Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. apríl 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 30 — 22. apríl 1978 heldur ikki á eðrum ar- beiðsplássum. Tá vit hevdu verið á bygd við Kópakonuni og komu aftur til Havnar hevdu vit eitt seminar, har vit vidgjørdu ta tið- ina, sum var farin. Sjálv- andi hevði alt ikki gingið so væl, hverki millum okkum ella við arbeiði- num. Vit royndu at gera okkum greitt, hvat var skeivt og hvat var gott av ti, vit høvdu gjørt. Mynd- in er eðrvísi nú, enn tå vit byrjaðu. Tað er ti vit ikki hava kropið uttanum tey eymu punktini. Vit hava nevnt tingini við rettum navni, ti vit sóu skjótt, at hetta var neyðugt fyri at kunna halda fram. Tey siga, at tað hevur ikki komið uppá tal, at tey búðu saman. Hinvegin hava tey havt »idylliskar dreymar< um at flyta til hvor sina bygd. Tað er ein lætti, viðhvert at kunna vera fyri seg sjálvan. Tey hava lagt arbeiðið soleiðis til rættis, at tey skiftast um at hava fyri- sitingina 14 dagar í senn, vera dagligur leiðari. Tað er tann dagligi leiðarin, sum býtur út tær ymisku uppgávurnar. Hvenn má- nadag hava tey fund, har teir aktuellu spurningar- nir verða vidgjørdir. — Tá vit seta leikir upp, er Eyðun leikstjóri. Tað er nógv, sum Eyðun er mest royndur í og ti blívur hann leiðari, uttan tó at verða útnevndur sum slíkur. Tápuligt at tosa um ismur — Vit vilja taka upp veru- leikan og evni haðani, ið viðkoma so nógvum sum meguligt. Ikki á partapol- itiskum, men á óheftum frísinnaðum grundarlagi. Tað vildi verið stein- býtt, vit spæla t.d. fyri børnum og gera sjónleik til børn. Um foreldrini vóru bangin fyri at senda bernini til sýningar okk- ara, so vildi tað verið at spent bein fyri tí, sum ætlanin er, nevniliga at fáa ekt um ansin fyri sjónleiki sum listarligt málgagn. So vita vit held- ur ikki, um fólk vil síggja tað, vit vísa ella ikki. Gríma vil ikki koma í nakran ávísan politiskan bás. Tey hava lagt dent á ikki at agitera fyri nakrari ávísari politiskari kós. Hinvegin er ikki sagt, at leikirnir skula vera kyns- leysir. Tað, sum Gríma vil raka við leikum sínum, eru fordómar, trongskyg- ni og trýst á fólk, sum er eðrvísi enn heildin. nn ME So leingi tey ikki koma i eina trongstødu, vilja tey ikki beinda seg til nakra åvisa stødutakan vid t.d. sum bólkur at skriva und- ir áheitanir, mótmæli o.t.i. — Vit eru ímóti deyða- revsing og fasismu, tað kunna vit siga. Tað er tápuligt av okkum at fara at tosa um ismur. Uttan tað rekka vit longri við arbeiði okkara. Vit kunna í hvussu so er vera samd so langt, at tilfarið er pro- gressivt og ikki konserv- erandi, reaktionert. Onki at skriva sjónleik til — Tað var ógvuliga trup- ult at finna næsta leikin eftir Kópakonuna. Eitt vóru vit klár yvir og tað var, at vit kundu ikki fara at gera ein aftrat sjálv beint tá. Serliga tá sóu vit, at tað er alt ov lítið við fimm fólkum. Í desem- ber tosaðu vit við ein av okkara rithevundum og royndu at eggja honum til at skriva til okkara. Hann er til dystin fús, men hann er onki undantak, hevur eisini annað at hugsa um. Tað verður lítið gjørt av ti at skriva sjónleik í Før- oyum, kanska tí, tað verð- ur