbúgving á Musikkonservatoriet í Keypmannahavn. Eisini hann hevur spælt í Balkan Trioen og hevur lært bulgarskan sigøjnaramu- sikk. Peter Bastian er við á plátuni Svantes Viser. Bazar spælir í Klaksvík í annaðkveld, hóskveldið og fríggjadagin hava teir konsert í Havn. Leygar- kveldið og sunnukveldið spæla teir í Veitsluhell Havnar klubba. Havnar Jazzfelag hevur fingið studning frá Den Danske Jazzkreds til Fer- oyaferðina hjá Bazar. Ferðafólkini sum mótmæltu fingið umbering frá stjóranum í SAS Gjøgnum Danair er fyriskipad, at flogfør hjá Cimber Air skulu nýtast, tá Maersk Air ikki klárar tær seinkaðu flogferðirnar, sigur SAS-stjórin Knut Hagrup Tey terðafólkini, sum fyri einum góðum mánaða síð- ani sendu eitt mótmæli til stjóran í SAS Knut Hag- rup móti teirri viðferð ferðafólkini fáa á Feroya- rutuni hjá Danair, hava nú fingið eina umbering frá SAS-stjóranum. Ferðafólkini skuldu koma til Føroya vid rutu- flogfarinum leygardagin 11. mars. Henda dagin vóru ikki líkindir at lenda í Vágum, og ferðafólkini fingu boð um at ferðin varð útsett til mánadagin. Tað kom ikki upp á tal at royna sunnudagin, og hesum mótmæltu tey. Í einum brævi til Klaus Hermann, sum umboð fyri ferðafólkini, sigur Knut Hagrup, at hann harmast hendingina, og at hetta ikki eigur at henda í fram- tíðini. Brævið, sum er dag- fest 12. apríl ljóðar so- leiðis: >Tak for Deres brev af 13. mars 1978 med klage over beflyvningen af Fær- øerne og den behandling De fik i forbindelse med flyvningen lørdag 11. mars 1978. Beflyvningen af Fær- øerne sker på grundlag af DDL's koncession, der for denne rutes vedkommen- de midlertidigt er overladt til DANAIR, hvor de 3 luftfartsselskaber SAS, Maersk Air og Cimber Air arbejder sammen. På grund af den korte landingsbane på Vagar, kan de almindelige fly- typer der findes i SAS' flåde ikke betjene denne rute, hvorfor det er Maersk Air, der med deres Boeing 737 udfører ruten for DANAIR. I lavsæsonen, dvs. peri- oden okt —maj. er trafik- behovet ikke stort nok til en daglig rute på Færøer- ne, hvorfor der ikke flyves onsdag og søndag, og na- turligtvis må man da ud- nytte flyet også disse to dage på anden måde, hvilket Maersk Air gør i forbindelse med deres charterflyvning. I den ak- tuelle situation blev ruten forsøgt gennemført, men måtte efter en ventetid over Vagar returnere via Bergen til København, og da Maersk Air havde fuldt program for deres flyv- ning næste dag, blev ruten helt aflyst og passa- gererne ombooket til man- dagens normale flyvning. Vi beklager, at dispo- sitionen blev truffet på denne måde, idet det burde være undersøgt, om der var mulighed for at indsætte et andet fly til afgang søndag. Som en løsning i denne retning har man tidligere udnyttet Cimber Air's VFW614, og på baggrund af den be- klagelige hændelse, som De har været ude for, er der gennem DANAIR nu instrueret om at indsætte Cimber Air's fly, såfremt Maersk Air ikke selv er i stand til at gennemføre en forsinket flyvning. Air ikke selv er i stand til at gennemføre en for- sinket flyvning. Jeg beklager, at De har været ude for denne for- sinkelse, men håber, at De gennem ovenstående vil være tilfreds med, at dette ikke bør ske fremover. Med venlig hilsen Knut Hagrup« Kirkjan i Gøtu er bygd i 1833 og er vorðin ov lítil, men avgjørt er at byggja eina nyggja. Kirkjubygging vid Gøtugjogv Avgjørt er at byggja nyggja kirkju i Gøtu kom- munu. Hon verður bygd við Getugjógv, á øki- num, sum sambært byggisamtyktini er avlagt til almennar bygningar. Landsstýrið góðkendi fyri stuttum byggisam- tyktina fyri Getu kommunu og eftir henni skal alt ekið eystur frá skúlanum, omanfyri høvudsvegin, einans brúkast til almenna bygging. Annars frættist úr Getu, at har eru eini 20 set- hús í gerð í ár. Fólkatalið í teimum fýra bygd- unum, Syðrugetu, Norðragetu, Getugjógv og Getueiði, er nú 840. Breyt beinið Fríggjadagin hendi eitt ferðsluóhapp í Nólsoy- ar Pállsgetu í Klaks- vík. Ein knallert og ein bilur stoyttu saman, tá knallertin koyrdi út fyri bilin. Knallertfør- arin breyt beinið og varð lagdur inn á sjúk- rahús. Svend Áge Madsen framsýning Í hesum degum hevur danski listamálarin og grafikarin Svend Åge Madsen framsyning i Galleri M i Kompag- nistræde i Keypman- nahavn. Å framsyn- ingini eru 11 målningar umframt træskurðir. Svend Áge Madsen hevur verið í Feroyum fleiri ferðir, og motivini á fimm av málning- unum á framsýningini eru úr Feroyum. Hann var í Feroyum í 1946, 76 og hevur eisini verið her í ár. Ferðir hansara i Føroyum hava broytt hansara motivir, so- leiðis at fjalla-motivini eru ein týðandi partur í hansara málningum. Framsýningin er op- in til 29. april. Taka undir vid renovatións- málinum Feroya kommunufelag arbeiðir sum kunnugt við at finna eina loysn á renovatiónsspurning- in. Í hesum sambandi hevur felagið sett øll- um kommunum í land- inum tveir spurningar. Annar var, um komm- unurnar taka undir við, at Kommunufelagið ar- beiðir víðari við mál- inum við tí fyri eyga at fáa eina felagsloysn, altso eina felagsbrenni- steð. Eisini vórðu komm- unurnar spurdar, um tær vildu geva felag- num eina freist uppá eitt ár til at arbeiða víðari við málinum og í hesum tíðarskeiði binda seg til ikki at taka sjálvsteðug stig í málinum. 22 av teimum 50 kommununum hava svarað spurningunum, allar játtandi uttan tann eina. sum segði nei við tí s- „na spurn- inginum. Starvsnevnd Feroya kommunufelags sam- tykti á fundi mánadag- in at rykkja eftir svari frá teimum írestandi 28 kommununum.