Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. apríl 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 30 — 22. apríl 1978 sosialurin Síða 3 Meiri langfreistaði og ódýrari lán Landsstýrið lagt uppskot fram sum miðja ímóti at beta um ibudarvidurskiftini Uppskotini hjá landsstýr- inum, sum miða ímóti at beta um íbúðarviðurskift- ini, hava verið til 1. við- gerð í tinginum. Málið er í trimum pertum. Húsa- lánsgrunnurin, Rentu- studningur til samanspar- ing til húsabygging og í- búðargrunnur. Í viðmerkingunum til Húsalánsgrunnin sigur landsstýrið m.a. í við- merkingunum til uppskot- ið: Húsalánsgrunnurin varð stovnaður í 1964, og seinni eru nakrar broyt- ingar gjerdar. Hóast grunnurin hesi árini hevur luttikið í figg- ingini av sethúsa- og í- búðabygging við lang- freistaðum og lágrentað- um lánum, hevur hann ikki megnað at gjørt tað lættari hjá fólki at fara undir at byggja sær egin hús. Tilfarsprísir, arbeiðs- lønir, grundstykkjaprisir, vaksandi krøv frå teimum sum byggja og ymiskt annad hava ført vid sær, at húsini hesi seinastu 4—5 árini eru dýrkað við utvid 50%. Byggibúgvingin dýr Tað eru fleiri tættir, ið mugu loysast, um set- húsabyggjarar skulu verða munandi betri fyri enn í dag. Ein av spurn- ingunum er grundstykk- ini. Í dag eru tað mest kommunurnar, ið selja grundstykki, sum framm- anundan eru gjørd byggi- búgvin, meðan útboðið av privatum grundstykkjum, serliga á teimum sterru plássunum, er minkað. Sjálvi stykkini, sum kommunan keypir frá Jarðaráðnum, eru ikki so dýr, men harafturímóti er Skattafritt rentutilskot Landsstýrið mælir til at fólk, sum spara pening í føroyskum peningastovnum til sethúsabygging ella bygging av íbúð, skulu fáa eitt skattafrítt rentutilskot úr landskassanum uppá 1 1/2% útyvir hægstu innlánsrentu. Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri legtingið, sum miða ímóti at gera tað lagaligari hjá fólki at fáa sær egin hús ella íbúð. Landsstýrið leggur dent á, at tey, sum byggja, gera sitt besta fyri at spara upp pening til egin- figging., Sum eitt lið i hesum ar- beiði mælir landsstýrið her til, at fólk, sum spara upp pening í føroyskum peningastovnum til set- húsabygging ella bygging av íbúð, skulu fáa eitt skattafritt rentutilskot úr landskassanum uppá 1% útyvir hægstu innláns- rentu. Innskotið kann í mesta lagi vera 50.000 kr. Tilsamans og í mesta lagi 10.000 kr. um árið. Eftir uppskotinum skal pening- urin nýtast til bygging av sethúsum ella íbúð í sein- asta lagi 10 ár eftir, at tað fyrsta innskotið er sett á bundna sparikonto í ein- um føroyskum peninga- stovni. Í vissum forum kann tann, sum sparir upp, fáa peningin útgoldnan, sjálvt um tað ikki er til sethúsa- ella íbúðabygg- ing, men í hesum forum skulu tey 1 1/2% í rentu- tilskoti gjaldast lands- kassanum aftur. Rentustudningurin verður roknaður av inn- skotum og av rentustudn- ingi og eisini av tilskriv- aðari rentu, men bert um rentan verður sett inn undir treytum sum vanlig innskot. Verður hon ikki tað, ræður kontoeigarin á rentuni og kann taka hana út. Hægsta talið studn- ingur verður roknaður av er 50.000 kr. sigur lands- stýrið í viðmerkingum til uppskotið. byggibúgvingin rættuliga dýr. Hesin spurningur kann best loysast við, at tað almenna skapar meguleikar fyri, at komm- unurnar kunnu fáa bilig lán og langfreistað lán til byggibúning. 