so lítið spælt. Bygda- fólk spyrja ofta eftir leik- um. — Vit hava fleiri enn einaferð hitt fólk, sum fegin vil skriva sjónleik og onkur handrit hava vit sæð. Men tey halda seg ikki til. Hevdu tey havt samband við onkran, sum fæst við at spæla, so hevði tað eins og hingið meira saman. Tað undrar eisini, at føroyingar ikki skriva útvarpsleikir, brúka tað mediið. Gríma gjerdi sjálv Kvæðið um Kópakonuna og tað var eitt stórt ar- beiði. Fyri at tær royndir, tey gjørdu har, skuldu fáa hevi at botnfella, valdu tey til næsta leikin eitt handrit, sum var skrivað frammanundan. — Men vit hevdu ikki fyri ein og hvenn prís tikið ein føroyskan leik í staðin fyri henda svenska. Ov tíðliga at gevast — Nú hevur Gríma verið til í 8 mánaðir og vit hava bert tær royndir, vit hava gjørt í hesi tidini. Men fyri at fáa nakað konkret at halda seg til, er tað eitt minsta krav, at man royn- ir í tvey ár og so spyr, um tað ber til ella ikki. Tað er avgjørt ov tidliga at gev- ast nú. sosialurin Síða 9 >Tann stóri litsúgvarin< eitur norski barnaleikurin, sum tey hava tikið hevuðsdregini úr og spælt fyri børnum í Havn. Í hesum leikinum hava tey fingið tvær gentur at hjálpa sær Endamálini við arbeiði- num hjá Grímu eru tey somu. Tey hava ásannað at tey ikki í nóg stóran mun eru komin út til smá- plássini. Og enn er bert eitt foroyskt leikrit komið burtur úr. Men tey høvdu eisini sett sær fyri at taka aðrar listargreinir við, so sum musikk. Tað varð gjørt i Beiggjanum, Blóm- uni, Didduni og Dukkuni. — Her er eitt orkestur sloppið at royna seg við nekrum eðrum enn bara at spæla til dans. Um miðjan næsta mán- að fer Gríma til Danmark- ar við Kópakonuni, sum í hesum sambandi verður umskrivaður til uttan- lands turnéútgávu. — Vit vera í Danmark í 14 dagar og vit hava tosað eitt sindur um, hvussu heimferðin skal verða, hverja leið vit skulu hal- da. Kanska fer tað at ligg- ja fyri at luttaka á onkrum skeiðum, sum eru har niðri, ella í Onglandi. Gríma hevur eisini fing- ið ein fyrispurning úr Ís- landi um at koma við Kópakonuni á eina ment- anarviku, sum verður í Vestmannaoyggjunum um mánaðarskiftið juni/ juli. Tað eru fiskimanna- felog og arbeidarafeløg, sum skipa fyri. Gríma hevur sagt ja, og eru pengar játtaðir til ferðaút- reiðslur og uppihald. Skal ikki standa í ævigar tíðir — Krubban, sum vit liva av, er tóm í letuni. Men hetta merkir ikki, at tað ikki ber til at hava yrkis- sjónleik i Føroyum, form- arnir kunnu vera so nógv- ir. Tað er heldur ikki mein- ingin, at Gríma skal vera óbroytt í ævigar tíðir. Mø- guliga kann hon formera seg til tveir ella triggjar bólkar. Ella kanska kemur onkur, sum sigur, at vit vilja gera nakað, sum er heilt eðrvísi enn hasin stil- urin, Gríma brúkar. So verða tað hesir báðir part- arnir, sum koma at, vón- andi í einari gevandi kapping, at fáa góð úrslit. Spurningurin, um tað er meguligt at hava yrkis- sjónleik her í Feroyum kann kanska svarast so- leiðis: Fyri bert 15 árum síðani varð sagt, at tað bar yvir- hevur ikki til hjá einum einasta fólki at liva av sjónleiki i Føroyum. Og so varð pláss fyri einum og nú, fyri í veruleikanum somu pengar, er pláss fyri fimm.