leygardagur 22. apríl 1978síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
RVE
Nr. 30
Leygardagin
22. apríl 1978
51. árgangur
Leysasøla 3,00 kr.
frælsi
javnadur
brødralag
kann røkja
Føroya-flugvingina
helvtina biligari
— sigur Anders Helgostrand, stjori i Sterling Airways
Sterling Airways er til
eina og hverja tíð til reiðar
at taka upp samarbeiði við
feroyingar um raksturin
Tjaldrið við
St. Kilda
Mánadagin var Tjaldr-
ið suðuri á svartkjafta-
leiðini við St. Kilda.
Tað var Chr. í Gróti-
num, sum hevði fingið
trolið um skrúvuna, og
fóru froskmenn av
Tjaldrinum niður og
skóru tað burtur.
av Feroya-flúgvingini,
sigur Anders Helgo-
strand, stjóri í Sterling
Airways, í eini samrødu í
Myndablaðnum Nú.
Anders Helgostrand
sigur, at Sterling Airways
er ført fyri at rekja rutuna
við einum prísi uppá mill-
um 700 og 800 krónur fyri
ferðaseðilin aftur og fram,
um belegningurin er 50%.
Teir rokna við einum prísi
uppá 10 til 12.000 kr. pr.
flogtíma, sum svarar til
einar 45.000 kr. fyri túrin.
Hetta er munandi minni
enn prísirnir hjá Danair.
Ein ferðaseðil aftur og
fram Vágar— Kastrup
kostar í dag 1920 kr.
Bíligar til Bergens
Tað er felagið Tjæreborg,
sum eigur Sterling Air-
ways. Anders Helgo-
strand sigur eisini, at
Tjæreborg kann bjóða før-
oyingum, sum skulu við-
ari suðureftir, flogferð til
Bergens fyri millum 300
og 400 krónur aftur og
fram. Úr Bergen slepst
víðari við Tjæreborg Rej-
ser.
Sterling Airways eigur
ikki í dag flogfer, sum
kunnu flúgva uppá flog-
vellin í Vágum. Teirra
flogfer krevja, at vellurin í
minsta lagi er 1600 metr-
ar. Um eitt samarbeiði
Verða heimsins frægastu badmintonleikarar at síggja í Fer-
oyum komandi ár? Lesið meira um hetta á ítróttarsíðuni inni
j í blaðnum.
L 5
——
AA OE RISA BO IS 52
SODS Bí FI RAI SET ST ESS
Sterling Airways
millum Sterling Airways
og føroyingar skuldi kom-
ið uppá tal, hevði verið
neyðugt hjá Sterling Air-
ways at útvega sær onnur
flogfer til flúgving uppá
Feroyar, sigur Anders
Helgostrand í samreðuni í
Myndablaðnum Nú.
Ongar
viðmerkingar
Fríggjadagin í síðstu viku hevði Lær-
araráðið á Føroya studentaskúla
fund um skrivingina í Dagblaðnum
um karaktergevingina hjá lærara á
hægri lærustovni í Føroyum.
Vit hava vent okkum til formann-
in í Lærararáðnum, Zakarias Wang,
og spurt hann, hvat hendi á hesum
fundi. Hann segði, at hann hevur
ongar viðmerkingar um fundin. Tey,
sum vóru á fundinum, hava tøgn-
skyldu.
Hótta við at stevna fyri
ærumeiðandi skriving
Lærararáðið á Tveroyrar
skúla ger vart við í einum
brævi í Dimmalætting
hósdagin, at tað saman
við skúlaneyndini stevnir
Kurt Kristensen á Tver-
oyri fyri ærumeiðandi
skriving, um hesin ikki
tekur aftur tær skuldset-
ingar og hóttanir móti
skúlanum, stjóranum og
åvisum lærara, sum hann
setir fram í lesarabrævi í
Dimmalætting leygardag-
in 15. apríl.
Undir yvirskriftini
Tvøroyrar skúli, eitt væl-
signilsi, sigur Kurt Kris-
tensen, at ein av lærar-
unum (navnið er nevnt i
lesarabrævinum) å Tvør-
oyrar skula hevur i longri
tíð framt sålarligan yvir-
gang móti børnum hans-
ara. I brævinum eru aðrar
skuldsetingar móti skúla-
num og starvsfólki hans-
ara.
Lærararáðið krevur nú,
at Kurt Kristensen tekur
aftur skuldsetingarnar í
Dimmalætting og um
hetta ikki verður gjert í
komandi viku, verður
hann stevndur fyri æru-
meiðandi skriving.
Gríma heldur fram
1. apríl var royndarskeiðið, sum yrkisleikbólkurin Gríma hevði
sett sær, liðugt. Tey fimm fólkini í Grímu hava havt nógv um
at vera, síðani tey 1. august í fjør fóru at fåast við sjónleik
burtur av og tey fáa eisini nógv at gera í næstu framtíð.
Sosialurin hevur tosað við Biritu, Eyðun, Rosu, Ega og Kára
um Grímu.
Lesið á síðu 8 og 9