Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. apríl 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720 . 118 20 . giro 6282725 box 76. 3800 Torshavn Føroya Javnadarflokkur Vilhelm Johannesen (åbyrgd) telf. 56411 Høgni Djurhuus Utgevari: Bladstjori Blaðmenn Jógvan Jespersen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting SEINASTU tíðina hevur satt rok verið í blødunum. Orsøkin til hetta er, at ein lærari við ein hægri læru- stovn hevur verið fyri fúlum, ósak- ligum og ógrundaðum skuldseting- um í einum lesarabrævi í Dagblað- num. VIÐKOMANDI lærari er skuldsettur fyri at hava givið einum næmingi verri karakter, enn næmingurin veruliga hevur uppiborið. Sambært Dagblaðnum er orsøkin til skeivu karaktergevingina tann, at næm- ingurin hevur aðra politiska áskoð- an enn lærarin. BLAÐSTJÓRIN á Dagblaðnum er lærari við hægri lærustovn, tískil starvsfelagi hjá tí skuldsetta. Hann er eisini løgtingsmadur og limur í løgtingsins skålanevnd. Kann hann sum slíkur loyva sær at koma fram við so álvarsligum skuldsetingum uttan at koma við prógvum? Og tað sum verri er, kann hann loyva sær bert at hótta við, at hann liggur við prógvum, sum hann als ikki vil koma við. SKAL TANN skuldsetti lærarin veruliga noyðast í rættin fyri at fáa greiðu á málinum? Veljarnir høvdu væntað annað av einum politikara, sum situr á tingi, og er limur í løg- tingsins skúlanevnd, enn at hesin skal loyva sær at hótta við, at hesin liggur við prógvum, sum hann ikki vil fram við. Hann hevur ongan moralskan rætt til at gera so. MEN orsøkin, maðurin er immunur yvirfyri øllum ti, sum vit kalla mo- ralur. Men hvat siga politisku parta- menn hansara? Eru teir eisini imm- unir? Halda teir tað vera í lagi at koma fram við slíkari skuldseting, uttan at leggja prógvini fram á rætta stað? Jú, allur Fólkaflokkurin tekur undir! Leiðslan á Føroya Studenta- skúla tegir. Tað sama ger lærararáð- ið á skúlanum við Zakarias Wang á odda. Ongin tekur stig til at fáa greiðu á málinum uttan tann skuld- setti lærarin, og tað kann bert vera ein. Viðkomandi má í rættin. Ótrú- ligt, men satt. Pedagogiska ábyrgdin á studenta- skúlanum er yvirtikin, men lands- stýrismaðurin í skúlamálum tegir eisini, og tað er prikkurin yvir i-num. Kemst hetta møguliga av, at skuldsetti lærarin er dani? sosialurin Í tí skrivingini, sum hevur verið í seinastuni um ta andaligu terrorismuna hjá blaðstjóranum á fólka- floksmálgagninum »Dag- blaðnum<, hevur verið kastað okkum lærarum við Feroya studentaskúla og HF-skeið fyri, at vit ikki tordu at tala at, at vit heldur valdu at tiga. Tað er rætt, at tað kundi sæð soleiðis út, og tað er als ikki óhugsandi, at onkur lærari hevur valt henda útvegin. Men hevuðsorsekin er ein heilt onnur: vit hava følt okkum bundin av kollegialiteti, vit hava folt, at slíkt, sum bert við- kemur starvsfelogum ikki átti at vera rópt út um allar geilar, áðrenn tað hevur verið vidgjørt av starvsfólkum á skúlanum. Men tað er ein persón- ur, sum hevur misbrúkt henda kollegialitet, og tað er blaðstjórin á >Dagblað- num,< tinglimurin og stu- dentaskúlalærarin Óli Breckmann. Vit sita hendur í favn bundin av kollegialum vidtøkum, meðan Óli Breckmann heldur fram at loypa á starvsfelaga og válka sær í skendskheit- um. Og hann blívur við. Men aftan á ta síðstu lortspannina frá honum í »Dagbladnum« 19. april er mær ovboðið. Nú er tagt nog leingi i hesum måli. Og eg havi i dag (19. april 1978) sent lærararáðnum vid Føroya studentaskula og HF-skeið eina frágreið- ing um, hví eg ikki longur kann lata meg binda á hondum og fótum av við- tekuni um kollegialitet. Johnny Thomsen Hvat snýr tað seg um? Øll henda skrivingin hev- ur kanska verið nakað flokt hjá teimum, sum einki beinleiðis hava við Studentaskúlan og Lær- araskúlan at gera. Men eg skal heilt stutt greiða frá, hvat kjarnin er í hesum máli. Hann er stutt sagt tann, at blaðstjórin á »Dagbladnum« alment leggur ein starvsfelaga undir at geva næmingi ka- rakterir eftir politisku sannferingini hjá viðkom- andi næmingi. A——— 1 dagbókin Gudstænastur Havnar kirkja: Eivind Vilhelm, altargongd; Vesturkirkjan: Kjartan Mørkøre, barnagudstæn- asta; Argir: Høgni Poul- sen; Nólsoy: Hans J. Jo- ensen; Vestmanna: Axel Tórgarð; Hósvík: Petur Petersen kl. 12; Tjernu- vík: Petur Petersen kl. 19; Glyvrar: Jóhs. Follend, altargongd; Funningur: Petur M. Rasmussen; Klaksvík: Henning Bøg- esvang; Viðareiði: Salo- mon J. Joensen; Sandvík: Elsa Funding, altar- gongd; Tveroyri: Johan Weihe, altargongd; Leiti: Martin R. Jacobsen, alt- argongd. Í kirkjunum í Norður- streymi gongur talvan til frama fyri útbreiðsluni av guðs orði. Broytt kirkjutíð Frá í morgin verður farið í kirkju kl. 11 á Glyvrum og í Rituvík. Missiónshúsið við Landavegin Sunnudagsskúli kl. 14 og meti sunnukveldið kl. 19. KFUM og -K, Klaksvík Møti í kveld kl. 20 v/ Daniel P. Dalbe, Glyvra streingjakór syngur. Sunnudagsskúli kl. 14 og meti sunnudagin kl. 18 v/ Jóhs. Álvheygg og Hegna Poulsen. Ung- dómsmeti verður sunnu- kveldið kl. 21 (Blákross- meti), Høgni Poulsen og Jóhs. Álvheygg tala og filmur verður sýndur. Filadelfia Gospel evening í kveld kl. 20, Solveig og Henrik Friis Larsen luttaka. Nr. 30 — 22. apríl 1978 Hetta er ein grov skuld- seting, ja, næstan tann grovasta, sum yvirhevur kann setast fram móti ein- um lærara. Sjålvsagt må tann danska lærarinnan, sum verður skuldsett fyri hetta, royna at reinsa seg. Og tað er lætt, tí proto- kollimnar á Læraraskúla- num og Studentaskúla- num (sum eru einastu skúlar, talan kann vera um) vísa greitt, at einki hald er í tí, Óli Breckmann sigur. Knívar í bakið Eitt og hvert hampafólk hevði nú ásannað mistakið og avsannað hesar grovu skuldsetingar. Men Óli Breckmann er ikki ham- pafólk, hann veit ikki, hvat anstendigheit er. Í sínum maniska hatri móti danskarum, móti sínum starvsfeløgum leggur hann til brots og roynir at ota seg undan åbyrgdini fyri ti, hann hevur sagt og skrivad og roynir av øllum alvi at forkoma hesi donsku lærarinnu menn- iskjansliga. Viðkomandi danska lærarinna, sum Óli Breck- mann terroriserar, er eis- ini lærarinna við Klaks- vikar HF-skeið. Og vil eingin annar gera tað al- ment, skal eg sum dag- ligur leiðari av hesum skeiði fegin vissa øll um. at Øli Breckmann í hesum fori bítur ein stak dugna- ligan lærara og loyalan starvsfelaga (tað er meiri enn kann sigast um Óla Breckmann) í bak. Ikki bara Óli Breck- mann, men eisini skrivar- ar av anonymum lesara Nú má talast at! brevum, hava so ilt av, at nakrir danskir lærarar eru í Føroyum. Men teir hava ikki trokað seg inn her. Teir hava sekt og fingið lógliga uppsligin sterv. Teir, sum arbeiða á Klaks- víkar HF-skeiði eru nær- lagdir og dugnaligir og hava gjørt eitt lítargott arbeiði undir ofta sera truplum umstødum. Men tað sakar einki hjá Óla Breckmann. Hann ríður nóg niðarliga og er nóg samvitskuleysur til at brúka tjóðarhatur til síni skitnu endamál, tí hann veit, at summi fólk í Fer- oyum enn eru so lítið at sær komin, at tey dema fólk eftir, hvar tey eru fødd. Hvat sigur Folkaflokkurin Og hesin madur er eisini løgtingsmadur, limur i skulanevnd legtingsins. Tad er minni enn so 6- hugsandi, at hann onkran dagin kemur i Landsstyr- ið. Hver veit, kanska verður hann landsstýris- maður í skúlamálum — tá verður stuttligt at vera lærari i Føroyum!! Ti Oli Breckmann er ikki einsamallur. Onkur må standa aftan fyri hann og studla honum. Og hesir menn mugu ætla okkurt við honum, teir mugu hava onkrar tankar um hansara politisku framtið. Ødrvisi kann tað ikki skiljast, at leiðslan av Fólkaflokkinum higartil ikki er klovin í tvey og ongantíð hevur roynt at steðgað svínariinum hjá Óla Breckmann. Kanska hava teir ætlað at brúkt Ola Breckmann? Latið hann gjert tað skit- na arbeiðið? Men spurn- ingurin er nú kanska, hver tað er, sum brúkar hvønn. Um tað ikki tverturímóti er so, at tann peni Jógvan Sundstein, hin hampuligi Hákun Djurhuus, tann kristiligi Vilhelm Nielsen, tann sidiligi yvirlæknin Essa Arge og allir hinir fólkafloksoddafiskarnir nú sita sum lundar slignir á nev framvið køstarennuni hjå Ola Breckmann. Men hvat sigur hin van- ligi folkafloksveljarin til hetta? Vilja tit vanligu, hampuligu folkafloks- menn lata tykkum lynda, at blað tykkara verður brúkt til at — forfylgja sakleysum persónum við grovum á- lopum — blaðstjórin herjar á starvsfelagar sínar við grovum ésannindum — at terrorisera verju- leysar minnilutar. Vilja tit? Johnny Thomsen