Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 1978síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 29 — 19. april 1978 sosialurin Síða 7 Frálikt dómaraskeið = -—- Seinasta vikuskiftið skipaði fótbóltsdeild ÍSF's fyri einum 2 daga dómaraskeiði við svianum Hans Carlsson Leygardagin og sunnu- dagin skipaði fótbólts- deildin fyri dómaraskeiði í Havn. Til hetta endamál heði deildin fingið svian Hans Carlsson frá svens- ku fótbóltssamgonguni at koma hendanvegin at vera leiðari av skeiðnum. Hans Carlsson vísti seg at vera ein sera góður instruktørur, tað vóru all- ir luttakararnir á einum máli um. Skeiðið varð hildið í samkomuhellini úti á landssjúkrahúsinum. Leygardagurin Klokkan 10 leygarmorg- unin mettu allir luttakar- arnir úti á landssjúkra- húsinum og fór fyrrapart- urin við, at Carlsson greiddi frá um skeiðið, hverji krev verða sett ein- um sum dómara og sam- arbeiðið millum linjuverj- ar og dómara. Eftir degurða skuldu allir meta uppi í Gunda- dali, har dystur var millum unglinga- og dreingjalandsliðið. Til hendan dystin vórðu 2 dómaraper úttikin millum luttakararnar á skeiðnum. Hinir luttakararnir vórðu uppbyttir í bólkar, og hevdu hesir hver sína uppgávu at loysa í sam- band við demingina. hetta tiltarið skuldu bólk- arnir síðani arbeiða við áðrenn nátturða. Testrenning Í millum dystin og bólkar- beiðið var ein testrenning. Hetta varð gjert fyri at sum leiðara finna útav, hvussu kondi- tiónin hjá luttakarunum var. Luttakararnir skuldu fyrst renna í 12 min., og skuldu í hesum tíðarskeiði renna 2400 metrar og aftaná renna 50 metrar innan 11,5 sek. Her vísti tað seg, at teir flestu vóru í heilt góðari konditión, men einstakir vóru, ið hevdu havt gott av at rert seg eitt sindur meira. Sunnudagin Byrjað varð klokkan 9 við gjøgnumgongd av bólk- arbeiðinum, og var Hans Carlsson ógvuliga væl nøgdur við úrslitið. Aftur sunnudagin var testrenning. Hesaferð skuldu luttakararnir renna 400 m innan 75 sek. og eisini royna, hvussu skjótt teir runnu 4X 10 m. Aftan á hesa renning greiddi Hans Carlsson frá um teir mest umráðandi spurningarnar í fótbólts- lógini og var ofta drúgt orðaskifti um hesi mál. Kanska einamest um off- side spurningin. Sálarligu arbeiðs- umsteðurnar Síðst á skeiðnum var ein fyrilestur um sálarligu arbeiðsumsteðurnar hjá einum dómara. Hetta var nakað Hans Carlsson gjerdi nógv burturúr, tí hetta hevði ómetaliga nógv at siga fyri tann, ið skal dema, fyri at kunna taka móti øllum ti ljóta, ið verður rópt eftir honum bæði av áskoðarum og spælarum. Skeiðlok Um 18 tíðina sunnukveld- ið endaði hetta frálíka skeiðið. Hans Carlsson takkaði fyri seg, og vónaði hann, at luttakararnir itrottur høvdu fingið nakað burt- urúr skeiðnum, og Árni Gregersen váttaði hetta fyri honum, og handaði honum ein grindakniv frå luttakarunum og ÍSF. IHF dómari Hans Carlsson er eisini IHF dómari, men hond- bóltsdeildin fekk íkki meguleika at gera brúk av honum á hesum sinni, ti hann skuldi meta til arbeiðis heima í Stock- holm longu mánakveldið. Óforsvarligt oll itrottarfolk eru tryggjað ÍSF heitir á feløgini um at tryggja øll ítróttafólkini Landskappingin í fótbólti og steypakappingin í hondbólti byrjar um viku- skiftið, men higartil tykist tað ikki at vera nakað felag, sum hevur tryggjað sínar spælarar fyri í ár. Hetta varð upplýst á einum tidindafundi, sum ÍSF skipaði fyri í gjár. Á fundinum segði Jógv- an Arge, formaður ÍSF, at tað visir seg at tað eru alt ov få feløg, sum hava sín- ar leikarar tryggjaðar. Í 1976 hevdu 23 felog tilsamans 471 fólk tryggj- að, meðan 17 feleg høvdu tilsamans 416 fólk tryggj- aði í 1977. Feløgini hava onga álagda skyldu tilat hava síni fólk tryggjaði. — Vit halda at hetta er óforsvarligt, og vit í ÍSF- stjórnini kunnu ikki sita hendur í favn og hyggja at, meðan ein stórur partur av ítróttafólkunum eru ótryggjaði. Vit heita á itrottafeløgini um at tryggja allar sinar spæl- arar, segði Jógvan Arge. VE. Uppskot å eykaadalfundi Fyrr hevdu itrottafeløgini og ÍSF eina skipan við eini trygging, men hon varð avtikin fyri fleiri árum síð- ani, og ongin kom í staðin, men Jógvan Arge upp- lýsti, at stjórnin fer at koma við einum uppskoti á einum eykaaðalfundi í ÍSF í september mánaða, um at tað skal gerast til eina treyt, at allir spæl- arar eru tryggjaðir, so- leiðis at hetta kann koma í gildi, tá vetrarkappingin í hondbólti byrjar í ár. — Í ÍSF er fatanin tann, at itrottafeløgini mugu gera sær greitt, at trygging av ítróttafólk- unum verður ein fest rakstrarútreiðsla í fram- tidini, segði Jógvan Arge. Ætla at gera avtalu við Tryggingar- sambandið Ætlanin er at avtalan um trygging skal vera við Tryggingarsambandið Feroyar. ÍSF ætlar at hava tingingar við Trygg- ingarsambandið um henda spurning. Um øll ítrótta- TG, fólkini skulu tryggjast, verða yvir 6.000 fólk í eini tílíkari skipan. Jógvan Arge visti á, at spurningurin um spælara- loyvir kann loysast við eini tílíkari tryggingar- skipan. Hetta er eitt eki, har vit i Føroyum eru aft- anfyri aðrar. Spurningur- in kann loysast við at ÍSF fær eitt yvirlit frá Trygg- ingarsambandinum teir spælarar, tryggjaðir. yvir sum eru Á tíðindafundinum varð upplýst, at tað hava verið demir um, at spælarir hava fingið skaða í ítrótta- kapping, og hava verið noyddir at verið burtur frá arbeiði uttan at fingið dagpening. Í einum føri skipaði eitt itrottafelag fyri eydnuhjóli hjálpa fíggjarliga skaða dy sti og try ggjað H einum Sn; TY i