90— 105 mill. kr. í fjør Í fyrsta umfari hevur landsstýrið mett tað at vera rættast at gera nýgg- ja lóggávu fyri Húsaláns- grunnin, og at gera grunnin feran fyri at lut- taka í figgingini av set- húsum við einum sterri parti av ti samlaða kostn- aðinum enn higartil. Húsalánsgrunnurin og Feroya Sparikassi meta, at kvadratmetraprisurin á einum sethúsum i dag liggur einastaðni millum 3.000 og 3.500 kr. Sein- asta figgjarár veitti Húsa- lánsgrunnurin 374 lán til sethúsabygging. = Hetta merkir, at tann samlaði tervurin á peningi til figgjan av sethúsabygg- ing i fjør lå millum 90 og 105 milj. kr. Tad er helst ikki gjørligt hjå Husa- lånsgrunninum beinan- vegin at útvega nóg nógv- an pening til fult út at figgja alla sethúsabygg- ing, men landsstýrið stilar ímóti at økja um peninga- orku grunnsins munandi, soleidis at hansara partur av ti samlada utlåninum kann økjast. Tann av- marking av lånsupphædd til åvisar støddir av set- húsum, verður sostatt tey fyrstu árini at seta í mun til peningaorku grunns- ins. Eginognin hjá Husa- lánsgrunninum er, við tí peningi ið er avsettur á fíggjarlógini 1978/79, 55 milj. kr. Harafturat hevur grunnurin tikið upp lán innanlands tilsamans 18,9 milj. kr. Tey samlaðu út- lánini hjá grunninum eru 62,6 milj. kr. Grunnurin hevur higartil veitt til- samans 2.442 lán, harav tann stóri parturin er í Havn. Møguleikar at útvega pening Landsstýrið skjýtur upp, at Húsalánsgrunn- urin skal hava hesar mø- guleikar at útvega sær pening: 1. Tørvandi peningur verður settur av á løg- tingsins figgjarlog á hverjum ári og tey fyrstu 5 árini frå figgjarårinum 1978/79 at rokna í minsta lagi 10 milj. kr. um árið. 2. Grunninum er heim- ilað at taka upp lán, bæði innanlands og uttanlands til víðari útlán. 3. Grunninum er heim- ilað at skriva út brævalán, ið antin verða rentað á vanligan hátt ella verða pristalsvidgjørd og síðani afturgoldin við tí soleiðis prístalsviðgjerdu upp- hædd. Broytingar á Húsaláns- grunninum Hevuðsbroytingarnar í fyriliggjandi uppskoti í mun til núgaldandi lóg um Húsalánsgrunnin eru ann- ars hesar: 1. Grunnurin verður nú stjórnaður av einari 3- manna nevnd. Hendan skipan heldur fram, men harafturat verður settur ein stjóri at hava ta dag- ligu umsitingina um hendi. 2. Umframt sum nú at kunna veita veðskuldalán til bygging og umbygging av sethúsum, verður skot- ið upp at geva grunninum heimild til at veita stutt- freistað lán til keyp av grundstykki og harafturat at veita byggilán við van- ligu rentu grunnsins, ið svara til tað veðskuldalán, sum grunnurin annars veitir. 3. Miðað verður ímóti, at grunnurin helst skal veita lán til tey, ið byggja sethús í midalstødd. Eftir uppskotinum kann grunn- urin veita 90% av met- ingarvirðinum í láni til hús, ið eru upp til 120 m? stór. Fara húsini uppum 120 m', verður lánið hægst 40% av metingar- virðinum. 4. Grunnurin kann sam- an við eðrum lánistovnum skipa fyri eftirliti við set- húsabygging, eins og hann kann hava tilfar tøkt so sum tekningar, upplýs- ingar um byggitilfar og byggihættir og annað til tey, ið byggja. Somuleiðis kann hann vera ráðgev- andi fyri tey, sum byggja. 5. Tann núgaldandi skipanin er, at lán úr grunninum skulu gjaldast aftur yvir 23 ár, harav tey fyrstu 3 árini eru avdrátt- arfri. Skotið verður upp. at lånini í framtidini skulu gjaldast aftur yvir eitt tið- arskeið, ið rekkur millum 20 og 40 ár. Avgjeldini, tað eru rentur og avdrátt- ur, skulu laga seg eftir inntekuni hjá låntakara- num, og miðað verður í- móti, at lántakarin ikki skal nýta meira enn 20% av síni innteku tilsamans at gjalda rentur og av- dráttir av lánum við. Hetta verður tó ikki gjer- ligt at halda, um 20% av inntekuni ikki rekka til eitt lán, ið skal aftur- gjaldast yvir 40 ár, ið er hámarkið fyri afturgjalds- tíð. Mett verður, at við galdandi rentu hjá Húsa- lánsgrunninum skal lán- takari hava 125.000 kr. í innteku, um 20% tað fyrsta árið skulu svara til rentur og avdrátt fyri eitt lán, ið verður afturgoldið yvir 40 ár. Tað hevur verið inntøkuvøkstur í samfel- agnum í mong år, og roknast kann við, at hetta fer at halda fram. Tað ber við sær, at so við og við gerast 20% av inntekuni meira, enn tað ið krevst fyri at gjalda eitt lán aftur yvir 40 ár. Hetta ferir so aftur við sær, at aftur- gjaldstíðin styttist so hvert sum lántakarin hev- ur betur ráð at gjalda. Roknast kann við at tann vanliga afturgjaldstidin kemur at liggja einastaðni millum 30 og 40 ár, sigur landsstýrið í viðmerking- unum til uppskotið. Stívliga 2000 fólk búgva til leigu Hóast árliga verða bygd meir enn 350 hús Í viðmerkingunum til í- búðargrunnin sigur lands- stýrið: Tervurin á íbúðum, ser- liga í Havnini og á teimum sterru plássunum annars, er stórur, hóast tað árliga verða bygd meira enn 350 hús í Feroyum. Tað eru ikki oll, ið eru sinnað at byggja sær hús, men hava terv á og hug til at leiga eina íbúð, kanska eina- mest fólk, sum eru á ein- um stað fyri eitt styttri tíðarskeið í sambandi við arbeiði ella útbúgving. Hetta sama ger seg gald- andi fyri ung fólk, ið skulu setast í búgv, men sum hava terv á einari íbúð tey fyrstu árini. Tær íbúðir, ið eru tøkar nú, eru ikki altíð tær bestu, og landsstýrið heldur tað ti vera neyðugt at fáa í lag almenna bygg- ing av einum åvisum tali av íbúðum. Í 1966 búðu 993 húski við tilsamans 2.747 fólk- um til leigu. Hetta tal var minkað nakað við fólka- teljingina í 1970, tá 726 húski við tilsamans 2.137 fólkum búði til leigu. Fólkateljingin í 1970 vísti somuleiðis, at til- samans vóru 1.003 íbúðir tøkar í Feroyum, harav 682 í Havn, 99 í Klaksvík, 82 á Skálafjorðinum og restin aðrastaðni. Almenn íbúðabygging Landsstýrið mælir í hesum uppskotinum til, at íbúðarbyggingin verður framd av kommununum og landinum í felag. Tað skal stovnast ein íbúðar- grunnur, har legtingið eigur 2 limir, viðkomandi kommuna 2 límir og landsstýrið 1. Stovnspen- ingurin hjá grunninum skal vera 5 milj. kr., ið verða settar av á figgjar- lógini 1979/80. Grunnurin skal taka stig til bygging av íbúðum, ið vanliga ikki mugu verða stærri enn 100 m? stórar. Hevuðsreglan viðvíkjandi leiguni er ann- ars, at hon skal gjalda rentur, avdrátt, umsiting 0.a. Av eginpeninginum skal landskassin eftir upp- skotinum rinda tey 18% og kommunan 18%, med- an restin verður útvegað sum lán. Í uppskotinum eru á- vísar reglur, sum miða í- móti at halda leiguni í einari rímuligari legu, men tað tykist kortini verða torført at fáa leiguna nóg lága. Um roknað verður við einum kvadratmetra- prísi í byggingini uppá 3.500 kr. m*, kemur ein i- búð uppá 100 m* at liggja um 2.500 kr. um mánan í leigu, og ein íbúð uppá 70 m“ uppá 1.800 kr. í leigu